týsdagur 28. september 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Rumbul í samgongu
- spæl fyri gallaríi?
Oddagrein
ÆTLAÐA aðalorðaskiftið um Hvítubók og
framtíðarstoðu Foroya, sum skuldi vera í
tinginum í dag, verður av ongum. Ella
rættari, tað er flutt til ein annan dag. Mogu-
liga hósdagin. Orsøkin sigst vera tann, at
uppleggið frá landsstýrinum til fundin er
ikki liðugt og síðani tann, at legmaður
hevur verið í New York og hevur tí íkki
havt stundir at vera við til at gera upp-
leggið til aðalorðaskiftið.
HETTA er so bert ein partur av orsøkini,
sigst. Hin eru tey úttalilsi, sum framstand-
andi persónar í samgonguni eru komnir
fram við í seinastuni. Eitt nú hevur fíggj-
arnevndarformaðurin sett fram sum eitt
krav, at tað sæst aftur á komandi fíggj-
arlóg, at Foroyar skulu til at taka fullveldi.
Tvs. hann vil hava eina fíggjarlóg, har
úteiðslurnar ikki vaksa, heldur hinvegin.
Hesum tekur fíggjarmálaráðharrin ikki so
tungt. Hann kallar samgongufelagan í
figgjarnevndini fyri óseriosan og sam-
bandskan.
SJÁLVANDI hava politikarar í samgonguni
loyvi til at vera ósamdir. Men her er talan
um so grundleggjandi ósemju sum snýr
seg um sjálva fíggjarlógina og fullveldið,
at hetta eigur ikki at fara aftur við borð-
inum. Ahugavert verður at frætta, hverja
stoðu løgmaåur hevur í hesum, og fáa vit
at síggja, hvussu langt hansara diplo-
matisku evni rokka. Velur hann at stuðla
seg til figgjarmålarådharran ella sín parta-
mann i figgjarnevndini? Møguliga er tað
m.a. hetta, sum greida skuldi fåast å å
samgongufundi i gjår.
VIT kunnu í hvussu er staðfesta, at sam-
gongumenn eru ikki samdir um fullveld-
isætlanina. Kanska logmaður fara beint
teir á kósina aftur, áðrenn aðalorðaskiftið.
Kortini meta vit úttalilsini hjá Bjarna Djur-
holm so mikið prinsipiell fyri fólkaflokkin,
at tað skal vera logið, um tjóðveldisflokk-
urin og fólkaflokkurin fara at tosa við eini
tungu, tá aðalorðaskiftið verður.
ÁHUGAVERT verður eisini at hoyra, um
og hvar samgonguflokkarnir og javnaðar-
flokkurin kunnu metast millum sjálvstýr-
islóg og fullveldi. Formaður javnaðarfloks-
ins sigur, at javnaðarflokkurin bara gongur
við til semjur, sum liggja innan fyri ríkis-
felagsskapin. Logmaður sigur, at hetta
kann tulkast á ymsan hátt. Nú fáa vit so
at síggja. Mong eru tey, sum nú bíða spent
eftir aðalorðaskiftinum - og hvat útspælið
verður frá landsstýrinum. Og um úttalilsini
hjá Bjarna Djúrholm bara eru spæl fyri
gallariinum? Sosialurin
Jan Múller +
Blaðstjóri:
Eiríkur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Viðmerking:
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Hegni Mohr
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mork
n: | Postadr: Postsmoga 76,
Jens Kristian Vang | 110 Tórshavn
Alvur Haraldsen | Telefon: 311820
Utgevari, uppseting: | Telefax. 314720 —
Sp/t Sosialurin ! e-mail: post &sosialurin.fo
Bustadur: Lýsingar: lysing€ sosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir Prent: Sosialurin
Aftursvar til Høgna Hoydal
I Sosialinum leygardagin
18. september 1999 er stór
yvirskrift: Høgni Hoydal
skelkadur, av ti at formad-
urin i størsta fakfelagnum i
landinum skal brúka ósann-
indi í royndunum at fáa fólk
at venda sær frá fullveldis-
politikarunum
Eg haldi, at flest allir før
oyingar hava lagt til merkis,
at nidurlagid hjá Høgna
Hoydal mótvegis teimum,
ið ikki eru samd við hann
og hansara flokk, verða
løgd undir, at tað, tey skriva
og siga, er ósannindi. Tað
er ikki bara undirritada, ið
verður løgd undir at siga
ósatt, men allir teir politisku
floksformenninir, ið hava
eina aðra hugsan um full-
veldi enn Høgni Hoydal,
síga Osatt.
