týsdagur 21. september 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 178 - 21. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið SOS;
21
Hans á Lag og Eyðolvur Petersen dystast um bóltin. Mynd: Álvur Haraldsen
HB spældi ÍF niður
Fótbóltur: Skoraðu tríggjar ferðir innan 20 minuttir, og so var einki at gera
hjá fuglfirðingum
1. deild menn:
HB-IF 4-0 (3-0)
Dysturin millum HB og IF
punkteraði beinanvegin.
Havnaliðið legði harðliga
fyri, og tá 20 minuttir vóru
spældir av dystinum høvdu
teir lagt seg fram um 3-0.
IF var spælt niður hesa
fyrstu løtuna, og allar 90
minuttirnar hevði HB fult
tamarhald á dystinum, hóast
spælið gjørdist ov nógv
tvørtur um og aftureftir í
seinna hálvleiki.
IF hevur onkuntíð argað
HB í Gundadali, men tað er
langt ímillum, og tá hevur
tað verið gjørligt, tí IF hevur
hildi málið reint langt út í
dystin. Hesaferð fingu
fuglfirðingar ikki eitt bein
til jørðina, og HB-liðið, sum
hevur mist nógv stig móti
liðunum í aftara enda, var
fult uppsett hesaferð.
Sigurin móti B36 seinasta
vikuskiftið er komin væl við
hjá liðnum, sum spælir við
stórri sjálvsáliti og hugflogi
nú. Avriki var gott hesaferð,
og kanska var bakgrundin
bílig, tí stórur munur var á
liðunum báðum.
Trý mál beinanveg
Súni Fríði Johannesen hev-
ur verið burtur frá 1. deild
nógvar dystir í seinu hálvu,
tí hann hevur verið skaddur.
Men hann hevur skotið
nógv mál í lægru deildu-
num, tá hann hevur fingið
dystarvenjing har, og hesa-
ferð gjørdi Súni Fríði tvey
mál beinanvegin.
Fyrra málið kom, tá Rúni
Nolsøe royndi seg við lang-
skoti úr 20 metrum. IF-mål-
verjin kláraði ikki at halda
skotinum, og so var Súni
Fríði fyrstur á bóltinum og
sendi í kassan.
Hetta var tá tveir minuttir
vóru farnir, og bara fáar
minuttir seinni økti HB.
Andrew av Fløtum fór
sjálvur í vinstru, snýtti fleiri
IF'arar og legði so innfyri
til aftaru stong, har Súni
Fríði setti innaru síðuna á
og sendi bóltin upp undir
nettakið á IF-målinum.
Tá 20 minuttir vóru farnir
økti HB til 3-0 eftir horna-
spark. Fyrst stútaði Hans á
Lag bóltin frá Jens Eriki
Rasmussen á tvørstongina,
og so tveitti Hans Fróði
Hansen seg fram og stútaði
ripostin í netið. ,
Tað var einki um IF hesa
lotuna, HB *arnir høvdu fult
yvirtak og spældu seg til
fleiri málkjansir. Tá fugl-
firðingar fóru í álop vóru
teir sum oftast steðgaðir á
midvøllinum, og ti høvdu
teir fåar royndir å målid hjå
Bárði Johannesen.
HB fekk sigurin heim
I seinna hålvleiki var HB-
spælid ikki so ågangandi,
sum tað var í fyrra hálvleiki.
Bóltspælararnir á heima-
liðnum spældu nógv millum
sín á midvøllinum og fram
móti brotsteiginum, og tað
var sum teir tóku sær eitt
sindur av løttum.
Men IF kom ongantíð
rættiliga við í dystin, og
verjuspælið var ikki gott, tá
Rúni Nolsøe streyk fram
við fleiri og skoraði til 4-0.
IF hevdi eitt mótálop,
sum nakað av vanda stóðst
av, men tá var Bárður Jo-
hannesen í HB-málinum,
sum hevði lítið at gera,
vaks, kom út og takklaði IF-
álopsmannin. Móti enda-
num av dystinum kom Kaj
Leo Johannesen á vøllin til
sin dyst nummar 299 fyri
HB. Málið hjá garvaða
HB'aranum er at spæla 300
dystir fyri felag sítt, áðrenn
handskarnir verða lagdir til
síðis.
Sigurin hjá HB gav
teimum aftur vónir um at
enda á heiðursmerkjaplássi.
Nú liggja teir eitt stig aftan-
fyri B36 og tvey stig
aftanfyri GI, og málið hjá
teimum reyðu og svertu er
at vinna í minsta lagi triðja
plássið.
IF hevur framvegis tveir
kjansir eftir fyri at koma
upp um nidurflytingarstrik-
una, men vid slikum avrik-
um sum móti HB verður tað
trupult.
ek
Rúni Nolsøe skoraði
fjórða málið móti IF.
Mynd: Álvur Haraldsen
FS Vágar aftur
i 1. deild
SVEINUR TRÓNDARSON
FS Vágar verður nýggja lið-
ið í fyrstu deild komandi
kappingarár. Um leirvíking-
ar eisini flyta upp fæst ikki
greiða á fyrr enn teir báðir
uppflytingardystirnir, sum
eftir ollum sólarmerkjum at
dóma, vera móti grannun-
um úr Fuglafirði, eru leiktir.
Tað fall sostatt aftur leir-
víkingum í lut hesaferð at
spæla um uppflytingina,
sum teir gjørdust ov stuttir
til í fjør.
