mikudagur 22. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Internet: www.sosialurin.fo
N
Á :
B IA
laðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
| Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, -
Jens Kristian Vang 110 Tórshavn |
Alvur Haraldsen Telefon: 311820 |
Utgevari, uppseting: Telefax. 314720
Sosialurin e-mail: post &sosialurin.fo
Bústaður: Lýsingar: lysing Q sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin j
Við reim og selum?
Oddagrein
Høgni Hoydal hevði í bløðunum herfyri eina grein,
ið hann nevndi “Við reim og selum". Eftir hesa
grein hevur hann ákært bæði Sambandsflokkin
og formannin í Foroya Arbeiðarafelag fyri at
grunda síni útsogn á ósannindir. Hesi bæði oman-
fyrinevndu hava nevniliga víst fullveldisætlanini
frå sær
Gamalt er, at best er at sópa fyri egnari hurð,
áðrenn man loypir á grannan. Greinin hjá Hogna
Hoydal “Við reim og selum" er misvísandi. Hogni
Hoydal sigur, at talan er um "worst case scenario”
fyri Foroyar. Eisini setur hann ein roknskap upp
viðvíkjandi donsku pensiónunum í Foroyum, har-
av krigspensiónin er bróðurparturin, sum vísir, at
tær 100 milliónirnar als ikki skulu takast við í
búskaparligar útrokningar fyri Foroyar.
Utyvir, at Hogni sær burtur frá multiplikatoreffektini
og oðrum árinum av hesum pensiónum, so letur
hann eisini Foroya fólk fáa ta fatan, at Hvítabók
hevur grundað seg á ringast hugsandi búskap-
arligu útlit. Hogni Hoydal sigur eisini, at Hvítabók
visir púra greitt, at livistoðið ikki versnar. Hettar
er ikki satt og eigur at rættast.
Hvítabók sigur, at lonir fara at lækka lutfalsliga í
mun til umheimin. T.v.s, at keypikraftin í Føroyum
minkar og ger harvið, at livistoðið fellur, eftirsum
tað mesta av dagligum forbrúki verður innflutt og
gerst tí lutfalsliga dýrari.
Nú er hettar ikki serliga væl lýst í Hvítubók, tí
búskaparbólkurin hevur skorið seg sjálvan frá at
viðgera árin á einstaka húsarhaldið og virkið. Við
eðrum orðum vil Høgni Hoydal hava hvort húski
í Foroyum at taka stoðu til nakað, ið ikki fortelur
hverjum húski, hvussu tað kemur at ávirkast. Her
væntar upplýsing — og tað í ólukkumát!
So seint sum Leygardagin segði ein av bú-
skaparfroðingunum, ið hevði verið við at skrivað
Hvítubók, at ein buskaparvøkstur uppá 2% um
árið í eini skiftistíð er ov bjartskygt. Eisini sigur
hesin sami maður, at framlogan av búskapar-
partinum í Hvítubók er ikki noktandi. Ein kreppa
sum vit hovdu hana fyrst í nitiårunum kann hugs-
ast sum liður í einari minkandi ríkisveiting.
Spurningurin er, um Høgni Hoydal ikki átti at
rættað sína misinformatión av foroysku borgar-
num alment. Sum stoðan stendur nú, so hava vit
serfroðingar, sum siga eitt, og Høgna Hoydal,
sum sigur eitt annað. Tað ber ikki til at vísa
atfinningum frá sær, tí at einhvor kritikkur er at
niðurgera teir serfroðingar, ið skrivað hava, og
so samstundis tosa beint ímóti somu serfroðing-
um.
Spurningurin er eisini, um Hogni Hoydal nú gevst
við tí ikki noktandi lýsingini av búskaparpartinum
av Hvítubók. Tað er eitt álvarsmál, um ein Lands-
stýrismaður, vitandi um skeivleikar í eini framløgu,
heldur áfram við at leggja hettar tilfar fram á
hendan hátt. Eru búskaparfroðingarnir í búskap-
arbólkinum samdir við Høgna Hoydal? Eru teir
samdir innanhýsis? Hogni Hoydal fær tað at ljóða
sum hann hevur allan bólkin í rygginum hvat reim
og selum viðvíkur, men tað fingu vit sjón fyri søgn
leygardagin, at so er ikki.
Sjálvsagt vilja tað altíð vera ymsar meiningar um
eitt skrivligt arbeiði. At taka Hvítubók sum nakað
endaligt og ikki góðtaka kritikk er at niðurgera
allar teir serfrødingar í Føroyum, ið ikki hava verið
við til at skriva Hvítubók. Sosialurin
Lesarabrav:
Utvarpsveðurtíðindini
Sum flestu foroyingar lurti
eg dagliga í løtum eftir út-
varpinum. Tað er rættiliga
fjølbroytt og fyri tað mesta
áhugavert. Tó haldi eg at
tónleikur hevur fingið í so
nógv av tíðini. Við hvort er
tað eisini nakað popput og
lættisoppakent. Helst halda
onnur tað øvugta og kanska
hava tey rætt. ,
Eitt er tó eyðsýnt. Í sein-
astuni er tað vorðið so sam-
bandskt sum ongantíð fyrr.