Sjálvt um teir búskapar-
frødingar, ið hann sjálvur
setti at skriva Hvítubók,
siga, at tá blokkurin verður
tikin burtur, versnar livifót-
urin, vit fáa arbeidsloysi,
lønarlækkan og fråflyting,
so roynir Høgni Hoydal at
burturvisa hear avleidingar,
ið koma at raka fólk okkara.
Man má síggja veruleikan
í eyguni og greiða Føroya
fólki frá, at loysing kostar.
Tað sigur seg sjálvt, at tá 1
milliard krónur fer úr bú-
skapinum, sæst tað aftur
fíggjarliga. Hví ikki vera
sannførur og siga sum er?
Heimarøktin
Eg sigi ikki satt, tå eg vísi
á sparingar innan Heima-
røktina. Høgni Hoydal kann
fara út og spyrja tær heima-
hjálpir, ið vórðu uppsagdar
vegna sparingar, ella hann
kann fara til tey sjúk og
eldru, ið hava brúk fyri
hjálp. Spyr, hvussu nógvar
tímar tey fáa í heimahjálp,
og hvussu nógvir tímar eru
spardir burtur hjá hesum
fólkum
Høgni Hoydal kundi eis-
ini hugt eftir, hvussu nógv
av jåttanini til heimarøktina
fer til umsiting.
Tað skerst heldur íkki
burtur, at innan heilsuverk-
10, ið er niðurpínt, eru ikki
nakrir sjónligir batar, tvørt-
urímóti. Tað, tú hoyrir innan
heilsuverkið, er sparingar:
vit hava hoyrt um deildir,
ið talan hevur verið um at
lata aftur, vit hava hoyrt um,
hvussu starvsfólkið innan
heilsuverkið hevur átalað
tær nógvu skerjingarnar øll
hesi seinastu árini.
Pensiónir hækkaðar
Høgni Hoydal sigur, pensi-
ónirnar eru hækkaðar mun-
andi. Ja, vidbøturnar hækk-
aðu 61 krónur um mánaðin
fyri hvønn pensiónist 1. jan-
uar í ár, og 149 krónur-í
hækking skal eitast at vera
prístalsregulering, = men
henda regulering skuldi
sjálvandi verið fleiri ferðir
149 krónur. Hvat heldur
Høgni Hoydal, samgongu-
limirnir høvdu sagt til 200
krónur í lønarhækkan i stað-
in fyri tær 9-10.000 krón-
urnar, teir fingu í lønar-
hækkan um mánaðin fyrr í
ár?
Hvat so pensiónirnar
koma at hækka komandi ár,
vil tíðin vísa.
Tað, landsstýriskvinnan í
almannamálum segði um
pensión, kann síggjast í
svari hennara til fyrispurn
ingin, hon fekk á tingi um
ætlanina við framtíðar pen
stónsskipanini í Føroyum.
Svarið var so gott, at Oli
Breckmann fór upp á ting-
sins rødarapall og takkaði
henni fyri svarið, tí hetta var
tað, ið Fólkaflokkurin heyði
ynskt í nógv ár. Meiri nýtist
ikki at siga um hatta málið
nú
Karensdagar og
sjúkradagpeningur
Viðvíkjandi karensdøgu-
num og sjúkradagpening-
askipanini skal eg enn eina
ferð vísa á, at tað er ikki ein
sáttmálaspurningur, men
ein løgtingslóg. Skulu ar-
beiðsgevararnir gjalda kar-
ensdagarnar, skal tað gerast
við einari løgtingslóg. Tað
eru bert undanførslur, tá
Høgni Hoydal sigur, hann
er ímóti, at politikarar
blanda seg ov nógv upp í
arbeiðsmarknaðin, tað hev-
ur einki við karensdagarnar
at gera.
Takið teir av, so allir løn-
takarar eru líka stillaðir fyri
lógini.
Men tað er altíð lættari at
Ingeborg Vinther
nýta umberingar fyri at
sleppa undan at taka støðu i
einum máli. Formaðurin í
størsta fakfelag í landinum
torir enn at siga sína mein-
ing, eisini at taka eina stóðu,
sjálvt um tað ikki altíð verð-
ur so væl upptikið, tó uttan
at nýta ósannindi, sum
Høgni Hoydal førir fram.
