hósdagur 30. september 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 30. september 1999
JOHN JOHANNESSEN
Løgmaður ger heilt greitt,
at hann als ikki ætlat sær at
spæla hazard við vælferðini
hjá Foroya fólki, fyri at náa
fullveldinum. Hann vissar
um, at føroyingar skulu
kenna seg púra tryggar í
hesum.
Annfinn Kallsberg ætlar
sær ikki, at fullveldisætlan
skal merkja niðurskurð í
føroyska samfelagnum. Tal-
an er um at fáa evstavald í
øllum málum, ið viðvíkja
Føroyum, og so kann ætlan-
in kallast fullveldisætlan
ella tað, sum hvør einstakur
fóroyingur ynskir at kalla
hana, vísir løgmaður á.
Løgmaður heldur, at
Birgir Danielsen vísir á
nakrar viðkomandi vansar í
lesarabrævi sínum og í út-
varpinum herfyri. Men tó
heldur hann ikki, at tað
stendur so illa til, sum hann
vil vera við. Birgir Daniel-
sen vísir millum annað á, at
vit hava ein niðurslitnan
fiskiflota, ið ikki hevur ráð
at endurnýggja seg. Men
Annfinn Kallsberg vísir á,
at hetta heldur ikki ber til,
um vit varveita blokkin.
Konstruktiv ósemja
Flest øll vita, at Birgir
Danielsen er limur í Fólka-
flokkinum. Sama er galdan-
di fyri Bjarna Djurholm,
sum í seinastuni hevur víst
á fleiri vansar við fullveldis-
ætlanini. Men løgmaður
vissar um, at tað hvorki er
ósemja í samgonguni ella
innanhýsis ósemja í Fólka-
flokkinum.
— Vit eru øll samd um
málið, ið er, at Føroyar
skulu fáa evstavald, men tað
er rætt, at fleiri meiningar
eru um, hvussu vit skulu
náa hesum máli, og tað er
hetta, vit í løtuni eru í ferð
við at semjast um.
Løgmaður heldur eisini,
at tað einans er hetta, ið skil-
ir Javnaðarflokkin frá
samgonguni. Hann er samd-
ur við samgonguni um mál-
ið, men ikki um, hvussu tað
skal røkkast.
Løgmadur vil ikki siga,
um rákið í løtuni rekur móti
einari breiðari semju, men
hann heldur møguleikarnar
tíðindablaðið S0S'*
Spæla ikki hazard
Anfinn Kallsberg, lógmaður vissar um, at samgongan ikki ætlar sær at spæla
hazard við vælferðini hjá Føroya fólki fyri at fáa fullveldi
vera góðir, tí partarnir eru
samdir um so nógv týdning-
armikil evni.
Spurdur, um løgmaður er
samdur i, at tað í løtuni
verður koyrt ov skjótt við
fullveldismálinum, svarar
hann, at tað er væl møgu-
ligt, men neyðugt er at ar-
beiða skjótt, um málið skal
røkkast innan verandi val-
skeið. Tó heldur hann tað
vera umráðandi at geva sær
stundir at viðgera tigini seri-
ost.
Diplomat
Eftir samgongufundin
mánadagin tykist tað sum,
at menn eru vorðnir meira
spakførir, tá tosað verður
um fullveldismálið. Er hetta
tí, at tú hevur sett sam-
gongulimirnar upp á pláss?
Nei, samgongufundurin
gekk friðarliga fyri seg, sig-
ur løgmaður, ið tó er samdur
í, at hann hevur ein leiklut
sum diplomatur í samgong-
uni. Tað er hann, ið alla tíð-
ina skal toga tær ymisku
meiningarnar í samgonguni
inn móti einari miðju.
Løgmadur sigur at enda,
at tað hevði dámt honum
betur, um samgongulimir
komu til sín, tá teir vóru
6nøgdir við arbeiðið í sam-
gonguni í staðin fyri at fara
í fjølmidlarnar at ósa hvønn
annan, og sipar hann í hes-
um sambandi til orðadráttin
í Sosialinum millum Bjarna
Djurholm og Karsten Han-
sen.
