Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999 tíðindablaðið 23 Fótbóltur: Men runavíkingar vóru leikliga omaná stóran part av dystinum, og teir javnaðu leiðsluna, sum Sumba fekk tíðliga í dystinum 1. deild menn: Sumba-NSI 1-1 (1-0) Hóast NSI hevði nógv spæl stóran part av dystinum, kláraðu teir ikki at vinna dystin í Sumba sunnudagin. Heimalidi0, sum kom á odda í fyrra hálvleiki, hevði harðliga brúk fyri sigri, men teir fingu bert javnleik, tí í seinna hálvleiki fekk NSI eitt mál. Runavíkingar fingu í seinna hálvleiki tveir mans útvístar, men tað toktist ikki nerva útiliðið so ødiligt, tí teir kláraðu at halda fast um trýstið, sum tó bert gav eitt mál í teirra part. Sumbingar komu væl frá byrjan í dystinum, tí teir skoraðu longu eftir tveir minuttir. Á miðjum vølli fór álopsmaðurin og toppskjútt- in hjá Sumba, Nebosja Veljkovic, fram við aftasta manni hjá NSI, og tá hann kom fram móti málinum, legði hann uppá tvørs til Mortan í Hørg, sum sendi bóltin í kassan. Mortan í Hørg, sum aftur hesaferð var á midvøllinum hjá Sumba, skoraði annan dystin á rað, og tað er eyð- sýnt, at hann við sínum góð- um fótbóltsevni fer at fáa alsamt størri tydning fyri liðið úr Sumba. Ofta rangstaddir Runavíkingar settu seg á dystin, eftir at Sumba hevði skorað. Teir høvdu so at siga alla tíðina tamarhald á mivøllinum, og teir royndu at spæla fram í síðurnar og stinga fram ímillum til álopsmenninar. Men ofta kláraðu sumbingar at draga runavíkingar í rangstøðu, og taktikkurin, sum Páll Magn- ar Kjærbæk stýrdi, riggaði væl fyrra umfar. Í seinna hálvleiki ansaðu runavík- ingar sær betur, og tað var ikki talan um so nógvar rangstødur. Venjarin, Trygvi Morten- sen, hevdi broytt liðið hjá sær eitt sindur. NSI spælir vanliga 4-4-2, men hesaferð hevði hann Johnny Skibe- næs, sum einsamallan álopsmann heilt frammi, og síðani heyði hann sett lan Højgaard og Eddie Mikk- elsen at spæla stutt aftanfyri Johnny. Fyrra umfar gav hendan uppstilling einki mál, men í seinna hálvleiki, tá NSI hevði fingið fyrra mannin útvístan, javnaðu teir. Málið kom eftir uppspæl i vinstru, har Eddie Mikk- elsen legði uppá tvørs til lan Højgaard, sum ikki hevði trupult við at senda bóltin í netið. Frammanundan var mið- verjin hjá NSI, Kári Sig- vardsen, rendur av vølli- num, tá hann sum aftasti á sínum liði feldi ein av spæl- arunum hjá Sumba, sum ætlaði sær framm við honum. Kári hevði eisini fótin á bóltinum, men dóm- arin helt, at talan var um greitt frispark, og so fekk hann reyða kortið. Mál kolldømt Hóast NSI spældi við 10 monnum, kláraðu teir at halda fast um yvirtakið. Teir striddust væl um allan vøll- in, og teir royndu alla tíðina Í NSI fekk tveir mans útvístar Nebosja Veljkovic stríðist við ein NSÍ*ara. Mynd: Áki Bertholdsen at bróta ígjógnum verjuna hjá Sumba. Men heimalið- ið, sum dúvaði nógv upp á skjót mótálop, vardi væl, og tað sum verjan ikki tók sær av, kláraði málverjin Fróði Mortensen at fáa bilbukt við. Atta minuttir fyri tíð noyddist enn ein runavík- ingar at fara av vøllinum. Tað var hin miðverjin, Petur Meinhard Jacobsen, sum eftir ein nærdyst við ein sumbing, heyndi seg, og so sendi Kim Ejdesgaard hann undir brúsuna. ; Men sjálvt eftir NSÍ vóru blivnir 9 mans, kláraðu teir at samanspæla væl á midvøllinum og fram móti málinum hjá Sumba. Sjúrð- ur Jacobsen, sum spældi á verjukenda miðvellinum, spældi í miðverjuni fyri teir báðar útvístu menninar síðstu løtuna. NSÍ hevði bóltin í máli- num hjá Sumba eina ferð afturat. men málið varð kolldømt, tí linjuverjin metti, at bólturin hevði ver- ið uttan fyri baklinjuna, áðr- enn innskifti Mortan Han- sen sendi innfyri málið, har Eddie Mikkelsen stútaði í kassan. Runavíkingar vóru sera misnøgdir við hendan dóm, men har var einki at gera. Dysturin endaði tí við javnleiki, og tað var hvørgin parturin rættiliga nøgdur vid. Sumbingar høvdu so fegnir viljað havt oll try stigini, tí tey vóru alneyðug í botnstríðnum. Men Sumba kann í seinasta umfari togað seg fram um IF, sum nú liggur tvey stig framman- fyri. Sumba spælir seinasta dystin móti VB, meðan IF skal til Klaksvíkar at spæla. ek Sumba: Fróði Mortensen - René Thomsen, Tryggvi Nielsen, Páll Magnar Kjær- bæk, Bergur Vinther, Peter