Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

LG Due Hugleidingar um smått og stort i fjølmidlunum >Tað er sera ringt at eyðmerkja liki- ni, tí kropparnir eru hovuðleysir. Nú verður leitað eftir teimum avskornu høvdunum«. »Kanningar visa, at í Belgia hava tey givið høsnarungum fóður, sum var blandað við lorti úr rottangum«. Nakað soleiðis vóru tíðindini borð- reidd í Utvarpi Foroya afturvið náttr- anum eina ferð í summar. Fjølmidlarnir hava sjálvandi skyldu til eisini at umroða tað, sum er minni hugaligt; men mátarnir kunnu vera ymiskir. Eru hesar útpenslingarnar av hovuðsleysum uppgrivnum líkum so týdningarmiklar at fáa við í vanligu tíðindasendingunum? Kanska vóru tær betri at hava við í einum uppfylgj- andi broti. Hjá okkum loysa vit trupulleikan við at slokkja útvarpið - vit vilja hava mat- náðir. Men tað er ikki okkara privata trup- ulleika tað snýr seg um. Heldur ikki snúgva tíðindir seg um sensatións- hungur ella um perversar tendensir. Tað snýr seg um, at ein almennur miðil tekur stoðu um, hvønn hugburð arbeitt skal verða eftir, nokur estetisk mørk. Annars vil hesin ummælarin fegin råsa Høgna Djurhuus og Magnusi Dam fyri, at teir tveir sunnudagar kl. 14 gjørdu sera góðar tíðindasend- ingar - tær vóru óvanliga langar og áhugaverðar. I Sjónvarpi Føroya hava tey í sept- ember >royndarkoyrt< filmar, ið vera sagdir at vera óhoskandi fyri smá- børn. Tað løgna er kortini, at summir av teimum verða sendir tíðliga um kveldið, enntá millum 7-8. So mikið er vist, at hesa tíðina koma nógv smá- børn av óvart at síggja tað, tey also ikki eiga at síggja. Foreldur teirra halda sum rímuligt er, varpsstjórin at hesa tíðina á degnum er og má okkara foroyska sjónvarp vera skot- sikkurt hjá teimum smáu. Eg sóknist eftir, hvonn hugburð Sjónvarp Foroya hevur til hetta eyma evnið. Atlantic Radio Tað foroyska málið er vorðið eitt av heitu evnunum á nýggju rásini. Hós- dagin 16. september gjørdi sonur mín vart við, at fólk ringdu inn til eitt slag av 5-ara í Atlants-utvarpinum og umrøddu Málið. Einki kann øsa fólk meira upp enn foroyska málið. Fáar tjóðir í heimi- num fara so upp at darta sum vit, tá tað um lítla tungumál okkara ræður. Tað brakar og knakar í ungum og gomlum, í lærdum og ólærdum. Men - hetta er bara gott og »mergj- að<, fyri nú at nýta eitt føroyskt slangorð. Málið livir við sítt fríska lív - tað bloðrar og skvatlar, skvamblar og prutlar. Aldrin í Foroya søgu er vorðið yrkt meira enn nú, á foroysk- um og enskum hvort um annað. Summi eru »fødd« til eitt brúkiligt mál, onnur reka meira við vág og vindi. Tað sum hesin ummælarin hevur stúrt eitt sindur fyri fór at henda, er hent, tí sum kunnugt er, so elvir trýst til móttrýst. Tað syrgiliga er, at ein alt ov stórur partur av fólki onkusvegna hevur kent seg målsliga »trystan« í skúlanum. | bestu meining - er talumál teirra domt bæði niður og norður, og ein heilan barndóm kanska hava tey liðið niður- lag omaná niðurlag, tá tað kom til 6- praktisku rættskriving Hammers- haimbs. Vend er komin í. Lærararnir hava langt síðani luktað krútið og seta nú av allari megi inn fyri at samansjóða nýtt og gott gamalt. Enn vantar ein varlig rættskrivingarbroyting - lítil bati bøtir. Eitt >móttrýst< kemur nú til sjóndar, ein reaktión. Eitt málsligt anarki tekur Taka kritikkin til eftirtektar Vedurtidindini til sjófólkið verða betrað, sigur út- Herfyri var grein at lesa í foroysku bloðunum, har fylst varð á, at veðurtíðindini ur útvarpinum vórðu lisin við slíkari ferð, at Ogjørligt var hjá sjófólki okk- ara at fáa stundir til at festa hesi niður á blað. Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, ásannar, at tað sjálvandi er óheppið, at so er. Hann leggur tó á- herðslu á, at orsøkin til at veðurtíðindini vórðu sett á skránna kl. 12.00 var, at tá hovdu útvarpsfólkini betri stundir til at lesa upp, við tað at tíðartrýstið tá er minni, enn tað er kl. 12.20. Tá tað hóast hetta Fríggjadagur 24. sept framvegis verður mett, at veðurtíðindini verða lisin ov skjótt, er einasta loysnin hjá útvarpinum, at kri- tikkurin verður tikin til eftirtektar, soleiðis at tað at breiða seg - hetta er uppreistur. Og kanska serliga sjónskt verður hetta í teimum privatu miðlunum, eitt nú Atlantic Radio, sum eg annars haldi skal vera vælkomið, eins og Utvarp Føroya var tað í síni tíð. Men tá tú gert uppreistur mást tú hava nakað dygdargott at seta í staðin fyri tað, tú gert uppreistur í- móti. Annars verður kaos og lógloysi. Tí mugu øll miðlafólk duga nakað av mállæru! Vit eiga tó ikki at missa mótið. Vit eiga heldur ikki at ræðast, at fremm- and mál onkuntíð verða vakurt og rætt framborin í miðlum okkara, ei heldur ræðast at einstok fremmand orð slødast uppii, um hetta er til frama fyri at »selja« Føroyar og tað, sum foroyskt er. I staðin fyri mugu vit óttast tað at missa kærleikan til foroyska málið. Tað er vandamikið. Tað er vandamik- ið, um tú heldur, at títt móðirmál er 6- smart, at tað stinkar, at tað sumpar ella er giggut. Til Atlantic Radio vil eg siga: Tit eru eins og eg í tí fantastisku stoðuni at vera millum tey 50.000 menniskjuni í verðini, sum í voggugávu hava fingið hetta lítla vakra málið, sum sigst telja millum 66.000-70.000 orð. Um vit ynskja okkum foroyskt slang, kunnu vit saktans gera tað burtur úr vanligum foroyskum orðum. Tey eru minst líka so stuttlig og sjarmerandi. Sjálvandi er t.d. orðið cool bæði fitt og snøgt, men tu troyttast av tí í longdini. Vit hava ørgrynnu at seta i staðin: kalt, kolið, mergjað, seigt, feitt, bláfryst, gler, sakin maður, grót, gar- natålg etc. Øll hesi kunnu brúkast í týdninginum cool. I veruleikanum er cool bara ísakalt. Tað er isakøld reklama og heilavask av tær og mær. Uttan at vit reiðiliga verða var við tað, verða vit undirdíkt í amerikansk- um lánorðum hvonn minutt dag sum nátt. Nekarin í Afrika verður tað eisini, Veðurtíðindini eru fyrst og fremst ætlaði til sjófólk okkara, sigur Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri framyvir verður logd enn storri áherðsla á, at upp- lesararnir gera sær storri ómak hesum viðvíkjandi. Utvarpsstjórin sigur í sama viðfangi, at hetta sjálv- andi er ein óheppin stoða, við tað at tað fyrst og fremst eru sjófólk okkara, sum veðurtíðindini eru ætlað til, og at hesi sjálvandi hava krav upp á eina so góða tænastu sum yvir- høvur gjørligt. timorbugvin verður tað, eskimoarin og bolivianski indianarin, ti USA er saman við ríku teldugigantunum og filmproducentunum í ferð við at byggja eitt málsligt Bábelstorn, ið kostar milliardir av dollarum. Teir vilja hava alla verðina at tosa amerik- anskt. Og teir halda lítið um tey smáu/min- stu málini. Tey eru óneyðug. >Hatta er bara ein litil fjalladialekt og fer aldr- in at skapa nakrar bókmentir av týdn- ingi<. Vit hava hoyrt tað fyrr. Hetta er málslig imperialisma í stór- um stíli, og í so máta eru vit foroying- ar í góðari trening gjøgnum fleiri hundrað ár. Tí eru ráð míni: lærið tykkum perfekt enskt, dansk, franskt, týskt, esper- anto etc., men elskið tað foroyska málið. Tað sum tú elskar, vilt tú gera alt fyri. Og mál okkara er sum ein lítil unikur gimsteinur, sum bara finst eitt einasta stað á klótuni: her í Norður- atlantshavinum. Pussið hendan gim- steinin. Hann er ektaður, og hann kann brúkast bæði til gamans og álvara - hann kann vera smartur, hann kann stuttleika fólki ella fáa tey at gráta. Tað krevst bara eitt: eitt sindur av venjing. Oddvør Johansen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva Útsjón