Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Til reiðar til breiða semju — Eftir mínum tykki er tað, Javnaðarflokkurin sigur, tað sama sum fullveldi. Tí síggja vit ongan trupulleika fyri einari breiðari semju, sigur Hógni Hoydal, ið tó metir framferðina hjá Javnaðar- flokkinum at vera ógvuliga undrunarverda JOHN JOHANNESSEN — Eg eri púra samdur í løg- manni, tá hann tosar um, at neyðugt er við einari breið- ari semju millum føroysku flokkaranar, áðrenn farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina um loysing. Harafturat er sjálv- stýrisuppskot Javnaðar- floksins tað sama sum full- veldi, og tí eri eg vísur í, at møguleiki er fyri einari breiðari semju. Høgni Hoydal undrast tó stórliga á framferð Javnað- arfloksins í fullveldismál- iunum, og er hann ikki sort argur eftir boðini frá lands- fundi Javnaðarfloksins. Fólkaræðið til viks - At Javnaðarflokkurin hev- ur sent bod eftir Ola Stavad, so hann kann boda føroy- ingum frå, at vit ikki fåa nakra skiftistíð, langt áðr- enn samráðingarnar við stjórnina eru byrjaðar, haldi eg vera at seta fólkaræðið til viks. Talan er um júst tað sama, sum hendi í 1942 og í 1966. Nevniliga tað, at ein føroyskur flokkur leggur saman við einum donskum flokki við tí endamáli at skapa ræðumyndir ímóti fullveldisætlanunum, sigur ein argur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum sammetir støðuna við, tá smádreingir klandrast, og tann, ið ikki orkar meira, fer til stóra- beiggja ella pápa at fáa hjálp. — Er talan ikki júst um at seta fólkaræðið til viks, tá tú ferðast kring landið sam- an vid embætismonnum, ið hava skrivað sokallaðar >kunnandi fundir um Hvítu- bók<? — Nei, tað haldi eg avgjørt ikki. Talan er nevniliga um kunnandi fundir og ikki pol- itiskar fundir, leggur Høgni Hoydal dent á. Høgni Hoy- dal vísir á, at tað eru ser- fróðingarnir, ið hava lagt fram á hesum kunnandi fundum, og sigur hann seg bert hava verið við til at svara politiskum spurning- um. Spurnigum um, hvørjar ætlanirnar hjá landsstýri- num í veruleikanum eru. Men so er spurningurin, um tað ikki júst er skeivt, at landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismálum svarar politisk- um spurningum á hesum kunnandi fundum, og um andstødan ikki eisini átti at verið við, so málið varð lýst frá báðum síðum. Hetta heldur Høgni Hoy- dal lítið um. Hann sigur, at landsstýrið er ein stjórn við meirilutanum í tinginum aftan fyri seg, og tá talan er um eitt slíkt álvarsmál, landsstýrið hevur sett sær fyri, er tað sjálvsagt, at tað fer út og kunnar fólk um ætlanina. Hann vísir í sama viðfangi á, at eftir hansara tykki hevði tað verið skeivt, um embætisfólkini skuldu staðið og svarað politiskum spurningum á hesum fund- um. Harafturat vísir Høgni Hoydal eisini á, at Jóannes Eidesgaard á sinnið, sum tann fyrsti, ferðaðist slíka kunningarferð, tá broyting- ar skuldu gerast innan sjúk- rahúsverkið, og heldur hann, at talan var um eitt gott tiltak, farið varð undir. Politisk kunning Høgni Hoydal staðfestir, at tað í fyrr nevnda dómi er talan um politiska kunning og ikki politiskar fundir. Hann vísir á, at tað rætt og slætt ikki hevur borið til at havt fundir, har andstødan eisini hevur havt møguleika at siga sína hugsan, orsakað av, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava tagt um Hvítubók heilt til seinasta vikuskiftið. Danska sjóverjuskipið er ein sera góð trygd — Hevur danska stjórnin ætlanir um at gevast við donsku sjóverjutyrluflúgvingini við Føroyar? Tað vil Henrik Old hava at vita frá Vibeke Larsen, ríkisumboðsmanni ÓLAVUR Í BEITI Í viðmerkingunum til fyri- spurning frá Henriki Old, settur Vibeke Larsen, ríkis- umboðsmanni, sigur javn- aðartingmaðurin, at sein- astu tíðina hevur ljóðað, at danska sjóverjan skal gevast við tyrluflúgving við Føroyar, og nú seinast hevur landsstýrismaðurin i fiski- vinnumålum biðið Atlants- flog