fríggjadagur 24. september 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 181 - 24. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið -
Figgjarpolitikkurin
speglar ikki
fullveldisætlanirnar
Bjarni Djurholm leggur ikki fingrarnar ímillum, tå hann verður spurdur, um tað er
rætt, at hann heldur ov langt vera ímillum fórda politikkin og ætlanirnar um fullveldi.
— Fíggjarætlanin skal spegla politikkin og tað ger hon sum er ikki, sigur Bjarni
Djurholm og vísir á, at fíggjarlógin hækkaði einar 200 milliónir í fjór.
— Vit liva, sum vit framvegis vilja hava eina veiting uttanifrå fyri einki, meðan vit
vilja hava ábyrgdina her, staðfestir Bjarni Djurholm
DAGFINN OLSEN
Eitt av umbodunum hjå
samgonguni á tingi, hevur
ikki altíð sýnst at verið
nøgdur við politisku gongd-
ina og førda figgjarpolitikk-
in. Figgjarnevndarformad-
urin Bjarni Djurholm úr
Fólkaflokkinum hevur
meira enn einaferð sitið sum
endaligi skansin við fóti
num á bremsuni, tá lands
stýrismenn hava ynskt sær
meira pening og eykajått
anir.
Og Bjarni leggur ikki
fingrarnar ímillum, tá hann
verður spurdur, um tað er
rætt, at hann ivast í førda
Ikki heilt samdur við Høgna:
Vit liva í
dreymaverð
Fólkaflokkurin hevur einki ímóti at taka við
fullveldinum, og samstundis laga sam-
felagsbúskapin soleiðis, at samsvar er
ímillum. Men tað verður við ógvuliga stór-
um inntrivum á skatta- og lønarøkinum og
so framvegis, staðfestir Bjarni Djurholm
DAGFINN OLSEN
Høgni Hoydal sigur í
samrødu á síðu 3 í dag,
at farið verður eftir eini
avtalu um fullveldi, ikki
víðkaðum sjálvstýri.
Bæði Óli Breckmann
og Bjarni Djurholm úr
Fólkaflokkinum hava
nýtt máliskuna, at sam-
ráðingarnar kunnu geva
sum úrslit fullveldi ella
okkurt, ið líkist.
Bjarni Djurholm held-
ur tað vera nakað tíðliga
at siga heilt greitt enn,
hvat samráðingarúrslitið
verður, tá vit spurdu
hann um viðmerking til
orðini hjá Høgna Hoy-
dal.
- Hatta havi ikki so
nógv at siga til, men ein
kann íkki úttala seg um
viðurskiftini, áður enn
ein veit, hvat kemur á
borðið. Men ætlar ein at
hava danir at gjalda í
Føroyum, so fáa vit ikki
fullveldi. Fólkaflokkurin
hevur einki ímóti at taka
við fullveldinum, og
samstundis laga sam-
felagsbúskapin soleiðis,
at samsvar er ímillum.
Men tað verður við
ógvuliga stórum inntriv-
um á skatta- og lønarøki-
num og so framvegis,
staðfestir Bjarni Djur-
holm.
- Spurningur er, um
fólk vilja tað. Ein kann
ikki koma aftur vid nøkr-
um, ið bert Fólkaflokk-
urin vil og eingin annar,
sigur Bjarni Djurholm.
Ikki bilsin
Bjarni Djurholm heldur,
at fráboðanirnar frá
donskum politikarum
um, at skiftistíðin neyv-
an verður so long, sum
føroyskir = politikarar
hava ynskt sær, ikki kann
gera nakran bilsnan.
- Danir hava sagt ferð
eftir ferð, at økt sjålvstyri
merkir minni rikisveit-
ing. Nú er hetta útgrein-
að og ár eru sett á. Hetta
ger ikki meg bilsnan,
sigur Bjarni Djurholm,
men trupulleikin er, at vit
liva í eini dreymaverð,
sum at haldast skal fram
við donskum ískoyti og
føroyskari ábyrgd, men
so væl leikar klaverið
ikki, sigur Bjarni Djur-
holm.
- Hvat vit fáa burturúr
við samráðingarborðið
er ein annar spurningur,
men vit í Fólkaflokki-
num eru íkki bilsin av
donsku fráboðanunum.
