Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 Nr. 182 -25. SEPTEMBER 1999 Lívsins morgun er til allar tíðir Bókmentir. „Moder Syvstjerne“ er stytsta skaldsøgan hjá Williami Heinesen, men kanska hon, spurningarnar. Jógvan Isaksen, békmentafrødingur púra óvæntað giftur við í Havnini, iKrastu gentuni Violu Jonsson, tey fåa eina »e í trý ár vistast eydnan hjá tí lítla håskinum systr 5 jen hon kemur ftur. Hon er vorðin dóttirin Antonia og tann ofrættakenda hushaldskonan, Trina við eygunum, búgva nú saman Barnaárini hjá Antonio verða lopin um, afturfyri verður sagt frá trúlovilsinum við tí sjålvglada læraranum Napoleon Poulsen, ið hevur ætlanir um at hevja Antoniu upp á sítt egna pedantiska mentanarstødi. Kenslum og holdsins trå visir hann um tid frå sær, so Antonia ger tað liðugt og fer í staðin í holtur við ribbaldin Gr somu avara- Pe Tr ð eygunum, ið kki heldur nakað í hesum tí góða, sær til, inn fer av landinum, nia fær ein son, Jákup. og 1 doyr stutt eftir av sponsku Trina skal nú at kalla insamell uppala tann lítla Jákup, og hon roynir eftir førimuni at pota syndakenslu og trega niður í hann, men tað lukkast ikki. Drongurin lurtar meiri eftir sagnum og søgum, sum gamli vinmaðurin hjá mammuni, sjómaðurin Ekkehart, sigur frá. Tá ið bókin endar. eru allar vónir knýttar at Jåkupi, eins og tær vóru tað at Orfeusi í „De fortabte SJUKU Spillemænd“ Líkasum „Den sorte Gryde“ og „De fortabte Spillemænd“ er „Moder Syvstjerne“ býtt í fýra partar, men søgan er ikki søgd í fullkomnari tidarrød. Smáar afturlítandi frásagnir koma uppimillum: søgan hjá Jacob Sif, dreingirnir báðir hjá Antonio og so tann ikki fullgjørda kærleikssøgan hjá Trinu vid eygunum. A einum av teimum fyrstu síðunum verður skaldsøgan tíðarfest. Tað verður drukkið kaffi, sum „Jacob Sif har haft í gemme siden ulykkesáret 1914“. Eitt sindur seinni gerst tað greitt, at tað nýggja mansbarnið kemur í heim aftan á tað stóra kríggið og mitt undir sponsku sjúku. Í tíð er „Moder Syvstjerne“ sostatt framhald av „De fortabte Spillemænd“, og ein fjøld av persónum úr hesari koma fyri: Jacob Sif, Gravara-Petur, Rita, frú Ida Nillegaard, Ankersen, Matte-Gok og fleiri Tað var ein ábyrgd Um „Moder Syvstjerne” segði William Heinesen í samrødu: „Tað er ein skaldsøga, sum eg altid havi havt trongd at skriva, likasum ein skylda. Tad er å ein hått mini egnu barnaår ella í hvussu er ein partur av teimum, rangan kanska. Dreymarnir og heilaspunin eru mini egnu. Møder Syvstjerne sjålv hevur drøg frå mammu mini og konu mini. Og keypmadurin Jacob Sif er avmyndaður eftir einum krambakalli millum míni skyldfólk, ikki pápa mínum, hann var heilt ødrvisi. Trinu við eygunum veit eg ikki reiðiliga, hvaðani eg havi. Ivaleyst frá einum ella ðrum kristiligum-zelotiskum húsvini. Mamma mín var trúgvandi, men henni dámdi ikki harðliga moralisering. Hon hevði stikni til alla sekterismu.“ William Heinesen sigur, at tað lívsjáttandi stavar frá mammuni, meðan tað lívsnoktandi ikki stavar frá pápanum, sum onkur vil vera við: „Nei, hann var avgjørt ikki livsnoktandi, men hann hevði ongan áhuga fyri tí estetiska skapandi partinum av tilveruni. Tað er ivalyst ofta so, at handilsfólk ikki hava áhuga fyri andslívinum. Pápi hevði ein ávísan trúnaðarligan áhuga. Vidhvørt avdúkaði hann líka- sum eitt djypri lyndi, men annars var hann líksælur mótvegis mentanarlívinum“. Um skrivingina av „Moder Syvstjerne“ staðfestir høvundurin: „Hon er skrivað upp á fáar mánaðir í einum stórum eydnusomum íblástri“. Føding og týning Inngangurin í „Moder Syvstjerne“ er ein hugfangandi og næstan óverulig lýsing av komuni hjá tí nýggja undrinum, men hervald og krigsørskapur liggja sum so mangan í skaldskapinum upp á lúr „Men máske skal du tælles blandt dem, der midt í deres ungdoms bedste blomstring skal ofres pá en valplads for simpel profithungers skyld, under en gammel mordergeneral med fædrelandssyge øjne í sin lædermaske! Eller máske bliver du selv en hader og forløjet prædiker eller en led og svigefuld smigrer og logrer!