týsdagur 28. september 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið
. 8
RAMens
9
NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999
Avreidingarprisurin
kann hækka 4-5
kronur fyri kilo
— Tað ber væl til at fáa nógv meiri burturúr fiskinum, enn vit fáa nú. Ganga
vit nýggjar leiðir. ber tað til hækka avreiðingarprísin einar 4-5 krónur fyri
kilo. Men tað krevur, at vit fáa fleiri fólk við útbúgvingum. Tí vitan er ein av
okkara størstu trotvørum, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrødingur
AKI BERTHOLDSEN
Tað ber væl til at menna
tað føroysku fiskivinnuna
munandi
Men tað krevur sjålv-
t vit hava hugsjónir
g it tora at bróta upp úr
ýggjum
Hetta sigur Egil Olsen,
stjóri á Sandoy Seafood.
Umframt útbúgving sum
fiskivinnufrødingur, hevur
hann eisim 10 ára drúgvar
royndir í foroyskari fiski-
vinnu, fyrst sum stjóri á
Nordis á Eiði, síðani sum
stjóri á Tvøroyrar Flaka-
virki og aftaná tað, leiðari
hjá Foroya Fiskavirking,
áðrenn hann, saman við
øðrum, stovnaði Delta Sea-
tood á Tveroryri, sum aftur
stovnaði Sandoy Seafood
Heivtin av fiskinum
fyri skeytið
Og hann ivast ikki í, at tað
eru møguleikar at menna
føroysku fiskivinnuni mun-
andi
Tann fyrsti møguleikin,
eg hugsi um, er at fáa stórri
nýttu burturúr tí fiskinum,
sum er, og sum verður av-
reiddur
Veruleikin er, at helvtin
av fiskinum hevur pura onki
virði, tvorturímóti eru tað
i virki, sum noyðast at
la fyri at sleppa av við
Tað, um hann hugsar um
er slógvið, livur og aðrar
innvølir
Hann visir m.a. å, at bædi
I ingar og norðmenn
fáa rættiliga nógv burturúr
slíkari hjáframleiðslu
-Íslendingar, eru eitt nú
farnir at turka høvd og at
gera ymsar saltaðar vørur
burturúr
Tað er eisini stórt virði
í innvølunum. „
-Eitt nú vita vit, at norð-
menn fáa rættiliga nógv
burturúr at gera hávirkað
lýsi og enzym burturúr
slógvi
— Hetta eru vørur, sum
m.a. verða brúkt í matvøru-
ídnaðinum og heilivágsídn-
aðinum
Egil Olsen nevnir, at nýl-
iga er eitt virki bygt í norð-
urnoregi fyri 70 milliónir,
bara til at gagnnýta slógv
og tað, sum vit kalla burt-
urkast
Harumframt eru tað fleiri
onnur virki, sum bara virka
slógv og annað, sum fyrr
sig
hevur verið tveitt burtur
Egil Olsen sigur, at tað
eru stórir møguleikar í
slógvinum
Afturat slógvinum frá ti
„vanliga“ fiskinum, er eisini
nógv slógv frá laksi, sum
ersini kann brúkast til sama
endamál
Kann hækka 4-5 krón-
ur kilo
Egil Olsen sigur, at megna
vit at fáa meiri burturúr eini
hjáframleiðslu. hevði tað
eisini okt munandi um
kappingarforið hjá fiski-
vinnuni
- Og tað kappingarførid
kann t.d. brúkast til at fáa
fatur á ti fiskinum. sum nú
fer óvirkaður av landinum.
Hann nevnir dómi úr Nor-
egi, at tað fer stóran týdn-
ing fyri avreiðingarprísin,
um hjáframleiðslan verður
gagnnýtt
Norðmenn vænta, at
verður hjáframleiðslan
gagnnýtt, fer tað at merkja,
at avreiðingarprísurin kann
hækka einar 4-5 krónur, tey
næstu átta-tíggju árini sigur
hann.
--Bróta vit upp um armar,
hava vit somu møguleikar í
Føroyum, sigur Egil Olsen.
