Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo I em pe Lundanskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: | Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakkstein Hegni Mohr Ni Johannesen Yngd: Jákup Mork n: Postadr: Postsmoga 76, Jens Kristian Vang 110 Tórshavn Álvur Haraldsen Rr SE ari, seting: elefax. SAT Sosa e-mail: post & sosialurin.fo Bustadur: Lýsingar: lysing G sosialurin.fo Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin „The Missing Link“ Oddagrein SJÓNVARP FØROYA setti mikukvøldid av álvara hol á orðaskiftið um framtíðar stoðu Foroya, tá tað fyrst í eini Krosskastsending og síðani í fleiri samroðum og at enda í einum pallborðsorðaskifti millum floksformenn við- gjørdi Hvítubók, samband, sjálvstýri, fullveldi og mangt annað við tilknýti til hesar spurn- ingar. LAT tað vera sagt her, at SVF gjørdi eitt gott arbeiði, ikki minst megnaði Bogi Gotfred sera væl at stýra og standa fyri orðaskiftinum. Hetta vita vit er eingin løtt uppgáva. Pallborðslut- akararnir fingu høvi at siga sitt, men fingu so sanniliga eisini spurningar, ið vóru bæði rele- vantir og uppfylgjandi. Gott í teg Bogi. Men Krosskast og hini innsløgini vórðu eisini á- hugaverd, hóast vit vita, at tað er eingin lott uppgáva at fara inn í ein skúlaflokk at lýsa eitt slíkt eldfimt evni sum fullveldi. Orsøkin til at vit her taka fram drúgvu sjónvarpssend- ingina er fyri at vísa á, hvussu stóran týdning ikki bert sjónvarpið men oll pressan hevur til tess at byggja brýr millum politikarar og van- liga fólkið. Upplýsing er eitt. Annað er hvørji sjónarmið koma ella sleppa fram. Nettupp sjónvarpið hevur eina so ótrúliga ávirkan á fólkahugsanina, tí hesin miðil er so nær- verandi. Hetta setir so sanniliga eisini stór krov til bæði journalistar og politikkarar. Journalistarnir hava skyldu til - og hetta fevnir um allar miðlarnar - informativt og krittiskt at lysa oll sjónarmið í hesum stóra álvarsmáli. Politikararnir hava hinvegin skyldu til ikki at misbrúka miðlarnar við at bera fram ósann- indi. So bæði journalistar og politikarar hava hvor á sínum oki ábyrgd av, at tann demo- kratiska prosessin, tilgongdin, livir og mennist. PALLBORÐSORÐASKIFTIÐ í Læraraskúla- høllini var áhugavert, tí tað setir nokur vidur- skifti uppá pláss. Tú fær at vita, hvat flokkarnir standa fyri, og hvar teir eru ósamdir. Men tað er líkasum, at her manglar ein dimensión. Nevniliga, hvat flokkarnir krevja/ynskja av hverjum oðrum fyri at ganga við til semjur. Hvussu langt vilja t.d. flokkarnir í Tinganesi ganga javnaðarflokkinum á meti, og hvussu langt vil javnaðarflokkurin ganga teimum á meti? Hetta er eftir okkara tykki „the missing link“ í debattini, sum tó júst er byrjað av álvara. Tí fara vit helst at hoyra meira til júst hetta manglandi liðið í komandi orðaskifti. Ber í heila tíkið til at finna tað? Tað er eisini greitt, at enn er tørvur á upplýsingum til tess, at Foroya fólk kann taka stoðu. Hvítabók er so ein partur av tí informatión, ið skal liggja til grund fyri komandi avgerðum. Men hon er ikki nóg mikið í sær sjálvum, gevur ikki oll svar. Tað verður tí áhugavert at frætta, hvat serfroðingarnir hjá F. Arge koma við, og hvussu