týsdagur 8. august 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
21
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 149 - 8. august 2000
Nr. 149 - 8. august 2000
vanda Brøndby.
Tá varð Brøndby roknað
sum fremsta evnið til meist-
araheitið, og tað eru teir
sum so eisini í ár.
Støðan í løtuni er tó tann,
at Herfølge og Brøndby
liggja sum nr. 2 og 3 tá
roknað verður frá botni-
num. Er hetta óvæntað, er
tað ikki minni óvæntað, at
FCK bert er nevið framman
fyri Brøndby á fjór niðasta
sessinum. Hetta hóast øll
høvdu roknað við, at felagið
við nýggja venjaranum,
Roy Hodgson, hevði fingið
júst tað, sum skuldi til, fyri
at geva liðnum eitt spark
rætta vegin.
Føroyingarnir taptu
Yvirhøvur var talan ikki um
nakað gott vikuskifti, um
hugt verður at úrslitunum
við føroyskum eygum.
Tey trý liðini, sum hava
føroyingar knýttar at leik-
arahópinum taptu nevnliga
sínar dystir.
Ringst stendur í løtuni til
hjá Herfølge. Á heimavølli
máttu teir lúta heili 5-1 fyri
Viborg, og óneyðugt skuldi
verið at sagt, at tað var langt
í frá meistaraspæl, sum
meistararnir sýndu í fram-
skundaða dystinum fríggja-
TB sterkari
2. deild: Tvørámenn tykjast meina tað í
álvara, tá teir siga seg vilja í bestu deildina
Tann øvugta verð
Danmark: Saman við Brøndby stríðist Herfølge við at sleppa úr botninum í
Superliguni. Í fjør stríddust tey um gullmerkini
JÁKUP MØRK
Tað kann væl vera, at nógv
verður sagt um donsku su-
perliguna av bæði penum
og minni orðum. Eitt kann
tó undir ongum umstøðum
sigast, og tað er at hon er
løtt at spáa um.
Vent í holuni
Undan kappingarársbyrjan í
fjør, varð Herfølge av flestu
serfrøðingum roknað sum
niðurflytingarevni,
men
ístaðin tóku teir øll á bóli,
við at enda ovast á sigurs-
skammilinum, tá avtornaði.
Beint framman fyri sigurs-
JÁKUP MØRK
TB-GÍ 4-1 (0-1)
Av Tvøroyrir hevur alt árið
ljóðað, at teir ætla sær at
vinna sessin í bestu deildini
aftur sum skjótast. Fram til
1988, tá flutti niður fyri
fyrstu ferð, var tað sjálv-
sagt, at teir hoyrdu heima í
fremstu røð, men soleiðis er
ikki longur.
Eftir gullrúsin í 1987,
gekk av skriðjuni til árið
eftir, og síðani tað hevur
lagna teirra verið sera mis-
jøvn, hóast teir bæði í 1991
og 1995 vóru sera væl við
fyrsta partin av kappingar-
árinum.
Gera seg til
TB mundi vera millum tey
feløgini, sum vórðu harðast
rakt, tá kreppan herjaði í
Føroyum. Fráflytingin var
stór á Tvøroyari, og fyri fót-
bóltin hevur hetta merkt, at
TB hevur mist fleiri árgang-
ir av fótbóltsleikarum. At
siga at TB varð rakt mein-
ast, er kanska ikki rætt, men
í øllum førum er skaðin sera
sjónligur á Tvøroyri. Eisini
tí fleiri av meira royndu
leikarunum eru farnir í onn-
ur feløg at royna seg, tá úr-
slitini ikki vóru eftir vild á
Tvøroyri.
Nú er onkur nýggjur ár-
gangur tó um at daga fram,
og saman við meira roynd-
um leikarum verður so
roynt at lova hesum upp í
fremstu deildina at royna
seg.
Í vár var Oli Johannesen
dagin.
Óli Johannesen er fram-
vegis ikki at síggja á liðnum
hjá AGF, sum undan sunnu-
degnum var oddalið við
fullum stigatali. Í Odense
komu teir tó so dyggiliga
niður aftur á jørðina, og í
donsku miðlunum verður
sagt, at 4-0 sigurin hjá OB
var fult uppiborin. Ja, á TV3
undraðis frásøgumaðurin á,
hvussu AGF hevði borið
seg at við at fáa fulla úrtøku
móti bæði Brøndby og
FCK.
Todi Jónsson og FCK
máttu á heimavølli taka til
takkar við einum 2-1 tapi
móti Lyngby. Júst Lyngby
er fyrrverandi felagið hjá
Toda Jónssyni, eins og fleiri
aðrir FCK áður hava roynt
seg í hesum felag.
