týsdagur 21. september 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 178 - 21: SEPTEMBER 1999
seinni skal slóða fyri bæði
útbúgvingum og førleika
hjá fólki í víðastu merk-
ing. Fólkaskúlin skal
framhaldandi vera okkara
felags stóðisútbúgving hjá
øllum børnum og ungum,
eins og stødi hjá komandi
ættarliðum og teirra |
mentanarfelagsskapi. Út
frá tí eiga vit at laga okk-
ara viðurskiftu soleiðis, at
vit leggja áherðslu á, at
okkara ungu fara undir
relevantar útbúgvingar,
sum gagna bæði teim
sjálvum og fjøldini.
Landssstýrið ætlar í
næstum at leggja fram
lógaruppskot um frískúlar.
Hetta er ein avbjóðing fyri
fólkaskúlan. Dygdin í
fólkaskúlanum skal vera á
einum slíkum stødi, at
eingin av teirri orsøk er
freistaður at velja møgu-
ligan frískúla heldur enn
skúlan fyri øll.
Í tí, sum er farið av
hesum valskeiðnum, hevur
landsstýrismaðurin í skúl-
amálum lagt fram uppskot
um broytingar í lógunum
um yrkisútbúgvingar,
yrkisskúlar og SIT-út-
búgvingar, og hesum hava
vit tikið undir við, eins og
uppskotinum um almanna-
og heilsuútbúgvingar.
Í málinum um útbúgv-
ingarstuðulsskipan royndu
vit at fáa tey 17 ára gomlu
við, men tað vann ikki
undirtøku.
Tad er einki at taka seg
aftur i, at fyri okkum sum
smátjóð er tað sera umráð-
andi at útbúgvingarmøgu-
leikarnir eru góðir. Og vit
mugu ásanna tann vandan,
sum er at frásiga sær teir
ómetaligu fyrimunir okk-
ara lesandi hava í dag á
jøvnum føti við danir,
bæði fíggjarliga og fak-
liga.
Arbeiðsmarknaðarmál
Síðan fullveldislandsstýrið
tók við í mei 1998 hava
arbeiðsmarknaðarpolitisk
mál havt eina syndarliga
lagnu. Á tí økinum hevur
samgongan ongan politikk
og ongar ætlanir — uttan
ta einu, har tey fara mið-
víst eftir at beina fyri eini
frammanundan niðurpínd-
ari samhaldsfastari skipan,
nevnliga arbeiðsmarknað-
areftirlønargrunninum.
Javnaðarflokkurin hevur í
andstøðu roynt at vart
borg í hesum o.9. arbeiðs-
marknaðarpolitiskum mál-
um. Við lógaruppskotum
og fyrispurningum hevur
javnaðarflokkurin herjað á
og gjørt alt pensjóns- og
eftirlønarmålid til eitt
avgerandi prinsipielt stríð
millum ta samhaldsføstu
hugsjónina og ta ráðandi
liberalismuna hjá sam-
gonguni.
Javnaðarflokkurin hevur
haraftrat reist málið av
nýggjum at fáa eina
nýggja arbeidsumhvørvis-
Nógv fólk úr Sandoyar
Sýslu var sum vera man á
fundinum hesaferð - fyrstu
ferð kann varð hildin í
oynni
Mynd: John Johannessen
Landsfundur Javnaðarfloksins:
lóg setta í gildi. Men tað
uppskotið var felt av sam-
gonguni, uttan at teir
kundu geva nakra sum
helst itøkiliga grundgeving
fyri hesi skammiligu
stødu.
Tað eydnadist okkum tó
at fáa undirtøku fyri upp-
skotinum um barnsburðar-
farloyvi, sum fyrsta stig til
barnsburðarfarloyvis-
grunnin, sum landsstýrið
nú sigur seg ætla at seta í
verk, men ikki kann finna
fíggjarligt grundarlag fyri.
