Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 7 Innihaldið bilar ikki men framløgan Magni Laksafoss, búskaparfróðingur sigur, at tað er tí at hann er ikki nógdur við framløguna av búskaparpartinum av Hvítubók, at hann ger vart við seg í blaðgreinum. Hann heldur ikki, at tað verður nóg stórur dentur lagdur á bú- skaparvøksturin í framløguni SVEINUR TRÓNDARSON Í bløðunum leygardagin gjørdi Magni Laksafoss, bú- skaparfrødingur nakrar við- merkingar til kunningarar- beiðið hjá landsstýrinum í sambandi við Hvítubók. Magni ger vart við, at framløgan av búskaparpart- inum av Hvítubók er ikki nøktandi eftir hansara tykki, og hann byggir hetta á, at tað verður gjørt ov lítið við búskaparliga vøksturin í framløguni. Hesin partur er sera tydn- ingarmikil, sambært Magna Laksafoss, ti, sum hann sig- ur: Tað er buskaparvøkst- urin, sum skal tryggja fram- tidarinntøkurnar, og í grundini er tað búskapar- vøksturin, sum skal bera fullveldi, sigur Magni Laks- afoss. Men er tað ikki nokk so vandamikið, at ein av teim- um, sum hevur verið við til at gera búskaparpartin í Hvítubók fer út og ger við- merkingar til innihaldi og framløguna? Tað heldur Magni Laksa- foss ikki. Hansara meting er, at tað verður brúkt ov nógv orka upp á at ríkisveitingarnar og hvussu vit fáa tær burtur. Tað verður brúkt ov nógv orka til at staðfesta, at rík- isveitingin er skaðilig, men samstundis verður einki sagt um hvat møguliga skal koma í staðin fyri hana, ella hvat møguliga hendir, um einki kemur ístaðin. Vit tosa um deyð ting, sum eitt nú ein búskapargrunn, men ov liid um gransking og nýggjar vinnur, heldur Magni. — Eg haldi, at vit skylda fólki at siga teimum, at kemur einki ístaðin fyri rík- isveitingina, so fellur livi- stóðið, sigur hann.. Eisini fyrimunir við ríkisveiting Eitt annað, sum Magni vil hava inn í kjaki um er hvort ríkisveitingin er >skaðilig<. Vit tosað um tað fyri brigdið, sum vit kallað >Há lendsku sjúkuna<. Men er tað tí at peningur kemur inn í samfelagið ella hvat er tað? Tað er ikki staðfest, men av tí at man kallar tað sjúka, so verður tað vidgjørt sum ein slík, og tað er ein spurningur um hvussu rætt tað er, sigur Magni Laksa- foss. Hann heldur at tað skuldi itið fyribrigdið, tí tað er ein staðfestur veruleiki, at nak- að hendir við búskapinum, tá peningur kemur inn í samfelagið, uttan at nakað verður »gjørt« fyri pening- in. Men hann setir framhald- andi spurnartekin við, um tað bara er tann skeiva veg- in hesin peningur ávirkar. — Ríkisveitingin hevur tryggjað okkum tað samfel- ag, sum vit eru ein partur av í dag. Tað haldi eg ikki er skaðiligt, sigur Magni Laksafoss. — Eg haldi heldur ikki, at tað er skaðiligt, at vit hava lágan skatt, sigur Magni og leggur afturat, at ein av ors- økunum til at vit hava so »lågan« skatt er ríkisveit- ingin. Hann vil kortini ikki end- urgevast fyri at siga, at hann er ímóti at ríkisveitingin fellur burtur. — Nei, eg sigi ikki, at rík- isveitingin ikki skal burtur, og eg sigi heldur ikki, at vit fáa tað verri. Hyggur mann eftir myndini í greinini, sum vísir gongdina í búskapin um nú og tá ríkisveitingin fellur burtur, so sær mann, at búskapurin ikki