leygardagur 25. september 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 182 - 25. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
Kann ikki rista skip úr ermuni
Reidar Nónfjall, stjóri á SL, heldur ikki, at suðuroyingar kunnu vera argir inn
á, at ferðaætlanin til og úr Suðuroynni verður eitt sindur broytt sunnudagin,
orsakað av, at Smyril skal fóra klaksvíkingar aftur og fram til fótbóltsdyst í
Havn
JOHN JOHANNESSEN
Suðuroyingar eru ikki sort
argir inn á, at SL hevur gjørt
av at broyta ferðaætlanina
til og úr Suðuroynni sunnu-
dagin, orsakað av, at Smyril
skal føra fótbóltsáhugaðar
klaksvíkingar til og úr Havn
í sambandi við fóltbólts-
dystin millum B36 og KI.
Men stjórin á SL, Reidar
Nónfjall, heldur ikki, at suð-
uroyingar hava orsøk at
vera argir.
Tað kann teljast á einari
hond, hvussu ofta ferðaætl-
anin fyri Suðuroyarfarleið-
ina hjá Smyrli verður broytt
um árið, orsakað av, at
Smyril verður settur inn í
aðra sigling, tá serlig tiltøk
eru kring landið, sigur Reid-
ar Nónfjall og vísir á, at
broytingin í ferðaætlanini er
lýst bæði væl og virðiliga í
góðari tíð.
Bert 12 skip
Stjórin á SL greiðir frá, at
fyritøkan einans hevur t6lv
skip at ráða yvir, og tá okk-
urt serligt er á vási, ið ger
at nógv fólk ferðast eina
ávísa farleið, er torført at
bera so í bandi, at SL klárar
trýstið.
Í Norðoyggjum búgva
eins nógv fólk, sum tað gera
í Suðuroynni, men tey hava
eitt skip at ferðast til megin
ókið við, ið er nógvar ferðir
minni enn Smyril. Tá so
meginparturin av hesum
fólkunum knappliga skulu
til Havnar til eitt slíkt tiltak,
sum fótbóltsdysturin miku-
dagin, er neyðugt at syrgja
fyri, at vit klára at flyta oll
hesi fólkini. Og av tí, at tað
ikki ber til hjá mær at rista
eitt skip úr ermuni, má eg
taka ta avger, at broyta
ferðaætlanina fyri Suður-
oyarfarleiðina eitt sindur, so
tað ber til at flyta hesi fólk
við Smyrli.
Reidar Nónfjall staðfestir,
at hann ikki heldur seg hava
brotið meginreglurnar við-
víkjandi Suðuroyarsigling
ini í hesum føri.
Trupult á joansøku
Suðuroyingar halda tó íkki
umberingina hjá Reidari
Nónfjall vera nóg góða. Tí
á jdansøku í ár kláraði
Smyril ikki at taka alt ferða-
fólkið, og tí varð Pride
sendur til Suðuroyar við
teimum, ið ikki sluppu við
Smyrli. Hetta halda suður
oyingar vera at halda tey
fyri gjøldur.
Stjórin á SL heldur tó
ikki, at talan var um at halda
suðuroyingar fyri gjøldur.
Fólk mugu skilja, at eg
bert havi 12 skip at ráða
yvir. Tey, ið kunnu takast
úr sigling, eru Sam, Pride
og Gamla Ternan, so har er
ikki so nógv at velja ímill
um. Hildið var, at veðrið var
hampuligt, og tí hildu vit,
at Pride kundi sigla til Suð
uroyar. At veðrið so ikki var
so gott, sum vit hildu, og
nógv vóru ring av sjóverki
hendan túrin, var Oheppi,
men einki var at gera við
hetta, sigur Reidar Nónfjall
og vísir á, at Suðuroyingar
fyrr hava meldað út, at teir
als ikki vilja sigla við Dúgv
uni.
Reidar Nónfjall vísir eis-
ini á, at um avgjørt varð at
seta Dúgvuna inn í Suður
oyarsiglingina, hevði ikki
borið til hjá norðoyingum
at sloppið á jOansøku, tí
einki ferðasamband hevði
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðslun
verið um Leirvíksfjørð
Stjórin á SL sigur at enda,
at tað ikki er so stórur skaði,
um ferðirnar hjá Smyrli
verða fluttar, tí talan er í
veruleikanum um at for
skjóta tíðirnar eitt sindur
Suðuroyingar mugu
skilja, at eg ikki bara kann
taka og rista skip úr ermuni,
sigur Reidar Nónfjall
Norðo
——
Eghild Poulsen, Tonja Ziskason, Eydna Dragaberg og Berit Joensen svara
eldratelefonini hvønn mánadag seinnapart
JOHN JOHANNESSEN
Eldratelefonin í Klaksvík
hevur verið opin tveir
mánadagar, síðan hon varð
stovnað. Tó hevur hon ikki
verið nógv brúkt. Tað er
nevniliga eingin, ið enn
hevur ringt inn til eldratele-
fonina, ið er opin tveir tímar
hvønn mánadag.
Men tey fýra, ið starvast
hjá eldratelefonini eru vís í,
at brúk er fyri eini eldra
telefon, eins og tað er brúk
fyri barnatelefonini hjá
Barnabata. Tey halda orsøk-
ina til, at eingin enn hevur
ringt til teirra vera, at fólk
ikki vita um eldratelefonina.
Varandi tiltak
Tað var ein eldrabólkur í
Klaksvík, ið tók stig til at
seta á stovn eldratelefonina.
Tey hildu, at í sambandi við
eldraárið áttu tey at taka stig
til eitthvørt tiltak til gagns
fyri tey eldru í kommununi
Eisini hildu tey, at talan
skuldi vera um eitt tiltak, ið
ikki bert fevnir um eldra-
árið, men sum er varandi.
Tískil hildu tey tað vera eitt
gott hugskot at seta á stovn
eina eldratelefon.
Fígging skal til eitt slíkt
tiltak, ið tí heitti eldrabólk-
urin á Klaksvíkar Býráð um
at fíggja tiltakið. Hetta játt-
aði Klaksvíkar Býráð, og
tískil kundi eldratelefonin
lata upp fyri tveimum vik-
um síðan.
Fólk við førleika
Tey eru fýra, ið svara eldra-
telefonini í Norðoyggjum,
og øll fýra hava tey hollan
kunnleika at kunna ráðgeva
eldri fólki. Talan er um tveir
sosialráðgevarar og tvey
starvsfólk á Norðoya Ellis-
og Røktarheimi. Tonja
Ziskason er sosialrådgevi
hjá Klaksvíkar Kommunu,
Berit Joensen er sostalráð-
gevi hjá Almannastovuni í
Norðoyggjum, Egil Poulsen
starvast á Norðoya Ellis- og
Vistarheimi og Eydna
Dragaberg er leiðari á Norð-
oya Ellis- og Vistarheimi.
Allar hesar starvast nú eisini
hjá eldratelefonini, og eru
tær til reiðar at geva teimum
eldru fólkunum í Norð-
oyggjum so holla ráðgev-
ing, sum tær eru førar fyri.
Tær fýra siga, at øll eldri
fólk eru vælkomin at ringja
til eldratelefonina um alt.
Eingin verður avvístur og
tær geva sær góðar stundir
at lurta.
Eldratelefonin er fyribils
opin mánadagar frá klokkan
16 til átjan. Telefonnumm-
arið er 211999, og er 1999
valt orsakað av, at 1999 er
altjóða eldraár.
Á hotelli í
F Fyri hvonn
við 2 folkum &
c þilinum
girt
HOÍ
SL
1 vika í
úr"