týsdagur 28. september 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
Jóannes Eidesgaard fegnast um, at fyrst lógmaður og nú
eisini Hógni Hoydal tosa um, at neyðugt er at fáa eina so
breiða semju sum møguligt, áðrenn farið verður til Dan-
markar at samráðast um ríkisrættarligu stóðu Førova,
men hann vísir á, at Javnaðarflokkurin heldur tað bera
til at náa somu ríkisrættarligu viðurskifti innan fyri ríkis-
felagsskapin
JOHN JOHANNESSEN
Tað er at fegnast um, at
Høgni Hoydal nú eisini er
farin at tosa um, at neyðugt
er við breiðari semju áðrenn
farið verður til Danmarkar
at samráðast um ríkisrættar-
ligu stóðu Føroya. Men
roknar Høgni Hoydal vid,
at Javnaðarflokkurin skal
sleppa kravinum um, at
loysin skal vera innanfyri
ríkisfelagsskapin, verður
hetta av ongum.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður Javnadarfloksins,
vísir á, at Javnaðarflokkurin
leingi hevur verið áhugaður
í einum breiðum samstarvi
millum føroysku flokkarnar
um broytingar i rikisrættar-
ligu stødu Føroya. Tiskil vil
hann eisini fegin samstarva
vid verandi samgongu um
just hetta mål, um hon ynsk-
ir tað. Men so må Tjóð-
veldisflokkurin virða sjón-
armiðini hjá hinum flokk-
unum.
Ikki togast
eftir hårinum
Høgni Hoydal hevur í
seinastuni ørkymlad veljar-
an almikið. Viðhvort hevur
hann givið greiðar ábend-
ingar um, at hann heldur
sjálvsstýrispolitikkin hjá
Javnaðarflokkinum liggja
heilt tætt tí hjá Tjóðveldis-
flokkinum, men í nærum
sama viðfangi vísir hann á,
at hann er so rúkandi
ósamdur við politikkinum
hjá Javnaðarflokkinum.
Jóannes Eidesgaard er
púra samdur við Høgna
Hoydal í, at politikkurin hjá
Javnaðarflokkinum og
Tjóðveldisflokkinum liggja
ógvuliga tætt at hverjum
ørdrum. Men Javnaðar-
flokkurin er sannførdur um,
at tað ber til at fáa allar teir
neyðugu myndugleikarnar,
Tjóðveldisflokkurin ynskir,
innanfyri ríkisfelagsskapin.
Hann heldur ikki grundgev-
ingarnar í Hvítubók fyri, at
loysing er einasta loysin,
vera rættar. Tvørturim6ti
heldur Jóannes Eidesgaard
tað bera til hjá Høgna Hoy-
dal at fáa sína flaggstong
nummar 189 uttan fyri ST
høvudsborgina í New York
uttan at loysa frå Danmark.
— Vil Tjóðveldisflokkurin
hava eina semju við Javn-
aðarflokkin, má hann gera
sær greitt, at hann ikki kann
draga Javnaðarflokkin eftir
hárinum, so tað er hann, ið
ger av, hvat Javnaðarflokk-
urin meinar. Jóannes Eides-
gaard ger greitt, at tað er eitt
mark fyri, hvussu langt tað
ber til at fara. Hann sigur,
at Tjóðveldisflokkurin og
Høgni Hoydal mugu skilja,
at skal ein semja finnast við
Javnaðarflokkin, so mugu
báðir partar semjast um eina
loysn.
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum ásannar, at tað í
veruleikanum eru grund-
sjónarmiðiðni hjá viðvíkj-
andi fullveldismálinum, ið
skilja Javnaðarflokkin frá
samgonguni. Samgongan
vil nevniliga skipa Føroyar
sum eitt fullveldisríki uttan
fyri ríkisfelagsskapin, með-
an Javnaðarflokkurin heldur
tað bera til at náa somu
rættindi innan fyri
ríkisfelagsskapin.
Tískil sær Jóannes Eides-
gaard ikki møguleika fyri
einari semju millum sam-
gonguna og Javnaðarflokk-
in, fyrr enn samgongan er
sinnað at sleppa kravinum
um fullkomna loysing frá
Danmark.
