Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-09-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. september 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 7 tidindabladid SOSTÆVUTIN m Cruise Nicole Kidmann i filminum Eyes Wide Shut, sum i løtuni gongur i Havnar Bio Kubrick á heysti Við víðopnum eygum í annað ljós. Í hesum dógum verður filmurin "Eyes Wide Shut" sýndur í Havnar Bio. Hetta varð síðsta avrik Stanley Kubricks, sum and- aðist fýra dagar eftir, at filmurin var liðugur. Men enn sveimar andi Kubricks yvir vøtnunum. Umframt at síggja aktuella filmin og njóta tónleikin, er gjørligt at ogna sær heilar sjey Kubrick-klassikarar á talgildum myndadiskum til heim- abiografin, eins og hópin av lesnaði um mannin og aktuella verkið KIFKJUN KOMA gur og fikkur hesa s tíð. Heystið er komið ið besta tíðin hjá høvundum, leikstjórum. leikarum og ikki minst *varum. Og hinumegin dilsdiskin: heystmettadi, mentunarligi njótarin Gamaní merkir hetta. at mentanin er vorðin ein vora. Ein vera, sum er til sølu á hvørjum horni í livsins metropolum, har alt er til skjals. Men samstundis lærir ein, hvussu væl "skjals" rímar uppá ”fals”. Í dagsins margmiðlameldri er alt upp til brúkaran — ja, og so pengapungin eisini. Men í tiltakandi heyst- myrkrinum vil eg fegin bróta breyð við teimum, sum kastaðu á vatnið. List- afólk við tíðarhavið, meðan hann enn váraði. Stanley Kubrick 1928-1999 Í vár doyði ein av aldarinnar størstu = filmsleikstjórum Stanley Kubrick 70 ára gamal. Hann var føddur í New York, men eftir at hava roynt seg í Hollywood, flutti Kubrick til Bretlands í 1961. Ikki tí, einasti Holl- ywood-filmur hansara Spartacus" (1960) varð væl móttikin og er fleiri erðir síðani sendur á rknaðin og sýndur í gjum líki. | Men tað var úr Bretlandi, ck skapti filmarnar g stórbarur, spotur úr midøld, ur sagt Ikki eitt orð skuldi grettast, tá hann ar beiddi. Ikki fyrr enn hann sjálvur kundi siga orðini og hava control. Heilt til tað Sjálvt forhondum- rødurnar og lýsingarnar í sambandi við aktuella film- in "Eyes Wide Shut", heyði Kubrick sjálvur sett saman. Væl vitandi, at hann aldri fór at uppliva frum- sýningardagin. Tí fýra dag- ar eftir síðsta klipp, slitnaði lívsins filmur og hann var farin í annað ljós. rlagdur og ein de síðsta Fáar filmar Arbeiðslag Kubricks var eyðkent. Hann var altíð til arbeiðis og kundi altíð de- liver the goods. Listarligu royndirnar fóru aldri útum tað, ið áskoðarin vildi loysa billett til. Tí fann hann altíð fígging. Men seregna arbeiðssemi Kubricks kastaði íkki mangar filmar av sær. Langt var frá eitt nú týska Rainer Werner Fassbinder, sum gjørdi fleiri enn fjøruti film- ar frå 1969 til hann doyði bert 37 åra gamal i 1982. H6ast bådir altid og stund arbeiddu i og vid filmi, høv- du teir lítið uttan miðilin til felags. Meðan Fassbinder oysti av sær, gjørdi Kubrick ikki nógvar filmar í tali. Hóast meistarlig kamarstykki sum eitt nú ”Beisku tár Petru von Kants”, ynskti Fassbinder í stórri mun at fanga og lýsa samtíðina. Hetta merkti flestu filmar hansara, so sum "Angst essen Seele auf" og "Dritte Genera- tion”, sum í dag lýsa eina farna tíð, heldur enn at birta kineastiskar visiónir. Visiónir Annarleiðis er við Kubrick og fáu filmum hansara. Her eru visiónirnar í hásæti, leysar av samtíðini. Visión- ir, eins og