verður verri fyri eftir tillagingina, so tað at eg geri vart við hetta, merkir ikki, at eg eri ímóti at ríkisveitingin fellur burtur, sigur Magni Skatturin upp og lønin niður Hetta heldur Magni Laksa foss kemur ikki nóg greitt fram í framløguni av Hvit- ubók. Hann heldur ikki, at tað verður lagdur nóg stórur dentur á at siga fólki hvat tað inniber, at blokkurin skal minkast um ikki okkurt annað kemur í staðin. Millum annað fílist hann á, at tað ongantíð verður sagt í sambandi við fram- løguna, at tað er ein vandi fyri at skatturin fer at hækk- að tá blokkurin verður lækkaður, og tað verður heldur ikki tosað um, at løn- irnar fara at lækka. Treyta av at vit einki annað seta ístaðin, sigur hann. — Eg haldi tað er ein trup- ulleiki, at tað verður lagdur stórur dentur á tey negativu årinini, sum blokkurin hev- ur, uttan at taka tað upp. sum skal koma ístaðin, og uttan at siga fólki, at tað kemur at ávirka tey at ríkis- veitingin fer at minka, leggur Magni afturat. - Eg sigi ikki., at lónin fer niður á 20 prosent og skatturin upp á 80 prosent, men broytingar koma í, og Ein av serfróðingunum aftan fyri búskaparfrágreiði ngind Hvítubók heldur. at tað verður gjórt ov lítið við tær vinnur, sum skulu tryggja fórovingum ein veruligan búskaparvøkstur Kann greinin fáa eitt kjak um tað, so haldi eg at endamálið er rokkið við greinini, sigur Magni tað eigur eisini at koma fram, leggur Magni afturat Framtíðarvinnurnar Men hvat er tað, so heilt einfalt, sum Magni vil røkka við greinini leygar- dagin. Er tað at sáa iva um tað, sum í Hvítubók stendur, ella at halda sín egna rygg frían, fyri einum parti av tí, sum stendur í Hvítubók? Nei, hvorki annað ella hitt. Eg haldi, sum nevnt, at ov lítil dentur verður lagdur á buskaparvøksturin, sum í veruleikanum er tað, sum skal tryggja menningina í okkara samfelag frameftir. Vit hava brúkt nógvar av okkara møguleikum, men ikki teir allar, og eg kundi hugsað mær at bent kjakin- um tann vegin, so vit finna út av hvar møguleikarnir eru, sigur hann. Magni vísir á kanning- ararbeiðið, sum Vinnumála- stýrið hevur sett í verk, og sigur, at tað er eitt framúr gott utgangsstødi Tað er eitt stórt > potent- iali« í KT vinnuni, og onkur hevur havt tað hugskot frammi, at gera ein stóran granskingar og KT depil í Føroyum. Tað er eitt gott ítókiligt uppskot, sum kann vera við til at tryggja, at buskaparvøksturin verður tey 2 prosentini, sum sam- bært Hvítubók eru neyðug fyri at skapa grundarlag fyri niðurskurðinum í ríkisveit- ingini, sigur Magni Laksa- foss. Hann vísir eisini á tann veruleika, at tað eigur at bera til, at skapa grundarlag fyri búskaparvokstri við eitt nú at fara undir miðvíst góðskingararbeiði í fiski- vinnuni, tí tað er nakað, sum hevur ligið og liggur á láni. Men tað merkir ikki, at pol- itikarar ella búskaparfrøð- ingar skulu fara inn og siga vinnuni hvat hon skal gera Tad sum Magni vil hava er, at politikararnir skapa grundarlag fyri gransking í hvussu vit fáa meira burtur úr okkara tilfeingi Eg rokni ikki við, at vit fáa nógv størri nøgdir upp á land enn vit fáa nú, og ti mugu vit arbeiða við at fáa meira burtur úr tí vit fáa upp á land. Tað sama