Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið Føroysku hús- djorini í vanda Verður ikki okkurt munagott gjórt, so endar tað við, at fóroysku húsdjórini doyggja út, tí so fá eru eftir av teimum. Neytini og rossini eru ringast fyri, meðan seyðurin ikki er so illa fyri. Kortini er neyðugt við álvarsomum tiltók- um fyri at hjálpa um stóðuna, sigur neyndin, sum Undirvísingar- og Menta- málastýri setti til at gera eitt tilmæli um fóroysku húsdjórini Nevndin, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið setti at gera tilmæli um hvussu vit verja gomlu føroysku húsdjóra- støgin son, Roar H. Olsen, Elin K. i Jåkupsstovu og Andrias Reinert SVEINUR TRÓNDARSON 1 hálvum øðrum Undirvísing- nálastýrið eina gera eitt tilmæli t skal gerast fyri at gomlu fer- asløgini lin er nú liðug við trio Fyri góðu 1 SE gin n fra g i målinum ljá húsdjórunum hevur verið sera veik, og at neyðugt || gt er við tiltøkum Bædi bråfeingis og vid meira langtidar tiltøkum Tað var tí ikki hissini ar- beiðssetningur, sum nevnd- in fekk at arbeiða við Hon var biðin um at gera eina ætlan sum skuldi loysa teir meira átroðkandi spurn- ingarnar, samstundis, sum hon skuldi gera eitt uppskot til ein varðveitingarpoltikk fyri føroysk húsdjór fram- yvir. Her skuldi nevndin, so eisini siga sína hugsan um hver skal umsita varðveit ingararbeiði frameftir Til seinast var nevndin biðin um at lýsa allan spurn- ingin um varðveitsluna av føroyskum húsdjórum framyvir, og samstundis, sum hon skuldi gera eina ætlan um hesa varðveiting, eisini gera eina kostnaðarætlan yvir tey til- tók hon mælir til at seta í 1 14: h - sKuldi Non verk Tad er moti at vardveita Nevndin staðfestir, at tað kring allan heim er stórur áhugi fyri at verja uppruna- ligu húsdjórasløgini. Orsøk- in til hetta er millum annað, at tað er vorðið greitt, at virðismikið arvatilfar fer fyri skeyti við einvísari kyn- bøting | Samstundis, sum vandi er fyri at upprunaligu húsdjór- mi eru í vanda fyri at doyggja út, so er vandin fyri innannøring, og teimum brekum, sum tað inniber, sera stórur Her heima eru tað sjálv- andi okkara húsdjórasleg, sum eru okkara tilfeingi av arvatilfari, og her á landi stendur avgjørt illa til í so máta Neyðugt er tí, sigur nevndin, at bera sera skjótt at, tí annars er sera stórur vandi fyri at føroysku hús- djørasløgini eru horvin áðr- enn vit vita tað Neytini og rossini illa fyri Nevndin, sum Undirvísing- ar- og Mentamálastýrið setti at kanna okkara heimligu djóraviðurskifti, er komin eftir, at tey føroysku neytini og tey føroysku rossini eru heilt illa fyri Sera lítið skal ganga tann skerva vegin áðrennn før- oyska íkasti til hesi djóra- sløg bert kann måtast í pørt- um og ikki í heilum djórum, og longu nú er ivamál, um hetta er rætt, tá vit tosað um neytini. Nevndini staðfestir, at bert 20 dýr eru av føroysk- um uppruna, og tey flestu eru blandað, meira og minni. við útlendsk djóra- sløg Tey minst blandaðu eru sjálvsagt tey elstu djórini, meðan tey yngru djórini eru meira blandað enn tey eldru. Skal nakar møguleiki yv- irhøvur vera fyri at bjargað føroyska stovninum, so må hann økjast og tiltøk mugu setast í verk alt fyri eitt, fyri at bjarga arvafrødiliga tilfeinginum á ymsan hátt. Færri enn 50 ross Sum sagt, so eru føroysku rossini eisini illa fyri. Sambært upplýsingunum frá nevndini, so eru bara 48 føroysk ross til, men tað sum verri er, er, at av teim- um eru bert 30 før fyri at fáa avkom. Ein stórur partur av teim- um føroysku rossunum er á fáum hondum, og tí er stovnurin sera viðbrekin fyri menniskjaligum broyt- ingum var mannað soleiðis. Gunnar Bjarnason, formaður, Peder T. Haahr, Katrina Svarthamar, Arne Thorsstein- Í nidrustødu síni um ross- ini sigur nevndin, at um stovninum skal vera lív lag- að. so er neyðugt at hann verður upp á minst trý 300 dýr. Hetta ber ikki til at gera bara við at klappa við hond- unum, og tað veit landbún- aðarfólki væl. Tí sigur nevndin, at