Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

„bé NR. 181 - 24. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið Fullveldi er ikki at kvetta Hógni Hoydal vísir staðiliga á, at fullveldisætlanin ikki merkir at kvetta frá Danmark, men heldur er talan um økt samstarv. Tí er hann vísur í, at Javnaðarflokkurin eisini fer at taka undir við fullveldisætlanini JOHN JOHANNESSEN Tjóðveldisflokkurin hevur aldri meint, at vit skulu kvetta. Talan er um eina misskiljing, tá fólk skilja støðuna soleiðis. Fullveldis- ætlan okkara inniber í veru- leikanum at økja samstarvið við Danmark, men á jøvn- um føti. Hógni Hoydal vísir á, at hann heldur í so nógvar ræðumyndir eru gjørdar ímóti = fullveldisætlanini. Serliga hugsar hann um Javnaðarflokkin, ið eftir hansara tykki vil tað sama sum samgongan, men sum tó ikki góðtekur hugtakið fullveldi. Tí ivast Høgni Hoydal onga løtu i, at tað fer at bera til at samstarva við Javnaðarflokkin. Skal vera fullveldi Høgni Hoydal staðfestir tó, at tá farið verður til Danmarkar at samráðast við stjórnina, verður farið fyri at fáa eina avtalu um at skipa Føroyar sum fullveldi. Talan verður ikki um nakra avtalu um víðkað sjálvstýri. Bæði sambært sam- gonguskjalinum og sam- bært løgtingssamtyktini frá 2. oktober 1998 er tað sólar- klárt, at tå vit sessast við samráðingarborðið saman við donsku stjórnini, so er tað fyri at samráðast um ein pakka, ið skal føra til full- veldi, sigur Høgni Hoydal og vísir á, at loysnir um víðkað sjálvstýri og annað líknandi als ikki kemur upp á tal. Hóast hetta, staðfestir Høgni Hoydal enn einaferð, at fullveldispolitikkurin fer at merkja, at vit fáa økt sam- starv við Danmark. Samstarv á jøvnum feti Sambært Høgna Hoydal ber ikki so væl til at samstarva við Danmark í teirri ríkis- rættarligu stóðu, vit nú eru í. Orsøkin er, at danir hava endaliga valdið, og kunnu teir kvetta blokkin nær tað skal vera. Men verða Føroyar full- veldisríki, er Høgni Hoydal sannførdur um, at tað fer at vera lættari at hava tætt samband vid Danmark, ti tå er talan um samstarv å jøvn um føti. Spurningurin er so, um hetta ikki eru dreymahugs- anir, og um tad ikki er eitt sindur vágið, fyrst at slíta, og síðani fara undir sam- starv við danir. Men hetta heldur Høgni Hoydal als ikki. Hann vísir á, at Føroyar sum fullveldis- ríki, eru nógv betri fyri at samstarva við Danmark og onnur lond, og ivast hann onga løtu í, at Danmark fer at vera sinnað at samstarva við Føroyar. Vingl í samgongu- flokkunum — Ég síggi tað ikki sum ein trupulleika fyri fullveldisætl- anina, at tað í løtuni er eitt sindur av vingli í einum av samgonguflokkunum JOHN JOHANNESSEN Hóast Fólkaflokkurin tykist signalera, at hann ikki er eins heitur fyri fullveldis- ætlanini, sum Tjóðveldis- flokkurin, er hetta als ikki ræðandi fyri Høgna Hoydal. Bjarni Djurholm gav í út- varpinum — mikukvøldid greidar åbendingar um, at hann ynskir ein sokallaðan stig fyri stig figgjarpolitikk vidvikjandi fullveldisætlan- ini. Eisini gav hann greið boð um, at hann ikki ynskir aðalorðaskiftið í tinginum um fullveldisætlanina skal byrja týsdagin 28. sep- tember. Hann vil hava tað útsett, tí løgmaður hevur verið burturstaddur, og Fólkaflokkurin skal hava stundir at fyrireika upplegg sítt. Sostatt kann Fólka- flokkurin tykjast meira varin enn Tjóðveldisflokk- urin