kanna kostnaðin av eini føroyskari tyrlu, sum m.a. skal røkja sjóverju og bjarg- ing vid Føroyar. Góð trygd Ti spyr Henrik Old, um danska stjørnin hevur ætl- anir um at gevast við donsku sjóverjutyrluflúgv- ingini við Føroyar? Og í øðrum spurningi vil hann hava at vita frá ríkisum- bodsmanninum, um so er, nær kann væntast, at hetta hendir? At enda sigur Henrik Old í viðmerkingunum, at hann er av teirri áskoðan, at danska sjóverjutyrlan sam- an við danska sjóverjuskip- inum er ein sera góð trygd fyri føroyska fiskiflotan og annað bjargingararbeiði við Føroyar. Tridi unglingurin deyður HOGNI MoHR Ferðsluvanlukkan i Øravik leygarnåttina hevur kravt sitt triðja mannliv. Måna- dagin doyði 19 ára gamli maðurin, ið hevur verið í lívsvanda síðan tilburðin. Sostatt hava ein 18 ára gam- al og tveir 19 ára gamlir unglingar latið lív av van- lukkuni. Ørvingurin, ið slapp frá vanlukkuni við lívinum er sera illa sundurbrotin. Kort- ini verður sagt, at tað íkki stendur um lív. Hesin fjórði Men Høgni Hoydal lovar, at landsstyri seinni fer at jåtta pening til allar flokkar umframt fólkarørðslur at halda fundir um fullveldis- ætlanina fyri. Hann metir tað nevniliga hava stóran tydning, at øll fáa víst á síni sjónarmið viðvíkjandi full- veldisætlanini. Osannar ræðumyndir Tað skerst tó ikki burtur, at Høgni Hoydal er rættuliga argur inn á Javnaðarflokkin eftir boðini frá landsfundi- num um vikuskiftið og síð- ani frá tíðindafundinum mánadagin. — Eg haldi tað beinleiðis vera eina ósanna ræðu- mynd, tá Javnaðarflokkurin vísir á, at livistødid hjá før- oyska húskinum fer at vera munandi lægri eftir loys- ingina frá Danmark. Javn- aðarflokkurin tosar um, at tað ikki bert til at rokna við einum búskaparvekstri á 2 prosent um árið, orsakað av. at miðaltalið fyri Norður- lond ikki er hægri enn 1. 8 prosent. Men hetta kann eg beinan vegin siga vera bein- leiðis lygn, tí á heimasíðuni hjá OECD sæst greitt, at talan er um eitt nógv hægri tal, vísir Høgni Hoydal á. Landsstyrismadurin í sjálvstýrismálum dugir als ikki at skilja, hví Javnaðar- flokkurin skal heingja seg í, at familjan er gloymd í Hvítubók. Hann vísir á, at orsøkin til, at útrokningar um livistødid hjá familjuni ikki eru við í Hvítubók er, at tað nevniliga als ikki bert til at gera slíkar útrokning- ar. — Tað ber ikki til at seta nøkur tøl i eitt rokniark, fyri at siggja, hvussu før- oyska familjan hevur tað um 20 ár. Hetta er nakað, ið er ógvuliga tengt at poli- tikkinum, førdur fer at verða í landinum, og tí ber ikki til at rokna slíkt út. Tað eru jú vinnulívið og tann einstaki sjálvur, ið fáa á- virkan á hetta, sigur Høgni Hoydal Huldumenn Høgni Hoydal vísir á, at tað beinleiðis var lygn, tá Javn- aðarflokkurin í Sosialinum herfyri vísti á, at livistødi í Føroyum fer at lækka 60 prosent eftir eina møguliga loysing frá Danmark. Hann Høgni Hoydal heldur tað vera at seta fólkaræðið til viks, tá føroyski Javnaðar flokkurin fær næstformann- in í danska Javnaðarflokki- num at koma til Føroya við teirri ræðumynd, at vit onga skiftistíð fáa sóknast eftir, hverjir teir sokallaðu >óheftu sertrød- ingarnir< eru, ið gera slíkar útrokningar fyri Javnaðar flokkin, og setir hann at enda spurningin, um talan er um huldumenn, ið koma við slíkum lygnum LASAT WebSetGo 56.000V LASAT WebSetGo 56.000V er eitt einfalt internet mótald, serliga ætlað óroyndum nýtarum. Tað hevur sjálvsagt allar teir hentleikar sum eitt professionelt mótald hevur. LASAT WebSetGo 56.000V ger tað lætt at fara inn á internetið at leita eftir | | 1 | | | Tórshavn 31 | Noråstreymoy 42 10 00 0 10 - Tvøroyri 37 10 0 Klaksvík 45 74 88 - Sa upplysingum, men kann eisini nytast til onnur endamål, sum t.d. heimabanka og heimaskrivstovu. Ritbunadur i fylgir vid: Drivarar til Windows, Novell og annar ritbúnaður til telefaks, data samskifti, telefonsvarara og internet. >" kr. 695,- ELEBUDIN