— Norðmenn vænta eisini.
at virdisøkingin burturúr
slíkari hjáframleiðslu fer at
verða ein milliard í Noregi
um tvey ár
Krevur nýhugsan
Men fiskivinnufrødingurin
sigur, at skal nakað slíkt
verða veruleiki í Foroyum,
krevst nýhugsan.
Tað krevst, at fólk
trúgva uppá tað og fáa onn-
ur at trúgva uppá tað. Og
tað krevur pening. Tað krev-
ur samstarv. Men ikki minst
krevur tað vitan.
— Vit hava bæði råvøruna
og fólkið.
- Men
mangla vit.
vitanina, hana
Stórir møguleikar í
laksi
Stjórin á Sandoy Seafood
ivast heldur ikki i, at tað eru
stórur møguleikar at fáa
meiri fyri laksin
— Nógv tann størsti part-
urin av laksinum, sum vit
útflyta er heilur laksur,
kanska 70-80%.
-Metingar siga, at um få
ár fara vit at útflyta eini
50.000 tons av laksi, um alt
gongst sum ætlað.
Sjálvsagt eru veldugir
møguleikar fyri virdisøking
ti.
Hann vísir á, at tað er stór
avlopsorka á virkjunum,
sum eru. og hon kundi verið
brúkt til at skera laks til flak
og annað
- Tað eigur at bera til at
fáa nyttu burturúr fram-
leidsluorkuni, sum er til av-
lops á føroysku virkjunum
— I Noregi verður alsamt
stórri partur av útflutning-
inum av alifiski tað sama,
sum vanliga verður gjørt við
tosk, tvs, fesk fløk og aðrar
virkaðar verur.
Egil Olsen væntar, at
gongdin við laksinum verð-
ur tann sama, sum gongdin
við kongafiskinum.
—I fyrstuni útfluttu vit
hann heilan, so fóru vit at
útflyta fryst fløk og at enda
fesk flok.
Gransking og útbúgv-
ing
Men Egil Olsen sigur, at
Skulu vit yvirhøvur gera
okkum vónir um at menna
okkara fiskivinnu munandi,
er tað avgjørt neyðugt at
leggja stórri dent á útbúgv-
ingar og gransking.
--Tað er ótrúligt at hugsa
sær, at vit, sum eru ein fiski-
vinnutjóð, ikki hava nakað
sum eitur matvørugransk-
ing í Føroyum.
— Nógv verður tosað um
vørumenning. Men tað er
ongin gransking av nøkrum
sum helst slag.
— Ongin granskar og
kannar, hvørjar vørur, vit
skulu leggja dent á Og
ongin granskar, hvat vit
kunnu gera, fyri at fáa meiri
burturúr tí, sum vit hava.
— Vit gera nógva havrann-
sóknir og fiskirannsøknir.
— Og tad skulu vit sjålv-
andi. Men tad er yvirhøvur
ongin gransking i hinum
endanum fyri at finna fram
til, hvat vit kunnu fåa burtur
ti, vit hava. „
— Bæði í Íslandi og í
Noregi eru heilir stovnar,
sum onki annað hava at
gera, uttan at granska,
hvussu teir kunun fáa meiri
burturúr råvøruni.
— I Føroyum gera vit onki,
uttan at gera sum hini.
--Men tá eru hini longu
komin eitt stig lonri framá.
— Tí halta føroyingar alla
tíðina aftaná.
Hetta heldur Egil Olsen
er ein ógvuliga stórur trup-
ulleiki
Tiverri hava vit alt ov
få fólk vid høgum útbúgv-
ingum í føroysku fiskivinn-
uni.
Og tað krevst fyri at
koma framá. Tí skulu vit
vinna framá, er tað neyðugt
at hava hugsjónir um at gera
annað enn bara tað, sum vit
altíð hava gjørt.
- Tað er ilt at siga, hví
tað er ein trupulleiki.
— Men ein orsøk kann
vera, at tey ungu fara av
landinum, mest til Dan-
markar, at fáa sær eina út-
búgving, sum er skræddara-
seymað til donsk viður-
skifti.
— Og tað er ikki vist, at
tann útbúgvingin hóskar til
føroysk viðurskifti.
