Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ALTJÓÐA ELDRA ÁR. -At ein vaknar glaður hevur alt at siga, tá ein verður gamal, og ein eigur ikki at stúra fyri degnum í morgin. Soleiðis sigur Anna Petersen, sum fyllir 85 ár í januar, men hon er enn byrg og hevur mót uppá lívið. Onkur minnist hana kanska úr sjónvarpinum, tá hon saman við systrini var á ferð við fótbóltslandsliðinum. Í ár hevur hon verið í Noreg og í Sveis. Hevði tað ikki verið fyri tað, hevði hon farið avstað aftur við landsliðinum í ár. Orð og myndir: Dagfinn Olsen - Eg má siga, at eg havi havt eitt gott lív, hóast eg gjørdist einkja á ungum árum. Maðurin doyði í 1972, tá var hann 59 ára gamal. Men børnini vóru tilkomin tå, sigur Anna Petersen úr Vági, ið rundar 85 år í januar, hevur hon lív og heilsuna. Og heilsuni hevur ikki bilað. Hóast Anna skjótt rundar 85, so passar hon húsini innan og uttan, og hon tekur lut í virkseminum hjá pensjonist- unum og so ferðast hon eisini nógv Ut at tæna Eg havi verið húsmóðir, sigur Anna. Tá maðurin doyði, var hon tó eina tíð á flakavirkinum -Tá eg var ung, fór eg fyrst til Havnar at tæna. Hetta var uppi í Hoydølum hjá dr. Lynge. Tá var eingin vegur niðan til Hoydalar. Seinastu húsini, vit fóru frá á veg niðan, var hjá Trónd Hansen í Gundadali. Síðani var einki, fyrr enn tey lítlu hvítu húsini við urtagarðinum, ikki eingang fabrikkin á Hálsi. Har var eg í 3 ár. Eg fór norð í 1932, sigur Anna Petersen. - Síðani fór eg niður til Danmarkar, har tænti eg úti í Gentofte. Tað hevur verið í 1935. Eg var har í 4 ár og kom so heim aftur. Eg ætlaði bert at hava frí, men so gekk ødrvisi. Vit giftust og nógv var at taka hond í heima, sigur Anna. Fyrst búðu vit niðri hjá for- eldrunum hjá mær. Seinni fluttu vit niðan her at búgva, men vit vóru ikki so nógv í húsunum hjá okkum, tí foreldrini gjørdust so veik, so eg mátti ganga ímillum. Onkutíð flutti eg oman til teirra og var har í eitt ár og onkutíð í tvey ár. Tá maðurin doyði, heyði eg verið har í 5 ár. Og tá segði eg við mammu, at fór eg ikki niðan aftur í húsini tá, so fór eg ongantíð, greiðir Anna frá. Síðani flutti Anna og mamm- an niðan í húsini, tí annað var ikki hjá mammuni at gera, enn at fylgja við. - Hon hevði ongan annan Anna og systirin Masa hava báðar lætt sinnalag. Onkur minnist tær kanska úr sjónvarpinum, tá tær fyri ein 4-5 árum síðani vóru á ferð í Prag við fótbóltslandsliðinum Nr. 182 — 25. SEPTEMBER 1999 At ferðast er ikki ókent fyri Onnu. 80 ára fødingar- dag sín helt hon á Sjópavilonini í Keypmannahavn og síðani gekk leiðin til Teneriffa. Hon hevur eisini verið á Rhodos. Um lív og heilsa verður Í dag byrjar greinargóð í Sosialinum, har prátað verður við eldri fólk í sambandi við, at altjóða eldraár er í ár. Í nógvum londum rundar fimti hvor íbúgvi 60 ár ella meira um aldaskiftið, siga vísinda- fólk. Oftari nú enn fyrr verða tey eldru umrødd sum eitt samfelagslig vandamál, ið fer at vaksa og vaksa. At fólk sjálv kunnu hava ávirkan á sína framtíð, er nakað vit kunnu vóna. Í greinarødini tosa vit við fólk um, hvørja hugmynd hvør einstakur hevur um nútíðina og framtíðina. Hetta hóast eingin okkara veit, nær sólin fer í kav og vit ikki eru her longur. Greinargðin leggur fyri við samrødu við Onnu Petersen í Vági. Næsta leygardag er samrgða við Sverra Egholm í Havn.