týsdagur 28. september 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
e-mail: eydunØsosialurin.fo
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Fótbóltur: Og tað er møguleiki fyri, at
dupult umførini í undankappingunum verða
broytt, soleiðis at tað fyrst verður spælt miku-
dag og so sunnudag
I síðstu viku var nógv gjørt
burturúr niðri í Sveits, har euro-
peiska fótbóltssamgongan, UEFA,
hevur bústað.
Altjóða fótbóltssamgongan,
FIFA, hevur bústað í Genevé í
Sveits, meðan europeiska sam-
gongan hevur hildið til í Nyon,
sum er ein hálvan tíma í bili frá
Genevé. Hetta hevur ofta verið
tulkað soleiðis, at UEFA vil ikki
búgva í skugganum av FIFA, og
tað kann væl vera, at tað hevur
verið nakað um tosið, tí tað hevur
ikki altíð verið, at UEFA og FIFA
hava drigið eina línu. Millum
annað varð hetta undirstrikað, tå
Lennart Johansson, formaðurin í
UEFA, royndi at gerast formaður
í FIFA, men tað miseydnaðist, ti
eiðslan í FIFA gjørdi av at stilla
táverandi aðalskrivaran, Joesph
Blatter, upp til Hesin varð
valdur, og tað var avgjørt ikki eftur
høvdinum á teimum í UEFA
sessin
Nyggjan bustad
UEFA hevur hildið til í leigaðum
hólum, og tey hava ikki verið á
hædd við tað, sum tað kann
roknast við av hølunum hjá einari
fyritøku, ið hevur sera stórar
inntøkur, og sum hevur ein
peningakassa, sum ógvuliga stórar
upphæddir renna inn og út úr.
Í síðstu viku kom UEFA — í
hvussu so er hvat bústaði viðvíkur
út úr skugganum á teimum í
FIFA, og tað gekk ikki heilt
stillisliga fyri seg. Allir bossarnir
og allir aðalskrivararnir í euro-
peisku fótbóltssambondunum
vóru saman við einari rød av ødr-
um gestum bjóðaðir til vígsluna
av nýggja húsinum.
Fyri Føroyar vóru Torleif Sig-
urðsson og Ísak Mikladal í Sveits,
har teir høvdu høvi at heilsa uppá
allar teir og oll tey, sum hóast stórt
trýst frá europeisku storfeløgu-
num sita vit avgerandi orðinum,
tá avgerðir verða tiknar.
Hesa ferð var ikki lagt upp til,
at stórar avgerðir skuldu takast,
men tá tey, ið hava avgerðarrættin,
eru saman, so fáast sjálvsagt
ábendingar um, hvat innan alt ov
rúma framtíð kann roknast við av
broytingum
Ein familja
Kongressin fyri formenninar og
aðalskrivararnar var á skránni hos
dagin. Eitt av málunum, sum hev
ur havt og framvegis hevur stóran
føroyskan áhuga, og sum tað hev
ur verið og verður nógv tosað um
millum leiðslurnar í fel
í Europa,
fotboltssambondunum
tað skal
'Unum
øgunum
og i pressuni, er, hvussu
MM
vera við EM undankappir
í framtíðini
Sjónarmiðini fevna frá teimum
sum halda, at tað skal haldast
fram, soleiðis sum tað er nú. og
til teirra, sum halda, at smáu tjóð
irnar skulu tveitast burturúr kapp
ingunum. Og so eru tað tey, sum
halda, at smáu tjóðirnar skulu
spæla í undankappingum til
undankappingarnar. Hetta sjón
armiðið hevur t.d. skotski lands-
liðsvenjarin, Craig Brow, ofta giv
ið til kennar, og hann endurtók
hetta á tíðindafundinum, eftir at
Føroyar og Skotland høvdu spælt
2-2 á Svangaskarði.
