Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 Hóast starvsfólk siga upp í hópatali orsakað av, at tey ikki fáa lón og av vánaligum arbeiðsumstóðum, vissar stjórin í Atlantic Radio um, at viður- skiftini á stødini eru í fínasta lagi JOHN JOHANNESSEN - Kleyvarskapur ræður á Atlantic Radio. Tað eru ikki hissini ord, starvsfólkini á útvarpsstøð- ini nýta um leiðslu sína. Aður hevur verið at hoyrt, at starvsfólkini hjá Atlantic Radio ikki fáa løn fyri sítt arbeiði, og sum Sosialurin skilir er tað sama enn gald- andi. Sambært Halli Hjal- grímssyni og Jóhann í Koll- afirði, ið báðir hava starvast á stødini, hava starvsfólk ikki fingið løn í langa tíð. Hallur Hjalgrímson vísir á, at hann hevur starvast hjá útvarpsstóðini í tríggjar mánaðar, uttan at hava fing ið nakra løn. Burtursæð frá einum hundraðkrónurseðli av og á, tá hann hevur hótt við at rýma. Hallur hevur havt eina arbeidsviku, ið hevur ligið um 30 til 40 tím- ar allar triggjar mánaðirnar, men tá hann hevur kravt stjóran og eigaran av At- lantic Radio, Lárus Robert Arason, eftir løn síni, hevur hann fingið boðið 15.000 krónur fyri allar tríggjar mánaðirnar. Hetta heldur Hallur Hjal- grímson vera undir alt lág- mark, og tí hevur hann als ikki tikið av hesum tilboði. Heldur ikki, tá Lárus Robert Arason beyð honum at fáa eitt sindur afturat í lumman - uttanum skattamyndug- leikarnar. Tiskil hevur hann saman við ødrum starvs- fólkum vent sær til Blað- mannafelagið, sum í løtuni viðger málið. Sáttmálabundin Stødan hjá Jóhann í Kolla- firði er eitt sindur ørvisi enn stødan hjá Halli Hjalgríms- syni. Jóhann er nevniliga sáttmálabundin at Atlantic Radio gjøgnum egna parta- felag sítt. Men hann hevur, eins og Hallur, ongan pen- ing fingið fyri arbeiðið. Hetta hevur hann fleiri ferð- ir gjørt vart við hjá leiðsluni í Atlantic Radio, men tað einasta hann hevur fingið burturúr er, at leiðslan hevur roynt at skumpa hann út av stødini. Jóhann viðgongur, at hann er vorðin so mikið arg- ur inn á leiðsluna á útvarps- stødini, at hann fleiri ferðir hevur verið ógvusligur í munninum móti stjóranum, Lárusi Robert Árasyni. Men hann vísir á, at stjórin sanni- liga hevur lønt honum hetta aftur. - Tað er fleiri ferðir hent, at stjórin er hevur gloppað dyrnar inn í studio og kalla okkum >idiot!< meðan vit sita fyri opnari mikrofon, sigur ein argur Jóhann í Kollafirði. Orsøkin til, at eg eri såttmålabundin at Atlantic Radio er, at eg havi gjørt lýsingar fyri støðina. I veru- leikanum havi eg sitið heima og gjørt lýsingar fyri stóðina við míni egnu út gerð síðani hon byrjaði at senda. Og, sjálvt um At- lantic Radio gevst, havi eg enn framúr góðar møguleik- ar at gera lýsingar fyri aðrar loftmiðlar, sigur Jóhann í Kollafirði, ið ikki er bangin fyri at leggja fingrarnar ímillum, tá hann tosar um leiðsluna í Atlantic Radio. Jóhann vísir á, at orsøkin til, at útvarpsstøðin ikki hevur ráð at gjalda út lønir, er einføld. — Leiðslan í Atlantic Rad- io hevur søplad allan pen- ingin burtur til óneyðugt fjas, sigur hann og vísir á, at stjórin hevur keypt eina rúgvu av óneyðugum far- telefonum, ið hava ovur- stórar rokningar. Harafturat skal nógvur peningur eisini vera brúktur til óneyðugar uttanlandsferðir. Hótt Hallur Hjalgrímson og Jó- hann í Kollafirði vísa báðir á, at stjórin í Atlantic Radio, Lárus Robert Árason, fleiri ferðir hevur hótt starvsfólk við uppsagnum, um tey halda fram at grenja um pening. Harafturat vísir Hallur Hjalgrímson á, at hann eisini veit um, at