Meðan øll onnur lond á
okkara leiðum leggja stød-
ugt stórri áherðslu á ar-
beiðsmarknaðarpolitisk
framtøk, til tess at vinna
fram á í sosialari, vinnu-
ligari og samfelagsligari
menning, so hevur okkara
landsstýrið ongan áhuga
fyri slíkum. Javnaðar-
flokkurin hevur hinvegin
boðað frá, at alneyðugt er
við einum víðfevnandi
arbeiðsmarknaðarpolitiskum
reformi, og hava vit eisini
víst á ítókiligar tættir til
ein slíkan reform.
Fyrst at nevna, sum
nógv tann týdningarmesta
uppgávan, er útbúgving av
arbeiðsmegini, at fáa sett á
stovn eina skipan við ar-
beiðsmarknaðarútbúgving-
um, sum vaksnamannaút-
búgvingar fyri tey, sum
longu eru á arbeiðsmarkn-
aðinum, men sum onga
ella lítla førleikagevandi
útbúgving hava fingið.
I øðrum lagi er líka so
týdningarmikið at fáa
viðurkent í øllum vinnum,
at støðug skipan við reglu-
ligum eftirútbúgvingartil-
boðum er ein neyðug for-
treyt fyri, at arbeiðsmegin
ikki bert skal varðveita,
men eisini menna sín fak-
liga førleika.
I triðja lagi eiga vit at
virka itøkiliga fyri at
styrkja arbeiðsloysisskip-
anina sum eina solidariska
skipan, sum fyrst og
fremst skal veita teim
arbeiðsleysu ein betri
trygd fyri inntókumiss av
vinnuloysi. M.a. við at
hækka útgjaldið til 90 %.
Og við at gera ALS, sum í
dag er alt ov passiv, til ein
nógv meira virknan ar-
beiðsávisingarstovn.
I fjórða lagi er tað um-
ráðandi við nýhugsandi
tiltókum við aktiveringstil-
boðum, útbúgvingar- og
arbeiðstilboðum, til frama
fyri tey, sum gerast sosial-
ur útjaðari ella verða hótt
av útblaking, at verða
tíðindablaðið É á
——————————————W————i€—iiWiwidi——|mweweicaweaaweeccwwwweeewwwwwwaewwwweeweweeeewweeeeeee 2
kasserað.
I fimta lagi eru tað nøk-
ur familju- og javnstødu-
politisk arbeiðsmarknaðar-
mál. Har hava vit nevnt
barnsburðargrunnin. Har-
aftrat er neyðugt at tryggja
foreldrum barnaansingar-
skipanir, so atgongdin til
arbeiðsmarknaðin ikki
verður stongd av hesum.
* Tað er eisini at fáa í lag
aðrar farloyvisskipanir at
gagna smábarnafamilju-
num.
* Tað er eisini at beina
mismunin burtur, so at
timalønt foreldur kunnu
fáa sama rætt sum fastlønt
at verða heima hjá sjúkum
børnum ávíst dagatal um
árið.
* Og tað er eisini at vinna
stríðið, sum nú leikar á um
at fáa broytt sjúkadag-
pengalógina, so timalønt
kunnu fáa sama rætt sum
fastlønt, til endurgjald fyri
sjúku longu frá fyrsta
degi.
* Og tað er at fremja á-
troðkandi nýggja arbeiðs-
marknaðarpolitiska lóg-
gávu, sum skal styrkja
stóðu verkafólksins á ar-
beiðsmarknaðinum.
* Her hava vit nevnt ar-
beiðsumhvorvislógina,
sum má fáast á tingborð
aftur sum skjótast.
+ Tað eru fleiri lógartiltók
at verja støðu løntakar-
anna viðvíkjandi setanar-
og uppsagnartreytum.
* Og lat heldur ongan iva
vera um, at tað fakrørslan
framvegis eigur javnaðar-
floksins fulla stuðul í and-
støduni móti at lata seg
tvangsbinda við høvudsav-
talum og arbeiðsrætti.
