týsdagur 21. september 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
e-mail: eydunØsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf, 31 18 20 - Fax 31 47 20
Fótbóltur: Miðverjin hjá HB er sere
áhugaður at sleppa uttanlands at royna seg,
eftir at kappingin heima å landi er lokin, og
um tað spyrst nakað burturúr, so ætlar HB
sær ikki at forða fyri tí
Nógv bendir á, at enn ein lands-
liðsmaður fer uttanlands at royna
seg sum fótbóltsspælari. Hans
Fróði Hansen í HB hevur fleiri
ferðir verið og sneytað til yrkis-
fótbólt — í Danmark, Skotlandi og
Onglandi — og nú kann tað væl
vera, at hann fer at spæla fótbólt í
Danmark, tá landskappingin
heima á landi verður liðug.
Felagið hjá Jákupi Mikkelsen,
Herfølge, hevur í summar verið
plágað av skaðum. Fleiri av mið-
verjunum hava verið skaddir, og
undan summarsteðginum var tað
upp á tal, at Jan Dam skuldi spæla
á besta liðnum, men veteranurin
valdi at flyta aftur til Foroya.
Herfølge hevur alla tíðina hildið
eyguni við møguligum føroyskum
spælarum, og tå teir á Olavsøku
spældu ímóti HB, vóru bæði venj-
arin, John Faxe Jensen, og ítrótt-
arligi stjórin, Kenneth Wegner, til
stadar.
Teir i Herfølge hava ein góðan
mann, sum kann siga teimum,
hvussu dygdin å føroysku lands-
liðsmonnunum er, sammett við
danskar spælarar, og at Oli Jo-
hannesen uttan trupulleikar hevur
megnað at spælt seg av 2. deild-
arliðnum hjá TB og inn í mið-
verjuna á superliguliðnum í AGF,
hevur ivaleyst styrkt teir í Her-
følge í metingini, at teir uttan
ampa kunnu seta ein føroyskan
landsliðsmann inn í miðverjuna á
liðnum, sum eftir vikuskiftið er á
triðja plássinum í superliguni.
Ynskir at
spæla meiri
Hans Fróði Hansen vil ikki gera
so nógvar viðmerkingar til hesa
søguna, men hann våttar kortini,
at tað er nakað um tosið, og hann
vónar og roknar við, at tað verður
meiri at frætta um hetta seinni í
vikuni.
— Eg havi ikki dult fyri, at eg
eri áhugaður í at koma víðari sum
fótbóltsspælari. Eg havi vant nógv
í ár, og hesa síðstu tíðina havi eg
vant serliga nógv. Tí hevði tað
verið harmuligt, um eingin møgu-
leiki var at spæla fótbólt, tá før-
oyska kappingin verður liðug ann-
an leygardag og aftaná, at lands
liðið hevur verið í Kekkia, sigur
Hans Fróði Hansen, sum kortini
ikki hevur slept vónini um, at
dreymurin um at spæla í Onglandi
skal gerast til veruleika
Men tað ræður um at hava
tol, og eg rokni við, at um tað
eydnast at koma á liðið hjá einum
felag í superliguni, so fer tað at
styrkja um fyritreytirnar at sleppa
víðari til Onglands.
HB fer ikki at
spenna bein
Gunnar Mohr, formaður í HB, vil
XP: A
Herfølge hevur hug
a Hans Fróða Hansen
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
Hans Fróði Hansen vil gjarna koma víðari sum fótbóltsspælari, og nú verður kanska møguleiki at
sleppa at royna seg í superliguni. Mynd: Alvur Haraldsen
ikki gera so nógvar viðmerkingar
til ítókiligu søguna um Herfølge
og Hans Fróða Hansen, men hann
undirstrikar, at HB fer ikki at
spenna bein fyri ætlanunum hjá
Hans Fróða Hansen at sleppa
uttanlands at royna seg:
— Tá Allan Mørkøre fór til Is-
lands, hjålptu vit honum i sam-
rådingunum, og um tad visir seg,
at onkur hevur åhuga i at keypa
Hans Fróða Hansen, so veit hann,
at vit vilja hjålpa honum. Upp
runaliga gekk sáttmálaskeiðið
millum okkum og Hans Fróða
fram til komandi nýggjársaftan,
men vit hava longt hann at fevna
um eitt ár afturat. Tað vil siga, at
um onkur ætlar at keypa verju-
spælaran frá okkum, so fara vit
at krevja pengar í okkara
avgjørt ikki,
at króvini hjá okkum fara at koppa
einum møguligum útlendskum
áhuga fyri okkara spælarum, sigur
HB formaðurin
Dart
pa
Orimuligi1r, og eg mett
(4
jh
Fótbóltur: Allan Mørkøre fer at spæla við
HB tvey tey síðstu umførini, og hóast tað ikki
2
f
er avgjørt, so bendir nógv á, at Uni Arge
eisini fer at hjálpa til
Fríggjadagin visti útvarpið at siga,
at Allan Mørkøre skuldi spæla við
HB tvey tey síðstu umførini í
landskappingini, og vit frætta nú
úr HB, at tað líka sum liggur í
luftini, at Uni Arge eisini fer at
hjálpa barndómsfelagnum, tá HB
fer inn á Toftir og fær vitjan av
sandoyingum:
— Uni Arge kemur til Føroya í
dag, og tað er avrátt millum hann
og okkum, at hann skal venja við
okkum tær næstu vikurnar. Uni er
uppvaksin í felagnum hjá okkum,
hann hevur spælt nógv við okkum,
og hann skal vera hjartaliga
vælkomin at venja við okkum og
harvið halda venjingarstøduna við
líka uppundir landsdystin i
Kekkia. Vit hava ikki gjørt nakra
avtalu við hann um, at hann skal
spæla við okkum, men tað fara
vit at tosa við hann um, tá hann er
komin til venjing, og soleiðis sum
kappingin hevur lagað seg í odda-
stríðnum, so kann eg illa ímynda
mær annað, enn at hann fer at
spæla við okkum, men, sum sagt,
so hava vit ikki tosað liðugt um
hetta, var í gjár viðmerkingin hjá
Gunnari Mohr, formanninum í
HB, sum ikki ivast í, at KÍ fer at
vinna meistaraskapin, og sum
roknar við, at hansara felag eigur
HB fær styrk úr Íslandi
at greiða sínar uppgávur. Gunnar
Mohr vónar, at tað fer at røkka til
næstfremsta plássið, men hann
ásannar, at tað sær ikki serliga ljóst
út, tí hann dugir illa at ímynda
sær, at GI fer at snåva.
Allan verður drúgvur
Avtalan millum Allan Mørkøre og
HB hevur røtur í handlinum, sum
tíðliga í ár varð gjørdur millum
HB og ÍBV.
— Í sambandi við handilin varð
avgjørt, at spæliloyvið hjá Allani
Møkrøre altíð skuldi koma til okk-
ara, tá tað kemur til Føroya. Vit
hava gjørt eina avtalu við Allan
Mørkøre, sum eisini fevnir um, at
hann fer at venja við okkum frá tí
at vit fara undir nýggja kapping-
arárið síðst í januar og til hann fer
aftur til Íslands stutt undan, at tað
í mai mánaði verður farið undir
aftur landskappingina har yviri
Vit hava skilt, at Allan Mørkøre
framvegis er innskrivadur å Fræls-
inum, har hann lærir til pedagog,
og tad er ætlanin, at hann m.a
skal fáa nakað av praktikkini frá
hondini, medan hann i vetur er i
Føroyum og samstundis skal
spæla og venja vid HB jh