Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Jan Møller Jonhard Hammer B ' Dagbjort S. Hansen Eiríkur Lindenskov Blaðfólk: Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Nemt Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tréndarson Eyðun Klakkstein Høgni Mohr Niclas Johannesen Yngd: Jåkup Mørk Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang 110 Tørshavn Alvur Haraldsen Telefon: 311820 Utgevari, uppseting: Telefax. 314720 Sp/t Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir e-mail: post & sosialurin.fo | Lýsingar: lysingGsosialurin.fo | Prent: Sosialurin ) Osannindi og lygnir Oddagrein Sjáldan munnu orðini lygn og ósannindir hava verið so nogv nýtt í foroyska politiska umhvorvinum sum seinastuni. Eitt nú åkærir Høgni Hoydal formannin Føroya Arbeiðarafelag fyri at grunda síni utsøgn á ósannindi, Sambandsflokkurin verður lagdur undir at bera ósannindi, og nú í seinastuni hevur Javnaðarflokkurin fingið toyggið frá landsstýris- nanninum. Búskaparligu viðmerkingarnar frá flokk- num til Hvítubók verða kallaðar lygnir. Høgni Hoy- dal vil hava at vita, hvor hevur skrivað viðmerking- arnar. Hetta er kanska Skiljandi, men landsstyris- maðurin eigur at fyrihalda seg til innihaldið, og ikki persónarnar. Ein indeksútrokning er annars rætti- nføld, og er ein spurningur um, hvørjar u D 3 kjakast um fortreytirnar, men at kalla eina utrokning fyri lygn. átti landsstyrismadurin at hildið seg ov góðan t á einari heimasíðu er ikki serliga itisvekjandi. Sambært 1999 árbókini hjá The list, so høvdu tey 4 skandinavisku londini oreg. Svoríki, Finland og Danmark) ein miðal- At vísa serfroðingaargument aftur við onkrum ein ha r 3 6. Finland lå lægst vid 0,3% og Noreg lå hægst við 3,9%, Svøriki hevði 0,6% vøkstur og Danmark, å hevur havt nøkur góð år í nitiårunum, hevði ein vøkstur uppå 2,2%. Lygur The Economist, kundi ein freistast at spurt Høgna Hoydal. At forutseta ein búskaparvokstur uppá 2% langt fram i tíðina fyri Føroyar, og harvið leggja Føroyar á ovastu rok millum grannalond, er sera bjartskygt, og tað tænir kki nøkrum endamáli, at Høgni Hoydal sum pol- tikar! gongur og såar iva um hettar At tað ikki ber til at siga nakað um livistoðið í Føroyum við atliti til tað einstaka húskið er ikki rætt. Tað ber altíð til at hyggja at búskaparútlitunum hjá okkara storstu seljaralondum, og harútfrá siga nakað um, hvussu keypikraftin hjá huskjum í Før- oyum minkar javnt við at lønirnar minka - lutfalsliga i hvussu so er. Tad er ein so grundleggjandi partur av avgerðargrundarlagnum fyri Foroya framtíð at tað vildi verið ábyrdarleyst ikki at hugt at hesum. Tað er ivaleyst rætt, at Høgni kemur í tíðarneyð, um alt skal gerast til litar, men Foroya framtíð er meira tydingarmikil enn hettar valskeiðið. Hevur samgongan álit á, at teirra loysn er tað, ið Foroya fólk vil, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki at bíða eitt sindur til oll tol eru komin á borðið. Ein kundi annars spurt Hogna Hoydal, hvussu ber tað eitt nú til, at livistoðið í Foroyum sambært Hogna Hoydal ikki lækkar, tá lønirnar í hvussu so er lutfalsvíst lækka, samstundis sum skattatrýstið í besta fori stendur í stað? Hesin spurningur er so grundleggjandi, at hann kann ikki vera gloymdur í Tinganesi. Hvussu nógv vil borgarin fara niður í livistoði fyri fullveldi? Eitt er vist, at fellir livistoðið við eini skiftistiå uppá 20 ár, so versnar roknistykkið be- týðiligt um skiftistíðin verður bert verður 10 ár ella uppaftur styttri enn tað. Orðaskiftið um Hvítubók og sjálvstýri og fullveldi fer at halda fram komandi vikurnar. Bæði landsstýrið og andstoðan skylda Foroya