Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999 Ossur Hansen spældi at kalla vongur í vinstru síðu, og hann var týðandi partur av álopsspælinum hjá B36. Mynd: Álvur Haraldsen 1. deild menn: B36-KI 2-0 (2-0) Avgerðin um hver verður føroyameistart fellur ikki fyrrenn leygardagin, og tað kann gott vera, at KÍ endar ovast, meðan vónirnar hjá B36 at vinna FM eru mill- um illar og ongar Men uttan mun til hvussu tað verður við FM heitinum, so er tað ein veruleiki, at B36 sunnudagin so hølvadi klaksvikingarnar igjøgnum Gundadali KI skinklaði alla tíðina, eir spældu við hond- bremsuni hálvt uppi, og teir tóktust hava gummibein, nú avgerðin um FM heitið var komin undir land. Men hetta er bara annar — og hin minni — parturin av frágreiðingini um vónbrotið hjá Kl. Fyrstu violinina spældi heimaliðið alla tíðina, og serliga í 1. hálvleiki vóru Oddaliðið úrlatið inn at skinninum Fótbóltur: B36 avrikið var serliga í 1. hálvleiki so sannførandi, sum tað sjáldan sæst her á landi teir greitt omana Traðkaðu á líktornina Klaksvíkingarspældu í 3 4-3 uppstillingini, sum teir so ofta hava roynt í ár, og aftur hesa ferð tóktist málið vera, at vongspælararnir skuldu megna at bróta ígjógnum ein móti einum og harvið skapa vandamikl- ar støður, men tað eydnaðist opngantíð í 1. hálvleiki og bara hendingaferðina i seinna umfarinum. Tomislav Sivic, sum helt seg sjálvan uttanfyri vøllin allar 90 minuttirnar, hevdi roknað rætt, tå hann hevði mett um KI uppstillingina og spælið, og tað var bein- anvegin sjónskt, at taktikkurin hjá B36 gekk út uppá at trýsta veiku punkt- ini hjá KÍ. Øssur Hansen var meiri vinstri vongur enn bakverji, og hann heyði mesta partin av einum kúfóðri at dusa sær á í holinum, sum var í høgra verjuborði hjá klaks- víkingum, og bæði í hesum borðinum og í høgru, har Carl H. Høgnesen var álopshugaður vongverji, og har Jåkup å Borg ofta hjålpti til, megnadu heimamenn- inir at bróta igjøgnum, um so tað var í eitt tvey sam- anspæli, yvirlappi og sting- arum inn um annan var for- stopparunum. Longu í 2. minutti var um reppið, at hetta gav úrslit. John Petersen kom igjøg- num í høgru, Ossur Hansen varð púra blankur mitt fyri og stutt úr málinum, men í staðin fyri at smekka til við høgra beininum, so royndi hann so at siga skeivt upp á bein at sneiða bóltin í málið við vinstra beini, men tað miseydnaðist. Hetta átti at fingið ávaringarskipanina hjá KÍ at blinka, og teir áttu longu tá ella løtuna aftaná, tá tað ferð eftir ferð vísti seg, at uppstillingin ikki var nóg góð, at umskipað liðið, so- leiðis at Harley Berthold- sen, sum saman við Jan Joensen var sentralur mið vallari, fór á høgra vong- verja at tippa, men klaks- víkingar, sum í 1. hálvleiki als ikki fingu fatur í sentrala midvøllinum, spældu víð- ari, sum um einki var galið, og so var tað upplagt, at B36 skuldi fáa mál burturúr greiðu yvirvágini. Ein rød av møguleikum Ronnie Samuelsen livdi upp til álitið, sum hann hevði fingið mitt á miðjuni, Jan Guttesen var eins álitisfull- ur, sum hann altíð er, Arn- bjørn Danielsen var tryggur aftasti maður, og serliga eyðsýnt var tað, at lands- liðsmenninir hjá B36 høvdu fullkomuliga tak á spæli- num. Jens Kristian Hansen og Pól Thorsteinsson gjørdu einki mistak, Jákup á Borg arbeiddi nógv, hóast hann ikki var eins eyðsýndur, sum hann var fyrr í summar, Øssur Hansen spældi væl, og tað lá heilt væl fyri hjá John Petersen. Hvussu tað hevði tørnad út, um Jan Allan Miiller, sum saman við Rógva Jac- obsen hjá KÍ týðuliga var plágaður av skaða, hevði vitað, hvussu leysur hann var, tá fríspark úr vinstru varð sent í brotsteigin til hansara, ber sjálvsagt ikki til at siga nakað um. Í staðin fyri at temja og royna móti málinum, valdi leigusvein- urin at stúta upp á tvørs til sera spaka Rógva Jacobsen, og so spurdist einki burtur- år. I næsta minutti fekk B36 hol á. Pazek misti í upp- spæli i høgru, John Petersen fekk fatur å, striddi seg til baklinjuna og ut frå aftur, áðrenn hann flatt sendi í kassan. Dómarin bíðaði við at bríksla fyri frísparkinum, sum Pazek royndi at gera, tá hann heyði mist bóltin. Aftaná at málið var skorað, gav dómarin Pazek gula kortið, og hetta var eitt fínt dómaraavrik. B36 menninir vóru sera miðvísir í verjupartinum. Teir løgdu ikki altíð so tíð- liga trýst á métstødumenn- inar, men tá teir gjørdu tað, var tað sannførandi, og tå teir høvdu fingið bóltin, brúktu teir fáar stødir og vóru skjótir fram móti KÍ brotsteiginum. 27 minuttir vóru farnir, tá tað bleiv 2-0. Ronnie Sam- uelsen, Carl H. Høgnesen, John Petersen og Jákup á Borg vóru við í uppspæli- num, og tá hesin síðsti sendi aftur um handara stólpan, var Ninoslav leysur og stút- aði neyvt niður við handaru