Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 Fótbóltur: Sjónvarpið fer at fylgja endanum í føroysku landskappingini, men tað verður eingin serstøk ítróttar- sending gjørd Bólturin var eisini spark aður út til føroysku sjón- varpshyggjararnar, nú enda- spurturin í heimligu fót bóltskappingini verður næstu tvey vikuskiftini. Men tað verður eingin serstøk ítróttarsending gjørd i ár. Sjonvarp Føroya fer at fylgja nøkrum útvaldum dystum, og innsløgini frå hesum dystum verða send i Degi og Viku tyskvøld. Komandi vikuskifti er stóri dysturin í Gundadali, har bestu mansliðini hjá B36 og KI fara at spæla. Dysturin kann gerast avger- andi fyri kappingina meist- araskapin, tí vinnur KI, eru teir meistarar. Sjónvarpið fer at taka hendan dystin upp. og brot verða at síggja úr honum í Degi og Viku týskvoldið. Tá verða eisini myndir at síggja frá seinasta dystinum hjá 2. deildarliðnum hjá FS Vág- um, sum verður í Runavík leygardagin, og frá dysti hjá Jan brotið beinið HB-kvinnunum, sum vunnu meistaraskapin vikuskiftið. Leygardagin 2. oktober er seinasta umfar í 1. deild hjá monnum, og tá fer SvF eis- ini at fylgja onkrum dysti. semasta Eingin serstøk sending I fjør fylgdi SVF so at siga øllum dystunum í 1. deild seinastu umførini, men i år verður ikki so nógv burtur úr, og tað hongur saman við, at SVF ikki hevur orkuna at gera krevjandi ítróttarsend- ingar fleiri vikuskifti á rað. - Hetta er eitt val sum vit hava gjørt, og tí fara vit í ár ikki at brúka so nógva orku uppá seinastu umførini í fót- bóltinum, sum vit gjørdu í fjør, sigur Øssur Winther- eig, sum er tíðindastjóri í SvF — Vit høvdu so gjarna vilj- að gjørt meira við fótbóltin, tí vit vita at tað er gott sjón- varpstilfar, men tað ber bara ikki til, sigur hann. tíðindablaðið 23 Sjónvarp Føroya fer at senda frá endabrestinum i føroysku fótbóltskappingini, men tað verður ikki so umfatandi, sum tað var í fjór. Mynd: Alvur Haraldsen Tað verður Tórður Mikk- elsen, sum fer at standa fyri fótbóltsinnslógunum næstu tvær vikurnar. Útvarpið fylgir væl við Føroysku blødini gera nógv við ítrótt, og ikki minst fót- bólt, sum hevur stóran á- huga millum fólk, og bæði her á blaðnum og hjá øðrum fer nógv at verða skrivað um fótbólt næstu tvær vik- urnar Utvarp Føroya fylgir eis- ini væl vid fótbóltinum, og teir fara at halda fram við sínum frásagnum frá teim- um mest týðandi dystunum. Seinastu tvey umførini fara avgerðir at falla í bæði botninum og toppinum í 1. deild hjá monnum, og summar av teimum fara at falla beinleiðis í Utvarpi- num. Landsdysturin ikki vístur Tá føroyska A-landsliðið í fótbólti fer at spæla seinasta dystin í hesi EM-undan- kappingini í Prag 9. oktober, verður Sjónvarp Føroya ikki við. Sjónvarpið hevur annars verið við til allar hinar EM- dystirnar hjá Føroyum í hesi undankappingini, men tað fara ongar sjónvarpsmyndir at koma til Føroyar úr Prag. Sjónvarp heldur seg ikki hava ráð at keypa neyðugu rættindini og tíðina at senda um fylgisvein, og tí mugu fótbóltsáhugaðir føroyingar noyðast við beinleiðis út- varpsfråsøgn og síðani frá- sagnirnar í bløðunum. Sjónvarp Foroya fer at taka kappingina um at