fríggjadagur 24. september 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 181 - 24. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
Útbjóðingarlógina fyri
løgtingid í oktober
Roknað varð vid, at Oljumálastýrið
fór at hava 1,5 mið. kr. í inntókum í
1999. Talan er um inntókur, sum falla
til gjaldingar í sambandi við, at um-
sóknir verða latnar inn, og loyvi
verða latin. Lýsast kann ikki eftir um-
sóknum fyrr enn Løgtingid hevur
samtykt útbjóðingarlógina, og kann tí
ikki roknast við hesum inntókum fyrr
enn ár 2000
ÓLAVUR Í BEITI
Í eykajáttanini fyri septem-
ber, sum var til 1. viðgerð í
gjár, verður grundgivið fyri,
hví talan er um eina eyka-
játtan til Oljumálastýrið.
Umsóknin um eykajáttan er
orsakað av - serligum út-
reiðslum í sambandi við 1.
útbjóðingarumfar, 3,0 mió.
kr., - at mettar inntøkur fyri
verandi fíggjarár ikki koma
fyrr enn ár 2000, - útreiðsl-
um í sambandi við flyting í
onnur holi, 1,9 mió. kr. Tal-
an er tí ikki um útreiðslur,
sum kunnu væntast at verða
afturvendandi á hverjum
ári.
Nettojáttanin til oljumál
varð undir viðgerðini av
fíggjarlógini fyri 1999
lækkað við 1,5 mió. kr. í
mun til fíggjarlógarupp-
skotið. Grundgevingin var,
at søkjast kundi um eyka-
játtan, um útlitini fyri ein-
um útbjóðingarumfari batn-
aðu. Hetta hendi, tá ið sátt-
málin um landgrunsmarkið
millum Føroyar og Bretland
varð undirskrivaður 18. maí
1999.
- Farið er av álvara undir
at fyrireika útbjóðingarlóg-
ina, ið eftir ætlan verður
løgd fyri Løgtingid í okt-
ober/november, verður sagt
í viðmerkingunum.
Víst verður eisini á, at
virksemið hjá Oljumálastýr-
inum og Jarðfróðisavninum
er nógv økt. Stórur tørvur
er á fakligum eftirmeting-
um av jarOfrødiliga arbeið-
inum, loyvistreytum v. m.
Eykajáttanin er tí í høvuds-
heitum ætlað keypi av fak-
ligari ráðgeving frá altjóða
fyritøkum. Tí verður vænt-
aður ein øktur figgingar-
tørvur uppá 3 mió. kr.
Roknað varð við, at Olj-
umálastýrið fór at hava 1,5
mió. kr. í inntøkum i 1999.
Men við tað, at løgtingið
ikki hevur samtykt útbjóð-
ingarlógina, kann ikki rokn-
ast við hesum inntøkum fyrr
oknað varð við, at Oljumálastýrið fór at hava 1,5 mió. kr. í inntókum í 1999. Men við tað,
samtykt útbjóðingarlógina, kann ikki roknast við hesum inntókum fyrr enn ár 2000
enn ár 2000.
Onnur heli
Og viðvíkjandi hølunum
sum Oljumálastýrið heldur
til í, verður sagt, at tað hev-
ur víst seg, at við stóra for-
kanningarvirkseminum v.
m., ið hevur verið tey sein-
astu árini, er bygningurin
vorðin alt ov trongur, og nú
farast skal undir veruligar
oljuleitingar, er neyðugt at
bóta munandi um holisvið-
urskiftini. Við leiðbeining
frá landsarkitektinum hava
ymsir møguleikar verið
kannaðir, t.d. styttri og
longri leigumál, keyp av
bygningi ella at byggja ein
bygning til endamálið.
Hoyrið okkum fyrst
- Vit eiga at kanna út í æsir, hvat tænir suðuroyingum og
vinnulívinum í oynni best, áðrenn avgjórt verður, hvussu
nýggja su0uroyarskipid skal síggja út, siga sjey bý- og
bygdaráðsformenn í Suðuroy í inniligari áheitan til
landsstýrismannin í samferðslumálum
TurID KJØLBRO
By- og bygdarådsformenn-
inir í Suðuroy heita staðiliga
á Finnboga Arge, landsstýr-
ismann i samferðslumálum,
um at stedga fyrireikingu-
num til ein nytt Suduroyar-
skip fyrr enn allir møgu-
leikar eru kannaðir.
