mikudagur 22. september 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
6
tíðindablaðið
NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999
Toftamenn eiga eu fiskaousjøri
nú Eysturoying
P/F Eysturovingur hevur keypt línuskipið Eysturoying frå
Kongshavnar Trolarafelag. Báturin verður framyvir skrå-
settur å Toftum og sambært nyggja eigaranum er tad ein-
asta broytingin
Sur Er é an
mi d sjeyflarunum
1enn nann
navnið E
fekk
nesaje?
SVEINUR TRONDARSON
Línuskipið Eysturoyingur,
sum Kongshavnar Trolara-
felag vid Bjarta Mohr og
øðrum átti, hevur fingið
nýggjar eigarar
Eitt nýtt partafelag, kallað
P/F Eysturoyingur, hevur
keypt gamla Sundaenni, ella
Vágbing
Nýggjur reiðari á Eystur-
oyingi er Johannus Olsen,
línuskipunum, sum varð byg
sum saman vid P/F Snodd
eigur nýggja partafelagið.
Johannus Olsen sigur, at
einasta broytingin í sam-
bandi við at nýggju eigar-
arnir hava yvirtikið skipið
er, at tað framyvir verður
skrásett á Toftum.
Manningin er tann sama,
og tað merkir, at teir 14
menninir, sum vóru við
Eysturoyingi, framhaldandi
verða við skipinum.
t á Vestmanna Skipasmidju í byrj-
Tá kallaðist hann Sundaenni. Síðani hevur hann itið Vágbingur
ysturovingur. Tá hoyrdi hann heima á Strondum. Við søluni
) hevur hann fingið nýggjan heimstað á Toftum
ik = ER
Hvorki nýggi ella gamli
eigarin vilja siga nakað um
hvat teir hava latið ella fing-
ið fyri skipið.
Eystuoyingur er bygdur í
72/73 á Vestmanna Skipa-
smiðju, men er upppussaður
fyri ikki so langari tid síðan.
Eysturhøvdi for at leka
20-tonsarin Eysturhøvdi úr Klaksvík mátti senda boð eftir
hjálp mánadagin, tí sjógvur var í maskinrúminum. Hóast
langt úr landi var vandi kortini ongantíð á ferð
SVEINUR TRÓNDARSON
Mánadagin mátti 20-tons-
arin Eysturhevdi úr
Klaksvík senda boð eftir
hjálp, tá manningin gjørd-
ist greið yvir, at sjógvur
var í maskinrúminum.
Eysturhøvdi var stadd-
ur út år Mylingi, tá teir
sóu brekið, og teir gjørdu
ikki mætari enn at senda
bod eftir Vaktar- og
Bjargingartænastuni.
Av tí at verjuskipið Tri-
ton var nærri við har
Eysturhøvdi lá, fóru teir
til hjálpar.
Sambært Færøernes
Kommando fekk Eystur-
høvdi pumpur frá Triton,
sum annars tók bátin upp á
sleip og sigldi hann inn til
Klaksvíkar.
Eigarin, Jógvan Liitzen
sigur við Sosialin, at teir
enn ikki vita hvat tað er sum
feilar umborð á Eystur-
høvda.
— Vit hava roynt at finna
út av hvat tað er sum er
galið, men enn hevur tað
ikki eydnast, sigur hann.
Jógvan Liitzen sigur at
tað er fult á tveimum av
teimum trimum sleipistød-
unum í Klaksvík. Báturin
liggur tí á sjónum enn, men
har er vakt umborð, og aðrar
pumpur eru komnar um-
borð síðani báturin kom
til Klaksvíkar.
Jógvan Liitzen sigur, at
hóast tað ikki ljóðar tesp-
uligt, so var vandi ong-
antíð á ferð.
— Manningin gongur
javnan niður í maskin-
rúmi, og tað var einum
slíkum túri, at teir funnu
út av, at motorurin oysti,
sigur Jógvan Liitzen.
Hann leggur afturat, at
báturin fer útaftur tá
brekið er funnið, og
maskinrúmið er reinsað.
Tað eru fýra mans við
Eysturhøvda
Frontsoldatar-
nir mangla
Sambært Bjarta Mohr er fóroyska fiskivinnan ikki væl
fyri. Fóroyingar leggja enn alt ov stóran dent á at fram-
leiða hålvlidnar vórur, heldur enn lidnar vørur, og ors-
ókina sigur hann vera, at teir dugnaligu sólumenninir
mangla
SVEINUR TRÓNDARSON
Ein av teimum, sum í nøk-
ur ár stóð í fremstu rød í
fóroyska — sølulidnum,
Bjarti Mohr, eftirlysir ti
sum hann kallar frontsold-
åtum i søluvinnuni.
— Vit hava ongar slikar,
sum ganga undan og
krevja av okkum at vit
skulu gera aðrar verur enn
hálvlidnar, og tí framleiða
vit tað enn. Harvið missa
vit ein stóran part av virð-
isøkingini av føroysku
veiduni, sigur Bjarti Mohr
í einum stuttum práti við
Sosialin.
Bjarti Mohr, sum saman
vid ødrum rekur Kongs-
havnar Trolarafelag, held-
ur eftir øllum at døma
ikki, at tað er tann fallandi
veidunøgdin, sum er tann
stóri trupulleikin, men
heldur tað harafturímóti
verða tann veruleiki, at vit
enn ikki eru komin longri
við framleiðsluliðnum
enn til at gera hálvlidnar
vørur.
