Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 metti, at Hvítabók hongur ikki saman búskaparliga og at ætlan landsstýrisins hevur demokratiskt og búskapar- ligt undirskot. 100 ára stríð Helena Dam á Neystabø helt løtuna vera komna at enda eitt nærum 100 ára gamalt stríð.og at vit nú eru komin til eitt vegamót. Hon helt tað vera gott, at eingin fyri 20 árum síðani spurdi um framtíðina, tí vit hava verið í kreppu í 1990 92 hóast heimastýrislóg og ríkisstuðul. Hon metti ann- ars ikki vera rætt, at nakar flokkur tekur sær rætt til einrætt uppá vælferðina. Hon greiddi frá, at eitt lyklaorð er samvinna og at eingin ætlar at kvetta ella at taka møguleikar frá føroy- ingum og fólkið skal í síðsta enda taka støðu. Sum Móses á sinni Alvur Kirke helt tiltakið vera gott. Hann minti á gamla havnarmannin, sum helt kærleikan sita í bak- lummanum. Fólk eru bang- in fyri, hvat fullveldi kann kosta. Ung seta búgv, tí ein kann ikki búgva hjá foreldr- unum. Alvur helt Hvítubók minna um Móses á sinni. Hann sendi njósnarar inn at vita, hvussu landið sá út. Sama leiklut helt hann Hvít- ubók hava. Alvur Kirke helt bókinna vera turran, men áhugaverd- an og sakligan lesna. Ikki politiskt litaður lesnaður. Viðmerkingar Jógvan Arge gav síðani pallborðsluttakarunum møguleika at koma við við- merkingum. Høgni Hoydal minti á, at ætlanin við Hvítubók er at „avmystifisera“ fullveldis- ætlanina, tí andstødan hevur ført hesa fram sum morð og brand. Høgni helt Hvítubók mótprógva hetta. Oli Breckmann vendi sær til tey, ið ivast. Hann segði løtuna vera søguliga og lag- aliga. Hann helt, at vit hava prógvað, at til ber at húsast og minti á avlopini í bú- skapinum. Hann helt avtal- una kunna eita hvat sum helst, bert hon er millum javnbjóðis partar. Jóannes Eidegaard minti á, at politikkur snýr seg um at vera ærligur. Tí fegnaðist hann um, at Miðflokkurin minti á, at tað snýr seg um at vilja og ofra nakað. Hann minti eisini Óla á, at ein kann bert fara aftur til sein- ast, tá Fólkaflokkurin hevði løgmann og minnast viður- skiftini. Hetta var í 1989. Edmund Joensen takkaði Jóannes fyri at hava flutt seg mótvegis sambandinum. Hann minti annars á, at vit hava sæð, hvussu lítið skal til, áðrenn 8000 fólk flyta av landinum. Bert fá av hes- um eru komin aftur. Helena Dam á Neystabø helt tað vera ringt at stað- festa, hvar Javnaðarflokk- urin er. Hon helt, at nú má komast víðari politiskt og vegin helt hon vera at vit fáa sjálvsavgerðarrætt. Alvur Kirke helt tað ganga upp og niður og minti á, at vit hava bert fiskin at líta á. Hann minti á søguna um 7 góð og 7 ring ár. Hann helt vera upplagt, at í góð- um árum verður lagt upp- fyri til verri tíðir. Orðið frítt Stundin var so komin, til at orðið var frítt og fólk í sal- inum fingu møguleika at siga sína hugsan og koma við spurningum. Ikki so nógv nýttu møguleikan, men spurningarnir, ið komu, vóru viðkomandi. Ein úr salinum vildi vita frå Edmundi og Høgna, hvørt teir mettu grundarlag vera fyri vælferð um 20 ár og eisini, um teir mettu rík- isstuðulin kappingaravlag- andi. Edmund Joensen var kontantur, og svaraði, at hetta velst alt