Men tiveri sær ikki væl
út fyri demokratiið, tå eing-
in má ditta sær at hava aðrar
hugsanir frammi enn tær hjá
Høgna Hoydal, uttan at tey
fáa eina skolu fyri og aðra
eftir.
Sær ikki væl út fyri
skrivi- og talufrælsi í fram-
tíðini. Enn hava vit henda
møguleika. Nýtið hann!
Tórshavn
tann 25. september 1999
Ingeborg Vinther
EI
Eftirkanningin
Nú hevur landsstýrið sett
fótur í spenn, lagt allar árar
út fyri at fáa fatu rá skjølum
og ymsum tilfari bæði úr
USA og Danmørk, fyri at
fáa greiði á tilgongdini í
Føroyum undir krígnum
kalda eftir seinna heimsbar-
daga.
Út er komin bók við heit-
inum »Føroyar í kalda
krignum«. Ivaleyst er hetta
áhugaverdur lesnaður hjá
teimum, ið kanna søgu og
søgufrødingar. Fyri vanliga
mannin á gøtuni hevur bók-
in tó neyvan tann stóra
áhuga. Tó eitt skal vera
nevnt ið fólk tá høvdu stór-
an áhuga í, varð, at NATO
gjørdi oyggjavegin dnan til
Sornfelli. Arbeiðið við
oyggjarvegin, sum tá var
komið í naggatódn, varð
byrjað longu í 30 árunum.
Ein onnur kanning, ið
vanlig fólk hava nógv stórri
áhuga fyri er »horvna kann-
ingin<. Tað er kanningin
sum skuldi koma í samband
við viðurskiftini, áðrenn og
aftaná búskaparskrædlið
mikla 1980-1992, sum elvdi
til størsta sorgarleik i Før-
oya søgu i nyggjari tíð. Fólk
mátti flyggja frá húsi og
heimi, misti alt tey áttu og
standa stórliga skuldar-
bundin enn í dag. Megin-
parturin av hesum neyðar-
dýrum flýddu til Danmark-
ar.
Um hetta mundi varð
uppskot inni á tingi um, at
ein óheft, óvildug nevnd
skuldi setast at kanna tey
búskaparligu og politisku
viðurskiftini í nevnda tíð-
arskeiði og koma við eini
niðurstøðu. Uppskotið varð
felt á tingi. Ístaðin varð
samtykt, at ein tingmanna-
nevnd skuldi taka sær av
málinum.
Hetta er óhoyrt, ivaleyst
eindømi í øllum framkom-
num londum og sera før-
oyskt.
- Tingmenn, ið sjálvir
høvdu verið við til at stýra
landið út av eggini búskap-
arliga, skuldu nú kanna seg
sjålvar og síni egnu mistøk.
Nú eru fleiri ár liðin og
neyvan frættist meira um
hetta.
Onkur av somu ting-
manning ið vóru á tingi tá,
sita enn á høgum tingsessi,
tó nú fyri dupulta løn.
ið hvarv
Spell var, at vantandi
kanningin ikki kom í tókum
tíma, so at allir fróðingarnar
ið gjørdu >hvítubók< og
føroya fólk kundi kunnað
seg um, hvussu ikki skuldi
farast fram á »sjålvstyris-
leið<. Tað hevði verið
áhugaverdur lesnaður og
nógv meira viðkomandi fyir
føroya fólk, enn ådurnevnda
bók um kalda kríggið.
Tað er mannminkandi
fyri landsins kosnu menn,
ikki tora at vísa reint flagg
og greiða føroya fólki nå-
greinliga frá tilgongdini, ið
hjartaliga.
Tøkk
Øllum tykkum id syndu okkum hjålpsemi og sam-
kenslu tå ið kæra kona og móðir okkara
ANNA POULSEN
gjørdist sjúk, doyði og varð jarðað, takka vit
Fyri tey avvarðandi
Páll, Erland, Aksel og Gunnar
førdi til stóra búskapar-
skrædlið. Tað eigur og skal
føroya fólk fáa at vita, alt
annað er ódemokratiskt og
undir alt lágmark.
Ein ófrættakensla stingur
seg upp í barmi, tá hesir
menn vilja hava loysing og
leggja allar árar út, fyri at
náa hesum máli.
Tórshavn,
tann 25. sept. 1999
Eiko Apol