tá talan er um fullveldi. Samgonguskjalið bindir Men Høgni Hoydal hevur álit á, at Fólkaflokkuri held- ur seg til tær avtalur, gjørdar eru millum flokkarnar í full- veldismálinum. — Vit hava bæði í sam- gonguskjalinum og í løg- tingssamtyktini frå 2. ok- tober 1998 staðfest, at landsstyrisamgongan skal arbeida fyri føroyskum full- veldi, og eg eri visur i, at fólkaflokkurin fer at halda seg til hesar avtalur. Høgni Hoydal heldur, at talan er um innanhýsis vingl í einum av samgonguflokk- unum, og um tað er Bjarni Djurholm, ið er trupulleik- in, er Høgni Hoydal vísur i, at Fólkaflokkurin fer at taka sær av honum. — Bjarni Djurholm leggur ógvuliga stóran dent á bú- skapar- og vinnupolitik. Tað er ikki víst, at hann fær svar uppá allar sínar spurningar í Hvítubók, men hon er eitt amboð, ið skal hjálpa fólki til at fáa svar uppá sínar spurningar, og er vón mín, at hon verður nýtt soleiðis, sigur Høgni Hoydal. Hann vísir á, at krøvini um full- veldi ala fram onnur krøv, og heldur hann hetta vera eina sunna gongd. — Tann prosessin, vit í løt- uni eru í, er at finna út av, hvørji krøv føringar seta til eitt føroyskt fullveldisriki, og síðani verður farið undir veruligu ætlanina. Kann bíða — Vil Bjarni Djurholm hava aðalorðaskiftið útsett frá 28. til 29. ella 30., er hetta ikki ein stórur trupulleiki. Løg- maður er nú heimafturkom- in, og vit fara at finna útav, um vit ikki kunnu byrja aðalorðaskiftið 28. eins og ætlað, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal vísir á, at tá samgonguskjalið varð undirskrivað gekk Tjóð- veldisflokkurin uppá kom- promis við nógv av krøv- unum hjá Fólkaflokkinum, og er hann vísur í, at Fólka- flokkurin ikki fer at svíkja Tjóðveldisflokkin nú. — Eg havi álit á, at Fólka- flokkurin heldur seg til av- talurnar, sigur Høgni Hoy- dal at enda. Eiga at vera ivasom Høgni Hoydal tekur tað sum eitt gott tekin, at fólk eru ivasom um fullveldis- ætlanina. Fólk ynskja sjálv- sagt, at avgerðin, tíkin verð- ur, er ein skilagóð avgerð. Men Høgni Hoydal vísir á, at fólk hava góðar stundir at hugsa seg um, tí tað er ikki nú, avgerðin skal tak- ast, men tá samgongan kemur aftur úr Danmark við einari avtalu um føroyskt fullveldi, ið fólkið skal at- kvøda um. Spurningurin nú er, um fólk styðja okkara ætlan, um at fara til Danmarkar at samráðast um eina fullveld- isætlan. Endaliga avgerðin verður ikki tíkin fyrr enn avtalan er fingin í lag, vísir Høgni Hoydal á. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum endar við at siga, at sum er, eru tað fr Skjótastur og biligastur i brúki # Høgni Hoydal er vísur í, at Javnaðarflokkurin eisini fer at taka undir við fullveldisætlanini fýra flokkar, ið taka undir við fullveldisætlanini. Men vón hansara er, at tann fimti eisini kemur upp á tal FR-terminalurin FR-terminalurin gevur stutta avgreiðslutíð og er serliga væl egnaður til stoð, har avgreiðslurnar eru nógvar. Útrokningar vísa, at hevur ein hand- il í miðal 6-7 kortavgreiðslur um dagin, er tað bíligari fyri handilin at brúka FR-terminal í mun til Teleteminal ella sleðu. * Avgreiðslutíðin er 7-10 sekund í míðal. * Kostnaðurin er kr. 0,20 fyri hvorja kort- avgreiðslu. * Trygdin er kr. 3.000 * Krevur loynital frá kundanum Beinleiðis í kassan: kr. 7.600 u/mvg Leysur av kassanum: kr. 1 1.900 u/mvg. FØROYANELE T - vinnudeildin -