Nøgdin og
prisurin fella
Bjarti Mohr sigur, at tad
er munandi minni at fåa
av toski nú enn tað var í
fjør og í fyrraárið.
— Hagtølini fyri árið í
ár vísa, at vit bert fiska
tað, sum svarar til umleið
50 prosent av toski sam-
mett við táð, sum vit fisk-
aðu í 1997, og tað er ein
øgilig niðurgongd, sigur
Bjarti Mohr.
— Hinvegin kunnu vit so
gleðast yvir, at prísurin á
toski er hækkaður rætti-
liga nógv, og tí kunnu vit
selja helvtina fyri sama
virðið, staðfestir hann og
leggur afturat, at tað mann
vera orsøkin til at eingin
ger vart við trupulleikan.
Bjarti Mohr sigur, at
sum tølini laga seg i løt-
uni, so er umleið 70 pro-
sent av tí, sum kemur upp
á land í løtuni, upsi.
— Tað keðiliga er bara,
at upsaprísurin er so ótrú-
liga lágur. Umleið 4 krón-
ur og 25 oyru fyri kilo.
Tað ger, at nøgdin sum
skal til, fyri at fáa hjólini
at mala, skal vera stór, sig-
ur hann.
Men, sum sagt, so held-
ur Bjarti Mohr, ikki at tað
er ein beinleiðis hóttan
undir samfelagnum, at
veiðan er fallin so nógv.
— Nei, ikki tå ein hugsar
— Vit eru enn alt ov bundin
av at framleiða hálvlidnar
vørur heldur enn lidnar
vørur, og tað er í fram-
leiðsluni av lidnum vørum,
at pengarnir liggja sigur
Bjarti Mohr, fyrrverandi
Fiskasølustjøri
um, at flotin er minkaður
vid umleid helvtini, sigur
hann.
Við hesum metir hann, at
tað skuldi verið grundarlag
fyri at vit ikki renna okkum
inn í eina slíka kreppu sum
vit gjørdu fyri nøkrum fáum
árum síðani.
Framleiðslan
má broytast
Sum sagt, so heldur fyrr-
verandi stjórin á Fiskasgl-
uni, og núverandi reiðarin
ikki, at føroyska fiskafram-
leiðslan er rætt samansett.
Hann vísir á, og tað hevur
hann gjørt fyrr, at tað hjálpir
einki bara at framleiða hálv-
lidnar verur, tí føroyska
samfelagið missir eina fitt
av peningi við at vit ikki
virka fiskin meir.
Ein stórur partur av fisk-
inum verður seldur aðra-
staðni enn í Føroyum og tað
er tí, at tað fæst meira fyri
fiskin uttanlands.
— Men tað sigur seg sjålvt.
Hjá skipunum snýr tað seg
um at fáa sum mest fyri
fiskin, og tá vit ikki fáa
meira við at landa í Før-
oyum, so landa vit har
sum vit fáa betri prís,
sigur Bjarti Mohr.
— Eg var á fiskarimessu
fyri kortum, og har så eg,
at vit eru eftirbåtar tå tad
kemur til at framleida
lidnar vørur. Onglending-
ar, skotar og aðrir fram-
leiða lidnar vørur, meðan
vi liggja og framleiða
hálvlidnar. Ein partur av
orsøkini til tað er, at vit
hava ikki sølufélkini, sum
krevja av okkum, at vit
leggja framleiðsluna um.
Vit hava íkki teir front-
soldåtarnar, sum siga, at
nú er tíð at leggja á annan
bógv, sigur Bjarti Mohr.
Men so er spurningurin
hvussu vit fáa hendur á
hesum fólkunum. Er tað
neyðugt, at teir eru før-
oyingar, hesir frontsold-
átarnir?
— Nei, tað haldi eg ikki.
Tað er heldur ein spurn-
ingur um hvat vit vilja við
okkara vinnu. Um vit
vilja fáa tað burturúr
henni sum vit kunnu. Vit
mugu staðfesta, at ein
stórur partur av virdisøk-
ingini, sum er á føroysk-
um fiski fer fram í ødrum
londum enn i Føroyum,
og tad er ikki skilagott,
sigur Bjarti Mohr, fyrr-
verandi stjóri á Fiskasøl-
uni.
Tí heldur Bjarti, at søl-
ufyritøkurnar í Føroyum
eiga at leggja å annan
bógv. Tær eiga at sleppa
burtur úr vanatankanum
at føroyingar framleiða
blokk og aðra hálvlidna
vøru, og ístaðin fara at
brúka kreftirnar upp á at
framleiða verur, sum
kasta nógv meira av sær
til samfelagið.
Bæði til skipini, sum
føra veiduna til lands, og
til tey fólkini sum starvast
í vinnuni. Góðskingin av
vøruni, og harvið inntøk-
urnar skulu — flytast
»heim« til Føroyar, held-
ur enn at hita búskapin í
øðrum londum
Fiskaseljararnir eiga ikki teir fronsoldátarnir, sum ganga
undan og krevja at vit leggja framleiðsluna um, sigur
Bjarti Mohr