tann in- formatiónin skal brúkast? Logmaður vil hava breiða semju. Og tað er júst her „the missing link“ kemur inn í myndina. Hvat vil tað siga at fáa eina breiða semju. Ahugvert verður at hoyra, hvat legmaður sjálvur leggur í hesi orð. Sosialurin Høgni Hoydal um- bodar ein minniluta - tí fólk flest halda, at ein so stór avgerð sum at loysa frå Danmark eigur at hava meir enn 51 % undirtóku Høgni Hoydal hevur í sein- astuni — veri = talsmaður Landsstyrisins sidan Hvit- bókin kom á marknaðin. Tað sum serliga hevur verið frammi frå vanliga føroy- inginum og teim fólka- valdu, er, at ein fólkaat- kvøda um fullveldid skal hava meir enn vanligan meiriluta uppá 51 %. Hvørja fer onkur er kom- in við teirri åskodan at stórri meiriluti skal til enn van- ligur meiriluti, so hevur Høgni Hoydal vart seg vid, at so ræður minnilutin. Um Høgni er so demokrat- iskur sum hann letst, so eig- ur hann at siggja i eyguni, at hann í hesum máli um- boðar minniluta, tí stórur meiriluti av fólkinum helst heldur, at ein folkaatkvøda eigur at hava ein stóran - kvalifiseraðan - meiriluta í so stórum máli sum hesum. Fullvæl vita føroya fólk, at hetta er hjartamál hjá Høgna Hoydal, men við tí vitan og gløggskygni, sum vit vita at hann hevur, so eigur hann at hugsa, um hvønn leiklut hann spælir í hesum døgum. A eini folkaatkødu sum henni, Høgni Hoydal og samgongan hava í hyggju at skipa fyri, so eigur ein stórri meiriluti enn 51 % at vera fyri. Høgni Hoydal átti ikki at óttast, um kravið verður kvalifiseraður meir- iluti, - tí - sum hann segið tá hann stillaði upp - eyðn- ast tað ikki hesa ferð at røkka fulveldinum, nú rákið er við okkum, so eyðnast tað ongantíð. Er tað hetta rákið, sum er við at venda? Torir Høgni ikki at líta á, at rákið er tað sama, sum hann uppundir valið metti so gott? Hvítbók er sum ein am- boðskassi, sum kann brúk- ast av bæði samgongu og andstøðu, segði Høgni Hoy- dal, tá ið Hvítabók varð løgd fram. Eg vóni at fílin, sum Høgni Hoydal vísti framløgudagin, so verður nýtt á skilagóðan hátt, tí er tað nakað sum skal fílast uppá pláss, so er tað treisk- leikin hjá Høgna Hoydal. Um Høgni Hoydal veru- liga trýr uppá føroyskt full- veldi og demokrati, er tað tá ikki betri at lurta eftir meirilutanum, sum vil hava kvalifiseraðan meiriluta heldur enn vanligan meiri- luta? Um ikki, er tað tá ikki tann minnilutin, sum ynskir vanligan meiriluta, sum vinnur. Sum eg havi skilt Høgna Hoydal higartil, so kann tað ikki vera annað enn ódemokratiskt - Vinarliga Birgir Waag Høgnesen Magni Laksáfoss kravdi ov nógvar pengar Í Tíðindasending í Ú tvarpi Foroya 21. septe »mber 1999 og í Dimmalætting og Sosi- alinum farnu dagarnar, hev- ur ein av buskaparfrøding- unum í buskaparnevndini funnist at framløguni, sum landsstýrið skipa fyri um Hvítubók. I tí sambandi skal gerast vart við: |. Landsstýrið hevur biðið nevndirnar um at kunna um alt innihaldið í Hvítu- bók á almennum fundum, har høvi er hjá øllum at seta allar spurningar til arbeiðið. Tey, sum hava verið við til kunningar- fundirnar kunnu uttan iva vátta, at roynt verður at lýsa øll viðkomandi við- urskifti og at svara øllum spurningum. „Formaðurin í búskapar- nevndini vísti á tveir