Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. september 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

24 Nr. 182 — 25 SEPTEMBER 1999 ARG arbeiði við viði Noregi Træ er bæði list og brúkslist isbólkar saman og lata teir tosa um royndir um teirra Seinni arbeiðsráðsteynuni sýnast fram. Framsýningin verður hildin í hesum døgum á Eikaas-gallarinum í Jølster í Træ er ikki bara træ. Tað er ógvuliga lætt at arbeiða við og kann brúkast til nærum alt, frá húsi til listaverk. Við stødi í roynd- um um træ býður Nordisk Kunstsenter Dalsásen í Noregi til ráð- stevnu um teknologiska, ídnaðarliga og listaliga nýtslu av viði. Hugskotið er at føra ymiskar yrk- skulu úrslitini av Barnaarbeiði steðgast A ráðstevnu seinasta viku- skiftið tosaðu eystursjóvar- londini um framtíðar sam- starv, og hvussu bilbukt fæst við barnaarbeiði sam- bært ILO-konvensjónini. Henda konvensjón. sum bert er tveir mánaðar gom- ul, setur kikaran á tvingils- arbeiði, iroknad vápnaðar bólkar, útnyttan av børnum í pornografiídnaðinum, at brúka børn um narkosendi- boð umframt vandamikið likamligt og sálarligt arbeiði fyri børn. Subject: Teldubræv Date: Fri 24. Sep 1999 To: postØsosialurin.fo From: argrQtv2bornholm.dk Reply to: argrætv2bornholm.dk Hanus og Aldubåran I kvold og í annað kveld er konsert í Nordurlanda- húsinum við Hanusi G. Johansen og Aldubáruni. Nógv forkunnug løg eru á skránni. Eitt nú Fagra fríða Fødi- land, Eg leit í tíni eygu, Hvildarløtan, Lívið, Tá eg at kvøda, Timburmenn, Fagra blóma, Á kundi á tidarhavi, Saknur, Eygu tíni, Marita og Longsul. Lagt løgini til rættis hava Stamen Stantchev, Edward N. Debess, Páll Sólstein, Olavur Jakobsen og Kári Bæk. Bok um dråp Nógv kann sigast um lættsint og gåloysin konufólk, og tær hava altíð dugað at vakt ans rundan um seg. I bókini „Letfærdige Qvindfolk”, ið fyrstu ferð kom út í 1982 og skjótt varð útseld, greiðir Beth Grothe Nielsen, krimino- logur, frá ógiftum mammum, sum beina fyri teirra egnum børnum. Aarhus Universitetsforlag gevur nú bókina út aftur. Væl inn í hesa øldina vórðu umleið helvtin av øll drápum í Danmark framd av ógiftum mammum. Og offrini vóru teirra egnu nyfødingar. Kvinnurnar vóru til 1866 dømdar til deyða, ikki bert fyri barnadráp, men eisini fyri at eiga í tí dulda. V Viagra i blómur Ein bretsk stårhandilsfyritøka hevur í hyggju at leingja lívið á blómunum, ið verða seldar í handlunum við at geva teimum viagra. Handilsketan arbeiðir við hollendingum fyri at finna út av, um undurheili- vágurin kann fáa plantur at standa uppi longri. Sam- bært australskum og ísraelskum blómualarum, liva blómur í vasa tvífalt so leingi, um tær fáa viagra í vatnið. Bragi komið Nýggja mentanarritið Bragi, ið viðger bók- mentir og mentan í breiðum týdningi, fæst nú til keyps kring landið. Føroysku útisetarnir, René Hjelm og Firouz Gaini geva ritið út, og tað kostar 56 krónur. Bragi roynir bæði at finna tað serstaka í men- tan okkara, og at seta serføroysku mentanar- fyribrigdini inn í eina stórri, norðurlendska og evropeiska heild. Tíðarritið er grunað á ta hugsjón, at ein og hver fólkamentan mennir seg best við upplýsing og samrødu, og at samskifti millum fleiri partar ofta fødir nýggjar tankar og óvæntað hugskot. jakobsen TELDU- POSTURIN …12 minuttir fyrr Minnist væl, at eg sum smådrongur