Nú hava vit nakað at
halda okkum til, sigur
Bjarni Djurholm, ið
leggur afturat, at ein eig-
ur at vænta tað ringasta,
men vóna tað besta.
Bjarni Djurholm setir stórt
spurnartekin við um sam-
svar er millum fullveldisætl
anina og fórda fíggjarpoli-
tikkin hjá samgonguni
fíggjarpolitikkinum og sam-
svarinum ímillum politikk
og yvirordnaðu ætlan lands
stýrisins um fullveldi.
Fullveldi speglast
enn ikki í
figgjarpolitikkinum
- Tad eg leggi dent å er,
at vit hava greidan politisk
an målsetning um rikisrætt
arligu vidurskiftini „ið end-
ar við, at vit fara til Dan
markar at samráðast. Tað eg
sum fíggjarneyndarformað
ur havi sagt er, at tað er ikki
meira enn rímuligt, at sam
svar er millum politisku
ætlanina um ríkisviðurskift-
ini og førda figgjarpolitikk-
in, sigur Bjarni Djurholm.
- Eg haldi fíggjarlógin
skal vera spegilsmynd av
yvirordnaða politikkinum
og tað haldi eg ikki, at tað
enn hevur verið møguligt at
staðfesta, sigur fíggjar-
neyndarformaðurin.
- Fíggjarlógin fyri inni-
verandi ár hækkaði við um-
leið 100 milliónum og tað
árið er farið eru vit nærum
komin uppá 200 milliónir.
Tað vil siga, at fíggjarlógin
í ár er umleið 200 milliónir
hægri, enn árið fyri, sigur
Bjarni Djurholm, ið íkki
sigur seg kenna komandi
fíggjarlóg, men at nógv
bendir á, at hon hækkar við
100 til 150 milliónum
- Tað merkir, at vit uppá
2 ár hava hækkað fíggjar-
lógina við meira enn 300
milliónum krónum og so
kann ein spyrja, um tað er í
samsvari við yvirordnaða
politikkin um ríkisrættar-
ligu vidurskiftini. Tað seti
eg eitt stórt spurnartekin
við, sigur Bjarni Djurholm
Rokningin hevur
ligið eftir í Danmark
Bjarni Djurholm vísir eisini
á, at skal ein taka ábyrgd.
so má ein eisini taka avleið-
ingarnar. Ein kann ikki
rokna við, at danir fram-
vegis gjalda.
- Vit hava yvirtikið ein
hóp av verkum umstingar-
liga, t.d. skúlaverk og al
mannaverk, men rokningin
hevur ligið eftir í Danmark.
Men vit kunnu eisini yvir-
taka sambært heimastýris-
lógini, har vit bæði yvirtaka
umsitingarliga og taka
fíggjarligu ábyrgdina. Danir
hava latið sær lyndað, at vit
ikki hava nýtt henda part,
men bert fingið umsiting-
arliga partin og teir gjalda
og vit ráða, sigur Bjarni
Djurholm.
- Tá vit broyta ríkisrætt-
arligu vidurskiftini til full-
veldi, ella okkurt sum likist,
kunnu vit ikki rokna við, at
danir fara at vera lagaligari
mótvegis okkum, enn tað
sum stendur í heimastýris
lógini um, at umsiting og
ábyrgd fylgist, heldur
Bjarni Djurholm, sum enn
ikki heldur seg hava sæð
fullveldisætlanina endur
speglaða í førda fíggjarpoli
tikkinum
Danska ískoytið er um
leið 1/3 av inntøkum lands
kassans, men vid ringvirkn-
ingum er talan um eini 50%
av gøllum inntókum hjá
landskassa og kommunum.
Halda vit fram at vinda upp-
á hesa snældu, so verður
galin endi, serliga um ein
ætlar sær nakað annað polit-
iskt, heldur Bjarni Djur-
holm.
- Vit liva, sum vit fram-
vegis vilja hava eina veiting
uttanifrå fyri einki, medan
vit vilja hava åbyrgdina her,
staðfestir Bjarni Djurholm.
ir filmar hvørja viku
Ny
O STATOIL
Í
BB =
RUSH HOUR
RUSH HOUR
WTEUT Køg
. MEN DRSÁ EN Í
HDEVARBLENDE kis. 24
ENEMY
stødirnar kring landið