Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. september 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sa a Nr. 184 - 29. september 1999 tíðindablaðið - 23 Gunnar setti nýtt foroyskt met Triathlon: Gunnar Dahl-Olsen setti nýtt føroyskt met, tå hann vann FM í 1/4 triathlon leygardagin Leygardagin skipaði Tórs- havnar Sukklufelag og Havnar Svimjifelag fyri år- ligu FM-kappingini í Triat- hlon. Undirtøkan var g60, og góða veðrið hevdi við sær, at alt tiltakið eydnaðist stak væl Triathlon kappingin er samansett av svimjing, súkkling og renning, og tað ræður um at gjøgnumføra ítóttargreinarnar = skjótast tilber. Klokkan ferð í gongd tá luttakarin leypur í svimji- hylin, og steðgar ikki aftur fyrr enn ein er liðugur at renna. Kappast varð í Triathlon og Sprint Triathlon, og medan Sprint Triathlon er ein OL-teinur, so er 1/4 Triathlon ein ”føroyskur teinur”. Í Sprint teininum verður svomið 750 metrar, súkklað 44 kilometrar og runnið 5,5 kilometrar. Í 1/4 Triathlon er teinurin eitt sindur longri, og har verður svomið 950 metrar, súkklað 44 og runn- ið 11 kilometrar. Undirtøkan leygardagin var góð, og av teimum elli- vu luttakarunum gjøgnum førdu øll. Og hóast at 1/4 Triathlon-teinurin er væl longri, so vóru tað flest oll, ið høvdu hug at royna kreft- ir á hesum heldur drúgva teini. Drúgvur, tí at luttak- arin er í gongd í umleið hálvan triðja tíma. Vinnarin av hesum teini brúkti tó ikki so langa tíð, og tað tók honum bert 2 tímar 17 minuttir og 45 sek- und. Gunnar FM-vinnari 1999 Gunnar Dahl-Olsen gjørdist føroyameistari, og hann setti samstundis nytt føroy- skt met. Gunnar átti sjálvur metið frammanundan. = Gamla metið setti hann í fjør, og tíðin tíðin tá var 2.26.12, og hetta hevur við sær, at Gunnar betraði sítt egna met við við umleið átta minutt- um. Tá ein súkklar ella rennur hevur veðrið, ella rættari vindurin nógv at siga, og um veðrið leygardagin er at siga, at tað rættiliga var ”met-vedur”. Tað var turt og mest sum ongin vindur. Páll gjørdist nummar tvey Tað var javnt millum hinar luttakararnar, og komu teir á mál innan fyri 10 minuttir, men tað var tó ongin ivi um hvør gjørdist nummar tvey. Páll Didriksen úr Runa- vík hevur tikið seg nógv fram seinastu árini innan súkkling, og so væl koyrdi hann leygardagin, at hann megnaði at tryggja sær eitt 2. pláss. Nummar trý gjørdist Beinir Rasmussen úr Havn, og hann kom á mál umleið hálvan annan minutt seinni. Rigmor tryggur vinnari Rigmor N. Joensen og Sú- sanna Skylv avgjørdu báðar at royna tann longra teinin. Báðar hava tær drúgvar royndir innan føroyska ítróttin, og meðan Súsanna bæði rør og svimur, so er Rigmor sera stinn tá runnið verður teir longru teinarnar. Hetta kom henni til góðar leygardagin, og so væl gekk, at hon vann ein trygg- an sigur. Kappingin millum tær var sera spennandi, tí leingi var nummar 3 Súsanna á odda. Hon bæði svam og súkklaði skjótari enn Rigmor, men tá farið varð undir renningina lat Rigmor ongan iva vera um hvor skuldi eiga gullið. Rigmor vann við umleið 14 minuttum á nummar tvey, og setti hon bæði per- sónligt og nýtt føroyskt met. Brattaberg við aftur Ungi evnaríki súkklarin úr Vági, Kári Brattaberg, gjørdi leygardagin "come- back". A jóansgku í år var hann so óheppin, at hann og ein annar súkklari rendu saman beint áðrenn endaspurturin, og úrslitið gjørdist, at Kári bleiv so illa skaddur, at hann ikki fekk súkkla fleiri súkklukappingar. Men leygardagin avgjørdi hann at royna kreftir aftur, og væl gekk. A Sprint-teininum gjørdi hann bart, og legði umleið hálvan triðja minutt millum seg og nummar tvey. Nummar tvey gjørdist Rók- ur Højgaard av Toftum. Kappingin um annad plåss- ið, og ikki minni enn ll Páll Didriksen skiftir frá svimjing til renning, meðan Gunnar Dahl- Olsen fer fram við aftanfyri FJ sekundir var millum Rók og Jón Ellingsgaard úr Havn. Triathlon á Oyggjaleikum Avgjørt er longu nú, at Triathlon verður við sum ítróttargrein = á næstu Oyggjaleikunum, ið verða á Isle of Man 2001. Ikki er heilt vist hvussu langur teinurin verður, men roknað verður vid, at svom- ið verður 1500 metrar, súkklað 40 kilometrar og runnið 10 kilometrar, tað vil siga, at hesin teinurin minn- ir um 1/4 triathlon, ið kapp- ast varð í leygardagin. Góða úrslitið leygardagin gav fleiri luttakarum blóð upp á tonnina, og arbeitt verður nú við at skaffa tilfar og annað um hesa kapping- argrein. Í = Gunnar Dahl-Olsen vann FM kappingina í 1/4 triathlon. Páll Didriksen var nummar 2 og Beinir Rasmussen var ítróttar sosialurin FM-úrslit 1999 1/4 Triathlon, menn 1. Gunnar Dahl-Olsen 2. Páll Didriksen 3. Beinir Rasmussen 4. Eyðun Poulsen 5. Evald Rasmussen 6. Sverri M. Edvinsson 1/4 Triathlon, kvinnur 1. Rigmor N. Joensen 2. Súsanna Skylv Sprint Triathlon, menn 1. Kári Brattaberg 2. Rókur Hojgaard 3. Jón Ellingsgaard 8388488 38888 NNNNNN