neyð- ugt er við eini kynbótaskip- an, sum ger tað møguligt at fáa stovnin upp á 300 ross. Av tí at stovnurin er so lítil, er neyðugt at hava lut- falsliga nógvar greðingar í mun til talið av ryssum, og tað er neyðugt at bíða við at gelda greðingarnar. Tann ónda ringrásin Sum stødan er hjá føroysku rossunum i løtuni, so er trupult at fáa fólk at fáa sær føroysk ross. Fá fólk eru sinnaði at fáa sær greðingar, og tí verða teir geldir >sum skjótast<. Av ti at arbeiðast má fyri at broyta hesa gongd, so væntar nevndin, at tað verð- ur uppaftur verri at fáa fólk at fáa sær føroysk ross, av teirri orsøk, at tey ikki tíma at fáast við greðingar. Við hesum heldur tann ónda ringrásin fram, og tað verður enn toførari at gera »føroyskt« kynbótararbeiði. Tað er hesi óndu ringrás- ini, sum vit skulu úr, annars NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 er álvarsligur vandi fyri, at føroysku húsdjórasløgini - í hesum føri rossið - doyr út. Um seyðin sigur nevndin, at stødan hjá seyðinum er ikki so ring, sum hjá ross- unum og neytunum, men eisini har er neyðugt við varsemi. Sjúkur og annað er, sum krevur, at eisini seyðurin er undir eftirlitið. Tilmæli frá nevndini Nevndin, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið setti, hevur latið hetta tilmæli frá sær SVEINUR TRÓNDARSON Í arbeiðssetninginum hjá nevndini, sum skuldi kanna umstødurnar fyri varðveitslu av føroyskum húsdjórum, stóð, at nevndin skuldi koma við einum tilmæli um hvussu farast skal fram yvir longri tíðarskeið. Stutttíðartiltókini eru soleiðis, at tað hevur eydnast nevndini at tosað við tey, sum eiga >partvís føroysk« neyt, um ikki at drepa tey. Samstundis eru tveir greðingar settir í røkt aðrastaðni, og nevndin metir, at myndugleikarnir eiga at lata stuðul til hald av greðingum og neytum vid føroyskum uppruna í sær. Harumframt eigur at vera farið undir fyrireik- andi arbeiði til at taka sáð av tarvum og greðingum. Seta varðveit- ingarnevnd Annars mælir nevndin til, at ein føst varðveitingar- nevnd verður sett at ar- beiða fyri varðveitinga av gomlu føroysku húsdjór- asløgunum. Nevndin skal setast undir UMMS og verda manna við fólki frá Royndarstødini, lands- djóralæknanum, Bónda- felagnum og landsmið- fyrisitingini. Arbeiðssetningurin hjá nevndini verður bæði stórt og tidarkrevjandi, og má tí samskipast væl. Tí metir nevndin, at tað er rætt at seta eitt sam- skipandi lid, sum hevur yvirlit yvir alt økid, sum er samstarvslið millum myndugleikarnar og nevndina og sum hevur fíggjarligu ábyrgdina av arbeiðinum. Nevndin staðfestir, at tað er neyðugt at gera arv- afrødiligar og søguligar rannsóknir, og tí heldur hon, at peningur eigur at vera settur av til enda- málið Harumframt metir nevndin, at farið eigur at vera undir skipaða kyn- bóting, skráseting og góð- kenning av alidýrum. Nevndin sigur, at tað er alneyðugt, at ein skráset- ing verður gjørd, tí hon er grundarlagið undir all- ari skilagóðari viðseting. Trupulleikin, sum hann er í løtuni umfatar, at kyn- bótararbeiðið verður gjørt í smáum åhugafeløgum, og tey eru tíverri ikki fór fyri at føra neyvar skrá- setingar Almenn mið- stød og savn Eitt annad tilmæli frå nevndini er, at ein almenn midstød verdur stovnad, sum hevur umstødur at taka, frysta og goyma sáð og egg. Henda miðstøð skal eisini kunna hýsa djórum, sum eru áhugaverd í sambandi við kynbóting. Harumframt skal henda miðstøð hava møguleikar til at hava kjarnustovnar av flogfenaði. Afturat hesum metir nevndin, at tað er rætt at geva Føroya Fornminnis- savni pengar og umstødur til at kunna hava eitt liv- andi utisavn við føroysk- um húsdjórasløgum. Seinasta tilmæli frå nevndini er, at ein årligur studul verdur latin teim- um, sum hava djór av før- oyskum uppruna, sum eru virdismikil í kynbótaar- beidinum, so leingi stovn- urin er undir vandamark- inum. Spurningurin er so bara, um tilmælini vera fylgd, ella um tey vera standandi å pappirinum.