Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 179 - 22. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Landsfundur Javnaðarfloksins: avrikini. Teir hava flokkað tey eftir skipan hjá Heims- bankanum, har nýttir verða fýra bólkar: 1. Låginntøka undir 725 USD 2. Nidara midalinntøka 725 - 2.895 USD 3. Ovara midalinntøka 2.895 - 8.955 USD 4. Håinntøka meria enn 8.995 USD Kanningin visir, at saman beringar av BTU pr. capita um miðjan 1990-årini, at í miðal eru atlondini mun andi betri fyri búskaprliga enn smátjóðirnar. Bert 19% av smátjóðunum røkka håinntøkub6lkinum, meðan heili 48% av atlondunum gera tað. Hin vegin eru 19% av smátjóðunum at finna i láginntókubólkinum og onki av atlondunum. Sum heild ella í miðal eru atlondini munandi betri fyri, tá mett verður út frá brutto- tjóðarúrtóku upp á fólkið. Annars er lítið ivi um, at búskaparligi parturin er tann mest áhugaverdi í Hvítubók, og serliga, tá lisin verður sjálv bókin um búskap. Tað er valla heldur nakar ivi um, at júst hesin parturin er tann, sum fólk flest hava størsta áhuga i. Hvussu fara hesar full- veldisætlanir at ávirka mítt lív, hvussu fer alt hetta, at ávirka mítt húski? Hetta er sjalvsagdir spurningar, sum krevja svar. Men svar fáa tey ikki úr Hvítubók. Longu í byrjanini av bókini um búskapin við- gongur búskaparbólkurin, at teir hava gjørt nakrar av- markingar í arbeiðssetningi- num. Hví? Kann tað hugs- ast, at tíðin, teir fingu, var ov stutt? Ja, tað er væl mest sannlíka svarið, tí gera teir avmarkingarnar. Men hví hevur landsstýrið so ikki givið teimum ta neyðugu tíðina í staðin fyri at minka um arbeiðssetningin? Lítið ivi er um, at rættast hevdi verið at havt ein tjóðar- roknskap sum grundarlag, men tað hava teir ikki, tí hann er ikki liðugur enn. Og so hoyra vit nú, at nú koma partar av kanning- unum sendandi aftaná. Hvat er tað sum hevur sovorðnan skund, at alt meira ella minni sleppur at standa í hálvum gekki? Fyrsta avmarkingin og avgjørt veikasta punktið í allarai búskaparfrágreiðing- ini er, at teir hava ikki kannað, hvørjar avleiðingar ein minkandi ríkisstuðul fær fyri einstaka húskið ella virkið. Samstundis hava vit hoyrt landsstýrismannin óteljandi ferðir sagt, at hetta tilfarið skal skapa grundar- lagið fyri, at einstaki føroy- ingurin skal kunna taka støðu. Men hvat skal hann taka støðu út frá. Skal hann brúka økonomiskar frymlar, framrokningar av gjalds- javna ella lærubókateoriir, tá hann skal taka hesa stóru avgerð. Í øllum fórum fær hann einki at vita um, hvørja ávirkan fullveldis- projektið fær fyri hann og hansara húski. Og tá vil eg siga, at vit aftur eru við gomlu myndina, sum onkur skýrir ræðumynd, at hetta er sum at leypa av 5 metur vippuni uttan at vita, um vatn er í hylinum ella ikki. Hvat hugsa menn fyri sær? Hvussu skal føroyingurin taka stødu, tå hann ikki kennir avleidingarnar? Ætla teir at vinna full- veldid vid at seta økonom- isk modell upp vid vøkrum litum i Power Point? Fortreytiranr fyri búskap- arliga metingarnar eru: * eina skiftistid upp á 15 til 20 ár. * ein búskparligur vøkstur uppá 2% pr. ár. + og eitt rentustødi upp á 5%. Taka vit skiftistíðina, so er tað greitt ein samráðingar- spurningur, men fyribils útmeldingar frá donskum politikkarum siga yvir ein kamb, at skiftistíðin verður í hvørfall ikki 15 til 20 ár, um vit velja fullveldi, men munandi styttri. Verður skiftistíðin styttri enn 15 ár, so fer tað at merkja stórar skerjingar hjá tí almenna, lítlan og ongan eftirspurn- ing, sum fara at merkja arbeiðsloysi og fráflyting, kanska stórri enn hana vit sóu fyrst 90'unum. Tá i 4 ARE fi Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum var í Samljóð i Skopun skramblar ikki bara rokni- stykkið saman, men so sanniliga eisini okkara møguleikar fyri einum fríum og frælsum lívi. Taka vit búskaparliga vøksturin, so eru tað fleiri og fleiri búskaparfrøðingar, sum halda tey 2% í vøkstri, er ov høgt sett. Taka vit eitt miðaltal fyri Norðurlond, so liggur hetta niðri á 1,83%. Tá teir brúka eitt miðaltal aftur til 60 árini, so vóru heilt serligar umstødur til, at vøksturin var stórur tey árini, og tær umstødurnar koma ikki aftur. Og hin vegin so kunnu vit ikki taka tann veruleika burtur, at vit hava eina fiskivinnu sum høvuds- vinnu. Øll vita vit, at árini eru skiftandi bæði til fiska- nøgd og fiskaprís. Hvítabók tekur fyri givið, at vit frá nú av bert fara at hava yvirskot á fíggjarlógini. Men her má minni vera stokkut, tí taka vit árini 1989 og 90 