um, hvønn politiskan veg vit velja at ganga. Hann metti, at vid fullveldi er helvtin av fíggj- arlógini burtur, skiftistíðin er ótrygg og somuleiðis olj- an og vandi er fyri fólka- flyting. Edmund minti á, at lønir eru ikki hægri i Før- oyum, enn i Danmark, men ivaðist ikki í, at var rikis- stuðulin ikki, so vóru lønir- nar her mundandi lægri og við ongum stuðuli vóru vit fátækt fólk. Høgni minti á, at 8000 fólk fluttu við verandi skip- an og ríkisstuðuli. Hann segði eisini, at Edmund kann ikki tryggja, at ríkis- stuðulin verður verðandi og so er hetta sum at senda rokning uttan vert. Høgni metti at peningurin úr Dan- mark kemur vegna trýst úr USA og vísti til nýggju hernaðarfrágreiðingina. Jóannes Eidesgaard metti, at tað er ringt at sáa mistreysti í fólk, men verri er ikki at siga sannleikan. Hann metti, at fullveldi fær avleiðingar og at vit mugu tíðindablaðið vita, hvat hetta kostar. Helena Dam á Neystabø minti á, at eingin orsøk var hjá donskum politikarum at siga, at um vit smekkaðu við hurðunum, so smekkaði lokið á pengakassanum, tí føroyingar smekkaðu ikki vid hurduum. Oli Breckmann metti, at vón er fyri framman, ti fyri hvønn munn, ið skal mett- ast, er ein heili og tvær hendur. Hvide løgne Hans Birgir Hansen metti, at danir í 50 år hava ført fram tað, ið hann nevndi hvide løgne og síðan sam- anbar hann við heitið á nýggju bókini og røðina í TV3. Hann eftirlýsti kunn- ing um fólksins rættindi og skyldur. Samabands unglingin Jó- han Petur fjaldi ikki sín pol- itiska lit. Hann kom inn á, at samgongan vildi ikki yv- irtaka flogvøllin og setti spurningin, um Høgni Hoy- dal ikki vildi menna bú- skapin, áður enn fullveldi er veruleiki. Høgni Minti á, at ein sjålvstødugur = búskapur stendur ikki í stað og rósti Edmundi og Jóannesi fyri at hava fingið yvirskot, tá teir vóru ávíkavist løgmad- ur og fíggjarmálaráðharri. Jóannes minti á, at menn minkaðu ikki ríkisstuðulin, tá teir samráddust um hann í fjór. Hann hækkaði og kemur kanska upp um mill- iardina, tí hann hækkar við danska prístalinum. Hann helt eisini málið um flog- vøllin vísa hugburðin. Høgni visti á, at vøllurin krevur åbøtur og at hetta er sum at keypa bil. Ein vil tryggja sær, at tað ein fær, er í lagið. Helgi Abrahamsen vísti á, at sambært bláa fylgibindi- num, so flyta fólk av landi- num, men í Hvítubók flyta tey aftur. Hetta Helt Høgni var ein misskiljing og vísti hesum aftur. 60 ára gomul bróstabern Petur Jensen helt tað vera Oført, at vit nú skuldu vita, hvar vit gista um 20 ár, hó- ast orðatakið sigur, at eingin veit á morgni, hvar hann á kvøldi gistir. Hann sam- metti annars ríkisrættarligu støðuna, sum hon er nú, við 60 ára gomul bróstabern, ið súgva eina 80 ára gamla konu. Til mikla frægd fyri fólkini í salinum, ið skemt- aðu sær Oført. Og láturin gjørdist ikki minni, tå Petur legði afturat, at hann visti ikki hver var troyttari, munnurin á børnunum ella 80 ára gamla konan. Annliss Bjarkhamar helt vera logið, at Jóannes Eid- esgaard vildi sleppa at leggja amboð í amboðs- kassan, men eftir danskari leiðbeining. Hon vildi vita, hví vit íkki skuldu hava før- oyska grundlóg