stjór- in á stødini hevur hótt við at meiðsla fyrrverandi starvsfólk, um tey slatra til fjølmidlarnar um støðuna á Atlantic Radio. tíðindablaðið Beint eftir, at Sosialurin í gjár tosaði við Lárus Robert Arason um skuldsetingar- nar móti útvarpsstøð hans- ara, fekk Jóhann í Kollafirði teldubræv frá einari dul- nevndari sokalladari hot- mail teldupostaddressu. I hesum teldubrævi, ið er skrivað á enskum, verður sagt, at øll vita hver hann er, og tískil kann hann nú koma út úr skápinum. Greitt verður frá, at alt aftur er sum vant á stødini og oll eru aft- ur til arbeiðis, burtursæð frá teimum, ið hava rænt pen- ing úr sodavatnsmaskinuni Víst verður á, at tey. ið nú eru til arbeiðis, ikki eru limir í Blaðmannafelag- num I teldubrævinum verður harafturat sagt, at kopi av øllum samskifti millum Jó- hann í Kollafirði og eitt annað av starvsfólkunum er sent løgregluni í Havn, somuleiðis sum upplýsingar um rætta identitet hansara eisini eru tað. Víst verður í hesum sambandi á, at Jó- hann kann vænta sær, at myndugleikarnir fara at taka til lógina ímóti honum. Jóhann ivast ikki í, at hetta teldubrævið kemur frá Atlantic Radio, men hann sigur seg als onga grund hava at ræðast hesar hótt- anir, tí hann hevur einki lógarbrot framt. Heit linja Eftir at tað gjáramorgunin frættist, at Sosialurin fór at skriva um støðuna á Atlant- ic Radio, hevur telefonin hjá blaðnum nærmast gløtt. Hópurin av starvsfólkum og fyrrverandi starvsfólkum hjá Atlantic Radio hava ringt og greitt okkum frá, at ógvusligt óskil ræður á útvarpsstoðini. Flestu teirra vátta eisini tíðindini um, at stjórin í Atlantic Radio, Lárus Robert Arason, hevur hótt starvsfólkini ógvusliga. Eitt av fyrrverandi starvs- fólkunum, ið ikki er bangin fyri at seta navn sítt til ákær- urnar, er Rúni Ellingsgaard, sum í løtuni er staddur í Keypmannahavn. Hann sig- ur, at hóast hann kemur aft- ur til Fóroya, ætlar hann sær als ikki at hava nakað við Atlantic Radio at gera. Rúni Ellingaard sigur seg hava tosað við Jóhann í Kollafirði, og sigur hann seg kunna vátta alt tað. Jó- hann hevur sagt blaðnum. Tómar skuldsetingar Lárus Robert Arason, stjóri á Atlantic Radio og einasti partaeigari, sigur einki hald vera í nøkrum av skuldset- ingunum. Hann sigur, at Jó- Nærum oll starvsfólkini á Atlantic Radio. ið kre ja løn, eru nú farin til hús... hann aldri hevur arbeitt hjá Atlantic Radio. Hann hevur bert verið leigaður, eins og vaktarfólkini eisini eru, og nú hevur fyritøkan einki við Jóhann í Kollafirði at gera. Stjórin í Atlantic Radio vísir á, at oll starvsfólkini fáa løn, og alt gongst væl á stødini. Vald eru nýgg álitisfólk, og semja valdar á stødini Lárus Robert Arason end- ar við at siga, at hann ikki Mynd: Alvur Haraldsen skilir, at Sosialurin rekur slíka herferð móti Atlantic Radio, og vísir hann á, at hetta fer at gera, at Sosi- alurin missir trúvirðið sítt FR-terminalurin Skjótastur og bíligastur í brúki FR-terminalurin gevur stutta avgreiðslutíð og er | serliga væl egnaður til stoð, har avgreiðslurnar eru nógvar. Útrokningar vísa, at hevur ein hand- il í miðal 6-7 kortavgreiðslur um dagin, er tað | biligari fyri handilin at bruka FR-terminal i mun til | Teleteminal ella sleðu. * Trygdin er kr. 3.000 * Krevur loynital frá kundanum * Avgreiðslutíðin er 7-10 sekund í míðal. * Kostnaðurin er kr. 0,20 fyri hvorja kort- avgreiðslu. Beinleiðis í kassan: kr. 7.600 um... Leysur av kassanum: FØROYANELE - vinnudeildin - kr. 11.900 uma. 201 stephanssons hus tlf. 31 4 T