Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. september 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið NR. 180 - 23. SEPTEMBER 1999 Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 e-mail: eydunØsosialurin.fo Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Johan heldur fram í GÍ iz" Fótbóltur: Avtala er gjørd millum GI og Johan Nielsen um, at hann heldur fram sum venjari hjá besta mansliðnum í felagnum EYÐUN KLAKKSTEIN GI han onan Johan Nielsen hevur verið venj- ari í Gøtu í nógv ár. Frá 1991 til 1996 vandi hann GI og vann ikki færri enn trý meistaraskap við fel- agnum Eftir tað flutti hann til Havnar, men kom aftur til Gøtu at verða venjari í 1998. Síðani tá hevur hann verið venjari har, og næsta ár fer hann tí undir sítt 8. ár sum venjari hjá gøtumonnum Vit halda, at vit hava besta venjaran í Føroyum, og ti vilja vit gjarna halda fram við samstarv- inum. Bæði leiðsla og spælarar eru serstakliga væl nøgd við arbeiðið hjá Johan Nielsen, sigur Petur Holm, nevndarlimur í Gøtu ltrótt- arfelag Síðani Johan kom aftur til Gøtu at verða venjari, hevur gullið ikki glitrad, men GI hevur framvegis møguleikan at gerast meistari í ár, men so skulu úrslitini laga seg væl seinastu tvey umførini. I fjør endaði GI sum nummar fýra í landskappingini, aftanfyri havnafeløgini og KI. I løtuni er GI frammanfyri havnafeløgini og bara aftanfyri KI áðrenn seinastu tvey umførini í landskappingini. Nú skal síðsta hond leggjast á verkið Fótbóltur: Niggju føroyskir venjarar skulu lata síðstu skrivligu uppgåvuna inn nú, og so skulu teir til Danmarkar í eina viku, áðrenn teir kunnu kalla seg elituvenjarar i spælarar røttu »njingarstøduna, bæði I íkur og hvat bólt- im viðvíkur. Nú snýr tað um at endurvinna orkuna vnu dystirnar fram kappingarenda og at halda tað við íka. sum spælararnir fyrr á árinum til undir venjing og ettir hava strítt seg í dystum Men sjálvt um eitt venjingar kvold kanska verður lopið um av og á. og tað okkurt av hinum fólk- unum ikki verður lagt so nos ev fyri, so merkir tað ikki, at venj ararnir hava minni at | hvussu so er ikki teir níggju ararnir, ið hesi bæði seinastu árini hava tikið lut i elituvenjaraútbúgv ingini Sita við skrivaraborðið Teir níggju venjararnir eru Ann- finn Danielsen sum ábyrgdina av num hjá Kl ri ungdómsfótbólti- Mattias Davidsen på 6 landsliðnum, Hans Mourits jomstotboltin i Gøtu at gera, Eli korar B7I eis 1 g ) ungdómsfótbóltin á Sandi at gera, Petur Mohr, sum í hevur vant dreingjaliðið hjá nevur NSI. Trygvi Mortensen, 1. deild rvenjari hjá NSI. Johan Nielsen. deildarvenjari hjá GI. Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari hjá Allani Simonsen og høvuds ábyrgdarpersónur fyri teimum yngru landsliðunum og Petur Sim- onsen, sum í ár er venjari hjá 2 deildarliðnum hjá HB Hesir leggja í hesum døgum síðstu hondina á síðstu skrivligu uppgávuna. Hon snýr seg um menning av tí einstaka spælar- anum. Venjararnir hava hvor í sín- um lagi valt tveir av spælarunum, sum teir hava á liðnum, teir eru venjarar hjá. Venjararnir hava samskift við spælararnar, og út frá hesum og út frá møguleikunum, sum venjararnir halda, eru í spæl arunum, er tað uppgávan hjá venj- arunum at seta nýggj mál fyri menningina av spælarunum næsta árið og niður í smálutir at greina, hvussu teir halda, at málið skal røkkast Slutspurturin Skrivliga uppgåvan skal latast inn um mánaðarskiftið, og sunnudag- in 10. oktober, ella dagin eftir at landsliðið er komið aftur úr Kekkia, skulu venjararnir niður til Danmarkar, har teir skulu halda til á fótbóltsskúlanum. sum er í Frederikshavn Venjararnir koma aftur til Før- oya leygardagin 16. oktober, og meðan teir eru í Danmark, verða tað triggir danskarar, sum hava havt nógv við venjaraútbúgvingar í Danmark at gera og sum eru væl kendir í Føroyum, sum fara at hava ábyrgdina av frálæruni. Hes ir menninir eru Jens Tang Olesen, sum er leiðari á fótbóltsskúlanum. og Max Rasmussen og Knud