* Og lat okkum enda
henda partin vísandi á ta
sannroynd, at til tess at
fremja henda politikk er
meira neyðugt enn nakran-
tíð við einum álitisfullum
og tøttum samstarvi mill-
um fakfeløgini og javnað-
arflokkin. Vit hava báðir
partar brúk fyri hvørjum
øðrum, og einans í sam-
starvandi felag við hvønn
annan vinna vit fram á
felags mál.
Vinnumál
Javnaðarflokkurin harmast
ta gongd, ið verið hevur
tey seinastu árini, við at
fiskirættindi eru blivin
meir og meir umsetilig,
sum so hevur ført til, at
bæði fiskirættindir og skip
aftur samlast á færri og
færri hondum.
Frá javnaðarfloksins
síðu bleiv víst á, at henda
gongd fór serliga at raka
útjaðaran.
Tíverri fingu vit rætt, og
tá sitandi samgonga hevur
við í samgonguskjalinum,
at fiskirættindi skulu ger-
ast meira umsetilig, so
kann ikki væntast nakar
bati her í bræði. Men
javnaðarflokkurin fer
framhaldandi at stríðast
ímóti, at peningastovnar
og nakrir fáir einstaklingar
á henda hátt aftur fáa eina-
ræði á Føroya lands ogn-
um.
Nú fiskiskapurin, serliga
hjá útróðrarbátum, er í
minking, er meira neyðugt
enn nakrantíð at tryggja
útróðrarmonnum eina
nýtiliga inntókutrygd vetr-
arhálvárið.
Javnaðarflokkurin eigur
at verða upp á vakt og
krevja nærri frágreiðing,
hvat meint verður við, tá
sagt er í Hvítubók (síða
102, 3. reglubrot): "Hugs-
ast kann, at møguleiki er
fyri, at fiskivinnan kann
gerast ein enn stórri inn-
tøkukelda í almennu kass-
arnar, enn hon er nú.
Hetta má gerast gjógnum
tillagingar í fiskivinnuni,
soleiðis at tað slepst und-
an at gjalda út minstuløn
ED
Eitt av stórmálunum,
sum vegna ósemju í sam-
gonguni, enn liggur á láni,
er tann neyðuga endur-
nýggjanin av fiskiflota-
num.
I fjør vórðu avsettar 40
mió. á fíggjarlógini til
hetta endamál, og í ár er
sama upphædd avsett,
uttan at nøkur króna er
nýtt.
Tað, at henda upphædd
stendur á fíggjarlógini
uttan nakra politiska
semju um, hvussu skal
farast fram, ger helst, at
teir, sum kanska kundu
farið í holt við eina varis-
liga endurnýggjan av fesk-
fiskaflotanum, helst drála
á, tí greiða ikki fæst á
leiklutinum hjá tí almenna
í hesum máli.
Utjaðarapolitikkur
Ein av stóru uppgávunum
í politiska arbeiðinum
komandi tíðina verður at
skipa ein langtíðarpolitikk
fyri útjaðaran soleiðis, at
livikor og møguleikar í
útjaðaranum verða mun-
andi bøttir.
Hetta er ein stór avbjóð-
ing hjá okkum í javnaðar-
flokkinum. Gongdin nú er,
at nógv av tí yngra fólki-
num flytir til miðstaðar-
økid, ikki sum fyrr fyri at
fáa eina útbúgving fyri
síðani at venda heim aftur,
men tíverri velja nógv at
verða búgvandi í miðstað-
arøkinum.
Henda gongd vil um få
år gera støduna í útjaðara-
num sera álvarsliga.