Men sambært tí, sum kom fram
í Nyon hósdagin, so bendir einki
á, at broytingar fara at verða gjørd-
ar hesum viðvíkjandi:
Egedius Brown, týski næst-
formaðurin í UEFA, taldist mill-
um teirra, sum undirstrikaði óg vu-
Smáu tjóðirnar
framvegis í hitanum
liga nógv, at europeiskur fótbóltur
hoyrir til eina familju, og at famil
an skal halda saman, eisini tå tað
snýr seg um EM undankapping
arnar. Á fundinum varð víst á, at
sølan av sjónvarpsrættindunum í
sambandi við EM endaspælið
hevur verið ein góður handil, og
at tað sær út til, at komandi enda-
spælið, sum komandi summar
verður í Hollandi og Belgía, fer
at seta nýtt met, og tað glíður
sjálvandi væl niður hjá teimum
ymisku at frætta, sigur Ísak Mikla-
dal, aðalskrivari í FSF, sum eftir
tí, ið hann hoyrdi í Sveits, ikki
stúrir fyri føroysku luttøkuni i EM
undanspælinum.
Býta um
Ein annar spurningur, sum var
nógv umrøddur, var trupulleikin
h
it
num, sum grentt hava givið ú
kennar, at tey ikki vilja hava, at
teirra spælarar eru so nógv upp
tiknir av landsdystum
Tað verður hildið fast við, at
tá undankappingardystir verða á
skránni, so skulu londini oftast
spæla tveir landsdystir í somu
viku, soleiðis sum vit kenna tað
frá kappingini, sum nú er farin at
halla. Tað varð nevnt, at tað
kanska hevði verið betri bæði fyri
feløgini og landslidini, um tað í
staðin fyri leygardag og mikudag
heyði verið spælt mikudag og
sunnudag, og tað tóktist vera
stemningur fyri hesum. Ein møgu
lig broyting hesum viðvíkjandi
hevdi havt við sær, at feløgini
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
verð
Førovar hoyra til
europeisku familjuna, og
familjan skal halda saman,
eisini tå tað snýr seg um EM
undankappingarnar
fingu spælararnar aftur sunnu
kvold ella mánamorgun í staðin
fyri at fáa teir aftur mikukvøld ella
hósdag Hetta hevði aftur havt við
sær, at umstødurnar i feløgunum
at fyrireika seg til heimligu kapp
ingarnar høvdu verið nógv betri,
og nógv bendir á, at hetta fer at
verða broytt soleiðis til komandi
EM undankapping, roknar Ísak
Mikladal við.
jh
Sogndal er punkterað
Fótbóltur: Møguleikin at flyta upp er eftir
einari viku svunnin burtur í næstan einki
Stóðugu góðu úrslitini, sum
Sogndal hevur havt síðani Julian
Johnsson kom í felagið, og sum
vóru serliga góð fyrstu dystirnar
eftir at Kut Mørkøre var komin úr
Klaksvík, hava ikki verið endur-
tikin tvey tey síðstu vikuskiftini,
og nú er tað ikki nógv, sum bendir
á, at Sogndal skal megna at enda
á triðja plássinum, sum ber tveir
dystir við sær um eitt pláss í bestu
deildini.
Lyn vitjaði sunnudagin í Sogn-
dal, teir vunnu 2—1, eftir at tað í
steðginum hevði verið málleyst.
Lyn kom beinanvegin í 2. hálv-
leiki á odda, og teir øktu til 2-0,
áðrenn Sogndal fram móti dyst-
arenda svaraði aftur. Nú eru hesi
bæði liðini jøvn við 39 stigum,
sum eru fýra færri enn Bryne, ið
er á triðja plássinum.
Julian Johnsson og Kurt Mørk-
øre vóru við allar 90 minuttirnar,
men hvørgin teirra gjørdi seg gald-
andi. Kurt Mørkøre fekk eitt gult
kort, og í dømingini hjá Verdens
Gang av avrikunum hjå einstøku
spælarunum fær Julian Johnsson
vánaligasta skoðsmálið av øllum
spælarunum hjá Sogndal.
Tað eru tvey umfør eftir at spæla
í næstbestu deildini í Noregi.
jh