so høvdu vit hesi bæði árini eina milliard í halli á figgj- arlógunum. Og hver minn- ist ikki støðuna í 1992 og $ pr Fr er 93 vid fiskaloysi og botn- prisum. Sjålvandi skulu vit ikki ynskja hesa tid aftur, men tað er ein veruleiki, at hesi vidurskiftu styra vit ikki sjålvir. Triðja fortreytin vid rent- ustødinum, ja, har er stutt at siga, at tad er eingin, sum i dag dugur at siga, hvussu rentustødid sær út um 5 ella 10 ár. Tað kann verða lægri, men eisini hægri Eitt annað, sum ein býtur merkið í, tá ein lesur bú- skaparpartin er, at tað eru ongar sokallaðar sensiti- vanalysur gjørdar. Hvat hendur, um viðurskiftu, vit ikki sjálvur stýra broytast? Fiskaprísur, fiskanøgd og rentustødi? Landsstýrismaðurin sigur í blaðgrein í vikuni, at út- rokningarnar eru sokallaðar worst-case. Í ringasta føri. Men tað eru nógvar røddir frammi nú, og tað fara at koma enn fleiri, sum fast- halda, at talan er um best- case og enntá dream-case útrokningar. Men lat okkum halda okkum til teirra for- teytir, tó soleiðis at vit seta skiftistíðina til 20 ár við einum vøkstri upp á 1,75% pr. ár. Um vit taka tóku inntøkuna pr. íbúgva í Føroyum og í Danmark, so siggja vit, at Danmark ligg- ur 12% frammanfyri. Keyp- iorkan í Danmark er 12% hægri enn okkara í dag. Aftaná 20 ár er stødan tann, at teirra keypiorka liggur heili 60% hægri enn okkara Hetta vil vidføra ein fólka- fráflyting av tí aðru verð Roknistykkið er stórt sæð sambært Hvítubók. Vit hava bara sett vøksturin til eitt kvart prosent lægri. Teir hava bara ikki gjørt hesar útrokningar, so kann man undrast yvir hví? Búskaparbólkurin sigur, at tá ein tíð er liðin aftan á eitt fall í búskapinum, so vil hetta føra við sær bøtt kappingarføri í útflutnings- vinnuni og harvið vaksandi framleiðslu. Hetta er tað, sum kann kallast ein „kun- stig“ devaluering. Ein deva- luering verður gjarna brúkt til at styrkja um útflutnings- vinuna. Lønarlagid lækkar, kappingarførid batnar, og tað sum mist verður, verður vunnið inn aftur við øktum eftirspurningi og harvið øktari framleiðslu. Men hvussu kunnu vit i Føroyum økja útflutingin, tá vit bert hava fiskivinnuna at halda okkum til? Tað verður ikki meira fiskur á grunninum, um vit fáa betri kappingar- førid. Vit fáa ikki okt útflut- ingin, tí okkara råvøra er til eina og hverja tíð avmarka av náttúruni. Eisini hevur verið sagt, at tá fullveldið kemur, og ríkisstuðulin er burtur, tá vilja vit síggja kreativitetin i føroyska vinnulívinum. Einki er meira skeivt enn hetta. Kreativitetur og ílog- uhugur trivist best i einum vakstrarsamfelag, medan vinnulívið í einum landi í kreppu. hvorki hevur hug til íløgur ella hugskot til fram tók. Hygg at Føroyum fyrst Jón Ingi Ejdesgaard úr Oyndarfirði og Jákup Lindenskov i 90'unum. Uppsparingin var her, men varð ikki rørd Eingin tordi nakad - eingin vildi nakað - eingin trúði upp á nakað Hokus - pokus vit gera ein búskapargrunn, og so eru allir trupulleikar okkra loystir. Eg helli sanniliga tann vegin sum so nógv onnur, at høvdu vit bara havt ein slíkan. So vit kundu ávirka skiftunum í konjunkturunum. Men sig okkum so fyrst, hvussu vit fáa hesar 10 milliardirnar í grunnin? Landsbankastjórin var í útvarpinum og opin beraði fyri okkum henda grunnin, men tíverri setti útvarpsmaðurin ongantíð spurningin, alt Foroya fólk bíðaði eftir, nevniliga, hvar fáa vit pengarnar frá at seta í henda grunn? Jú, frá ein- um konstantum yvirskoti á fíggjarlógini og frá einum ríkisstuðuli úr Danmark. So einfalt er tað. Men er tað nú so einfalt. Hvor sigur, at vit fara at hava hatta yvirskotið til allar ævir, og hver sigur, at vit fara at fáa stuðul úr Danmark í 20 ár. Og hvussu stóra uppsparing hava vit gjørt áður? Hvussu nógvar milliardir hava vit spart upp øll árini? Hvussu nógvar milliardir hevur sitandi samgonga sett í grunn? Hvussu nógv hevur sitandi samgonga, nú alt hevur flotið yvir í róma, minkað um ríkisstuðulin? Annað er, at serliga loys- ingarmenn hava sæð blokk- in sum tað stóra dýrið í opinberingini. Tað er næst- an ikki mark fyri, hvussu óhepnar avleiðingar hann hevur fyri føroyskan bú- skap. Men hvat er munurin at fáa ein ríkisstuðul ella at fáa eitt avkast úr einum grunni. Í báðum fórum er talan um eina veiting, har eingin framleiðsla liggur aftantyri Kaga vit i tann partin, sum snyr seg um fyristing ina, so er hesin partur rætti áhugaverdur. Vit her eina uppseti ga raa ng a hvussu ótrúliga stór „berer ingsflatan” er millum okk ara umsiting og ta donsku Endar á næstu síðu