Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Myndamenn: rgdarbladstjér: | Marknaðardeild: Dagfinn Olsen ne Postadr: Postsmoga 76, ST Uller hjón | Jonhard Hammer John Johannessen | Jens Kristian Vang 110 Tórshavn sá | Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson | Alvur Haraldsen - | Telefon: 311820 Blaðstjóri: Eyðun Klakkstein | Utgevari, uppseting: | Telefax. 314720 — Eirikur Lindenskov Blaðfólk: Hegni Mohr | Sp/ Sosialunn | e-mail: postØsosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Aki Bertholdsen, Niclas Johannesen | Bústaður: | Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo Turið Kjølbro Yngd: Jákup Mork Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin Bjartskygni eyð- kennir ferðavinnu Oddagrein IKKI kann sigast annað enn, at tað er ein sonn og verulig optimisma - bjartskygni - sum sermerkir Vestnorden Travel Mart 99 tiltakið, ið verður hildið Føroyum í hesum døgum. Mongu fólkini, ið eru komin uttanífrá at síggja og hoyra, hvat londini í Utnorði hava at bjóða ferðafólki og her ikki minst Føroyar, eru við til at geva okkara egnu ferða- vinnufólkum íblástur, sum so aftur hevur við sær eitt bjartskygni, ið er ein av teimum mest týðandi katalysatorunum - drivkreftunum - í einihvørjari VINNU TAÐ er hugaligt fyri ikki at siga ein sonn froði at síggja, hvussu hegnisliga og professionelt okkara ferðavinnufólk hava innrættað seg í stóru høllini á Hálsi. Tit hava rós uppiborið. Fyri tann vitjandi osar her av sjálvsvissu, nogdsemi og einum ær- ligum vilja til at rokka úrslitum. Foroysku luttak- ararnir hava gjørt eitt stórt arbeiði til tess at vísa teimum útlendsku keyparunum Foroyar fram sum eitt framtíðar ferðamannaland. Tað er eisini rætta hovið at leggja frá landi, nú vit fara inn í eina nýggja old. At marknaðarfora Foroyar sum ferða- mannaland er eitt bæði spennandi og krevjandi arbeiði. Ikki minst okkara geografiska plasering er ein forðing í sær sjálvum, men samtíðis er hon eisini ein fongur, ja ein gáva fyri ferðavinnufólkini. Tí nettupp okkara serstoða sum lítil mentað tjóð úti í Atlantshavi við eini sjáldsama vakrari og stórligari náttúru gevur ferðavinnufólki okkara eitt so kærkomið amboð at arbeiða við. MEN einki hendir av sær sjálvum. Tað krevur slit og strev og stríð at byggja eina vælvirkandi ferða- Vinnu upp í einum oyggjalandi sum Føroyum. Tað krevur nógv av ollum, tí oll lið skulu virka. Gjørd eru mistøk, men uttan mistøk verður ov lítið gjørt. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at tær almennu Føroyar av álvara sóu týdningin í at seta pengar og orku av til at leggja ein haldgóðan og tryggan botn undir eini veruligari ferðavinnu. Eini vinnu, sum við tíðini skal skapa arbeiðspláss og geva búskapi enn eitt bein at standa á. TAÐ eyðkennir oftani okkum foroyingar, at vit eru so ósamdir. Onkur vil kalla tað ovundsjúka. Vit eru individualistar, og tí er kanska ikki altíð so lætt at samansjóva tingini til felags gagn. Heldur enn at dyrka ósemjuna og ymiskleikan, latið okkum heldur síggja tað positiva í hesum, at vit eiga so nógvar individualistar. Uppgávan hjá eitt nú Ferða- ráðnum, Kunningarstovunum og. er nettupp at sjóva saman entusiasmu og dugnaskap hjá mongu einstaklinginum til at fremja ta felags sok, sum ein veruliga ferðavinna er. Víst eru nógvir manglar og víst restar enn nógv í, at vit oyggja- búgvar kunnu liva upp til tað, sum ein verulig ferðavinna krevur. Men vit eru væl á veg, og tað er stóra Travel Mart tiltakið eitt prógv um. Latið okkum eisini læra av mistokum aðrir hava gjort og latið okkum læra av okkara íslendsku grannum, sum vita, hvat professionalisma er. Vit ynskja ollum vitjandi á Travel Mart vælkomnum og vóna, at hetta tiltak fer at eggja foroyskum ferðavinnufólki at halda fram við tí stevnu, sum varð sett fyri mongum árum síðani, nevniliga henni at byggja upp eina professionella og fyri Foroyar umhvorv- isvinarliga ferðavinnu. Verið hjartaliga vælkomin til Foroya oll somul. Ynski okkara er, at fleiri ferðafólk koma henda vegin. Tó alt við máta. Eina hópturismu ynskir væl