Harumframt var núver-
andi FCK stjórin, Flem-
ming Østergaard stjóri í
Lyngby fyri fáum árum síð-
ani, so alt í alt mundi sigurin
kennast eyka søtur hjá
Lyngby áskoðarunum. Hjá
FCK áskoðarunum var
smakkurin av hesum tó
einki serligur, og eftir dystin
var eisini rok millum áskoð-
ararnar hjá liðunum báðum.
Sleppa víðari
Hóast Herfølge í løtuni ikki
líkist nøkrum meistaraliði,
so fyrireika teir seg í hesum
døgum til seinasta undan-
kappingarumfarið í europe-
isku kappingini fyri meist-
aralið.
Mótstøðuliðið er skotska
stórfelagið, Glasgow Rang-
ers, og sum vera man, er
spenningurin stórur í Her-
følge.
Nógv verður gjørt burtur
úr fyrst europeisku luttøku
felagsins yvirhøvur, og tað
er eisini líkt til, at alt hetta
stákaríið hevur ávirkað leik-
ararnir í felagnum:
– Eg eri sjálvandi øgiliga
spentur upp á, hvussu tað
fer at ganga móti Glasgow,
men samstundis gleði eg
meg eisini til alt hetta rokið
er liðugt, sigur føroyski
landsliðsmálverjin, Jákup
Mikkelsen, úr Herfølge.
Hann leggur tó afturat, at
hetta ikki skal skiljast sum
nøkur umbering fyri vána-
ligu úrslitini seinastu tíðina:
– Tað er bara so ótrúliga
stórt fokus vent ímóti hes-
um, at vit nærum hava hug
at gloyma alt annað. T.d. sá
tað fríggjadagin út til, at vit
vóru fullkomulia líkasælir
um tapið. Eingin østi seg,
tá hinir skoraðu, og við
fleiri av málunum vóru vit
ógvuliga passivir, sigur
hann.
Um Jákup og teir fáa frið
í hjartað eftir dystin, skal eg
lata vera ósagt, men í øllum
førum royna teir at fyrireika
seg á best gjørligan hátt til
stóru uppgávuna.
Venjarin, John Faxe Jen-
sen, hevur verið í Skotlandi
og hugt at Rangers, og frá
týsdegnum at rokna, verður
allur hópurin saman, soleið-
is at eingin órógv skal vera.
Hvussu taktikkurin fór at
verða, visti Jákup ikki, men
hann roknaði tó við, at venj-
arin fór at seta seg sjálvan á
vøllin: Tað eru so fáir leik-
arar hjá okkum, sum hava
roynt at spælt í europeiskum
høpi áður, og tí kann Faxe
helst skapa eitt sindur av
friðið, heldur Jákup.
Ársins venjari
Mitt í øllum hurlivasanum
millum botnstríð og Cham-
pions League, er Faxe ann-
ars kosin ársins venjarin.
Tað eru donsku venjarar-
nir, sum kjósa ársins venj-
ara, og Faxe duldi ikki fyri,
at hann var fegin um henda
heiðurin.
Óvæntað var tað tó á ong-
an hátt, at valið fall á júst
Faxe. Í fyrstu roynd síni
sum venjari eydnaðist tað
honum at gera eitt botnlið
til meistara, og tað í sjálvum
sær er einki minni enn eitt
bragd. Harumframt er tað
fyrstu ferð yvirhøvur, at ein
leikandi venjari megnar at
fá gullmerki.
John Faxe Jensen fekk sunnudagin heiðurin av at verða
kosin ársins venjari í Danmark
leigaður heim til barndóms-
felagið at styrkja um, og
hetta var stórur styrkur at
fáa. TB lá saman við EB/
Streymi fremst, tá farið varð
í summarfrí, og hóast Óli
nú er farin aftur til Dan-
markar, tykist TB liðið ikki
viknað í mun til fyrru kapp-
ingarhálvu, heldur tvørtur
ímóti.
Liðið var nevnliga meint
rakt av skaðum beinan veg-
in, sum kappingarárið byrj-
aði, og skadu leikararnir eru
so at siga allir komnir fyri
seg nú. Har umframt eru
Eyðun »Gullok« Svalbard
og Birgir Jørgensen farnir í
ríputa búnan, umframt at
leiðslan eisini hevur fingið
fatur á miðvallaranum, Ma-
hei Matei úr Rumenia.
Gjørdu um seg
Tað vóru eisini júst hesir
tríggir, sum tryggjaðu TB
framhaldandi
luttøku
í
oddastríðnum, har teir enn
eru javnir við sundalags- og
eiðismenn.
Hóast Heini Heinason
hevði lagt GÍ fram um í
fyrra hálvleiki, so var TB
omaná meginpartin av tíð-
ini, og í seinna hálvleiki gav
hetta at bíta.