eiga vit at við alivinnuna, sum eisini hevur vakstrarmøgu- leikar í sær, men hetta kem ur ikki av sær sjálvum. Vit mugu kannað teir >vakstr armøguleikar«, sum liggja í teimum ymsu vinnugrein- unum, so samfelagið kann fáa gagn av teimum. Eg haldi, at tað er eitt gott hugskot við einum grunni, sum tað verður nevnt í búskaparpartinum av Hvítubók, men grunn- urin nyttar einki einsamall- ur, sigur Magni. gera Føroysk fotboltskapping í Horsens Aftur i ár fara fóroyingar í Danmark at kappast um hvør teirra hevur besta útisetaliðið i fótbólti. Í ár verður kapp- ingin aftur í Horsens, og hóast bert fýra býir hava boðað frá luttóku, so vænta vertirnir, at talan verður um eina spennandi kapping, tí øll tey luttakandi liðini eru við í landskappingini SVEINUR TRÓNDARSON Seinastu árini hevur tað verið fastur siður, at før- oysk fótbóltslið á flat- londum hava kappast um >FM-heitið< fyri útiseta- lið. Fyrsta veruliga FM kappingin, sum ber heitið FM-Cup, var í Odense í 1994, og síðani hevur hon ferðast millum »før- oysku< býirnar á Jútlandi og Fjóni. Føroysku sælendingar- nir hava ongantíð verið við í kappingini um at eiga besta liðið, og tí hevur kappingin ongantíð verið eystan fyri Stórabelt. Í ár er túrurin so aftur komin til føroyingarnar í Horsens at vera vertir fyri kappingini. Sámal Hansen, sum er annar av høvudsfyrireikar- unum sigur við Sosialin, at kappingin verður komandi vikuskiftið. — Vit spæla leygardagin 25. september. Vit byrja seinnapartin, klokkan 14.00 og halda á, til liðugt er, sigur hann. — Tíverri hava bara fýra býir boða frá luttøku, men kappingin skuldi verið spennandi fyri tann skuld, sigur Sámal Hansen, sum leggur afturat, at líðini nevniliga eru vorðin alt meira >professionell< sein- astu árini. Tað er nevniliga so, at øll liðini, sum luttaka í FM- Cup 99, leika við í økis- kappingini hjá DBU í Jút- landi, og har spæla tey í Seriu 5. »Føroysku« býirnir, sum luttaka í ár eru Esbjerg, Álborg, Árhus og Horsens. Sámal greiðir frá, at tað hesaferð íkki eydnaðist føroyingum í Odense og øðrum býum, sum eitt nú Vejle og Svendborg at manna lið, hóast teir royndu alt tað teir vóru mentir. Smyril Line letur steypin Sum vera mann, tá spælt verður um >FM-heitið< fyri útisetar, so verður ikki bara spælt um heiðurin. Spælt verður eisini um ein ferðasteyp, sum flog- deildin hjá Smyril Line hev- ur latið, og hetta er sum sagt sætta árið spælt verður um steypin. Hóast eingin enn hevur vunnið hann til ognar, so kann tað eydnast føroying- unum í Alborg at fáa klørn- ar í steypin hesaferð. Alborgensararnir hava nevniliga vunnid steypin tvær ferðir áður, og tá regl- urnar siga, at tað liðið, sum fyrst vinnur steypin tríggjar ferðir, vinnur hann til ognar, so kunnu tað álborgensar- arnir gera tað í år. Eins og seinast kapp- ingin var í Horsens, so fer kappingin í ár fram á Øst- ergade Sporttsplads. — Umstødurnar har eru stak góðar. Har er hús at vera inni í, og tað skaðar ikki. Harumframt hevur kommunan verið og gjørt vøllin í stand, so hann er ikki til at kenna aftur, sig- ur Sámal Hansen, sum leggur afturat, at leikar- arnir hava nakað at gleða seg til, tí vøllurin er góður at spæla á.