Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Grannar fótur í spenni Imóti barnagarði Nýggi dagstovnurin á Argjum til 30 bórn verður av ongum, tí grannarnir vilja ikki hava barnagarð í nærumhvórvinum TuURIÐ KJØLBRO Tað sum av fyrstan tíð tykt- ist at verða ein skjót, bílig og góð loysn, ið útvegaði 30 børnum í Tórshavnar kommunu eitt barnagarðs- pláss. verður eftir øllum at dóma av ongum. Tíðliga í summar kundi forkvinnan í sostalu nevnd í Tórshavnar býráð, Elin Lindenskov, koma við teimum gleðiboð- um, at:argjafólk fóru at fáa ein barnagarð afturat í hes um árinum. Talan var um eini stór sethús, væl egnað til endamålid, sum býráðið hevði í hyggju at keypa Men soleiðis skuldi ikki ganga. Grannarnir hjá hesu góðu sethúsum, við øðrum orðum Eigarafelagi0, hava skrivliga og munnliga hvassliga mótmælt ætlanini um at fáa ein barnagarð sum granna. Hóast ta sannroynd, at fleiri hundrað børn i kommununi standa og bíða eftir einum stovnsplåssi, og hóast argjafólk eru millum tey, ið eru ringast fyri, tá ið tað kemur til stovnsplåss. Byggisamtyktin sigur, at øki0, har hesi sethúsini liggja, er bert ætlað til set- hús. Henda klausulin hava grannarnir hongt seg í. Teir vilja ikki hava meiri ferðslu inn í økid, meiri larm og stórri virksemi enn longu er. Veruleikin er samstundis, at AB-húsið er beint yvir av húsinum, ið eru ætlað sum barnagarður. Hagar koma nógv ítróttafólk hvønn dag. eisini í bili, og um dagin hýsa húsini frítíðarskúla børnum. Sosiala nevnd í Torshavn- ar byråd hevði annars rokn að við, at til bar at keypa húsini fyri umleið 2 miljónir krónur. Umframt skuldu nakrar umvælingar og til- lagingar gerast Hetta hevði verið ein lutfalsliga biligur stovnur, sum 30 børn høvdu fingið gledi av. Umsitingin i by- ráðnum hevur nú mælt okk- um frá at arbeiða meiri við málinum orsakað av klaus- ulinum og grannunum, sig- ur Elin Lindenskov. Er tað ikki løgid, at grannarnir mótmæla barnagarðinum, tå ið ann- að virksemi er í ókinum? - Eg skilji als ikki mót- mælini. Hetta málið hevur verið sera tvørligt. Eg kenni ikki til líknandi dómi. har fólk mæla ímóti at fáa børn Hesi sethúsini, sum Tórshavnar býráð ætlaði til barnagarð, eru nú lýst til sólu. Grannarnir duga ikki at síggja nak rar fyrimunir við at fáa ein barnagarð í nærumhvørvid í grannalagið, sigur Elin Lindenskov. Hanus og Aldubáran Fyri at royna nakað nytt og ødrvisi hevur tónleikabólkurin Aldu- báran, ið er mannaður við yrkistónleikarum, tikið stig til tvær konsertir saman við fólkatónleikaranum Hanusi G. Johansen TURIÐ KJØLBRO eygarkvoldið og sunnu- kvoldið 25. og 26. verða framførslur við Hanusi og Aldubáruni í Norðurlanda- lúsinum. Á skránni verða nýggj og gomul leg hjá Hanusi, klætt í nýggjan duna. Hanus er einamest kendur sum vísusangarin, ið við síni eyðkendu rødd og gitt- ara hevur bergtikid ung sum gomul. Nú verður Hanus so stuðlaður av Aldubåruni, ið til hetta tiltakið hevur fingið lagt tónleikin til rættis, so- leiðis at tað tónlistarliga hjá Hanusi og Aldubáruni fara at stuðla hver øðrum. Aldubáran er til hesa kon- sertina eitt sindur broytt. Stamen Stanchev, ið spælir klaver og keyboard, og Edvard Nyholm Debess, ið spælir bass, eru komnir Aldubáruni til hjálpar. Báðir hava teir nógvar royndir innan ymiskan tónleik, inn- an fólka- og vísutónleik, jazz og eisini klassiskan tónleik. Aldubárumanningin, ið fer á pallin við Hanusi er: Anna E. Klett, klarinett, Andrea Heindriksdóttir, floyta, Páll Sólstein, horn og klaver, Sámal Petersen, fiól, Olavur Jakobsen, gitt- ara, Edvard N. Debess, bass, og Stamen Stanchev, klaver og keyboard Løgini, ið verða framførd, eru bæði kend og minni kend. Hanus hevur sett løg til yrkingar hjá nógvum før- oyskum yrkjarum. A kon- sertunum verða framførd løg til yrkingar hjá mø. Hanus G. Johansen og Aldubáran. Mynd: Alvur Haraldsen T.N. Djurhuus, Sverra Djur- huus, H. A. Djurhuus, Bern- hardi Brim og Rikardi Long. Sjálvandi eru eisini Poul F. á skránni, bæddi nýggjari løg, men eisini onkur av teim gomlu munnu vera at hoyra. Konsertirnar byrja kl. 19.30 og atgongumerki fáast í Norðurlandahúsin- um. Mynd: Alvur Haraldsen Opið mikukvoldið kl. 19.00-22.00 Sum nakað nýtt skipar P/F WENZEL fyri sølutiltaki um kvøldi Høvi verður at royna nýggja Focus, fáa eitt gott bilprát og eitt óbindandi tilboð - uttan at vanligi gerandisdagurin rópar eftir tær | NÝTT NÝTT NÝTT NÝTT NÝTT NÝTT NÝTT | | | - nú fyri serprís mikukvoldið Vit hava hópin av sera góðum brúktum bilum | P/f Wenzel Akranesgeta 5 - FO 100 Tórshavn - TIf. 313873 - Fax 311173