fólki, sum skal taka stoðu til málið seinni, at brúka saklig og argument heldur enn at sleingja um seg við orðum sum ósannindir og lygn. Her mugu allir politikarar taka í egnan barm. Andstoðan kemur heldur ikki langt við bara at niðurgera Hvít- ubók. Hon er langt frá fullkomin, men hon eigur at metast sum eitt amboð, ið rúmar nógvum møgu- leikum. Hetta hevur løgmadur gjørt púra greitt. Sosialurin Øll hini bara lúgva, sigur Høgni Øll tey, sum ikki tóku undir við loysingarætlanini hjá landsstýrinum, og sum vóru atfinningarsom ella vístu á aðrar leiðir, tey vóru bara Tað var standard- svarið hjá landsstýrismann inum Høgna Hoydal, með- an hann enn helt at væl stóð til Nu må panikkur vera komin i, tí nú verða øll sum eru ósamd og hava aðrar meiningar, nú eru tey oll lygnarar. "Tað er lygn" - nú er tað standardsvarið, í ym- iskum málsligum formum sum beinleiðis lygn, svørt lygn, ósannindi og óbein- leiðis ósannindi o.s.fr. Ingeborg Vinther er á- byrgdarleys og lýgur om- aná, bæði beinleiðis og 6- beinleiðis. Edmund Joensen hevur miskilt alt og lýgur haraftrat. Og sjálvandi lýgur eisini Jóannes Eidesgaard. Ja í einum stuttum parti av eini samrødu i Sostalinum mikudagin roynir Høgni Hoydal at gera Javnaðar- flokkin 4 ferðir til lygnara. OSCTIØS. Eitt dømi um eina “beinleiðis lygn" Lat okkum beinanvegin taka eina av hesum lygnum og vita eftir, hvor ið lýgur: Javnaðarflokkurin hevur víst á at tað er ein realistisk fyritreyt at rokna við einum midalvøkstri uppá 2 % (í realvøkstri) tey næstu 20 ár ini. Hesa og aðrar órealist- iskar = fyritreytir brúkar Høgni nevnliga úr Hvítubók til at vissa fólk um, at ongin vandi er við loysingini. Javna0darflokkurin hevur m. a. vist á, at midalvøksturin í Norðanlondum tey síðstu 10 årini er ikki meir enn Í „8 %. Til hetta sigur Høgni "Men hetta kann eg beinanvegin siga vera bein- leiðis lygn, tí á heimasíðuni hjá OECD sæst greitt. at talan er um eitt nógv hægri ta SO. Niðanfyri er talva, sum vísir miðal buskaparvøkst- urin seinastu 10 árini. sum tøl eru fyri, tvs. frá 1987 til 1997. Kelda er Danmarks Statistik (sí tilvising undir talvuni). Hon vísir at mið- alvøksturin í miðal var 1,8 %. Hon vísir eisini, at stórur munur er á løndunum Størsti vøksturin er í Noregi - tað er greitt hví so er, tað er jú ein búskapur, sum hev- ur verið pumpaður upp av ovurstórum oljuinntøkum. Men har síggja vit eisini, at vøksturin í Íslandi, sum annars skuldi verið nærmast at samanborið okkum við í hesum sambandi. har er vøkst-urin bara 1,43%. So um Høgni enn heldur at hetta er ein beinleidis lygn, skal hann fåa telefon- nummarið frå mær til Dan- marks Statistik, og kæra seg um hesa ónærisligu lygn og uppílegging í innlendis for- oysk viðurskifti. Tað er ongin serstøk grund at vænta, at vit í Før- oyum fara at hava ein vøkst- ur komandi árini, sum er omanfyri midalvøksturin í Norðanlondum. Helst verð- ur tað nakað niðanfyri. sigur ein av serfrødingunum úr búskaparbólkinum. Og at 1% er meira sannlikt enn 2%. So bresta allar fyritreyt- irnar um tað lagaligu tillag- ingina, so slepst ikki undan ógvisligum sparingum og skerjingum í hesi góðu skiftistíð. So lítið skal til. Tað er hetta sum er tað ålvarsliga - fastari er grund- in ikki undir loysingarpro- jektinum, at tå tær órealist- isku og yviroptimistisku fyritreytirnar ikki halda, so verður avleiðingin stórar al- mennar skerjingar. nógv ar- beiðsloysi og fráflyting. Tað er ongin ræðumynd, men ein realistiskur møguleiki, tå man loypir avstad uttan at hava fast undir fótum. Ein “beinleiðis lygn" aftrat Í somu grein sigur Høgni Hoydal at tað er "beinleiðis lygn" tá Javnaðarflokkurin vísir