Koyra ikki ov skjótt
Høgni Hoydal er glaður fyri kritikkin móti fullveldisætlanini. Hann tekur til
eftirtektar, at fólk halda ferðina verða ov nógva í løtuni, men vísir samstundis
á, at hann ikki heldur fullveldisætlanina koyra ov skjótt
JOHN JOHANNESSEN
Tað er eingin loyna, at Før-
oya fólk kennir seg eitt
sindur ørkymlad av øllum
teimum ymisku útsagnun-
um frá føroysku politkkar-
unum vidvikjandi fullveld-
ismålinum i løtuni.
Millum annað hava
ábendingar verið frammi í
fjølmiðlunum um, at Fólka-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin ikki eru heilt
samdir í fullveldismálinum.
Mong hava fingið ta fatan,
at tað tykist, sum Tjóð-
veldisflokkurin vil hava
loysingina avgreidda sum
skjótast og síðani ordna
politikkin aftaná, meðan
Fólkaflokkurin hevur verið
eitt sindur meira jarðbund-
in, og tískil roynt at hildið
Tjóðveldisflokkinum aftur.
Leypa ikki framav
Høgni Hoydal, landsstyris-
maður i sjålvstyrismålum,
skilir væl, at fólk kenna seg
ørkymlad, men vísir sam-
stundis á, at hvorki Tjóð-
veldisflokkurin ella sam-
gongan sum heild royna at
skunda loysingina igjøgn-
um.
— Fólk skulu vita, at
Landsstýrið ikki ætlar at
kroysta eina avgerð oman
yvir høvdid á føroyingum.
Vit ætla okkum at fáa eina
so breiða semju í Løgting-
inum og harvið eisini
millum føroya fólk, sum
møguligt, áðrenn avgerðir
verða tiknar um ríkisrætt-
arligu støðu Føroya, sigur
Høgni Hoydal og vissar um,
at eingin hamari hongur yv-
ir høvdinum á føroyingum.
Høgni Hoydal sigur eis-
ini, at endamálið við full-
veldisætlanini aldri hevur
verið at loysa her og nú.
Ætlanin er at fáa eina avtalu
í lag við donsku stjórnina,
ið inniber, at Føroyar og
Danmark kunnu samstarva
sum tvey lond á jøvnum
føti. Men hann vísir sam-
stundis á, at fyri at hetta skal
bera til, krevst, at Løgtingid
fær fullar heimildir.
Loysn i år
Hóast Høgni Hoydal tekur
til eftirtektar, at fólk meta
fullveldisætlanina koyra ov
skjótt, heldur hann fast við,
at farast skal til Danmarkar
at samráðast við donsku
stjórnina um ríkisrættarligu
støðu Føroya í ár. Eftir
hansara tykki, ber væl til at
fáa eina semju í Løgting-
inum og somuleiðis í Uttan-
landsnevndini um eitt sam-
ráðingarupplegg til donsku
stjórnina, og somuleiðis trýr
hann uppá, at samráðing-
arnar verða lidnar áðrenn
árið er úti.
Spurdur, um íkki júst
hetta merkir, at tað verður
koyrt ov skjótt í fullveldis-
málinum, svarar Høgni
Hoydal, at samgongan, um
hon vildi, saktanst av sínum
eintingum kundi verið farin
til Danmarkar at samráðast
beinan vegin hon var skip-
að, men av tí, at talan er um
eitt so mikið álvarsligt mál,
valdi samgongan sjálvsagt,
at málið skuldi viðgerast í
tinginum, har breið semja
skuldi fáast. Tískil metir
hann ikki, at tað verður
koyrt ov skjótt í fullveldis-
málinum.
Vælferðin ikki upp á
spæl
Mangan hava andstødu-
flokkarnir ført fram, at sam-
gongan og kanska serliga
Tjóðveldisflokkurin ynskja
at seta vælferðina upp á
spæl fyri at fáa fullveldi.
