týsdagur 28. september 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Metis Millionin kann
ikki
tikið
Fótbóltur: Eingin
fer í ár at taka metið
hjá Ola Johannesen
við átta gulum
kortum og einum
reyðum í sama
kappingarári
merkisvert í
ri á Krossinum
og NSI
voru tveir
eikarar av útiliðnum, runavík-
garnir Jákup Martin Jacobsen
g Kári Sigvardsen, riknir av
vellinum. Hetta upplivir ein
kanska ikki so sjáldan, men
t ra áhugavert er, at akk
ar i fyrra dyst-
nesi bæði feløgini
ar
jp
Tå fingu tveir
útiliðnum (í
Nikola
Jørgensen) hver sítt reyða kort
spælarar av
tí føn sumbingarnir
Biberdzic og Birgir
N
ns
gv meira sjáldsamt er, at
ju leikarar, ið eru eftir á
vøllinum, megna at fáa fleiri
mál í restini av leiktíð, enn teirra
mótstøðulið. Men í Sumba
kláraðu niggju runavikingarnir
at skora utjavnandi mål og
bjarga einum stigi
Millum teir, ið fingu kort í
hesum hendingaríka dystinum,
vóru sumbingurin Spasojé Bi-
berdzic og runavíkingurin Helgi
L. Petersen. Tann fyrri av
teimum hevur nú fimm gul kort
og eitt reytt á sín konto, meðan
tann seinni fekk sítt sætta gula
kort í kappingin.
Spasoje og Helgi eru sostatt
á odda á »svarta listanum« av
spælarum, ið ikki hava skikkað
seg serliga væl á vøllinum í ár.
Men hvorkin teirra, ella nakar
annar, hevur møguleika fyri at
sláa metið hjá ti kenda tvøra-
manninum Óla Johannesen. Í
landskappingini í ].deild í fjør
megnaði núverandi verjuálitið
hjá AGF at fáa ikki færi enn
átta gul kort, og eitt reytt afturat
hesum
Hinvegin hevur ein annar
sumbiar-jugoslavi og beiggin
hjá ti nevnda Spasoje, met av
reyðum kortum. Tað er rættiliga
ósannlíkt, at nakar annar leikari,
og als ikki Oli Johannesen,
hevði verið vístur av vellinum
tvær ferðir einum kappingarári
í Føroyum.
ie
Itrottar-
Sosialurin
— vit fylgja við
tíðindablaðið
NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999
detta triggjar vegir
Fótbóltur: Og í botninum er tað framvegis púra opið, um sumbingar ella fuglfirðingar skulu
beinleiðis niður í næstbestu deildina
Avgerðin, um hver skal vinna
FM og harvið fáa milliónina frá
UEFA, varð tikin av dagsskránni
sunnudagin. Hon verður aftur á
skránni leygardagin, og tá skal
avgerðin fella.
Klaksvíkingar eru framvegis
besta boðið upp á FM heitið,
men tey bæði liðini, sum undan
seytjanda umfarinum á pappir-
inum høvdu møguleikar, eru
framvegis við í kappingini. GÍ
og B36 vunnu sínar dystir, og
tað vil siga, at teirra møguleiki
nú er betri, enn hann var undan
vikuskiftinum.
Sidsta tysdag skrivadu vit, at
KI hevur ikki vunnid FM heitid
å heimavølli sidani 1969, tå teir
i næstsíðsta umfarinum vunnu
4-3 á HB, eftir at stødan hevði
verið 4-0 (tað var ta ferðina, at
Niels Juul Arge, sáli, helt fyri, at
hóast tað bara vóru fimm min-
uttir eftir at spæla, so áttu tey,
sum nú komu til fótbóltsdyst í
Klaksvík, at goldið hundrað
krónur, so spennandi helt hann
tað vera).
Avgerðin, um teir skulu vinna
fyrsta meistaraskapin á heima-
vølli í tríati år, hin seytjanda í alt
og greipuna fyri aðru ferð og
fyrstu ferð í 32 ár, liggur fram-
vegis í hondunum á klaksvíking-
um, og tað má framvegis metast,
at KI er besta boðið uppá FM
heitið. Móstoðuliðið í síðsta
umfarinum verður ikki av sama
formati, sum tað var sunnu-
dagin, men skal tað eydnast hjá
klaksvíkingum, so skal hug-
burðurin og fokus, sum venjarin
plagar at taka til, vera heilt ødr-
vísi, enn avrikið móti B36 visti.
