týsdagur 21. september 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 178 - 21. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
je
ol
15
Lagið var í topp í Klaksvík
Fótbóltur: Fótbóltsavrikið var betri, enn tað fleiri aðrar ferðir hevur verið, og sigurin var sann-
førandi, hóast hann var tepur
1. deild menn:
KI-Sumba 2-1 (1-0)
Har var nógv fólk, lagið var
gott, og sum 2. hålvleikur
leið, so breiddi kenslan seg
av, at FM heitið kom alt
tættari undir borðið. Ahugin
fyri úrvarpslurtunum var
minst líka stórur, sum hann
var fyri tí, ið gekk fyri seg
inni á vøllinum, og tá út-
varpsmaðurin hevdi boðað
frá síðsta bríkslinum í
Sarpigerði, var tað heilt
týðuligt, at glaðu norðoy-
ingarnir — avbygdafólkini í
Norðoyggjum eru minst
líka stórir stuðlar hjá KI,
sum klaksvíkingar eru tað
— roknaðu við, at nú ber tað
næstan ikki til, at FM heitið
skal kiksa.
Stór breidd
Sumbingar vístu enn eina
ferð, at teir hava eitt lið,
sum megnar sín spælistil,
og sum í løtuni ivaleyst er
nóg gott at halda fram í
bestu deildini, men teir
fingu einki stig.
Hesa ferð heyði Tony Par-
is at spæla 3—4—3. Ivaleyst
var tað úr frá metingini, at
Rógvi Jacobsen hevur
lagt KÍ á odda 1-0, og
tað fegnast Jan Allan
Miiller og Arnold Joen-
sen eisini um. Mynd:
Símun á Høvdanum
sumbingar fóru bara at
spæla við einum manni
frammi. Pólverjarnir báðir
vóru í miðverjuni framm-
anfyri Jan Andreasen, men
Marek slapp ikki so nógv
fram á miðvgllin, sum tað
kanska varð roknað við, at
hann skuldi sleppa, um
sumbingar bara høvdu spælt
við einum manni frammi.
Tað gjørdu teir ikki, tí Velj-
kovic og René Thomsen
vóru fyri tað mesta frammi,
meðan Jan Poulsen, Eirikur
Joensen og so Mortan úr
Hørg, sum gerst alt meiri
eyðsýndur sum stuðuls-
spælari, vóru á sentrala
midvøllinum, har teir
noyddust at arbeiða nógv.
KI venjarin vildi toga
spælið hjá sínum monnum
langt út í borðini, og hetta
eydnaðist sera væl. Jan All-
an Miiller, sum vann nógvar
luftbóltar, men annars var
týðuliga merktur av, at hann
hevði skaða at dragast við,
var saman við Heðini á
Lakjuni frammi undir
Rógva Jacobsen, meðan
Harley Bertholdsen og Jan
Joensen høvdu sentrala
miðvallaródnirnar.
Leikluturin hjá øllum
hesum var at stýra
spælinum út í borðini, har
Arnold Joensen og serliga
stórspælandi John Ryan
vóru gjøgnumbrotssterkir.
Diagonalbóltarnir riggaðu
ofta væl, og ferð eftir ferð
komu Arnold og John til
baklinjuna, men
trupulleikin hesa ferð var,
at innleggini vóru ikki so
neyv, sum tey onkuntíð
hava verið.
Fleiri møguleikar
Sumbingar høvdu íkki
nógvar målmøguleikar. Teir
høvdu nógv ålop, men tey
vóru oftast stedgadi, áðrenn
KI málverjin slapp at royna
seg.
I 1. hálvleiki var um repp-
ið, at Sumba fekk mál uppá
frispark, sum í hålvhøgari
hædd varð skotið úr vinstru
og inn í trunkan undir máli-
num. Eingin fekk fatur á,
og hevði Stephen Boyle í
KI málinum ikki verið so
knappur, so høvdu tað verið
sumbingar, sum komu á
odda.
Jan Allan Miller og
Rógvi Jacobsen høvdu hvor
sín stútara, sum ikki var nóg
neyvur, og bestu KI møgu-
leikarnar í 1. hálvleiki heyði
John Ryan, tá hann tvær
ferðir breyt igjøgnum i
vinstru, men Fróði Mort-
Rógvi Jacobsen, sum
skoraði fyrra málið hjá
KI, fer um koll í
brotsteiginum hjá
Sumba, men dómarin
metti ikki, at talan var
um brotsspark. Mynd:
Símun á Høvdanum
ensen, sum stóð seg sera
væl inni á strikuni, bjargaði
báðu ferðirnar.
Heimaliðið setti hol á, tá
fimm minuttir vóru eftir av
fyrra umfarinum. Enn ein
ferð var tað John Ryan, sum
setti ferð á í vinstru, sneiddi
fleiri av, sendi diagonalt í
hitt borðið til Arnold Joen-
sen, ið sneiddi ein av og
síðani av baklinjuni sendi
út frá til Rógva Jacobsen,
sum úr fimm metrum stýrdi
í kassan.
Javnt seinna umfar
Urtøkan eftir steðgin var 1—
1, men sigurin hjá KI kom
ongantid i vanda, ti hetta
umfarið var KI leikliga
mein omanå, enn teir høvdu
verid i fyrra umfarinum.
Hedin å Lakjuni, sum
fekk eitt gult kort og slapp
væl vid ikki at fåa eitt aft-
urat, áðrenn hann varð út-
skiftur, kom leysur mitt fyri,
men Sumba målverjin
bjargaði, og Marek Wierz-
bicki økti til 2—0, tá seinna
umfarið var tíggju minuttir
gamalt. Skotid år 25 metr-
um tøktist ikki serliga
vandamikid, men, tiverri
fyri sumbingar, smoygdi
bólturin sær undir målverj-
anum og inn um strikuna,
og so var avgjørt, at stigini
skuldu vera i Klaksvik.
Birgir Jørgensen, sum var
komin å vøllin i 2. hålvleiki,
åtti uppspæli til målid, sum
sumbingar fingu stutt undan
leikloki, og sum liktist nett
fyrra málinum hjá KI.
Alopsmaðurin kom til bak-
linjuna i høgru, og fyri eina
ferð skyld var verjan hjá KÍ
ikki nóg ansin, og tað takk-
aði Mortan úr Hørg fyri
Hetta klokkaði KI fólk á
og kring vøllin, men tå fyri
KÍ góðu tíðindini frættust
úr Gøtu, varð alt gloymt um
málið hjá sumbingum.
hugsanirnar eru nú vendar
móti B36 og Gundadali. og
fótbóltstosið er øgiligt mill-
um Háfjall. Halgafelli.
Klakkin og Kjølin.
jh
KÍ: Stephen Boyle — And-
rzey Pacek, Jan Andreasen.
Marek Wierzbicki — Arnold
Joensen, Harley Berthold-
sen, Jan Joensen, John Ryan
— Jan Allan Miller, Rógvi
Jacobsen, Heðin á Lakjuni
Sumba: Fróði Mortensen —
Trygvi Nielsen, D. J. Joen-
sen, Páll Magnar Kjærbæk,
Bergur Winther, Peter Jorg-
ensen — Mortan úr Hørg, Jan
Poulsen, Eiríkur Joensen —
Nebosja Veljkovic, René
Thomsen