Ein av høvudsorsøku-
num til skeivu gongdina
eru vantandi møguleikar
hjá vælútbúnum fólki at
venda heim aftur til eitt
starv í heimstadarøkinum
I eini tíð, hvar tøknin er
so framkomin, at bústaður
ikki er avgerandi fyri at
kunna gera brúk av hesi,
er spurningurin einans um
at tora at taka politiskar
avgerðir, sum innibera, at
arbeiðspláss eisini kunnu
skapast til vælútbúgvið
fólk, sum vendir aftur til
útjaðaragkið eftir lokna
útbúgving.
Ein komandi samgonga,
sum aftur kann átaka sær
uppgávur, sum koma okk-
um við, eigur at leggja
doyin á ein aktivan útjað-
arapolitikk. Tað hevði
verið munandi meira rími-
ligt at havt ein landsstýris-
mann í útjaðarmálum
heldur enn í sjálvstýris-
málum. (seinni partur
verður prentaður í
blaðnum í morgin)
Jóannes Eidesgaard,
floksformaður
Fundarsamtykt
frá Landsstevnu Javnaðarfloksins
í Skopun 17. og 18. sept. 1999
Javnaðarflokkurin varð stovnaður við tí endamáli
at stríðast fyri og vinna fólkinum, tí einstaka húsk-
inum og tí einstaka føroyinginum góð og trygg
lívskor. Landsfundurin ásannar at flokkurin, nú vit
standa á gáttini til eina nýggja øld, framvegis hevur
hetta sum sítt størsta og fremsta mål í øllum sínum
politiska virki.
Landsfundurin staðfestir, at trvgg, rúm og greið
ríkisrættarlig viðurskifti eru treyt fyri, at floksins
politisku mál verða rokkin. Tí tekur landsfundurin
fult og heilt undir við uppskotinum hjá Javnaðar-
flokkinum um at broyta rikisrættarligu støðu Føroya
við eini sjálvstýrislóg og einum samstarvssáttmála í
ríkisfelagsskapi við Danmark. Hetta merkir:
* at øll samfelagslig menning eisini á tí ríkisrættar-
liga økinum hevur til endamáls at skapa eitt sam-
haldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har
umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð er
í hásæti.
* at Javnaðarflokkurin vil fremja hetta í einum
nýskipaðum ríkisfelagsskapi millum Føroyar og
Danmark
* at sjálvstýrislóg verður sett sum karmur um
framtíðar stjørnarstødu Føroya ístaðin fyri galdandi
heimastýrislóg
* at sjálvstýrislógin verður grundað á ein samstarvs-
sáttmála millum Føroyar og Danmark sum tvey
sjålvstødug og javnsett lond i ríkisfelagsskapi hvort
við annað.
* at sáttmálin skal áseta at Føroya Løgting, sum
umboð fyri Føroya fólk, er hægsti myndugleiki i
Føroyum.
* at ongar formligar avmarkingar eru fyri , hvørji
mál kunnu verða yvirtikin, t.v.s. at øll mál koma
undir føroyskt ræði, tá ið Føroya Løgting avger
tað.
* at farið verður undir at minka ríkisstuðulin við
einum parti av tí staðfesta vøkstrinum í føroysku
tjóðarframleiðsluni.
Sjálvstýri eftir hesum leisti hevur sostatt ongar
avmarkingar, tí við sáttmálanum kunnu vit økja
sjålvstyri so hvert sum vit skapa fíggjarligar og
fyrisitingarligar fyritreytir.
Ein so grundleggjandi avgerð um framtíðar polit-
isku skipan Føroya má hava breiða undirtøku í fólk-
inum og byggja á ein avgjørdan meiriluta á Føroya
løgtingid. Ti er neyðugt, at lógarásetingin um eina
nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar verður staðfest á
eini fólkaatkvoðu vid avgjørdum meiriluta.
Landsfundurin staðfestir, at Javnaðarfloksins upp-
skot um nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sjálv-
stýrislógin, bæði stjórnarrættarliga og politiskt er
haldgott, og er tað einasta uppskotið, ið fjøldin av
føroyska fólkinum kann savnast um.