Fyrst javnaði Gullok, eftir
at Birgir hevði lyft tvørtur
um, og síðani var Birgir aft-
ur faddur, tá Gullok slapp
at skjóta sítt næsta mál.
Hesu ferð við brotssparki.
Rumenski leikarin økti til
3-1 eftir hornaspark, áðrenn
Birgir Jørgensen sjálvur
setti seinasta seymin í, tá
hann við høvdinum stýrdi
innleggi í málið.
Sostatt kann ikki sigast
annað enn, at nýggju
menninir gjørdu um seg á
Tvøroyri, og verður hetta
lagið framyvir, nýtist tvørá-
fólki kanska ikki at bíða so
leingi afturat.
TB-GÍ 4-1 (0-1)
0-1: Heini Heinason
1-1: Eyðun »Gullok«
Svalbard
2-1: Eyðun »Gullok«
Svalbard (br.)
3-1: Mahei Matei
4-1: Birgir Jørgensen
JÁKUP MØRK
LÍF-ÍF 0-2 (0-1)
Fyri ikki so nógvum árum
síðani taldust liðini bæði
millum føstu gestirnar í
fyrstu deild. Rákið seinnu
árini hevur tó havt við sær,
at bestu leikararnir eru
rýmdur til onnur feløg at
royna seg, og meðan ÍF av
og á hevur vitjað í bestu
deildini, so hevur LÍF ong-
antíð megnað at lyft sær,
síðani teir í 1988 fluttu nið-
ur úr bestu deildini.
Støðan í Leirvík leygar-
dagin bendi heldur ikki á,
at tað verður í bræði, at leir-
víkingarnir verða aftur at
síggja í fyrstu deild.
Yvir ein kamb kann sig-
ast, at tað vóru fuglfirðing-
ar, sum stóðu fyri størsta
EYÐUN KLAKSTEIN
Kurt Mørkøre gjørdi rætti-
liga um seg, tá Sogndal
sunnudagin spældi lands-
kappingardyst ímóti Eik
Tønsberg.
Longu tá 25 minuttir vóru
spældir av dystinum hevði
Kurt gjørt hattrick og harvið
lagt sítt felag fram um 3-0.
Dysturin var javnur hetta
tíðarskeiðið, men munurin
millum liðini var, at Kurt
tók hvønn einasta kjans,
hann fekk.
Eik Tønsberg javnaði fyri
hálvleikssteðgin, men beint
eftir steðgin syrgdi Kurt
fyri, at Sogndal kom fram
um 4-1, og eftir hetta málið
var stórur munur millum
liðini. Sogndal skoraði
tríggjar ferðir afturat, og
eina av málunum legði
Hans Fróði Hansen upp til.
Hann fekk eisini eitt gul
kort seint í dystinum.
Triðji
føroyingurin
í
Sogndal, Julian Johnsson,
spældi allan dystin á mið-
vøllinum.
Besta keypið
Kurt Mørkøre er nú greiður
toppskjútti í 1. deild í
Noregi. Hann hevur gjørt 15
mál í 17 dystunum, og tað
eru trý mál fleiri enn teir
næstbestu, sum millum ann-
að er fyrrverandi landsliðs-
spælarin Jostein Flo.
Síðani Kurt kom til Sogn-
dal at spæla, hevur tað ging-
ið sera væl hjá honum at
gera mál. Hann hevur sam-
anlagt skotið 31 mál í 38
dystum fyri Sogndal, og tað
eru tøl, sum ein og hvør
áleypari kann verða stoltur
av.
– Eg havi góðar spælarar
rundan um meg, og so er
tað lætt hjá mær at standa
inni í brotsteiginum og fáa
bóltin spældan fyri føturnar,
sigur Kurt Mørkøre.
Í Sogndal rópa tey hann
millum annað Kong Kurt og
Kurt Måløre, og viðhalds-
fólkini hjá Sogndal eru sera
fegin um sín føroyska mál-
skjútta. Tað er leiðslan í
Sogndal eisini, og tað verð-
ur mett, at Kurt er tað besta
keypið hjá Sogndal nakran-
tíð.
– Tað er stórur munur á
at spæla í Føroyum og 1.
deild í Noregi, tí her eru
spælararnir nógv betri fyri
kropsliga, og ferðin á spæli-
num er høg allan dystin, sig-
ur Kurt Mørkøre.