Jørgensen Spasjoe Bi- berdzic. Eirikir Joensen. Mortan i Hørg — Nebosja Veljkovic, Birgir Jørgensen NSI: Dejan Milanovci Dánjal Hansen, Kári Sig- vardsen, Jákup Martin Jac- obsen, Jónstein Petersen Sjúrður Jacobsen. Kári Hansen, Helgi L. Petersen — lan Højgaard, Eddie Mikkelsen — Johnny Skibe- næs Fótbóltur: Felagið hjá Ola Johanne- sen tapti á heimavelli og tykist vera millum tey vánaligastu í superliguni Í fimtan dystum á rað hevur tað ikki eydnast Toda Jóns- son at fáa bóltin í málið, og tað er sjálvandi ikki nøkt- andi, tá tú fyrst og fremst fært tína løn fyri at gera mál. Í langa tíð hevur verið at sæð á ymiskum heima- síðum, sum hava við FCK at gera, at nógv viðhalds- fólk hjá felagnum vilja hava Toda Jónsson burtur av besta liðnum, tí tey hava ikki hildið, at hann hevur havt nakað at gera har. Men venjarin, Kim Brink, hevur givið Toda møguleikan í øllum superligu dystunum í hesum kappingarárinum — um enn tað vidhvørt hevur verið sum skiftisspælari — og avrikini hjá Toda hesa síðstu vikuna hava givið greiðar ábendingar um, at tað gongur rætta vegin hjá føroyska landsliðsmanni- num, og tað liggur í luftini, at um tað heyði eydnast hjá Toda eina ferð aftur at skora eitt mál, so hevði tað tikið toppin av trýstinum burtur, og so kundi tað verið so skjótt, at hann aftur hevði verið á tí stødinum, sum vit vita, at hann megnar. Nýggan spælihátt Í FCK hevur venjarin ásannað veruleikan, at tað stendur illa til við miðvall- arspælarum. Tí hevur hann lagt spælið um, soleiðis at nú er talan um 4-4-2 spæli- hátt, sum ofta meiri líkist 4-2-4 skipanini. Thomas Thorninger var sunnudagin móti Esbjerg ytsti maður í høgra borði, meðan Todi Jónsson allar 90 minuttirnar var ystur í vinstra borði, og saman við teimum báðu fremstu monnunum, Davidi Nielsen og Clement Clifford, fær Todi gott skoðsmál fyri sítt avrik. Skjótleikin og styrkin í gjógnumbrotunum er um at vera, sum hon plagdi at vera. Við einmansavrikum megnaði Todi sjálvur at skapa sær tveir målmøgu- leikar, men neyvleikin í skotroyndunum var ikki nóg góður. Onkra ferðina eydnaðist tað hjá Toda at koma til bak- linjuna og senda tvørb6ltar í brotsteigin. David hvassastur FCK vann 3-0 móti Es- bjerg, og stigini komu væl við. Men tað er ein royndur lutur, at spælið var einki at reypa av. Esbjerg, sum longu tá tveir minuttir vóru farnir gjørdi sjålvmål, var spælstyrandi i longum løt- um, men teir fingu einki mål. Í ein hálvan tíma í 1. hålv- leiki heyði FCK onga roynd móti málinum, og hóast David Nielsen eftir 69 min- uttir økti til 2-0, so var spenningur um úrslitið inn- til FCK triggjar minuttir eftir at vanliga leiktidin var farin økti til 3-0. David Nielsen var eina ferð enn málskjútti, og harvið slerdi hann rimmarfast, at hann er mest vandamikla álops- vápni hjá FCK. Í hesari landskappingini hevur FCK fingið sjey mál, og David Nielsen hevur skorað fýra av teimum. Høvudsstadarlidid hevur vunnið sjey landskapping- ardystir síðani á nýggjári- num. Fimm ferðir hava teir vunnið 1—0, eina ferð hava teir vunnið 2-0, og nú 10.011 áskoðarar sótu teir vinna 3-0 varð staðfest, at talan var um sanna mál- veitslu! Oli illa staddur Jákup Mikkelsen og Her- følge skuldu spæla á heima- velli móti Silkeborg í gjår- kvøldid. Men hjá tí triðja føroyinginum í superliguni, Ola Johannesen, roynast úrslitini illa. AGF spældi hesa ferð á heimavelli móti Vejle, sum hevur verið millum vána- ligastu liðini. Óli Johanne- sen spældi allar 90 minutt- irnar, men úrslitið hjá AGF var vánaligt. Vejle var á odda 2-0, áðrenn AGF fekk hol á, og úrslitið gjørdist í Århus gjørdist 2—1 til Vejle, sum harvið legði AGF Todi er á veg rætta vegin afturum seg á stødutalvuni. Nú eru tað Esbjerg og AGF. sum eru niðanfyri niðurflyt- ingarstrikuna. Viborg hevði møguleikan fyri fyrstu ferð nakrantíð at leggja seg á odda í super- liguni, men tað miseydn- aðist, tí teir á heimavelli taptu 3—1 ímóti oddaliðnum úr AB. Tapið hjá Viborg var tað fyrsta á heimavelli síð- ani i november í fjør. OB og Lyngby spældu málleyst í Odense, og hjá Brøndby skarst illa í Aal- borg, har heimaliðið vann 3-1. Urslitini høvdu við sær, at Herfølge i gjår- kvøldid hevdi møguleika at lyfta seg heilt upp i oddin. jh