hugs- aði, at tað mátti hava verið spennandi at liva ávís tíðarskeið Tá ið mamma fortaldi mær um bretsku hermenninar, sum vóru í Gøtu undir krígnum, helt eg, at tann tíðin mundi hava verið ótrúliga spennandi. Hon fortaldi eisini um, tá ið eitt týskt bumbuflogfar varð niðurskotið á Gøtuvik. Eisini tað helt eg vera spennandi, og ynskti at eg hevdi upplivað tað Aldaskiftið var eisini eitt av tíðarskeið- unum, sum eg helt vera serliga spennandi. Hugsaði, at gongur alt væl, so sleppi eg sjálvur at uppliva eitt slíkt aldaskifti, ja meira enn tað: eitt túsundárskifti. Nú er nær við. Sjálvandi kennir ongin dagin í morgin, men gongur alt sum van- ligt, so eru bert góðir tríggir mánaðir til vit fara inn í eina nýggja old og eitt nýtt ártúsund. Hvat so? Er tað so nakað serligt at liva júst í hesum døgum, og hvat skal man gera fyri at upplivingin verður stór? Hvat skal man gera fyri at gamlaårskvøld 1999 verður ødrvisi enn so mong onnur gamlaárs- kvøld? Svarini eru sjålvandi ymisk - ; alt eftir hvør spyr, og hvør ein er. Persónliga havi eg ikki uppskriftina. Ikki annað enn, at eg fari at royna at vera i Føroyum júst hetta kvold. Men á arbeidsøkinum halda vit okkum her á sjónvarpsstoøðini á Bornholm hava fingið eitt gott hugskot. Bornholm liggur í Eystrasalti, langt frá Danmark og Keypmannahavn. So langt, at sólin rísur 12 minuttir fyrr á Bornholm enn í Keypmannahavn. Tað vil siga, at aldaskiftið kemur 12 minuttir fyrr her enn í Keypmannahavn. Tað ætla vit at gera vart við. Endamálið er tað, sum á nýmótans donskum kallast „ein event“ - ; altso ein hending, sum fær fólk at hugsa og leggja til merkis. Vit vilja fegin fáa fólk at leggja til merkis, at mitt í Eystrasalti er ein oyggj við einari sjónvarpsstøð. Tað kann gott vera, at onkur heldur, at vit eru heldur fjarskotin, men tað vil ikki siga, at vit ikki kunnu fáa hugskot. Ætlanin er í stuttum, at í sending okkara jóladag verða ur og klokkur á Bornholm flutt 12 minuttir fram. Og soleiðis verður bornholmsk tíð seinastu dagarnar av 1999. Vit hava gjørt avtalu við ferjufelagið Bornholms Trafikken. Teir hava játtað at ferjurnar sigla eftir lokalu bornholmsku tíðini í eina viku. Tær lokalu Bygdaleiðir - ; her eita tær BAT -; koyra eftir lokalari tíð, bankarnir lata upp og aftur eftir lokal- ari tíð o.s.fr. Ætlanin hevur elvt til stórt orðaskifti. Bornholms Tidende fær hópin av lesara- bróvum um hesa ætlan, á heimasíðu okk- ara -; www.tv2bornholm.dk er orðaskifti hvast, og útvarpið her hevur havt sending um ætlanina. So fyribils hava vit vakt áhuga fyri ætlanini. Sjálvir hava vit tann trupulleika, at TV 2 í Odense avger, nær vit senda. Tað vil siga at høvudssending okkara er kl. 19.30, tí tá senda allar átta regionalu støðirnar. Tað fáa vit ikki flutt, men vit hava avtalað við Bornholms Tidende, at í skránni stendur, at vit so í staðin senda kl. 19.42. Mærsk rákir flogrutuna til Bornholm. Teir mugu sjálvandi halda seg til tíðirnar í Kastrup. Afturfyri sigur flogternan, tá ið flogfarið ger klárt at lenda á Bornolm: „Velkommen til Bornholm. Husk at stille Deres ure 12 minutter frem. Det er nemlig lokal bornholmsk tid". Jú, hetta er ætlan okkara. Øll Born- holmaraur 12 minuttir fram. So er nýggja øldin her 12 minuttir fyrr. Soleidis kann aldaskiftid eisini uppliv- ast. Árni Gregersen, Bornholm