týsdagur 28. september 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999
tíðindablaðið
21
John vil spæla í Runavík
Fótbóltur: B36 fekk umleið 130 túsund krónur burturúr best vitjaða lands-
kappingardystinum í ár
Tað er næstan einki sannlíki
fyri, at B36 verður meistari
í ár. Harvið missa teir ta
hálvu milliónina, sum er
munurin á at spæla í euro-
peisku meistarakappingini
og UEFA kappingini. Men
sunnudagin vunnu teir ein
part av hesum sannlíka tapi-
num aftur.
Tá klaksvíkingar vitjaðu,
vóru onkra staðni millum
2600 og 2700 atgongumerki
seld, og um vit leggja tey,
sum eru so mikið ung, at
tey ikki rinda fyri at síggja,
afturat, so er einki at ivast
í, at samlaða áskoðaratalið
var omanfyri 3.500, og tað
er størsta fjøldin, sum hevur
verið savnað í Gundadali í
ár.
Tað verður sagt, at umleið
helmingurin av áskoðar-
unum var úr Klaksvík, og
vit hava frætt úr Klaksvík,
at lagið var ikki av leið,
sjálvt um tað sjálvandi var
eitt vónbrot fyri oll KI við-
haldsfólk, at Kl tapti 2-0.
Á veg norður aftur við
Smyrli, tók Tony Paris
mikrofonina og orsakaði
vegna liðið, at tað hevði
hilnast so illa, men hann
mest sum gav lyfti um, at
meistaraskapurin skal koma
til høldar leygardagin.
John skaddur
Síðstu løtuna spældi B36
bara við tíggju monnum.
Tomislav Sivic hevdi brúkt
allar møguleikarnar at skifta
út, tá stóra åskodarafjøldin
sá John Petersen verða
bornan av vøllinum á børu.
Eftir dystin var greitt, at
John Petersen hevdi fingið
ein snudd i knæið. Í gjár
skuldi hann til lækna, men
tá vit frættu var ikki greitt,
um skaðin er álvarsligur,
ella um talan bara var um
eitt dygt slag.
John Petersen spældi væl,
og at hann skoraði annað
málið hevði við sær, at hann
og Jákup á Borg nú liggja
stavn um stavn á máltindi-
I —øønninnnnnnnnnnnnnnnu
samankomingini, og B36
kundi fyrsta hálva tíman
havt fingið bæði eitt og tvey
mál afturat.
Ohvassari enn
nakrantíð
Avrikið hjá klaksvíkingum
var ongantíð einum oddaliði
verdugt. Ov nógvir spælarar
gjørdu ov nógv persónlig
mistøk, og tá klaksviking-
arnir kendu seg trongdar, so
fóru teir ov ofta at sparka
fram á vøllin í staðin fyri at
brúka breiddina, og so var
líka vítt sum sítt hjá teim-
um.
Fyrsta hálva tíman høvdu
teir á oddaliðnum onga
roynd innanfyri málramm-
una. Síðsta korterið var kan-
ónin hjá Heðini á Lakjuni
tvær ferðir rætt stillað og
eina ferð hjá Rógva Jac-
obsen, men tað var bara, tá
Egin Høgnesen heyði opið
hús, at tað var tætt við, at
—w
Álvur Haraldsen
num. Teir hava skorað fimt-
an mál í part:
— Eg vil ógvuliga fegin
spæla við í Runavík, stað-
festi óhepni maðurin, og tað
var týðuligt, at tað umframt
tey trý stigini, sum B36 vil
hava við til hús, var í
KÍ skuldi fáa mál. John Ry-
an, sum i 2. hálvleiki heyði
nakað av tyngdini, ið hann
plagar at hava, sendi høgt í
brotsteigin, Egin Høgnesen
misti fyri føtuarnar á Rógva
Jacobsen, ið smekkaði til
beinanvegin, men í annars
manntóma málinum stóð
Ronnie Samuelsen, ið hevði
verið orsøkin til frísparkið,
á strikuni og sparkaði burt-
ur.
Tíðin arbeiddi ,
Seinna umfarið vildi KI
fegið koma afturíaftur, men
tað eydnaðist ikki. Onkra
hendinga ferðina eydnaðist
samanspælið, sum Marek
Wierzbicki, ið sum miðverji
var mest konstruktivi Kl-
arin, var hóvuðsmaður fyri,
men burtursæð frá fløtum
tvórbólti, sum Jan Allan
Miiller ikki rakk fram til
eftir innlegg úr høgru,
spældi KÍ seg ikki til ein
John Petersen fegnast um sítt mál nummar 15 í hesum kappingarárinum. Móti
endanumav dystinum móti KÍ mátti John berast av vellinum við skaða. Mynd:
huganum á landsliðsmanni-
num, at hann hevur møgu-
leika at enda ovastur á mál-
tindinum. At John Petersen
telist millum bestu mål-
skjúttarnar er einki nýtt,
men hann hevur bara eina
ferð verið toppskjútti. Tað
tann einasta upplagda mál-
møguleika.
B36 vildi sjálvsagt íkki
eins nógv, sum teir høvdu
gjørt fyrra umfarið. Teir
megnaðu ofta leingi at
senda bóltin millum sín, tað
tók sína tíð at avgreiða
deydb6ltsstødurnar, tå
tiggju minuttir vóru eftir,
véru triggir nyggir menn
komnir å vøllin, og onkra
ferðina var um reppið, at
John Petersen kom igjøg-
num, ti midverjan gjørdist
alt tynnri, men Pazek og Jan
Andreasen royndust sum
altíð væl, og so var greitt,
at klaksvikingar einki FM
heiti fingu å hesum sinni.