Samgonguridi
Í seinastu viku vóru fleiri
ábendingar um, at allir sam-
gongulimirnir ikki eru so
heilt samdir um fullveldis-
ætlanina. Millum annað
skírdi figgjarnevndarfor-
maðurin, Bjarni Djuurholm,
fullveldisætlanina at vera so
mikið bjartskygda, at sigast
kann, at vit liva í eini
dreymaverð. Hann gjørdi
greitt, at eftir hansara tykki
er als einki samsvar millum
førda figgjarpolitikkin og
fullveldisætlanina.
Leygardagin svaraði
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharri, aftur. Hann
legði Bjarna Djurholm und-
ir at hava trongd til at mar-
kera seg við negativum
hugsanum, og harafturat
skírdi hann Bjarna Djur-
holm at vera sambands-
mann, sum ræðist fullveldi.
Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður i sjålvstyris-
målum og forspråkari fyri
fullveldislætlanini, heldur
ikki, at talan er um trupul-
leikar í samgonguni, men
heldur um ein innanhýsis
trupulleika í Fólkaflokkin-
um. Og tískil er hann als
ikki bangin fyri, at Fólka-
flokkurin fer at leypa frá
fullveldisætlanini.
Formaðurin í Javnaðar-
fiokkinum sigur seg to lein-
gi hava havt varhugan av,
at alt ikki gongst so væl í
samgonguni. Hetta heldur
hann semjusøkjandi poli-
tikkin hjá løgmanni og
Høgna Hoydal geva greið
boð um.
Men Jóannes Eidesgaard
heldur løtuna vera ta røttu
at gera broytingar í ríkis-
rættarligu stóðu Foroya, og
tí er hann eisini sinnaður at
finna eina semju um, hvørj
ar broytingarnar skulu vera.
Hann ger tó einaferð enn
greitt, at Javnaðarflokkurin
ikki víkir frá kravinum um,
at vit skulu varveita ríkis-
felagsskapin.
Søgulig lota
— Eingin ivi er um, at løtan
beint nú, er ein ógvuliga
søgulig løta. Tað er jú heilt
greitt, at vit um ikki so langa
tíð fáa broytingar í ríkis-
rættarligu støðu Føroya.
Hesar broytingar eru flest
allir danskir eins og før-
oyskir politikkarar sinnaðir
at gera. Men, sum vit í sein-
astum hava hoyrt, ynskja
allir danskir flokkar eina
skipan. har Føroyar verða
verandi partur av ríkinum
Tó er Jóannes Eidesgaard
sannførdur um, at føroying-
ar fáa tær broytingar í ríkis-
rættarligu støduni, teir
ynskja, tá farið verður til
Danmarkar at samráðast.
Men hann ivast tó í, um vit
fáa eina eins langa skiftistíð,
sum samgongan ynskir,
verður loysnin fullkomið
fullveldi.
Júst í sambandi við út-
sagnir frá donskum polit-
ikkarum um skiftistidina og
fullveldisætlanina sum
heild, hevur Jóannes Eides-
gaard fingið skotið í skógv-
arnar, at hann gongur og
lýður donskum politikkar-
um í oyrað, hvat teir skulu
siga. Men hetta heldur hann
vera at geva honum egin-
leikar, hann ikki hevur.
— Eg havi kunnað danska
Javnaðarflokkin um, hvat
gongur fyri seg í føroyskum
politikki í løtuni. Men at
trúgva uppá, at eg til dømis
kann leggja Anders Fog
Rasmussen orð í munnin, er
at geva mær serligar egin-
leikar, ið eg ikki havi.
Jóannes Eidesgaard vísir
enn einaferð á, at løtan er
tann rætta at gera broytingar
í ríkisrættarligu støðu For-
Somu rættindi innan
fyri rikisfelagsskapin
Jóannes Eidesgaard heldur tað væl bera til at fáa flagg nummar 189 at veittra uttan
oya. Hann er eisini vísur í,
at broytingar fara at henda,
men veit tó ikki hvorjar.
I hesum sambandi sigur
fyri ST-høvudsborgina uttan at neyðugt er at loysa frå Danmark
hann seg vera púra samdan
við Ola Breckmann í, at tað
er ein vanlukka fyri for-
oyska samfelagið, um við-
urskiftini ikki fást í rættlag
á hesum sinni
- fil tín, ið hevur