leygardagur 25. september 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 182 — 25. SEPTEMBER 1999
Sum sagt verður viðabulurin
skorin sundur í passandi stykkir,
sum til endans vera dreyað til ein
lampuskerm.
Fyrsta arbeiðið er at >rádreya<,
til tilfarið hevur fingið eina ávísa
tjúkd. Tá hetta er gjørt, verður síð-
ani farið meira málrættað til verka
fyri at skermurin skal fáa júst ta
røttu tjúkdina.
Hóast tað sær lagaligt út at
hyggja at, so skal tað eingin loyna
vera, at ansast skal væl eftir, at
tað ikki verður farið igjøgnum so-
leiðis, at skermurin verður oyði-
lagdur.
Men tað kemur fyri, meiri enn
so. Verri enn so alt eydnast, og
hóast tað kemur sjáldnari fyri nú
enn fyrr, at knivurin fer igjøgnum
træið, so hendir tað kortini.
Tey, sum hava sæð lampu-
skermarnar, vita, at tað í summum
eru døkkir blettir í. Tað eru kvist-
arnir, og tað eru júst kvistarnir,
sum kunnu oyðileggja træið. Ikki
ber altíð til at vera nóg neyvur, og
so brestir.
— Men samstundis eru tað teir,
sum gera tað enn meira spennandi
at arbeiða við, sigur Ole Jakob,
og vísir okkum ein lampuskerm,
sum er klovin. Ikki tí at dreyingin
miseydnaðist, men av tí at drey-
ingin eydnaðist!
— Tað var ótrúliga spennandi at
arbeiða við hesum, tí tá træið er
so tunt sum hetta, so er tað so
ótrúliga spennandi at vita um tað
heldur til viðferina, sigur Ole
Jakob.
Nýggjan verkstað
Fyri ikki so langari tíð síðan tók
Ole Jakob ein nýggjan verkstað í
nýtslu.
Í staðin fyri at byggja út í kjall-
aranum, gjørdi hann ikki mætari
enn at gera nýggjan verkstað í
havanum, og tað hevur givið hon-
um nógv betri umstødur at ar-
beiða, og tað ger avgjørt ikki ar-
beiðshugin verri, skilja vit.
— Tað var vorðið so trongt í
kjallaranum og har bar illa til at
byggja út, og tí valdi eg at gera
henda nýggja verkstaðin.
Utbyggingin heyði nú ikki bara
tad vid sær, at Ole Jacob fekk ein
nýggjan verkstad og meiri pláss í
kjallaranum.
Gamli verkstaðurin í kjallaran-
um vísti seg at vera sera væl egn-
aður sum framsyningarhøli, og tí
hava Ole Jakob og konan gjørt av,
at gera eitt gallarí í gamla verk-
staðnum.
Annað enn
lampuskermar
Tá ein stígur inn í hugnaligu hús-
ini í Leynum, so er tað sum at
stíga inn í eitt gallarí.
Lampuskermar og aðrir lutir,
sum Ole Jacob hevur gjørt, prýða
rúmini og gera tað hugnaligt.
Hóast tað er lampuskermarnar
hann er kendur fyri, so er hann
eisini farin at gera t. d. grinda-
knívar.
»Føroysku« grindaknívarnir,
sum vit kenna teir, plaga at hava
ymiskt blankt innlagt, men tað
einasta sum er innlagt í hesar knív-
arnar, er mynstrið í viðinum, sum
knívarnir eru gjørdir úr.
Og skal eg koma við míni ein-
vísu meining, so eru hesir knív-
arnir nakað av tí vakrasta eg havi
sæð, umframt at teir eru framúr
góðir at hava í hondini.
Til stuttleika kunnu vit siga, at
Ole Jakob eisini tekst við at skera
í træ, og eins og alt hitt, sum hann
ger úr træi, so er eisini tað væl úr
hondum greitt.
Viðurkenning uttaneftir
Ole Jakob hevur eins og nógvir
aðrir listhandverkarar verið við á
tveimum teimum fyrstu >Hendur
& hugflog«-framsyningunum sum
hava verid i Føroyum.
Tann vegin hevur hann fingið
rættiliga góða viðurkenning her
heima.
Samstundis hevur hann eisini
fingið gott samband við fólk, sum
hava hann í huganum, tá tey hava
tilfar, sum hann kann brúka.
Tað metir hann sjálvur líka
týdningarmikið, sum tað at selja
á framsýningini, tí ikki ber til at
liva bara av tí, sum verður selt á
framsýning.
Fyrr í ár var Ole Jakob so hepp-
in at vera boðin til Íslands at sýna
fram í sambandi við teirra >Hend-
ur á hugflog-framsýning.
Ta ferðina er hann einastand-
andi væl nøgdur við, tí hon gav
honum nógv.
Sjálvur helt hann, at hann nokk
fór at fáa mest burturúr at vitja
íslendskar trædreyarar, men uttan
at taka nakað frá tí partinum, so
fekk hann eisini væl burturúr
sjálvari framsýningini.
— Eg hevði ikki so nógvar lutir
við, men tað var ein ótrúliga stórur
áhugi fyri tí sum eg hevði við,
sigur hann.
19
Evnini at marknadarføra eru
komin við tíðini, men nú hann
hevur fingið gallerí í kjallara-
num fær hann uppaftur meira
brúk fyri teimum
Torført at seta
prís á egið arbeiði
Venda vit aftur til tað, sum vit
byrjaðu við, so eru tað lampu-
skermarnir, sum fara við mestu
tíðini.
Sum sagt fleiri ferðir nú, so er
tað arbeiðið, sum hann er best
kendur fyri, men hvussu er við at
seta prís á tað ein sjálvur ger?
- Tað er torført, men tað er
neyðugt at læra seg, sigur hann
Hann vísir á, at tað verða brúktir
nógvir tímar í framleidsluni, og
framleiðslan byrjar. tá hann fer úr
túninum eftir viðinum.
— Alt tað skal havast í huganum,
tá ein fer at rokna prísin út, sigur
Ole Jakob.
Hann minnir eisini á teir tímar-
nar, sum vera bråktir til lutir, sum
ongantíð vera seldir. tí teir vera
oyðilagdir. Eisini tað skal teljast
við.
Tá ein hugsar um tað, so má
prisurin setast nokkso høgt, sigur
hann og staðfestir, at hann ongan-
tíð hevur fingið eina timaløn, sum
svarar til tað ein vanligur arbeiðs-
maður fær.
— Tað ber heldur ikki til, sigur
hann smílandi, men upprunaliga
var tað eisini av áhuga eg fór undir
tað, sigur hann áðrenn tygara út-
sendi aftur nærkast úthurðini
A vegnum út kemur hann í hug
at vísa gamla framsyningarhølid,
sum er eitt kamar í miðhæddini.
Hann flennir tá hann sigur, at
umstødurnar eru vorðnar munandi
betri nú hann hevur fingið gallarí
í kjallaranum.
Jú, tað sær út til, at hann hevur
funnið út av, at tað loysir seg, at
gera vart við seg sjálvan og tað
hann ger, uttan at halda at ein er
»påtroyngjandi«
Tað hevur hann so sanniliga eis-
ini uppiborið, tí væl liggur tað fyri
hjá honum at arbeiða ...
Ikki er nøkur orsek at
smæðast, tá hendurnar kunnu
gera slíkt handverk.
Grindaknívarnir eru gjørðir
úr heilt serligum træi