eingin, og tí verður framtíðar ferðavinnupolitikkurin eisini at hava hetta fyri eyg- að. Livst so spyrst. Sosialurin Fyri 25 árum síðani skrivaði pápi mín hesi minn- ingarorð um yngsta sonin í grannahúsunum sum lat lív í syndarligari ferðsluvanlukku, bara 14 ára gamal. Uppi hjá granna er tøgn undir lon - alt kæti tykist sum farið: tey syrgja sín deyða bróður og son, so ungur hann fór av garði Vit minnast teg grulva, reisast á knæ, stetla í túni, á teigum, spæla við hvolpar, smålomb og fæ barnaár >inni á Heidum« „Vit sóu teg fara seinastu ferð heiman, á tær var skundur, el góvust stundir at siga farvæl teg kallaði feigdarfundur. - So ymiskt er okkara dagatal, - vit sjálvi ei fyri tí ráða - nøkur rógva til ellis år, onnur frå landi bert nåa. Brått sendir livsins harri bod, - forda ti megnar eingin - at flyta til ævigu hallir heim við snarferð á einglaveingjum. Ljónið av Juda sigur vann, uggi við børu tina: sama vónin av øllum ber. tá vinir fylkjast um mína. Dagurin, tá tíðin stóð still Summir dagar eru verri at vakna upp til enn aðrir. Ein av teim svárastu var leygarmorgunin ið fór - og aftur tveir dagar seinni. Sum dagurin leið og alt hetta ræðuliga, ið hent var um nåttina, fylti alt og oll, so komu minnini - og við teimum gamla yrkingin. Men nú eitur tað: >Uti hjá granna er tøgn undir lon...< Hávardur er farin og: »Yviri hjá granna er tøgn undir lon...< Eyðun er farin og ; >Niðanfyri vegin er tøgn undir lon...< Alvur er farin. - A Tvøroyri er tøgn. Alt kæti er farið. Vit syrgja okkara deyðu, - bróður og synir. So ungir teir fóru av garði. Kæru tit, Gurið og Jens, Nina og Sofus, Sunnuva og Finnbogi, systkin, ommur og abbar, tit ungu vinfólk, - og tit í Øravik: Gud í himli verið tykkara styrki, troyst og uggi í tíðini sum kemur. Og alla tøkk fái Hann fyri hann ið spardur varð. Friður verið við minninum um teir tríggjar. Bjørg Minningarorð um Eyðun Strøm O góðasti Eydun! Tað vóru okkum øllum eini tung boð at hoyra, at tú nú ikki vart millum okkum long- ur. Hin smílandi drongurin, sum altíð heyði so nógv upp á hjartað, og sum altíð hevur verið so fullur av lívi. Vit eru altíð komin nógv inn í heimini hjá hvørødr- um, og minnini eru so óteljandi mong og góð. Øll tey kvoldini, tá ið vit hugnaðu okkum við kortspæli og øðrum spólum ella bara prátaðu og deildu gleðir og sorgir. Og so tá vit vóru á ungdómsmeti og nú eisini til næmingaráðsfundir. Saknurin er stórur eftir teg, Eyðun, og eg tori næstan ikki at ímynda mær tað tómrúm, sum verður í gerandisdegnum, til fødingardagar og alt annað, har vit eru komin saman. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum å ymiskan hått syndu samkenslu og hjålpsemi, tå kæri madur min, påpi, br6dir, abbi og langabbi okkara HARRY S. JOHANSEN (Harry í Sjúkrakassanum) doyði og varð jarðaður. Tøkk til Hera Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð í heiminum og kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, berarar og sangarar. Ein serlig tøkk til heimahjålpirnar og heima- sjúkrasystrarnar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Reyða Kross. Fyri tey avvarðandi Emmy Johansen Eg sendi mína djúpastu samkenslu til tykkum for- eldur, systkin og næstringar hjá Eyðuni, Álvi og Hávarði. Má Harrin geva tykkum styrki og mátt í hesum sorgartíðum. Og Eyðun, teg fari eg altíð at minnast sum nakað serligt. Tú, sum vart guðssonur og gullklumpur hjá pabba, og sum altíð hevur fingið okkum at smíla. Nú hava vit bara minnini eftir, og góði Eyðun, minnini um teg liggja væl goymd í hjarta mínum, og har fara tey altíð at verða. Farvæl fyri hesuferð Vit síggjast Vinkona tín Súsanna Tøkk Hjartans tøkk til øll, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu við deyða og jarðarferð hjá kæru móðir, vermóðir, systur, ommu og langommu okkara THURIÐ J. C. S. GAARDLYKKE, fødd Josephsen, i Midvågi. Ein serlig tøkk til heimahjålpirnar, ið vóru um hana, búfólki og starvsfólki á Ellis- og Avlam- isheiminum í Vágum til David Johannesen, prest fyri troystarrík orð. Familjunnar vegna Samson, Hanna, Suni, Ella og Thomas Hans