— So fáa tey ikki eitt starv
í Føroyum, sum hóskar til
teirra útbúgving, blíva tey
verandi uttanlands.
— Ella eisini koma tey
heim til Føroyar í eitt al-
ment starv.
--Og har meini eg, at tey
fánað spakuliga burtur, tí
tær veruligu avbjóðingarnar
eru alt ov fáar.
Egil Olsen sigur, at tað
átti at verið ein treyt hjá
teimum, sum fingu alment
starv, at tey eisini skuldu
gjørt ávísar uppgávur fyri
vinnulívið, ella arbeitt fyri
vinnulívið ein part av tíðini.
— Hetta hevði givið teim-
um nógv stórri avbjóðingar
og gjørt, at teirra heilakapa-
sitetur verður hildin vidlik-
að og mentur
Tað er ein trupulleiki,
at øll heilaorkan i Føroyum
er savnað hjá tí almenna.
— Har skulu vit sjálvsagt
eisini hava gott fólk. Men
tey høvdu gjørt nógv størri
samfelagsliga nyttu, um tey
arbeiddu meiri fyri at
menna vinnulívið.
— At vit eiga tey réttu
fólkini ivist eg ikki í. Tí tað,
tey avrika er á høgum, pro-
fessionellum stødi. Tey eru
bara skeivt plaserað í sam-
felagnum, til at vit fáa fulla
nyttu burturúr teimum.
— Tað verður eisini neyð-
ugt at føroyingar fáa sær
útbúgvingar, sum hóska til
føroyskt vinnuliv.
Sveinabræv å flaka-
virki
Annars heldur hann, at vit
eisini eiga at útbúgva tey
fólkini betri, sum arbeiða á
fiskavirkjum.
— Tað ber væl til at fáa fiskivinnuna at kasta meiri av
sær. Men tað krevur, at vit tora at bróta upp úr nýggjum,
so at vit ikki altíð bara skulu gera, sum hini, sigur Egil
Olsen, fiskivinnufróðingur
— Fiskaarbeiði er ótrúliga
lágt í metum. Tað er mang-
an bara eitt arbeiði, sum
fólk taka á seg tá ið tey einki
annað fáa. Ella ungdómar
fara í fisk eitt ár, áðrenn tey
fara at ganga í skúla.
— Fólk halda, at tað fiska-
arbeiðið hevur onki uppá
seg.
--Onki er meiri skeivt enn
tað, tí gott fólk er ein av-
gerandi fortreyt fyri vinn-
uni.
— Og kemur ikki broyting
í her, spyrst aldrin nakað
gott úrslit burturúr í longd-
ini.
Egil Olsen sigur, at hetta
er eitt mål, sum partarnir å
arbeiðsmarknaðinum áttu at
tikið upp.
Hann heldur, at tað er
neyðugt at skapa virðing
fyri fiskaarbeidi.
— Tað kundi t.d. verið
gjørt vid, at fólk, sum ar-
beiða á fiskavirki, byrjaðu
sum lærlingar, men blivu
faklærd og fingu sveina-
bræv, tá ið tey høvdu verið
I Sosialinum í morgin:
Tað almenna má
taka skotlandsrut-
una uppaftur
eina tíð.
--Við sveinabrævinum
skal sjálvandi meiri løn
fylgja við.
— I løtunu fær ein skúla-
ungdómur, sum ongantíð
hevur sæð fisk fyrr, somu
lón, sum ein garvað flaka-
kona, sum hevur arbeitt í
20 ár, hóast oll vita, at tað
tey kunnu ikki avrikad tað
sama.
Egil Olsen sigur, at tað
undrar hann stórliga, at
hetta ikki hevur verið eitt
mál, sum er tikið fram í sátt-
málasamráðingum ímillum
arbeiðsgevarar og fakfeløg-
ini.
— Fáa vit ikki lyft fiska-
arbeiðið upp á eitt hægri
stødi, verður arbeiðsmegin
alt ov óstøðug til, at nakað
veruliga gott kann spyrjast
burturúr.
Egil Olsen sigur, at ein
sveinabræv, sum vísti, at
hann ella hon dugir tað og
tað, mátti eisini verið eitt
gott ummæli at havt við
sær.