Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999 jarnvilji aftan tiltakið. Olaf- ur hevur í fleiri fórum verið í New York, og tað eydnað- ist honum loksins at hitta Kofi Annan. Hetta må sigast at vera rættiliga einastand- andi, tá hugsað verður um, at talan er um emma privata islendska fyritøku, ið bæði hevur fingið hugskotið og sum stendur fyri ætlanini. Ein tann dyggasta hjálpin í marknadarføringini av “New Millennium Series" hevur verið fyrrverandi ís- lendski forsetin Vigdís Finnbogadóttir. Olafur og Vigdís eru vinir, og nú er Vigdís formaður í heiðurs- ráðnum fyri bókaútgávu- num, har eitt nú fyrrverandi forsætisráðharrin í Irlandi Mary Robinson og danski varaformaðurin í ES-ting- inum Bertel Haarder eisini eru limir. Við sær á handilsferðu- num hevur Olafur eisini al- tíð tvær mappur við mynd- um og tilmælum, ið vísa langu røðina av forsetum, ráðharrum, sendiboðum og stjórum, ið stuðla hesi stóru ætlan. Ja, sjálvasti Nelson Mandela hevur givið boð frå sær úr Sudurafrika og ynskt bókargðini góðan byrð frameftir. Føroyar egnu bók Rættiliga tíðliga á leiðini gjørdist eisini greitt, at Før- oyar skuldu hava sina egnu bók, hóast Føroyar ikki eru sjålvstødugur limur í ST. Olafur, ið hevur nógvar vinir í Føroyum og sum hevur vitjað her stívliga 20 ferðir fekk annars ikki ser- liga undirtøku frá restini av fyritókuni, tå hugskotið um at eisini gera bók um For- oyar varð havt á lofti Ivast varð í føroyska før leikanum, og Olafur sigur, at tad gjørdi hann bara upp- aftur sannførdari um, at tað var rætt at gera eina før- oyska bók. Haraftrat ynskti íslendski stjórin, at alt ar beiðið uttan sjálv prentingin skuldi gerast í Føroyum. Um ikki serlig bók hevði verið gjørd um Før- oyar, so høvdu bert nakrar fáa síður staðið um okkara bróðurtjóð í donsku bókini, og tað haldi eg hevði verið serstakliga spell, sigur Olaf- ur. Hann váttar, at hann sjálvur hevur strongt nógv á, nú tá tann fyrsta bókin handlar um landið og fólk- ið, hann er vorðin so góður við. Olafur nevnir tó, at ein annar føroyarvinur — Vigdís Finnbogadóttir — eisini yvir fyri Olafi hevur fegnast um, at Føroyar ikki bara gerast viðfáningur í danskari út- gávu, men fáa sína egnu bók. Vit vita væl, at handils- liga eru Føroyar ikki tað besta staðið at byrja. Svøriki heyði eitt nú verið nógv tryggari fyri okkum fíggj- arliga, men nú føroyska bókin er liðug, kann stað- festast at talan er um topp góðsku allan vegin igjøg- num. I føroysku bókini standa upplýsingar um Føroyar, søgu, mentan, handil, idn- að, polisku skipan o.s.fr Anfinn Kallsberg, løgmad- ur, er soleiðis presidentur í heiðursráðnum fyri for- oysku útgávuna, ið verður skrivað á bæði føroyskum og enskum. Somuleiðis er rættiliga umfatandi lýsing av øllum kommunum í Føroyum. Hvør kommuna fær ein kapitul í part Allar kommunurnar uttan Tvøroyrar Kommuna, sum ikki ynskti at vera við, hava latið tilfar til bókina. Hetta merkir kortini ikki, at Tvør- oyri ikki er í bókini. Tvør oyri er við, men tilfarið er tíðindablaðið Ólafur Griinz er sera væl nøgdur við arbeiðið, sum ReproZ hevur gjørt, og longu nú hevur fyritókan fingið aðrar bøkur í rødini at gera. Frá vinstru: Eyðsvein Joensen, Olafur Grånz, Jákup Zachariassen og Eyðun Miðberg fingið til vega aðrastaðnis frå Handilsliga hugskotid við bókini er, at stórar fyritøkur kunnu keypa sær síður í bókini og harvið gera vart við seg. I Føroyum er tó ongin fyritøka við, ti grund arlagið er ikki tað sama sum í størru løndunum. Sostatt kann bókin heldur ikki keypast í bókhandlum Hinvegin kunnu fyritøk- ur, kommunur og lands- stýrið ogna sær bókina um Føroyar at brúka sum pres entasjón av landi og komm unum Olafur Gránz leggur eis- ini dent á, hvussu væl nøgd ur hann er við arbeiðið, sum er gjørt í Føroyum. Tað er Óla Jákup Rólantsson, ið er ritstjóri og hevur savnað inn tilfar til bókina. Kári Olsen hevur savnað inn tilfarið, ið snýr seg um kommunurnar Ailar myndirnar eru tiknar av føroyskum myndafólk um og tað er Repro-Z. ið hevur staðið fyri umbróting. scanning av myndum o.s.fr Fyrst í hesi vikuni vóru seinastu filmarnir koyrdir út á Repro Z. har arbeitt hevur verið dag sum nátt fyri at fáa stóru ætlanina lidna Vanliga plagi eg. at búgva á hotelli, men Poul Anker Hansen og kona hansara Olufa hava bjóðað mær at búð hjá teimum, meðan eg var í Førovum hesaferð og eg havi búð har. sum var tað heima hjá eur Olafur Hjá stjóranum í 500 