Hesum vísir Høgi Hoydal
aftur og sigur endamálið hjá
samgonguni vera at fáa ein
samveldissáttmála, ið
tryggjar, at Føroyar hava
ábyrgd av sær sjálvum, men
samstundis er ætlanin at
varveita tætta samstarvið
við Danmark. Landsstýris-
maðurin í sjálvsstýrismál-
um staðfestir sostætt, at tal-
an er um at skipa nýtt sam-
starv við Danmark á jøvn-
um føti, og talan er als ikki
um at kvetta.
Spurdur, um hann ikki
fyrr hevur ført fram, at aðal-
endamálið hjá samgonguni
er at fara til Danmarkar at
fáa eina avtalu um loysing
og síðani eina avtalu um
skiftistíð og annað, vísir
Høgni Hoydal hesum blankt
aftur. Hann vísir til sam-
gonguskjalid og til løg-
tingssamtyktina, 10 siga
endamålid vera at fåa
nýggja avtalu við Danmark
um ríkisrættarligu støðu
Føroya.
I sama vidfangi leggur
Høgni Hoydal afturat, at tað
væl kann hugsast, at avtal-
an, fingin verður í lag við
Danmark, kemur at innibera
eina skiftistíð, ið endar við
fullveldi um heilt upp til 10
ár. Men hann vísir staðiliga
á, at tað kemur at vera Før-
oya fólk, ið tekur støðu til
avtaluna á einari fólkaat-
kvødu. Og hvussu stórur
meiriluti krevst á hesari
folkaatkvødu, er nakað, ið
Løgtingid avger. Men Høg-
ni Hoydal dylur tó ikki fyri,
at hann sjålvur heldur tad
vera nóg mikið vid einum
vanligum meiriluta.
Meira kunning
Høgni Hoydal heldur, at
nógvu misskiljingarnar um
fullveldisætlanina kanska
benda á, at Landsstýrið hev-
ur kunnað fólk ov lítið, og
tí heldur hann tað vera
neyðugt at gera meira
burturúr kunningini, so
Landsstýrið ikki verður
skuldsett fyri annað, enn tað
í veruleikanum vil.
Høgni Hoydal endar við
somu orðum, sum sam-
gongufelagi hansara, Ann-
finn Kalsberg, løgmaður, so
mangan hevur gjørt.
— Eg trúgvi uppá, at vit
kunnu fáa eina breiða semju
í Løgtinginum um fullveld-
isætlanina…
ALTJODA
ELDRAÅRID
ELDRADAGAR
i NORDURLANDAHUSINUM
30. SEPTEMBER TIL 3. OKTOBER
Hósdagur 30. september 1999
kl. 14.00:
Eldradagarnir verða settir
Helena Dam á Neystabø
verji fyri Eldraráðið í Føroyum
Almennur pallborðsfundur
kl. 14-17 "67 ár - og hvat so?"
8) "Klientgeran", fer virðingin fyri
tí einstaka sama dag hon/hann fyllir 67?
B Pensiónir og figgjarlig viðurskifti hjá
pensionistum
Bl /búðarviðurskifti
Bj Samstarv millum eldri og yngri
B) Eldri í fjølmidlunum
PALLBORÐSLUTTAKARAR
Hanna Joensen, Karl Johansen,
Helena Nattestad, Kári Petersen,
Elin Johannesen, Hans Marius Joensen
Fríggjadagur 1. oktober 1999
Ráðstevna um Demens
kl. 9-17.30
Ráðstevnan verður sett av
Helenu Dam á Neystabø,
landsstýriskvinnu
Serstek skrá við luttøku av
Birthe Hansen.
stjóra fyri Eldraokið
í Frederiksund Kommunu
Tove Vestergaard.
demens-koordinator
í Slangerup Kommunu
Seinasta freist at melda til er
29. september. Rådstevnuskrå fast við
at venda sær til fyrireikingarneyndina
Almennir fyrilestrar
09.15-10.00
Hvat er demens Sofus Joensen,
yvirlækni
15.45-16.15
Røktartørvskanning Ása á Myrini,
í Suðurstreymoy heimasjúkrasystir
16.30-17.30
Virðislig ellisár
Jógvan Fríðriksson,
sóknarprestur
Fyrireikingarnevndin fyri Eldraárið í Foroyum
Tlf. 288330 - tlf. 316456 - Fax 310694