Teir vóru avklæddir inn at
skinninum av einum fót-
bóltsliði, sum í 1. hálvleiki
vísti seg at vera nógv meiri
sannførandi enn oddaliðið,
og fekk urtøku burtuúr, at
måtstødumenninir = ikki
megnaðu at rætta skútuni,
var í 1994, tá hann um-
boðaði føroyameistararnar
úr GI og skoraði 21 mál,
sum var sjey fleiri enn næst-
besti málskjúttin, sum var
Gunnar Mohr í HB.
jh
sum beinanvegin vísti seg
at sigla við slagsíðu.
Komandi leygardag fær
KÍ ein nýggjan møguleika,
meðan B36 í Runavík fyrst
og fremstvskal arbeiða fyri
at halda HB aftanfyri seg.
Um nakað meiri kann spyr-
jast burturúr fer tíðin at vísa.
jh
B36: Egin Høgnesen — Pól
Thorsteinsson, Arnbjørn
Danielsen, Jens Kristian
Hansen — Carl H. Høgne-
sen, Jan Guttesen, Ronnie
Samuelsen, Ninoslav
Milanovic, Øssur Hansen —
Jåkup å Borg, John Petersen
Kl: Stephen Boyle — And-
rzey Pacek, Jan Andreasen,
Marek Wierzbicki — Arnold
Joensen, Harley Berthold-
sen, Jan Joensen, John Ryan
— Jan Allan Miller, Rógvi
Jacobsen, Hedin å Lakjuni
Á
æ -=
Utisetarnir
skoraðu
Á J
try mål
ótbóltur: Uni Arge og Allan
Mørkøre stóðu fyri trimum málum,
tá HB vann stórsigur á Svangaskarði
1. deild menn
B68-HB 1-5 (0-1)
Føroysku fótbóltsútisetar-
nir í Íslandi, Allan Mørkøre
og Uni Arge, skoradu try
mål, tå HB vann 5-1 å
toftamonnum sunnudagin
B68 var leingi væl vid i
dysanum var tað lætt hjá
HB at økja leiðslan upp í
5-1
Í fyrra hálvleiki kom
bara eitt mál, og tað var
verjuspælarin Hans Fróði
Hansen, sum gjørdi tað
málið. Hann var nærum
ódekkaður, tá hornaspark
varð sent innfyri, og hann
stútaði bóltin í netið til 1-
0.
HB hevði yvirvåg í spæl-
ið, men fleiri ferðir útvikl-
aðu støður, sum ikki tókt-
ust verða serliga vanda
miklar, seg til BO8-kjansir
Einu ferðina gleið ein HB-
verjumaður, men tað eydn
aðist ikki B68 at skora
hóast tað.
HB royndi at spæla gjøg
num síðurnar, har Allan
Mørkøre og Magni á Lakj-
uni stóðu fyri tí álops-
sinnaða partinum, og Allan
Mørkøre var við í nógvum
Hann legði upp og skoraði,
og tað var týðuligt, at hevði
Allan verið við hjá HB alt
ár, so hevði breiddin og
tyngdin í álopsspælinum
verið ein heilt onnur, enn
hon hevur verið.
HB hevði alt móti
endanum
Í seinna hálvleiki økti inn-
skifti Andrew av Fløtum til
2-0. Allan Mørkøre sendi
innfyri úr høgru, Uni
royndi seg vid skoti, men
målverjin bjargadi, og so
var Andrew fyrstur å retur-
inum og sendi i kassan.
Løtu seinni gjørdist tað
3-0, og hesaferð var tað
landsliðsmaðurin Uni
Arge, sum skoraði. Málið
kom eftir trunkaspæl í
Ítróttur í morgin
Seinast umfar í 3. deild var í
vikuskiftinum. Les í blaðnum í
morgin um hesar dystir og um
annan ítrótt
Itrottar-Sosialurin
— vit fylgja vid
B68-brotsteiginum, bóltur-
in fór nakrar ferðir aftur og
fram, og so endaði hann
hjá Una, sum var staddur
stutt frá málinum nakað í
høgra borði, og hann sendi
bóltin í málið
Eftir at HB hevði økti til
3-0 kom B68 fyri seg, og
teir høvdu góða løtu trýst
á HB-málið. Tað lá í luftini,
at teir fóru at fáa mál, og
tað eydnaðist eisini tá inn-
skifti Kristian Poulsen var
knappur, tá HB-verjan ikki
fekk ruddað burtur og
smekkaði til. Bólturin fór
í málið, og so stóð 3-1
HB tók meira og meira
yvir eftir málið, og seinasta
partin av dystinum stóðu
teir fyri ollum. Tað gjørdist
4-1, tá Bjarki Mohr dróg
fram í vinstru, sendi uppá
tvørs til Allan Mørkøre,
sum síðani legði bóltin fyri
føturnar á Una, sum útplas
eraði málverjan
Og Allan Mørkøre setti
sjálvur punktum. tá hann
vann bóltin frá einum B68
verjuspælara og sendi
málið
Sigurin gjørdist greiður
og stórur, men B68 hevði
eisini síni tilboð. Teimum
tóku teir ikki av, og sein
astu løtuna, var tyngding
og orkan á HB-liðnum ov
nógv fyri B68
ek
B68: Allan G. Joensen
Jåkup Djurhuus, Edmund
Jacobsen, Finn Mørk,
Signar Johannesen, Mess-
ias — Marlon, Jan Petersen,
Fróði Benjaminsen — Aksel
Højgaard, Øssur Jacobsen.
HB: Bårdur Johannessen —
Hallur Danielsen, Hans
Fróði Hansen, Jan Dam,
Jacob Eli Olsen — Allan
Mørkøre, Rúni Nolsøe,
Jens Erik Rasmussen,
Magni å Lakjuni — Uni
Arge, Súni Fríði Johanne-
sen