Men hóast munin millum
føroyskan og norskan fót-
bólt, hevur álopsspælarin
fótað sær væl í Noregi, og
Leirvíkingar dala
2. deild: Meðan fuglfirðingar framhaldandi halda fast í
vónini um uppflyting til 1. deild
Mál-Kurt
ger um seg
Noreg: Kurt Mørkøre skoraði fýra ferðir, tá Sogndal vann
stórsigur sunnudagin. Kurt er nú greiður toppskjútti í
norsku 1. deild
partinum av undirhaldinum,
og hóast teir sjáldan komu
til teir heilt stóru málmøgu-
leikarnar, so var tað til tíðir
gott fótbóltsspæl frá teirra
síðu.
Leirvíkingar royndu hin-
vegin at dúva mest upp á
verjupartin, fyri síðani at
seta skjót mótálop í gongd,
men rættuliga møguleikar
gjørdist talan ongantíð um.
Tað eydnaðist ÍF at leggja
seg á odda nakað fyri háv-
leikssteðgin við einum máli,
sum Høgni á Lakjuni stóð
fyri.
Hetta hendi, eftir eitt sera
gott álop, har Høgni við
kvikum eitt-tvey spælið
kom leysur ígjøgnum, og
hegnisliga lyfti hann bóltin
upp um málverjan, tá hesin
kom út.
LÍF megnaði ongangíð
Føroysku spælararnir í
Íslandi skulu aftur í eldin í
annaðkvøld. Um vikuskiftið
vóru eingir dystir spældir í
bestu íslendsku deildini,
men í morgin eru fýra dystir
á skránni.
Leiftur,
sum
millum
annað er mannað við fýra
føroyskum spælarum, skal
spæla á útivølli ímóti
Grindavík,
sum
liggur
nummar 5 á stigatalvuni.
Leiftur
er
aftast
í
Landssimadeildini, og teir
veruliga at hótta leiðsluna
hjá heimaliðnum, og allur
spenningurin var so at siga
fokin, longu áðrenn ÍF økti
um leiðsluna.
Málverjin og verjuspælari
hjá leirvíkingum misskiltu
hvønn annan, og endin av
øllum var, at Ken Bærend-
sen púra leysur stútaði móti
málinum. Bólturin hevði
helst kós móti meskunum,
men fyri at eingin ivi skuldi
vera, kom John Thomsen
rennandi, og hann gav bólti-
num seinasta skumpið inn
um strikuna.
Sum nevnt omanfyri, so
var ikki nógv, sum bendi á,
at LÍF hevur nakrar bráð-
feingis ætlanir um at venda
aftur til bestu deildina. Tað
má man hinvegin siga, at
fuglfirðingar hava.
tá hann nú kemur heim til
landsdystin ímóti Danmark
um 8 dagar, hevur hann
nógv mál í gaggunum.
Nær uppflyting
Sogndal, sum framvegis
liggur nummar 3 í 1. deild,
hevur skotið flest mál av 1.
deildarfeløgunum, og tað er
ikki minst takka veri avriki-
num hjá Kurt.
Møguleikarnir fyri at
røkka uppflytingini eru til
staðar, men tað er munur
millum at vera nummar 2
og 3 í 1. deild. Tvey tey
fremstu liðini flyta beinleið-
is upp í Tippuliguna, meðan
nummar 3 fær ein kjans í
uppflytingardysti ímóti trið-
aftasta liðnum í bestu deild-
ini.
Sogndal er í løtuni fimm
stig frammanfyri nummar 4
og hevur ein dyst til góðar,
so møguleikarnir fyri at í
minsta lagi at halda fast um
triðja plássið eru góðir.
Frammanfyri Songdal eru
Lyn, sum er langt fremst við
46 stigum, og Strømgodset,
sum hevur 34 stig. Sogndal
hevur 32 stig.
Komandi sunnudag skal
Sogndal spæla ímoti Troms-
dalen, sum liggur nummar
6.
Spæla aftur í Ís-
landi í morgin
Ísland: Nú má Leiftur venda gongdini, um felagið skal
sleppa undan niðurflyting
verða noyddir at venda
gongdini nú, um teir skulu
sleppa undan niðurflyting.
Leiftur, sum Jens Martin
Knudsen er venjari hjá,
hevur sjey stig, Stjarnan
hevur 10 stig, og triðasta
liðið, sum er Fram, hevur
15 stig. Tvey tey aftastu
liðini flyta niður, og tí hevur
Leiftur 8 stig at vinna inn,
áðrenn liðið kemur upp um
strikuna. Leiftur hevur tveir
dystir til góðar.
Liðið
hjá
Páll
Guðlaugssyni,
Keflavík,
kann geva Leiftri eina
hjálpandi hond, um teir í
annaðkvøld vinna dystin
ímóti Stjarnan, sum er
næstaftast.
Uni Arge og hinir í ÍA
spæla ikki í morgin.
1. deildarfelagið, Válur,
har
Pól
Thorsteinsson
spælir, spælir næsta dystin
fríggjakvøldið.
ek