av neyndarlimunum til at leggja fram á kunning- arfundunum. Annar teirra var Magni Laksafoss, sum tí varð biðin av landsstýrinum um at taka lut. Hann kravdi kortini eina so Óvanliga stóra upphædd í samsýning fyri at leggja fram á teimum 11 kunningarfundunum, at tað hevdi brotið allar siðvenjur. Landsstyris- maðurin helt hetta vera óforsvarligt og kundi ikki taka ábyrgdina av tí. Í staðin fekk Magni Laksa- foss tilboð um vanliga [ge] samsyning og ferdapen- ing. 3.Magni Laksafoss ynskti ikki at taka lut í kunn- ingini á hesum grundar- lagi. 4. Endamálið við Hvítubók er at fáa eitt fakligt grund- arlag á borðið til eitt sakligt orðaskifti. Um ein buskaparfrødingur ynskir at úttala seg antin sum bú- skaparfrødingur ella pol- itiskt sum samfelags- borgari er hetta sjálvsagt hansara fulli rættur. Tinganes, 22. sept. 1999 Høgni Hoydal, landsstyrismadur Nu verda øll våpn nytt Politikarar skulu ikki spæl serfrødingar, sigur Høgni Hoydal, men samstundis loyvir hann sær at taka avgerð um, hvør er serfrødingur og hvør ikki er tað Leygardagin hevði ein bú- skaparfrødingur eina grein í Dimmalætting og Sosial- inum. Í hesi greinini verða verða kritiskar viðmerking- ar gjørdar til framløgurnar, sum landsstýrið hevur havt av Hvítubók. A politiskum fundi í lær- araskulahøllini tysmorgun- in, visti Jóannes Eidesgaard til okkurt av ti, sum áður nevndi biskaparfrødingur hevdi borið fram í blødu- num. Men hvat hendir? Høgni Hoydal, sum frammanund- an hevði staðið og ávarað ímóti, at politikarar >spæla serfrødingar«, avdúkaði al- ment (meðan útvarpsmikro- fonin stóð frá), hvussu nógva løn sami búskapar- frødingur hevði kravt frå landsstýrinum, um hesin skuldi verða við til at fram- leggja Hvítubók. Tá hesin ikki kundi gera arbeiðið fyri lægri kostnað, enn tað, sum hann vildi, so skuldi hann heldur ikki finnast at nøkrum av tí, sum hinir búskaparfróðingarnir gjørdu, segði Høgni Hoy- dal. Tað má sigast at vera ein sera óhugnalig- og ódámlig mannagongd, at tann sum „talar Roma ímóti<, skal rokna við, at verða úthongd- ur alment av einum lands- stýrismanni, tá hesin roynir at »tileinkisgera« bæði orð og mann. Er tað veruliga so galið, at tann, sum loyvir sær at seta spurnartekin við Hvítu- bók, kann rokna við, at verða avklæddur fyri al- menninginum? Ella er tað soleiðis vorðið, at búskaparfróðingar, sum fáa lága løn hava rætt í øll- um, sum teir siga, ímeðan teir sum krevja meira løn, taka feil? Hver er serfrødingur Tá Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin siga, at Hvítabók er ivasom, so sig- ur Høgni Hoydal, at polit- ikarar skulu ikki spæla ser- frødingar. Tå hesir so visa å, at teir hava nytt serfrød- ingar, til at viðgera bókina, so verða teirra serfrødingar sagdir ikki at vera nóg góð- ir. Politikarar skulu ikki spæla serfrødingar, men landsstýrismaðurin í sjålvs- stýrismálum er eftir øllum at dóma tann einasti, sum kann avgera, hvor ið er nóg góður serfrødingur, og hvor ið ikki er tað. Tá so ein biskaparfrød- ingur sigur annað, enn tað, sum gongur gjøgnum nálar- eygað hjá landsstýrismanni- num, so skal hesin hund- dálkast fyri fjøldini, sum tann, sum einki dugir. Jú, her verða øll vápn nýtt. Helgi Abrahamsen