Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. september 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið NR. 178 - 21. SEPTEMBER 1999 GI bjargaði sær 2. deild menn: GI-NSI 1-0 (1-0) Eftir at teir hava ligið við aftur- partinum í vatnskorpuni so at siga alt kappingarárið, hava teir á næstbesta liðnum hjá GI fýra tey síðstu umførini fingið tíggju og tað hevur við sær, at gøtumenn eisini í ár 2000 fara at verja plássið í næstbestu deildin Hesa ferð høvdu teir vitjan úr grannakommununi. NSI hevur alt kappingarárið verið væl við, íður móti endanum. hava tryggj stig, I ndi tiveru í teir vóru leingi við í m bronsukrónurnar nnist tað aftur á avrik Fótbóltsliga upplivilsi hevur onkuntid verið betri, tå GI og NSI hava spælt, enn tað var leygardagin Tað kom bara eitt mál, og tað fekk heimaliðið. Svenn Olsen var nógv vid í |. deild undan summarsteðginum. Hann hevur so at siga ikki vant síðani summ- arsteðgin, men grundvenjingin í vár hevur komið væl við. Hesa ferð var hann, sum altíð síðani summarsteðgin, í midverjuni, og miðskeiðis í fyrra umfarinum skoraði hann málið, sum vísti seg at gerast tað einasta. Jonreid Dalheim sendi høgt hornasparksinnlegg innfyri úr høgru, og miðverjin var hægstur og stútaði í kassan, og so komu tað ikki fleiri mál. Í Runavík fáa teir leygardagin vitjan av FS Vágum. sum fer at fáa steyp og gullkrónur hand- aðar, og gøtumenn skulu spæla í Gundadali móti HB. sum fram- vegis stríðist fyri at fáa bronsu- krónur. jh Við bussi til Prag Nú fáa fólk, sum vóru ov sein at keypa sær ferðaseðil við flogfarinum hjá Atlantsflog til fótbóltslandsdyst í Prag. ein møguleika afturat. 12. maður og Føroyingahusid í Keypmannahavn fyri bussferð úr danska høvudsstadnum og til Prag, har landsdystur verður millum Kekkia og Føroya. Bæði flogførini, sum flúgva úr Vágum og beinleiðis til Prag, eru full, og tí hevur 12. maður tikið stig til bussferðina. Landsdysturin verður leygar- dagin 9. oktober, og ferðin úr Keypmannahavn byrjar dagin fyri, tann 8. oktober. Koyrt verður við einum luks- usbussi, har tað er gjørligt at sova. Ferðin úr Keypmanna- havn til Prag tekur umleið 15 tímar, og bussurin er frammi í kekkiska høvudsstadnum leyg- armorgunin. Beint eftir dystin verður koyrt aftur til Keypmannahavn, og ferðalagið verður frammi sunnudagin á miðdegi. Kostn- aðurin fyri bussferðina er 750 krónur aftur og fram. ek Skipbrotið hjá B36 tok luftina úr kappingini Fótbóltur: Klaksvíkingar skulu bara hava tvey stig afturat fyri at vera fullvísir í at vinna FM, og nú hava gøtumenn bestu kortini á hondini at vinna silvurkrónurnar Soleiðis sum kappingin um FM heitið hevur myndað seg hesar seinastu vikurnar, so mugu teir í B36 prisa seg lukkuligar fyri, at teir fyrr í summar megnaðu at spæla seg í steypafinaluna, sum teir taptu ímóti KÍ Tad er bara ein góð vika síðani. at B36 var á odda í landskapp- ingini. Nú eru teir dotnir niður á triðja plássið, og um teir komandi sunnudag á heimavolli ikki vinna móti KI, og GI og HB vinna sínar dystir, so fer tað at bera við sær. at B36 dettur niður á fjórða pláss- ið, og harvið hevdi møguleikin fyri at sleppa í UEFA Cup kom- andi ár verið fokin, men nú er hann tryggjaður igjøgnum taptu steypafinaluna. Gongdin tær seinatsu vikurnar undirstrikar søguliga veruleikan, at tað i síðsta enda fleiri ferðir hevur skorist vánaliga hjá B36, sjálvt um teir hava verið væl fyri og størsta partin av kappingini hava verið við til at mynda toppin. Vit finna dómi um hetta í seksti árunum, og tey eru mong, sum minnast, hvussu tað hilnaðist í 1988, tá HB streyk avstað við meistaraskapinum, og í 1991, tá tað var KI, sum gjørdist meistari. Gullið næstan í Klaksvík Klaksvíkingar hava ikki enn vunnið seytjanda meistaraskapin, og sjálvandi gera teir nógv fyri at undirstrika henda veruleikan, men tað hevði verið at gjørt støðuga avrikið hjá teimum higartil í ár til skammar, um vit ikki roknaðu við, at teir á utivølli móti B36 og á heimavelli móti IF fóru at fáa tey bæði stigini, sum í mesta