á, "at livistødi í Før- oyum fer at lækka 60% eftir eina møguliga loysing frå Danmark." Eg haldi at Høgni Hoydal nú skal sissa seg eitt sindur. Årligur båskaprvøkstur í Norðanlondum 1987-1997 (bruttotjóðarúrtøkan í føstum prisum) Index 1990=100 1987 97,4 M3 98,7 94,2 90,2 Danmark Noreg Island Svøriki Finland Midalvøksturr óvektaður Midalvøkstur vektaður eftir fólkatali 1990 100 100 100 100 100 Miðal vøkstur 1997 120,5 130,8 114,0 105,6 106,8 (%) 2,10 2,91 1,43 1,14 1,67 1,85 Vøkstur Faldað fólkatal 10,95 12,52 0,43 8 10,00 8,52 42,43 S.1 23,70 1,79 (42,43 / 23,70) Kelda: Statistisk tiársoversigt 1999, s. 141, Danmarks Statistik Royna at halda høvdid kalt, sum løgmadur plagar at siga, Og hann skal royna at lurta eftir, hvat onnur veru- liga siga, áðrenn hann skírir oll fyri lygnarar. Javnaðar- flokkurin sigur ikki tað sum Høgni pástandur. Um hann nú ikki minnist, hvat vit hava sagt, skal hann lesa Sosialin frá leygardegnum, niðasta helvt á síðu 4. Har stendur tað greitt og væl orðað: * at undir ávísum - enntá bjartskygdum - fyritreytum, m. a. einum búskapar- vøkstri uppá 1,75% og eini skiftistíð uppá 20 ár, so verður avleiðingin av loys- ingini ein slík stagnatión í føroyska búskapinum, at vit dragna langt afturút saman- borið við hini norðanlondini - t. d. fer tann munurin í keypiorku, sum í dag er uppá 12 % millum Føroyar og Danmark, at økjast heilt uppí 60% um 20 ár. Tað verður ikki rúm fyri tí nú, men ein av komandi døgunum skulu vit við ná- greiniligum tølum visa, hvussu henda framrokning- in er gjørd.komið. Tað stutta av tí langa er, at Høgni hevur hvorki reim ella selar í sínum loysing- arbrókum. Tað hevur Javn- aðarflokkurin víst á. Tað hevur ein av serfrødingu- num í búskaparnevndini, Magni Laksafoss grundgiv- ið væl og virðiliga fyri í síni framúrskarandi skilligu grein í bløðunum leygar- dagin. Og er tað ikki eisini tað, sum aftur ein annar av buskaparserfrødingunum, Hermann Oskarsson, i ver- uleikanum våttar i Dimma- lætting mikudagin, hóast hann skjýtur til báðar síður? Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður Nýtt nummar uttanlands I fjør vár gjørdi Føroya Tele ein faldara, sum varð borin út til oll húsarhald í Føroy- um. Faldarin hevði til enda- máls at kunna viðskiftafólk- ini hjá Føroya Tele um ymiskar broytingar í numm- arskipanini, og varð hetta gjørt sum ein líður í at fylgja eini skipan eftir altjóða leisti. Fyrsta og størsta hending- in var, at allir felagar tann 1. apríl í fjør fingu eitt 6 siffrað telefonnummar. Í vár vórðu sertænastunummurini broytt, t.d. varð Neyðkall broytt til 112. Tann 1. okt- ober í ár kemur so seinasta broytingin, sum ber í sær at tá ringt verður til útlandið., skal trýstast 00+landakotu í staðin fyri 009+landakotu. Tá tílíkar broytingar henda, er vanligt, at Foroya Tele letur gomlu tænastuna standa við í eitt hálvt ár og hevur ein telefonsvarara, sum upplýsir nýggja numm- arið. Hesin framferðar- hátturin verður tó ikki møgu- ligur hesaferð, av tí at nógv lond, td. Bahrain, Israel. Jordan, Oman, Syria, Qatar v.fl. hava eina landakotu. sum byrjar við 9. Sostatt endar samrødan í einum av hesum løndunum, um ein av misgávum trýstir 009. Av ti at nummarrødin 00 100 til 00 999 í hesum sam- bandinum er sett av til alt uttanlands samskiftid, verð- ur eisini neydugt at broyta telefonnummarid til upp- ringda sambandið á internet- inum. Hetta merkir, at frå 1. oktober 1999 virka 0075 og 0076 ikki longur: hesi verða broytt til 1615. Allir kundar hjá Foroya Tele fáa í hesum døgum eina vegleiðing við e-posti við upplýsingum um, hvussu — internet- nummarið til uppringda sambandið verður broytt.