og hví Javnaðarflokkurin so fegin vildi hoyra danskar meting- ar. Jóannes vísti á, at hann hevur havt sínar uppgerðir við danskar politikarar. Hann helt, at tá vit hava verið saman í 600 ár, so er rímuligt, at báðir partar sleppa til orðana. Og ikki kann skaða, at hoyra donsku sjónarmiðini. Hann vísti á, at fáa vit fullveldi, so skulu vit hava grundlóg og at Javnaðarflokkurin er farin uppí grundlógararbeiðið. Verkafólkið Ungi havnarmaðurin Pauli, búsitandi í Gøtu, vísti á síni ár á sjónum og á fiskavirkj- um. Hann helt eini góð ráð til Høgna Hoydal vera, at hugsa um verkafólkið og at koma við kunning til teirra, um nøkur von um eitt ja frå teimum skuldi vera til eina folkaatkvødu. Høgni og Oli tóku hetta til eftirtektar. Edmund Joensen helt, at arbeidarin ongantid kann at- kvøda ja, ti avleidingin er eitt låglønarsamfelag. Jóanes Eidesgaard mettti, at tosið um kreativitet og fløguhug, tá fullveldi er ver- uleiki, er vrøvl, sum hann målbar seg. Hetta såst i kreppuni, tá eingin hevdi hug at seta pening í nakað. Hann vísti á, at frælsi er eitt tað vakrasta orð á ollum málum, men tað er ymiskt, hvat verður lagt í tað. Helena vísti á, at ætlanin er samstarv á jøvnum føti og at vit hava merkt kreppuna og skert frælsi inn å bein undir verandi vidurskiftum. Alavur Kirke Helt vera positivt, at nú er ætlan um skipaða loysing, í mun til tað sum áður kallaðist kvett. Hann harmaðist tó, at í Føroyum er einoygd pressa og tvey sambandsblød. Hann helt út frá hesum, at upplýsingin má betrast Hann vónaði eina so góða avtalau, at sjálvt sambandshugaði taka undir. Langt ímillum á Frælsinum Nidurstødan av fundinum má verða, at enn er langt ímillum samgongu og andstøðu. Ein væleydnaður fundur, við skemtiligum løtum og nærum ongantíð vóru pallborðsluttakararnir so ósamdir, at tað bilti nakað. Ongantíð kom blóðið veruliga í kók. Spurningarnir vóru fáir, men góðir og umhugsaðir. Men tann breiða semjan var ongastaðni at hóma úti á Frælsinum týsdagin. Endað varð við at syngja tjóðsangin. Hóast langt var millum partarnar, kom blóðið ongantíð upp á kók - og áhoyrararnir settur fáar, men góðar spurningar Mynd: Jens Kristian Vang Kanning Áðrenn fólk fóri in í høllina, fingu tey ein lepa, har atkvødast skuldi um ein tók undir við fullveldi, var ímóti ella ikki visti. Eisini skuldi atkvødast, tá ein kom útaftur av fundi- num. Úrslitið var, at áðr- enn fundin atkvøddu 224 fólk. 97 søgdu ja til fullveldi, 86 søgdu nei og 40 vistu ikki. Ein seðil var blankur. Í pro- sentum gevur hetta 43,3% fyri, 38,39% i- måti og 17,86% vitstu Eftir fundin — at- kvøddu 216 fólk. 98 søgdu ja, 79 nei og 37 vístu ikki. 2 seðlar vóru blankir. Í prosentum gevur hetta framgiongd til fullveldisætlanina. 45% søgdu ja, 36,57% nei og 17,13% vistu ikki. „ atkvødur vóru blankar. Við vanligum meiri- luta høvdu Føroyar fingið fullveldi eftir hesari kanningini, ið tó er gjørd á lítlum grund- arlag, og er hon tí íkki eftirfarandi. Viðmerkjast skal, at áhoyrarar byrjaðu at fara úr salinum á mid- degi, hóast fundurin íkki endí fyrr enn klokkan 12:25. Sostatt er ivi um seinnu at- kvøduna, í mun til ta fyrru.