Kollektiv fleingja
Tað kemur sjáldan fyri, og
kanska er tað ongantíð komið
fyri áður, at eitt lið hevur havt
so nógvar áskoðarar við til dyst
á útivelli, sum KÍ hevði sunnu-
dagin. Einir fimtan hundrað
norðoyingar vildu vera við til at
vinna FM, og tá tað als ikki
eydnaðist, so kunnu vit ikki siga
annað, enn at B36 gav eina
felags fleingju til fimtan hundr-
að norðoyingar!
Fýrverk, sjampanja og alt
annað, sum hoyrir til, tá meist-
araskapur skal haldast, kom
ongantíð fram í ljósið henda
góðveðursdagin, og tær neglir
nar hjá KI viðhaldsfólkum, sum
ikki longu eru komnar niður um
rótina, fara ivaleyst hesar næstu
dagarnar at fáa av at vita
At FM heitið ikki kom til
høldar hesa ferð kann fara at
vísa seg sum ein fíggjarlig inn-
tøka hjá KI, ti nú verður
spenningurin og harvið áhugin
fyri uppgerðini móti fuglfirðing-
um stórri, enn hann annars hevði
verið.
Hinir meguleikarnir
Tey somu fýra liðini, sum vóru
fremst í fjør, verða aftur fremst i
ár, men HB. sum kann kalla seg
meistaralið til komandi leyg-
ardag, hevur ongan møguleika at
vinna FM.
Kappingin hjá teimum snýr
seg um næstfremsta plássið,
men teir skulu hava hjálp frá
B68 og B71 fyri at røkka so
langt. HB hevur møguleikan fyri
UEFA Cup plássi, men alt bend-
ir á, at teir mugu taka til takka
við Intertoto Cup í ár 2000.
GI er næstbesta boðið uppá
FM heitið. Teir vóru við einum
meiri ella minni hálvum liði í
Fuglafirði, og tað eydnaðist
teimum væl og virðiliga at fáa
oll stigini. Gl er tvey stig aftan-
fyri KÍ, og møguleikin hjá
gøtumonnum er, at fuglfirðingar
fáa stig í Klaksvík. Um ÍF vinn-
ur á KÍ, so er GI meistari, um
teir á heimavelli basa toftamon-
num. Um tað verður jaynleikur
millum KÍ og ÍF, og GÍ vinnur
móti B68, so fer at standa á
jøvnum í stigum millum KI og
GI, men málmunurin hjá gøtu-
monnum fer at gera teir til
meistarar. GI hevur pluss nitjan í
málum, meðan KÍ hevur pluss
sekstan.
B36 hevur framvegis møgu-
leikan at vinna FM heitið, men
hann er meiri at kalla mikro-
skopiskur. Avrikid móti klaks-
víkingum var einum meistaraliði
verdugt, og um teir í B36 í hesi
vikuni iðra seg uppaftur meiri,
enn teir hava gjørt undanfarnu
vikurnar, um, at teir so at siga
søpladu tvey stig burtur á Sandi,
taptu móti HB og — ikki minst -
bara greiddu javnleik í Gøtu, so
er tað væl skiljandi.
Møguleikin hjá B36 at gerast
meistari er fyrst og fremst treyt-
aður av, at teir vinna í Runavík
og av at KÍ ikki fær stig í Klaks-
vík. Um GI ikki vinnur móti
B68. so fer B36 framum teir og
vinnur FM heitið. Hetta kann alt
koma fyri, men tað tykist ikki
serliga sannførandi.
Lítil úrtska
NSI, B68 og VB kunnu hvorki
vinna skreyt ella flyta niður.
Gongdin hjá vágbingum hevur
verið ólík henni hjá skálafjarðar-
liðunum, sum tað hevur skorist
sera illa hjá tey nógvu síðstu
umførini. Um tað vil væl við hjá
VB, sum leingi var illa hótt av
niðurflyting, so kunnu teir við
sigri á Sumba í síðsta umfari-
num svinga seg heilt upp á eitt
fimta pláss.
Sumbingar eru framvegis
besta boðið uppá beinleiðis
niðurflytingina. Tað er stórur
munur á årtøkuni, sum fæst úr
javnleikum og sigrum, og hetta
Íva sumbingar kent sviðan av.
Javnleikurin móti NSÍ var tann
fjórði á heimavelli, og sunnu-
dagin stóðst javnleikurin, sum
teir fleiri ferðir fyrr í ár hava
gjørt, av, at sumbingar mistu
leiðsluna og harvið tvey stig,
sum komandi leygardag kunnu
fara at vísa seg at hava verið
munurin millum 1. og 2. deild.