Seinna hálva
gav góðar vónir
Tá kappingarárið í fjør end-
aði stóðu vágamenn sum
kánus. Teir høvdu vid ein-
um framúrskarandi årtøku
í seinnu hálvu spælt seg upp
á triðjaplássið, og teir vóru
í grundini bert heilt fá stig
frá uppflytingini - og tað
hóast teir einu tíðina vóru
niðasta liðið í deildini.
Tá vónbrotið, um at teir
vóru ov stuttir í fjør, heyði
lagt seg, staðfestu felags-
menninir í Vágum, at skað-
in var ikki stórri enn sum
so, at uppflytingin kundi -
og skuldi - tryggjast í ár. So
skuldi seinna árið í aðru
deild brúkast til at menna
leikararnar og liðið til fyrstu
deild.
Urslitini lótu heldur ikki
bíða eftir sær. Frá byrjan
legði FS Vágar seg har teir
síðan hava ligið, nevniliga
á fyrsta plássi. Sigur oman
á sigur gav teimum eina
trygga leiðslu áðrenn
summarsteðgin, har teir ein-
ans høvdu mist try stig. Tey
mistu teir í Leirvík ein av
allar seinastu dystunum í
fyrru hálvu.
Eingin bøn hesaferð
Leygardagin hittust liðini
aftur, hesaferð í Sandavági.
Og skuldu vágamenn halda
spenningin og neglabýting-
ina frá durðunum, so vóru
boðini greið. Ein sigur
skuldi til móti LIF.
Og tað eydnaðist. Við
skilagóðum, og til tíðir
hepnum spæli, høvdu teir
lagt seg framum 3-0 við
hálvleik. Rættvíst var tað
kanska ikki, men tað var
stødan.
Ur Leirvik frætta vit, leir-
víkingar høvdu nógvar
møguleikar til at skjóta mål,
men tað vildi bara slett ikki
bera til fyrr enn FS Vágar
var farið fram um 4-0.
Mirek Gil var øgiliga nær
við, tå hann sendi eitt bein-
leiðis fríspark á yvirliggj-
aran tíðliga í dystinum
Avgreitt í fyrra umfari
Men tað ver eftir øllum at
dóma ikki ætlanin, at
leirvíkingar skuldu vera víð
í dystinum leygardagin, í
hvussu er ikki fyrr enn FS
Vágar hevði fingið sítt.
Felagsliðið var ikki 6-
heppið, tí eftir tí, sum Sosi-
alurin skilir, so fingu vága-
menn trý mál upp á fýra
møguleikar í fyrra hálvleiki.
Men tað eru nú einaferð
málini sum telja, og tað er
sum kunnugt eisini skilagott
at vera effektivur teir 90
minuttirnar dysturin varir, tí
tað er tað liðið, sum hevur
gjørt flest mál, tá dysturin
er liðugur, sum vinnur!
Vit frætta eisini úr Leir-
vík, at tað var málmaðurin
Hallur Hansen, sum forðaði
FS Vágum at vera framm-
anfyri 4-0 í fyrra hálvleiki,
tá hann stórbjargaði einum
skoti, sum lá dygst úti við
annan stólpan.
Tað var fyrrverandi lands-
liðsleikarin Eyðfinn David-
sen, sum legði felagsliðið úr
Vágum framum til 1-0.
Løtu seinni var tað John
Johansen, sum við einum
framúrskarandi langskoti
gjørdi tað til 2-0. Hann
gjørdi ikki mætari enna at
hann smekkaði til stutt frå
miðlinjuni, og bólturin brast
í yviliggjaran áðrenn hann
fór í máli.
Triðja málið, sum gav FS
Vágum hálvleiksleiðsluna
3-0 gjørdi Thor Ingar Axel-
sen.
Stutt inn í seinna hálvleik
vildi Birgir Joensen eisini
sleppa upp í part. og við
sínum 20. máli i ár gjørdi
hann av við seinastu vón-
irnar hjá leirvíkingum, tá
hann legði FS Vágar á odda
4-0.
Fingu kortini tvey mál
Hóast vánaligu útlitini, so
vildu leirvíkingar kortini
visa, at tað ikki er av tilvild,
at teir eru einasta liðið, sum
hevur kunnað hótt felags-
liðið úr Vágum.
Teir barsdust framhald-
andi víðari, og tvær ferðir
eydnaðist at gera mál.
Fyrru ferðina var tað eftir
eitt fríspark. Kaj Eli Olsen
smekkaði til, og málmað-
urin kláraði ikki at halda
bóltinum, og áðrenn hann
vardi var Kristian á Reyna-
tróð har og setti bóltin í
máli.
Løtu seinni fingu leirvík-
ingar aftur mál. Jonhard
Høgnesen elti ein bólt, sum
málmaðurin sá út til at hava
tamarhald á, men hann
misti eftir øllum at dóma
fyri føturnar á Jonhardi,
sum lættliga kundi seta bólt-
in í máli til endaligu støðuna
4-2 ul FS Vágar.
Við sigrinum er kapping-
in í aðru deild avgjørd. FS
Vágar hevur vunnið rættin
til uppflyting, meðan leir-
víkingar enn einaferð skulu
spæla um uppflyting.
Stødan í fyrstu deild er í
løtuni tann, at IF er
næstniðast í fyrstu deild, og
teir hava fýra stig upp til
B71, sum er triðniðast.
Tveir dystir eru eftir at
spæla og tí er tað meiri enn
sannlíkt, at teir báðir dyst-
irnir um upp- og niðurflyt-
ing í fyrstu deild vera reinar
grannauppgeråir.
Sosialurin ynskir våga-
monnum tillukku vid sigrin-
um og væl afturkomar i
bestu fótbóltsdeildina.
A