“ Tríggjar sibyllir hjálpa til undir fødingini, og lesarin hugsar um nornirnar, ið spinna lívstráðin. Konurnar drekka barsilskaffi, og prátið er ófort: „For det er jo verdens overdádige have af synd og skam, de tre halvgamle kvinder er på vandring i". Einki er so gott sum at argast um ólevnað hjá ødrum! Tað er ein kensla, sum hevur góð kor í tí lítla býnum, sum hetta dómi ber boð um: ,,- Uha, uha! siger fru Nillegård med en stemme, der er fuld af et sundttænkende menneskes retfærdige afsky”. Tað gerst frá fyrstu byrjan greitt, at tíðarfatanin hjá barninum og hjá verðini ikki er tann sama: „Tiden ligger omkring dig í uhyre svøb, du skal leve i æoner før dit væsen omsider udkrystalliserer et jeg. Så først begynder din tid at komme i skred. Men langsomt, langsomt, med sekellange år. Men udefra set er det hele kun en stakket stund, kun et stjerneskud i natten." Munurin í tíðarfatan verður fleiri ferðir havdur á lofti, at tíðin so at siga gongur skjótari, jú eldri tú gerst, og seinni, jú yngri tú ert: „Han har kendt Æa siden livets oprindelse, hun kommer fra tidernes begyndelse, fra de første par års årtusinder”. (Bæði ,, Tårnet ved Verdens Ende“ og „Laterna Magica" umrøda tid sum fyribrigdi). Antonia og Newton I endanum å ti stutta fyrsta parti verður tann dialektiska tilverufatanin hjá høvundinum persóngjørd í royndunum hjá mannabarninum: „I begyn- delsen, inden nat og dag, vinter og sommer endnu var opstået i verden, herskede allerede ustyrlig sorg og grænseløs glæde, og sorgen var knyttet til ensomheden, glæden til samværet med den Ene, den Store." Og Antonia møsnar og babbar við tað lítla: „Du min Lucidarius, mit mavegje, min Kopernicus og Newton. Ja, du min Ísak Newton, min elskede Isak Newton, thi altid har jeg elsket Newton og altid skal jeg elske både Kepler og Newton såvel som Galilei!" Her verður ein onnur føding ella beinari endurføding drigin fram: renesansan. Tann helio- centriska heimsmyndin hjá Kopernikus er eitt av eyð- kennunum hjá renesansuni, og Newton fekk í sínum lagi til vega eina fysikk, sum passaði til nýggju heimsmyndina. Tvs. at hesir harrar flyta centrum frá Gudi til menniskjað, frá himni á fold - og tað hevur týdning í skaldsøguhøpi. Tann fyrri drongurin hjå Antoniu, lærarin Napoleon Poulsen, hevur biløt av sum viðger teir størstu Newton, Luther og Edison å vegginum, men í hansara føri er alt stivnad i geldari dogmatismu. Tað verður tikið fram av, at Luther er ein av húsgudunum, og at Trina við eygunum við sínum lívshatri umboðar lutherd6min í skaldsøguni. Pleiadurnar Sjeystjørnan er mangan å lofti. Fyrstu ferð, tå ið drongurin vil sova og leita sær til „Syvstjernen, alle søvnige smá børns himmelseng““. Somuleiðis tá ið deyðadrátturin hjá Antoniu er av, og vit flyta okkum út í alheimin. Parturin endar við hesum orðum: „Sá er der ikke mere“. Triði partur leggur fyri við at trívi aftur í setningin: „Er der sá ikke mere? Jo, der er stadig ham, drengen, der blev borte for dig og som du blev borte for. Ikke helt borte, for dit blod rinder i hans årer og dit sind ånder i hans sind [...]". Og so verður aftur borið við Móðir Sjeystjørnu. Ævinleikin er, at eitt ættarlið kemur øðrum á baki. Sama sjónarmið verður tikið fram í sambandi við deyðan hjá Ekke- hart: „Havet tog Ekkehart, umådelige dønninger løftede ham ud af tiden og bragte ham over í evigheden - ja, over i den eneste evighed, der findes: den, der er i menneskers erindringsvarme og taknemmelige sind". Kann henda, at hetta er tann einasti ævinleikin, sum er menniskjanum tillutaður, men í