At ÍF tapti stórt móti GÍ, með-
an Sumba megnaði javnleik
móti NSI, ger, at sumbingar
hava betri målmun enn IF, og
tað kann gerast týdningarmikið,
um ÍF megnar javnleik í Klaks-
vík, meðan Sumba vinnur í
Vági.
Jan Guttesen vinnur luftdyst
móti Jan Joensen hjá KÍ.
Mynd: Alvur Haraldsen
Skulu sumbingar ikki flyta
beinleiðis niður, so skulu teir |
vinna í Vági. Gera teir tað, og IF
ikki vinnur í Klaksvík, so verður
tað ÍF, sum flytir beinleiðis nið-
ur, og so verður stødan tann
sama, sum hon fleiri ferðir áður
hevur verið, nevniliga at liðið,
sum skal tungu leiðina niður í 2.
deild, hyggur at, meðan meist-
araliðið fær steyp og gullkrónur.
Soleiðis var tað hjá TB, tá teir
eftir síðsta dystin móti HB fluttu
niður í 1988, og soleiðis var tað
hjá B71, tá teir eftir síðsta dystin
móti B36 í 1997 fluttu niður.
Undir øllum umstødum er
spenningurin bæði í toppinum
og í botninum varðveittur til
átjanda og síðsta umfarið, og tað
ger, at fótbóltsfepurin fer at vera
høgur alla vikuna. Ur Sumba,
um Havnina, og Gøtu og Fugla-
fjørð og norður til Klaksvíkar og
allar Norðoyggjar, og tað er
hugaligt fyri kappingina.
jh
Klaksvikingar liva í vonini
2. deild menn:
LIF-KI 0-1 (0—0)
Tað varð frammanundan mett sum
so at siga 6møgulig uppgåva, at
KÍ skuldi fáa nakað við til hús, tá
teir leygardagin fóru til Leirvíkar
at stríðast fyri lívinum í næstbestu
deildini, men KÍ vann, og harvið
varðveittu teir vónina um aftur
komandi ár at spæla í næstbestu
deildini. Um vónin skal gerast til
veruleika veldst um samantalda
úrslitið, tá teir tey bæði næstu
vikuskiftini skulu spæla tvær ferð-
ir móti næstbestu toftamonnunum.
Mjørkin var so mikið tjúkkur,
at tað var émøguligt at síggja mun
á bláum og grónum, og tí vóru
spælararnir í 2. hálvleiki í skyggj-
andi vestum.
Harry Benjaminsen hevur upp-
flytingardystirnar móti ÍF ella
Sumba at hugsa um, og tí hevði
hann valt at lata teir báðar pól-
verjarnar, Mirek og Tomek, sum
báðir hava tvey gul kort á konto-
ini, sita uttanfyri, og rættuliga
tíðliga vórðu smáskaddu Kaj Eli
Olsen og Kristian Eliasen tiknir
av vøllinum.
Trygvi Olsen vardi målid hjå
LIF, medan Hallur Hansen kom
inn å midvøllin fyri Kaj Eli Olsen.
A midvøllinum vóru eisini Poul
Suni Dam og Kristian Eliasen,
sum Petur Sjúrðarberg loysti av,
og í álopinum kom bara 16 ára
gamli Sigfríður Olsen inn. Í byrj-
unaruppstillingini vóru Kristian á
Reynatrød og Jonhard Høgnesen
í álopinum. Í verjuni vóru Erik
Lervig, Tórhallur Justinussen,
Ove Heinesen, John Olsn og Árni
Jacobsen. ;
I 1. hålvleiki høvdu Arni Jacob-
sen og Jonhard Høgnesen ein dup-
ultan møguleika, men målverjin
hjå KI, Meinhardt Joensen, sum
alla tíðina var tryggur, bjargaði
frágera væl, og eina ferð raktu
leirvíkingar á tvørtræid.
Toppskjúttin hjá KÍ, Helmar
Lassen, var ikki tøkur, og ti
spældu Høgni Kastalag og Torleif
Eyðun Petersen fremstir. Á mið-
vøllinum vóru Kristian Andrea-
sen, Jóhannes Færg og Meinhardt
Hansen, og í verjuni vóru Andreas
Josephsen, Ove Nysted, Niclas
Niclasen, Sámal Eyðfinn Poulsen
og Pól Juul Vilhelmsen.
Tað vil við øðrum orðum siga,
at KÍ var betri mannað, enn teir
ofta hava verið, teir lógu aftarlaga
á vellinum og lúrdu eftir møgu-
leikanum, og seks minuttir undan
leikloki fingu teir mál. Meinhardt
Hansen legði innfyri úr høgru, og
fýra metrar úr málinum heilflukt-
aði Jóhannes Færg í málið.
jh