A fundi mikudagin í Ør-
avík hittust sjey bý- og
bygdaráðsformenn at við-
gera málið, og samtyktin at
heita á landsstýrismannin er
einmælt. Suðuroyingarnir
meta, at aðrir møguleikar
eiga at verða kannaðir til
fulnar, sum møguliga koma
at verða til stórri nyttu fyri
fólkið, ið skulu gera gagn
av farleiðini, enn tað upp-
skotið, sum verður arbeitt
við í dag.
Bý- og bygdaráðsfor-
menninir eru samdir um, at
stóra iløgan í nýggja Suð-
uroyarskipið, ið er mett at
kosta 300 mió. kr., kann
metast javnt við teir undir-
sjóvartunnlar, sum eru uppá
tal at gera. Tað vil siga, at
vit tosa um eina fløgu fyri
tey komandi 25-30 árini, og
tí eigur at verða kannað í
oynni, eitt nú saman við
vinnulívinum, hvat best
kemur at gagna suðuroying-
um.
Undirskrivað inniligu á-
heitanina úr Suðuroy hava
Páll Vang, býráðsformaður
á Tvøroyri, Levi Niclasen,
bygdaráðsformaður i
Hvalba, Elin Nielsen, bygd-
aráðsforkvinna í Fámjin,
Asbjørn Berg, bygdaráðs-
formaður í Hovi, Anna Lar-
sen, bygdaráðsforkvinna í
Porkeri, Jacob Vestergaard,
bygdaráðsformaður Í
Sumba, og Jógvan Krosslá,
býráðsformaður í Vági.
— Tann einasta loysnin, ið
hevur vist seg nøkulunda at
nøkta tørvin soleidis, sum
hann sær út nøkur år fram í
tidina, er at leiga ein bygn-
ing. Vid bygninginum, ætl-
anin er at leiga, fæst i fyrsta
umfari ein gólvvídd uppá
uml. 900 m2 til skrivstovur
0.t., ið er umleið tað dupulta
av víddini á verandi skriv-
stovuhølum. Herumframt
fáast í fyrsta umfari eisini
uml. 250 m2 til goymslu.
Seinni kann stórri partur av
bygninginum koma upp í
leigumálið. Í fyrsta umfari
kann annað av leigumálu-
num hjá Jardfrødisavninum
til goymsluhøli sigast upp,
og seinni kann hitt sigast
upp.
— Tørvurin á eykajåttan
stendst av alneydugum til-
lagingum, m.a. nøktandi
EDV-kervi, tillaging av
komuhøllini, — låsskipan,
trygdarhurðum og inn-
at løgtingid ikki hevur
búgvi. Metti kostnadurin or-
sakaður av flyting er uml.
kr. 1.900.000.
— Formlig avtala er ikki
gjørd um leigumálið, men
út frá tí fermetraprísi, talan
hevur verið um, verður ár-
ligi leigukostnaðurin uml.
kr. 650.000 fyri ta gólvvídd,
sum í fyrsta umfari er talan
um, stendur at lesa í við-
merkingunum viðvíkjandi
eykajáttan til Oljumálastýr-
ið
LASAT WebSetGo
56.000V
LASAT WebSetGo 56.000V er eitt einfalt
internet mótald, serliga ætlað óroyndum
| nýtarum. Tað hevur sjálvsagt allar teir
| hentleikar sum eitt professionelt mótald
hevur. LASAT WebSetGo 56.000V ger tað
| lætt at fara inn á internetið at leita eftir
upplýsingum, men kann eisini nýtast til
onnur endamál, sum t.d. heimabanka og
heimaskrivstovu.
Ritbúnaður í fylgir við: Drivarar til Windows,
Novell og annar ritbúnaður til telefaks, data
| samskifti, telefonsvarara og internet.
SA kr. 695,-
1ELEBUDIN
Klaksvik 45 74 88 - Sandur 3€
rA