Aage Nielsen, sum mangan hava verið í Føroyum og hildið skeið fyri føroyskum venjarum Føroysku venjararnir fáa mána- dagin 11. oktober vitjan av einum superligu spælara, og sama dag Skulu teir til Arhus at hitta venj- aran hjá AGF, Peter Rudbæk, ið fer at greiða teimum frá um venj- ingina, sum føroysku venjararnir seinni å degnum skulu eygleida Tysdagin skulu føroyingarnir m.a. hitta umboð fyri kommununa í Frederikshavn. Í hesum býnum verður á hvørjum ári skipað fyri Dana Cup, ið er ein víða kend og virðismett fótbóltskapping. Tað er kommunan, sum hevur ábyrgdina av kappingini, og ætlanin er, at føroyingarnir skulu frætta nærri um hetta velduga tiltakið. Vitja feløg Seinni týsdagin skulu føroyingar- nir eygleiða fyrireikingarnar til ein fótbóltsdyst. Hetta fevnir bæði uppleggið og upphitingina, og mikudagin verður uppgávan hjá føroyingum at gera eina skrivliga eftirmeting av tí, sum teir hava sæð, sammett við tað, sum ætlanin var, at teir skuldu síggja, og seinni mikukvoldið skulu teir til Arhus at síggja superligudystin millum AGF og Brøndby. Dagin eftir skulu føroysku venj- ararnir eftirmeta dystin, og seinni henda dagin skulu teir vitja i AaB fyri at frætta, hvussu arbeiðið gongur fyri seg í einum superligu felag — frá tí yngsta piltinum og fram til besta mannin í superliguni og á øllum økjum, t.d. ítróttarliga, fyrisitingarliga og hvat heilsurøkt viðvíkur. Tað eru eingi feløg í Føroyum, sum kunnu mátast við tey bestu í superliguni, men tað verður iva- leyst gagnligt hjá venjarunum at frætta um viðurskiftini. Í Aalborg eru nógv fótbóltsfeløg, og síðsta punktið á dagsskránni hjá før- oysku venjarunum á Danmarkar- ferð verður at vitja eitt av smærru feløgunum. Hetta felagið eitur ARS, og dagin eftir, at teir venj- ararnir hava verið í hesum felag- num, koma teir aftur til Foroya. Higartil hava omanfyri neyndu venjararnir staðið allar royndirnar, og um uppgávurnar, sum teir nú leggja síðstu hondina á, verða góðkendar, og avrikini hjá teimum í Danmark fáa somu lagnu, so kunnu teir um ein lítlan mánaða kalla seg elituvenjarar. jh www.sosialurin.fo Runavik Leygardagin og sunnudagin verða fimleikadagar í Runavík. Tað er Føroya Fimleikasam- band, sum fer at skipa fyri hesum døgum. Tiltakið er fyri allar fimleikarar í landinum, sum eru í aldrinum 12 år og eldri. Eingi førleikakrøv verða sett íðkarunum, og fyrireik- ararnir leggja dent á, at hetta eru dagar, sum skulu samansjóðað fimleikararnar. Tey, sum vera vid til dagarnar, kunnu tekna seg til ymsar undir- visingartimar, og valmøguleikar- nir eru nógvir og fjølbroyttir. Millum tiltókini á skránni eru motións- reiðskaps-, handreið- skaps-. og rútmiskur fimleikur, hip-hop, renning, drama, aerobic, callenetics og gongutúrur. Leyg- arkvøldid verdur hungakvøld fyri allar íðkararnar Fimleikasambandið skipar ann að hvort ár fyri fimleikafagnaði og fimlerkasøgum Seinastu fimleikadagarnar vóru umleið 200 fimleikarar við Venjarin ikki komin Nýggi jugoslaviski venjarin hjá Stjørnuni er framvegis ikki komin til landið. Orsøkin er, at tað gong- ur sera striltið at fáa oll neyðug loyvi frá donskum myndugleik- um. Ætlanin er at jugoslavin, sum er ein kvinna, sum eisini skal spæla við Stjørnuni, skal venja yngru deildirnar, og tí liggur venj- ingin hjá gllum teimum yngru deildunum í Stjørnuni still í løtuni. Sólvá Eystberg hevur seinastu vikurnar tikið sær av venjingini hjá 1. kvinnulidi, sum verður við í Europa-Cup í oktober. Smyril við áskoðarum Nú er tað avgjørt, at størsta ferða- mannskipið, sum siglir millum oyggjarnar, fer at flyta viðhalds- fólk til og frá stórdystinum millum B36 og KI í Havn sunnudagin. Vanliga fara nógv viðhaldsfólk úr Klaksvík til dystirnar í Havn, og hesaferð leggur høvi upp til. at nógv hundrað fólk fara. Tí fer Smyril at flyta viðhalds- fólk hjá KI beinleiðis úr Klaksvík til Havnar. Farið verður úr Klaks- vík sunnudagin klokkan 11.45, og Smyril siglir av Havnini klokkan 19.00.