Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. september 1999síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 183 - 28. SEPTEMBER 1999 Ondsk Friggjakvøldid hevur Grima frumframførslu av einmansleikinum Ondskapurin, id snyr seg um hardskap og fylgjurnar av harðskapi DAGFINN OLSEN Tá Gríma friggjakvøldid letur hurðarnar upp, er Ondskapurin á skránni. Hetta er svenskur leikur, ið er sjålvbiografiskur. Evnið er m.a., at persónur verður bukaður av pápanum. Hann skal síðani á kostskúla, har ein eisini skal hava nevar fyri at klára seg. Talan er um einmansleik og tað er Hans Torgard, ið fer á pallin í hølunum hjá Viðmerking: Eysturtimor Nú um dagarnar var mær hyggjandi niður í amerik- anska vikublaðið Time. Har stóð sum vituligt er nógv um allar ræðuleikarnar sum nú fara fram á Eysturtimor, har indonesar eru fornerm- aðir um at nærum 79% av veljarunum hava atkvott fyri loysing og tí eru farnir undir miðvíst at týna tjóð- ina. Við at bera seg soleiðis at hevur Indonesia gjørt seg til eitt útskot í altjóðasam- felagnum, og slíkt kann ikki fordømast nóg nógv. Men so bar eg eyga við hesa orðing, sum enn meir skuldi prógva, at Indonesia brýtur allar reglur fyri al- tjóðasamstarvi: „Indonesia sigur, at tað fer at kvetta allar almennar veitingar til Eysturtimor um so er, at hetta land gerst eitt Í ——————————— sjålvstødugt ríki.“ Við øðrum orðum, lond sum bera seg soleiðis at, gerast til útskot í altjóða samfelagnum. Danmark er ikki eitt slíkt land, men tað er hin vegin ein fyrimynd fyri hvussu lond eiga at bera seg at í so máta. Tað hevur Danmark víst, tá ið danir og íslendingar í 1918 samráddust um at gera Ísland til eitt fullvalda ríki. Tá søgdu danir, at tað skuldi ikki vera ein peningaligur vinningur fyri donsku fíggj- arlógina at Ísland gjørdist sjálvstóðugt. Hin vegin hildu teir, at tað var lítið sømuligt, at Island sum eitt fullvalda ríki skuldi fáa pengar úr Danmark. Tí varð sett í sáttmálan, at tær veit- ingar, sum Danmark higartil Hjartaliga takka vit ollum tykkum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á hjúnarbandsdegi okkara 7. august. Eisini ein serlig tokk til oll tykkum sum hjálptu okkum so væl. Jesus signi tykkum. Joan og Bogi Tel 4298 31 95 40 Fax #298 31 75 41 Alt innan prentlutir Mail" jakzac a post olivant.fo tíðindablaðið Grímu á Gamla Meiarínum í Havn Gríma hevur eisini annað forvitnisligt á skránni í heyst, millum annað ein heyði latið Ísland fingið, skuldu halda uppat, men at Danmark skuldi seta á stovn ein grunn, sum var so stórur, at árligu renturnar av hon- um svaraðu til tær veitingar, sum higartil høvdu staðið á donsku fíggjarlógini, mark- aðar til Ísland. Nú skulu føroyingar fara undir samráðingar við Dan- mark um at Føroyar skal gerast eitt fullvalda riki. Lit- ið er at ivast í, at Danmark fer at kyta seg av øllum alvi til tess at fyribyrgja at nakar kann sleingja eftir tí, at tað setir seg í sama bólk sum Indonesia. Øll orsøk er hin vegin til at halda, at Dan- mark í hesum føri fer at halda seg til ta fyrimynd, sum tað setti sær sjálvum og øðrum tjóðum við ís- lendsku loysnini í 1918. Tað barnaleik, ið ætlandi verður frumframførdur 23 oktober er einki at ivast í, at orðini hjá forsætisráðharranum Nyrup Rasmussen um at Føroyar sjálvandi ongar veitingar skulu hava eftir at Føroyar eru vorðnar eitt sjålvstødugt land, er á skilja á henda hátt Um so er, so skulu part- arnir undir samráðingunum bert finna fram til, hvussu stórar tær veitingar eru, sum Danmark í løtuni hevur á fíggjarlóg síni Føroyum viðvíkandi. Hver rentan er í løtuni duga teir at siga á børsini í Keypmannahavn. Tá hesi tølini er komin fram, er tað eitt einfalt rokn- istykki at áseta, hvussu