ger- ast Føroya sterkasti maður upp. Hendan kappingini verður fyrst í november mánaði. Og í vetur verður ítrótturin dekkaður eftir førimuni, sigur tíðindastjór- in í SvF Fótbóltur: Ein av málsóknastu U-18 monnunum hevur givið avboð til ferð- ina til Finnlands Um mánaðarskiftið skal U- 18 landsliðið til Finnlands at taka lut í EM undankapp- ing, og í síðstu viku høvdu Vit nøvnini á teimum åtjan spælarunum, sum venjarin, Jógvan Martin Olsen, heyði úttikið til ferðina. Millum spælararnar var Jan Nónklett úr NSI, sum hevur verið mettur at vera upplagt evni til eitt álops- pláss. Men nú er greitt, at Jan Nónklett fer ikki saman við tvíburðabeiggjanum, Ken, og hinum spælarunum til Finnlands. Í seinna semifinalu- Keflavík. Tað hevur leingi verið upp á tal, og nú er tað vist. Á tíðindafundi í gjár var tað váttað, at Páll Guðlaugsson skal venja Keflavík. Sambært okkara upplýsingum dystinum, sum unglingarnir hjá NSI spældu móti HB i Gundadali månakvøldid, var tað so óheppið, at Jan Nónklett var skaddur, og týsdagin varð staðfest, at eitt bein er brotið í fótinum. Dómurin er, at fóturin skal liggja í gipsi í fýra vikur, Páll Guðlaugsson venja Keflavik Páll Guðlaugsson skal næsta kappingarár Páll Guðlaugsson hevur vant Leiftur í verða venjari hjá íslendska felagnum tvey kappingarár, og har hava eisini Jens Martin Knudsen og Uni Arge spælt. hevur avtala verið millum partarnar í ein mánaða ella so. Nú eru allir føroyingarnir farnir úr Leiftri, men tað kann koma uppá tal, at onkur føroyskur spælari fer at spæla við Keflavík næsta summar. ek og tað vil siga tað sama sum, at fótbóltsárið hjá mál- sókna NSI spælaranum er liðugt. At talan er um dyggan smeit verður undirstrikað av, at Jan hevur skorað níggju mál í teimum fimm venjingardystunum, sum U- 18 dreingirnir hava spælt Sum tað er nevnt aðra staðni í ítróttinum, so spældu NSI unglingarnir seg mánakvoldið í finaluna í landskappingini, og nú hevur ein av lidfeløgunum hjá Jan Nónklett fingið landsliðsboð. Jógvan Mart- in Olsen hevur sent boð eftir Rúna Rasmussen at koma við til Finnlands. U-18 landsliðið fer av landinum annan sunnudag, og føroyska liðið skal mánadagin, mikudagin og fríggjadagin í aðru viku spæla móti ávikavíst Alban- ia, Ungarn og Finnlandi. jh 35-ára gamli Michael Laudrup verður hjálpar- venjari hjá danska fót- bóltslandsliðnum. Tað gjørdist greitt, tå dunska fótbóltssamband- ið hevði tidindafund i Keypmannahavn í gjár. Michael Laudrup verð- ur sostatt hjálparvenjari hjá Morten Olsen, sum skal hava høvudsåbyrgd- ina av danska landslið- num í næstu undankapp- ingini. Núverandi venjarin, sviin Bo Johannsson, leggur frá sær eftir enda- Fótbóltur: Eldri Laudrup-beiggin verður hjálparvenjari hjá danska - fótbóltslandsliðnum spælið í Belgia og Hol- landi, og tá taka teir báðir tiltiknu spælararnir við. Sáttmálin við Michael Laudrup kemur í gildi 1. juni næsta ár, og hann er galdandi í tvey ár. Michael Laudrup og Morten Olsen hava spælt nógv saman á danska landsliðnum. og teir vóru báðir týðandi partar — í - hver sínum enda av vølli- num — á tí tiltikna dyna- mittliðnum, sum gjørdi um seg fittan part av 80 árinum ek