Men kanska er tað eisini
bara gott sum móteitur móti
øllum loysingarrákinum
sum uppi er í tíðini. Heilt
vist er at høgrivongur í
Javnaðarflokkinum hevur
góðan fong í útvarpinum,
men teir hava eisini harðliga
hjálp fyri neyðini, so kroyst-
ir sum hann er í løtuni er.
Tað var nú ikki um hetta
eg skuldi røda, men um
upplesturin av veðurvánun-
um fyri herleiðirnar kring
Føroyar. Forsøgnini sjálvari
sær er góð og rættuliga eftir-
farandi. Bert spell at hon
vanliga verður lisin so skjótt
at tú bert megnar at fáa
helvtina vid. Upplesarin
skundar sær so nógv at hann
snávar um orðini. Tú fær ta
fatan at lønin hjá honum
onkursvegna er knýtt at
hvussu nógv orð hann
megnar at lesa um minuttin.
Mær vituligt er hetta ikki
so og kundi hann tí kunna
givið sær eitt sindur betur
stundir, so at vanligt fólk
kundi fingið við tað, sum
sagt verður, og at rusla niður
forsøgnina á ein lepa. Tað
eru fólk á sjónum sum hava
brúk fyri vedurforsøgnini
og sum, tá tað er gjørligt,
laga arbeiði eftir veðrinum.
Gott hevði tað verið um
útvarpstjórin lat manning-
ina sum lesur forsøgnina
lurta eftir danska, norska
ella íslendska útvarpinum
so teir kundu hoyrt hvussu
hinir lesa. At taka ímóti og
at skriva niður veðurtíðind-
ini frá teimum havi eg ong-
an trupulleika við, men frá
okkara egna útvarpi - nei.
Tað hevði verið góð hjálp
um manningin á útvarpin-
um hevði tikið seg saman
og lært seg at stórur munur
er á at lesa samanhangandi
tekst og at lesa veðurtíðind-
ini og at ferðin tí má vera
ein heilt onnur.
Umborð á Koei Maru 108
A. Guttormur Djurhuus
Rennibreyt í Gundadali
Undirritaði las eina grein í
Sostalinum 16. september,
sum fekk tað til at renna kalt
niður eftir rygginum. Har
sigur borgmeistarin í Havn:
>Rennibreytin verður skjót-
ari veruleiki uttanfyri Tórs-
voll!<. Hvussu ber til at tað
nú er blivið so átrokandi at
gera rennibreytina skjótt?
Tað er skundurin, sum hev-
ur givið borgarunum i Tórs-
havn ein vøll, sum hevur
víst seg at verða beinleiðis
lívshættilsigur!
Um ein hyggur at tí
nýggja fótbóltsvollinum í
Gundadali í dag, so er neyð-
ugt at taka áskoðaraplássi-
ni niður aftur og gera tey so
sterk, at tey halda, eisini tá
tær ringu ódnirnar raka Før-
oyar. Og tá áskoðaraplássini
eru tikin niður, so er lagað
manni at spreingja teir fáu
metrarnar sum mangla, so-
leiðis at pláss verður fyri
rennibreytini.
Um ein hyggur at, hvussu
nógv pláss er bæði míllum
vøllin og áskoðaraplássini
báðu megin og aftan fyri
áskoðaraplássini móti høll-
ini á Nabb, so er ivasamt,
um tað er neyðugt at
spreingja meir enn einar 2-
3 metrar og so einans niðast
við. Harvið verður tann
størsti parturin av teimum
2,7 milliónunum, sum tað
skuldi eitast at kosta at
spreingja fyri rennibreytini,
spardar. So kundi man bygt
áskoðaraplássini á hellina
og bygt tak útyvir, soleiðis
at áskoðarnir óansæð verðr-
ið sita tryggir og turrir til
fótbólts landsdystir
Tað tykist sum um borg-
arstjórin ikki veit, hvussu
nógv arbeiði skal til, áðrenn
arbeiðið uppá eina renni-
breyt aðrastaðni kann setast
í gongd. Fyrst skal eitt hósk-
andi oki finnast, tá ein hevur
funnið eitt møguligt oki, so
skal ein kanna, um økid er
brúkiligt, og um tað eru aðr-
ir bólkar í samfelagnum,
sum eisini hava áhugað í
sama øki. Um so er, so kann
tað taka ár áðrenn tað er
avgjørt, hvor sleppur fram-
at. So skal økid gerast klárt
tvs. gravast skal út, møgu-
liga spreingjast og so plan-
erast. Hetta kemur óiva at
kosta minst tær 8-10 milli-
ónirnar, sum gll rennibreyt-
in kemur at kosta á Tórs-
velli, og enn er rennibreytin
ikki gjørd. Men nú er man
so komin líka langt, sum
man í dag er komin í Gund-
adali! Man hevur bert spilt
nógvan pening hjá borgar-
num óneyðuga og brúkt ó-
neyðuga nógva tíð.