stór- ur grunnurin skal vera. Tá ber væl til hjá báðum pørtum at fáa í lag góða samvinnu í komandi tíðum. Zakarias Wang Hjartaliga takka vit ollum tykkum sum vóru við til at gera brúdleyp okkara tann 5. juni 1999 so hugnaligt og minnisríkt. Tokk fyri gávur, blómur, fjarrit, sangir g talur, og tokk tit ið á ymiskan hátt hjálput til. Unn, Jógvan og Dåvid 11. august andaðist Gunhild Dalsgaard mett av dog um. Hon var ættað av Velbastað, tað sjeynda barnið av teim ellivu hjá Dánjali og Súsonnu Poulsen, bónda hjúnum á Steinum. Á ungum árum var hon í Danmørk: m.a. var hon á Ollerup háskúlanum, sum man hava havt stóra mennandi ávirkan á hana. Eitt langt skeið stóð hon so fyri húsarhaldinum hjá vælafólki Nakað eftir kríggið kom hon heim aftur, og tá um 1950 er tað, at hon fer til Skálavíkar at halda hús hjá Jóannesi í Dalsgarði, sum hon seinni giftist við. Hann var nakað frammanundan komin heim aftur úr Kanada og hevði tikið við garðinum Stríð og strev var frá morgni til myrkurs, men bæði vóru arbeidssom og dugnalig, og eftir tåtidar um- stoðum fingu tey væl burturúr. Nógvir eru teir ung- dómar, ið hava havt sítt fyrsta lærupláss hjá bónd- anum, og eg havi bara hoyrt teir bera honum alt gott og minnast tíðina við takksemi. Sjálvur var eg mangan í Dalsgarði i slóttutíð og hjålpti teimum. Bóndin dugdi so merkiliga væl at leggja arbeiðið til rættis: og var ein løta, so fór hann eftir tí, ið mest kravdi eina bøtandi hond. Tá ið neytini vóru ambætad, og mjólkin koyrd út í kelduna at standa, inntil fartur varð, fóru vit út á bein. Var ivaveður, so mundi ætlanin vera at fylla ein brunn, men sá tað út fyri terra, so varð hugsað um at fáa hoyggj í løduna. Meðan vit soleiðis eru komnir í gongd á Hisabønum, bóndin sjálvur annar ella triðji, kemur ein riðil av børnum til okkara, og oll skuldu upp í vognin ella gera okkurt annað. Sjálvandi lá ikki altíð lika væl fyri, men hann hevði eitt merkiligt hegni at fara við børnum og ungum. Í arbeiði nýtti hann få orð: tað var ikki fyri neyðini, men hevði hann stundir, fanst ikki betri frásogumaður, og hann hevði nógvar keldur at oysa úr, bæði úr gomlu Skálavík og teimum mongu árunum á víddunum vestan hav So nú er morgunmatartíð, vit fara inn og børnini aftaná. Tað ráddi um at skunda sær, men eg minnist einki annað enn at øll fingu ein bita, hóast Gunhild heyði nógv um at ver aog vildi skunda sær út at hoyggja. Hon vildi ollum væl og hevði gott hjartalag, men varð ofta ikki rætt fatað, tí hon segði sína meining bart út og hevði ikki fyri neyðini at lata sínar meir ingar hella at stuðulsbólkum og fylkingum. Nei. hon dugdi at hugsa sjálv og var heil. Hon hevði ein brennandi áhuga fyri ollum, ið rørdist í samfelagnum og unti hesum landi væl. Tað gav at bíta, tá ið Føroyar taptu nógv í Estlandi: >Nei, nei, teir skuldu ongantíð verið farnir upp í FIFA!<. Ættarkenslan hevði stóran tydning fyri hana, og hóast hon kom at sita einsamøll í fleiri år, so hevði hon kortini samband um telefonina við ætt og vinir, og mong vóru tey, ið stukku inn á gólvið at fáa eitt prát við hana. Ein tann besta løtan á degnum var, tá ið Dimma kom, tá gloymdi hon tíð og stað og settist at lesa og hevði sínar viðmerkingar Tað var púra óhugsandi fyri hana at flyta úr Skálavík, men lagnan vildi ødrvisi, og mjadnarbrot gjørdi, at hon tað seinasta hálva árið kom at búgva á Aargarði Har hevði hon tað gott, men tað var kortini ikki tað sama sum at vera heima fyri hetta fría og frælsa menniskjað. Seinastu samrødurnar við hana snúðu seg ofta um at biðja hesum heimi farvæl Sinniliga og inniliga greiddi hon frá síni sannfør- ing um, at einki var at óttast Friður verið við minninum um fastur. Gunhild í Dalsgarði Regin