mic krónurs ætlanini gekk leiðin víðari niður meginlandið har hann ei um månadinun finska Marthi mær sjålvum, si evropeiska forsætisraðharran Attissari Ynskja eisini frælsi — Vit leggja nakað annað í frælsishugsjónina enn Tjóðveldisflokkurin. Fyri okkum merkir hugtakið fræsli ikki bert loysing frá Danmark, men at hvór einstakur borgari skal hava møguleika fyri einum fræslum og virknum lívi, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard JOHN JOHANNESSEN Javnaðarflokkurin leggur, eins og væntað, stóran dent á, at um nøkur broyting skal gerast í ríkisrættarligu stóðu Føroya, skal tryggjast, at talan er um eina avtalu, ið tryggjar einstaka føroying inum møguleikar fyri einum ríkum og virknum lívi. Hetta heldur flokkurin ikki bera til við fullveldishug- sjónunum hjá verandi sam- gongu, og als ikki hjá Tjóð- veldisflokkinum. Tó vísir Javnaðarflokkurin í sama viðfangi á, at flokkurin ynskir broytingar í ríkisrætt- arligu viðurskiftunum, um ikki so vittfevnandi broyt- ingar, sum tær, Tjóðveldis- flokkurin ætlar at fremja í verki. Tríggjar orsøkir Formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað eru trý viðurskifti, ið hava sett gongd á fullveldis- rákið. Tað er gamalt, og er talan í hesum ført um spurn- ingin, hvort tað ber til hjá Fólkatinginum at taka aftur tær heimildir, tað hevur givið Løgtinginum gjøgn- um heimastyrisskipanina. Tað, føroyingar ynskja, er at fáa staðfest, at hendan heimild ikki kann takast aft- ur. Tað næsta av viðurskift- unum er, at Føroyingar ynskja at fáa staðfest, at løg- tingslógir hava somu tyngd sum fólkatingslógir og at staðfesta, at ein løgtingslóg ikki kann víkja fyri eini fólkatingslóg. Triðja punkt- ið er, at føroyingar ynskja at fáa rættindi at gera altjóða avtalur og sáttmálar, uttan neyðugt er at spyrja danir um loyvi til tess, sigur Jó- annes Eidesgaard, ið er púra samdur í hesum trimum punktunum, og heldur tey vera ein ógvuliga góðan málsetning at arbeiða eftir. Samstundis setir Jóannes Eidesgaard spurningin, um tað bert ber til at uppfylla hesar treytir, um vit fáa før oyskt fullveldi. Spurning- inum svarar hann sjálvur, og sigur, at sambært teimum 15 síðunum í sjálvari Hvítu- bók, ið eru itøkiligar, ber hetta ikki til. Men skundar hann sær at viðmerkja, at hetta ikki er sætt, ti í upp- skoti floksins um sjálvstýr- islóg ber til at uppfylla treytirnar, og tískil ber til at finna eina loysn innan ríkis- felagsskapin. Og er tað hes- um, Javnaðarflokkurin ætl- ar sær at arbeiða fyri. Politisk rørdsla Stadfest er vid fimm tumma seymi, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við full- veldisætlanunum hjá Høgna Hoydal og øðrum. Flokk- urin heldur, at hesar ætlanir beinleiðis seta vælferina hjá vanliga føroyska húskinum í vanda. Men Javnaðar- flokkurin er tó ikki bangin fyri, at fullveldisætlarnirnar verða framdar í verki í ti líki. Tóðveldisflokkurin ætlar. Sum grundgeving fyri hesum, vísir Jóannes Eides- gaard á, at tað í íslendsku fullveldisgongdini var talan um eina fólkarørðslu, ið ynskti íslendskt fullveldis- ríki. Sambært formanni Javnaðarfloksins, er talan ikki um eina slíka fólka- rørdslu í Føroyum í dag, men heldur um eina sam- gongupolitiska ella kanska bert flokspolitiska rørdslu. Tískil væntar hann ikki meiriluta fyri føroyskum fullveldi, eins og Høgni Hoydal og aðrir. Løgmaður gav til kennar í Sosialinum leygardagin, at hann ynskir eina breiða semju í Løgtinginum, áðr- enn farið verður til Dan- markar at samráðast um ríkisrættarligu stóðu Før- oya. Síðani er spurningurin, um tað ber til at fáa eina slíka semju. Jú, sambært formanni floksins sær Javn aðarflokkurin møguleika fyri einari breiðari semju, men vísir hann í sama við fangi á, at hon ikki verður skorðin eftir tí leisti, Tjóð veldisflokkurin ynskir Hann sigur, at Javnaðar- flokkurin ikki stendur fast við, at neyðugt er at finna eina loysn innan rikisfelags- skapin. Minnast má til, at ein avger um loysing frá Dan- mark er ein avger, ið ikki ber til at taka aftur, tá hon er tikin, eins og til ber at koma vid broytingarupp- skoti til eina skattalóg. dag- in eftir hon er samtykt. Tí mugu vit taka hetta mál í álvara og halda bæði beinini á jørdini, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Hann leggur afturat, at Javnaðar- flokurin altíð er at fáa fatur á, og nú flokkurin hevur meldað út, stendur tað til løgmann, um hann tekur upp samband við flokkin