Hvussu ber til at meirlutin
í Tórsvallargrunninum kann
siga seg verða ímóti at gera
tað, sum grunnurin er settur
til at gera? Um meirlutin er
ímóti, so er einasta loysn,
at hesir menn taka seg úr
grunninum og lata onnur
koma til, sum vilja arbeiða
fram ímóti tí, sum enda-
málsorðingin sigur skal
gerast.
Eg trúði, at frægasta loysn
var, um býráðið hevði tikið
um endan og gjørt eitt
landsstadion, sum allir
borgarar í landinum kunna
savnast um, men eftir at
hava sæð, hvat í borgarstjór-
in er citeraður fyri at siga,
so veit eg ikki, um hetta er
ein gongd leið. Men vón-
andi er greinin ein misskilj-
ing, tí eg minnist oyggja-
leikirnar á Isle of Wight, tá
ein ungur politikari, sum sat
í mentunarmålanevndini,
lovaði undirritaða, at hann
altíð vildi arbeiði fyri, at
frælsur ítróttur fekk góðar
umstødur í høvudstadnum
so leingi hann hevði nakað
at skula havt sagt. Nú er
viðkomandi borgarstjóri og
eg havi ilt við at trúgva, at
tað er sami maður, sum nú
hevur í hyggju at oyðileggja
møguleikarnar hjá ti frælsa
ítróttinum at mennast sam-
an við hinum ítróttargrein-
unum í Gundadali.
Við Frælsari
itrottarkvødu
Heri Ziska
P.S.: Man nakar seta fyribils
veggir upp, leggja tak om-
anyvir, flyta inn í húsini og
síðan biðja ein arkitekt
koma við einum uppskoti
um, hvussu húsini skulu
byggjast? Soleiðis er Tórs-
vøllur gjørdur!
Fiskikapping í Lorvík
Leygardagin 18. september
var 14. árið á rað at Bygdar-
húsið í Lorvík skipaði fyri
fiskikapping til frama fyri
húsið. Hugagóðir hava teir
lagt frá landi á hvørjum ári
síðani 1986, eisini um veðr-
ið hevur verið vánaligt so
aðrir hava avlýst.
Í ár sá heldur ikki ov gott
út. Streymurin var góður,
men veðurmenninir spáaðu
upp til vindmegi 18 á lands-
ynningi og eysti. Tá so har-
afturat varð skipað fyri
bussferð vestur í Váganar
sama dag í samband við ein
týðandi fótbóltsdyst, varð
ikki væntað nøkur serlig
undirtøka.
Men hóast tað, so løgdu
7 båtar frå landi leygar-
morgunin kl. 8, og tibetur
artaði veðrið sær væl betur
enn spáað.
Hóast motorstopp, sleip
og uppisetur við agn roynd-
ist fiskaríið bara væl, tí ikki
hevur ljóðað ov væl frá
frammanundan. Í meðal
vóru 105 pund uppá mann-
ing.
Mest uppá mannin hevði
Aldan við Meinhard Hein-
esen og soninum Brian. Teir
høvdu 142 pund i part.
Næstur teimum var Knútur
við Robert Langaard og
Henning Hansen, 140 pund
í part og tridur var Álitið
við Hans Olsen, Árna Ler-
vig og Paula Johannesen
við 131 pund í part. Teir
høvdu eisini størstu veiðuna
pr. bát 392 pund og fingu
ferðasteyp sum Sjóvinnu-
bankin gav í 1986. Hinir
fingu allir steyp til ognar
sum Norðoya Sparikassi
hevur latið.
Aftaná varð sum
vant
bjóða til kaffi og pannikøk-
ur í matarhøllini hjá Tavuni.
Nevndin í Bygdarhúsin-
um sigur at tey eru ógvuliga
takksom fyri tann offurvilja
hesir menn vísa við at ofra
ein heilsan dag og veiðu til
frama fyri Bygdarhúsið bert
fyri ein kaffimunn og panni-
køkur. Somu tøkk veitir
nevndin eisini teim konum,
sum ókeypis bakaðu køkur
til køkutombolaid. 53 køk-
ur, sum vóru seldar eftir 1/
2 tíma.