lagið resta í, áðrenn teir kunnu rópa seg meistarar. Veruleikin er, at teir kunnu vinna meistaraskapin í Gundadali komandi sunnudag, og at teir — vit mundu sagt undir øllum um- støðum — fáa Føroya Bjór steypið og gullkrónurnar í Klaksvík annan leygardag, tá átjanda og síðsta um- Kristian Nielsen og B71 hava góð kort á hondini eftir sigurin á Ossur Jacobsen og B68. Mynd: Emil Simonsen farið verður avgreitt, og IF kemur til Klaksvíkar at stríðast. Altjóða luttøkan Vit loyva okkum altso at rokna við, at KÍ verður meistari. Og so snýr spenningurin í toppinum seg um. hvor skal út í Europa at royna seg saman við KI og B36. Um B36 verður næstbest, so ber triðja plássið UEFA Cup pláss við sær, meðan triðja plássið gevur rætt til Intertoto Cup, um B36 verður nummar týra I løtuni hevur GI strítt seg fram til pláss, sum ber rættin til UEFA Cup luttøku vid sær, og hetta plássið fara teir at varðveita, um teir vinna í Fuglafirði og á heima- velli móti B68. Sjålvt um gøtu- menn hava fimm leikbann í Fugla- firði, so tykjast uppgávurnar ikki rædandi. Um GI megnar at vinna sínar dystir, so verður luturin hjá HB at spæla í Intertoto Cup, og tað er einki at siga til, at tað fer at harma teir almikid, um teir ikki røkka málinum, sum í minsta lagið er UEFA Cup. Men støðuna hjá HB hava teir sjálvir komið sær í. Nú eru teir so at siga komnir aftur úr dvalanum, sum kostaði javnleikir móti B6S8, B71 og Sumba, men nú er neyðugt við hjálp frå øðrum, um málið skal røkkast. Gysari í botninum Vánaligastu gongdina nógvu tey seinastu umførini hava granna- feløgini á Skålafjørdinum havt. NSI hevur ikki fingið stig fýra tey síðstu umførini, og B68 hevur bara fingið eitt stig í fýra teimum síðstu umførunum. Vágbingar eru ósigraðir fýra tey síðstu umførini, sum teir tilsaman hava fingið tíggju stig burturúr, og teir eru langt síðani komin und- an niðurflytingarvandanum. Sigurin á NSI ger, at teir hava lagt seg upp á síðuna á B68 í kapp- ingini um sætta plássið. B71 sigurin á toftamonnum ger, at tað er endaliga staðfest, at spurningurin um niðurflyting stendur millum ÍF og Sumba. Bæði liðini taptu aftur hesa ferð. ÍF stendur betri í ti, men teir eiga sambært stødutalvuni torførari uppgåvur å. At helmingurin av fólkinum hjá GI er leikbannad komandi sunnu- dag betrar møguleikarnar hjå IF at fáa nakað burturúr næstsíðsta umfarinum, men út frá gongdini seinastu vikurnar má tað metast nógv minni sannlíkt, at IF fer at fáa stig komandi vikurnar, enn tað er, at Sumba fer at fáa stig. Sum- bingar fáa vitjan av NSI sunnu- dagin, og so skulu teir til Vágs. og tað er ikki langt við síðuna av at rokna við møguleikanum, at sumbingar kunnu fáa stig báðar ferðirnar. Vágamenn verða komandi ár aftur í bestu deildini, har teir síðst vóru í 1997, og leirvíkingar skulu enn eina ferð royna í kvalifika- tionsdystum at spæla seg í bestu deildina. Sum stødan er í løtuni liggur tað til, at hesir báðir dyst- irnir verða móti grannunum í Fuglafirði, og um tað ikki verður móti teimum, so verður talan um endurtøku frá í fjør, tá LIF sam- anlagt tapti móti sumbingum. jh Kortrok í Sarpigerði Heitt var á vøllinum í Gøtu undir dystinum millum GI og B36. Dómarin Lassin Isaksen mátti vísa leikarunum ikki færri enn tíggju kort tilsamans. Eitt teirra var reytt, ið liðfor- maðurin hjá gótumonnum, Magni Jarnskor, hevur fingið, og hini níggju vóru gul. Ongantíð áður, hvorki í fjør ella fyrr í ár, høvdu so nógv kort verið víst í einum einstakum dysti. Aðrenn dystin í Gøtu vóru flest kort givin í 4. umfari á Sandi, har B71 fekk tað sama úrslitið ímóti sumbingum, sum GI fekk ímóti B36 sunnudagin — 2-1. Ta ferðina fingu sandingar fimm gul kort, meðan m6tstødu- mennirnir fingu trý gul kort og ein mann (Spasojé Biberdzic) útvístan av vellinum fyri at taka bóltin við hondini. | I fjór fingu NSI- og TB-arar niggju gul kort tilsamans í næst- síðsta umfari í Runavík, har NSÍ vann við einum máli ímóti ong- um, meðan tvøramenn fingu eitt kort fleiri, fimm ímóti fýra hjá runavíkingum. le