monolitturin í rúmdarfilminum um stød- ugt tilstundandi árið 2001. Eftir mikla orrustu hava 6- mentaðu forfedrar okkara í ødini blakað eitt piðað bein upp í loft. Niðuraftur kemur tað fýra milliónir ár seinni — sum eitt rúmdarfar. Ein hin stórbarasta visiónin í filmsøguni allari. Og hyggja vit í donsk- føroysku orðabókina undir "vision" fáa vit oll orðini, ið heftast kunnu afturat Ku- brick og filmum hansara: dreymamynd, dreymasjón, opinbering, sjón, hugflog, hugsjón, gløgg framtíðar- hugsan. Við vidopnum eygum - í deyðan Í heyst kunnu vit síggja síðsta film hansara. Heitið er tvítíðugt "Eyes Wide Shut". Við víðopnum, aft- urlatnum eygum. Vakin, og tó droymandi. Ein síðsta heilsan doyggandi listar- mansins. Og sansalig er hon, deyðamerkta heilsanin. Drúgv og dvalandi, við fynd í hvørjum liti og hvørjari ljósstrálu. Tó, tá filmurin er lokin, fært tú teg ikki at trúgva, at hetta er ein aldr- andi og hartil doyggjandi maður, so lívskátur sum endin er. Ein dreymasøga Í hesum filmi hevur Stanley Kubrick samstarvað við rit- høvundan Frederick Raph- ael um handritid, sum bygg- ir å skaldsøgu hjå Arthur Schnitzler frå 1926 ”Traum- novelle”. Schnitzler varð borin i heim i Wien 1862 og doyði 1931. I 1950 gjørdi Max Ophuls film år eini søgu hjå Schn- itzler úr gamla Wien, hann nevndi "La Ronde”. Hesin franski filmur varð gjørdur av nýggjum í 1964, tá Rog- er Vadim leikstjórnaði og Jane Fonda spældi við. Heitið var tá "Circle of Love”. I 1992 var sama søg- an um leyslæti tikin uppaft- ur á filmi. Nú er heitið ”Chain of Desire” og sjálv- ur Malcolm McDowell, vit kenna frå ”A Clockwork Orange” medvirkar. Leikur er settur upp å Manhattan i eini eydkvæmistid. Hvørgin av hesum bådum filmunum kunnu metast vid hin gamla franska. Fleiri ferdir hevur Ku- brick havt ætlanir at gera Nr. 185 - 30. september 1999 film úr wienar-søguni ”Traumnovelle”. Flyta hana til nútíðina og seta filmin upp í einum stórbýi. Eftir at samstarvið við science- fiction rithøvundan Arthur C. Clarke varð lokið í 1968, og filmklassikarin "2001: A Space Odyssy” var í hús, ætlaði hann at fara undir hesa søgu Schnitzler's. Men konan Christiane ráddi honum frá. Helt, at Anthony Burgess og soga hansara "A Clockwork Or- ange” var áhugaverdari. Sum sagt so gjørt. Egna heimasidu Stanley og Christiane gift- ust í 1958. Hon er sjónleik- ari, men hevur síðani tey giftust fingist við málning- alist burturav. Bústaðurin var í St. Alban norðanfyri London á einum garði, sum bretsk blød skýra sum "a rambeling manor, located on a 172 acre estate”. Skilligt er, at tey hava sit- ið væl um sátt. Í dag hevur hon — Christiane Kubrick — egna heimasíðu, har hon greiðir frá um mangt og hvat. Millum annað ger hon vart við, at endurminningar Kubrick's, soleiðis sum Frederick Raphael endur- gevur tær, ikki eru í tráð við veruleikan og at bókin ikki er gjørd í samråd við hana ella Warner Bros felagið. Heimasíðan hjá frú Ku- brick er tengd afturat so- nevndu almennu "Eyes Wide Shut" heimasíðuni, sum hevur adressuna http:/ /www.eyeswideshut.com/ . Fåir filmar munnu sum hesin hava skapt bæði øsing og umrødu longu innan fyrstu syning. At leikstjørin doyr og at tvær stjørnur hava høvudsleiklutin, sum bædi spæla og i veruleika- num eru hjún, man eisini hava gjørt sítt til at søgur eru farnar í umfar kring all- an heimin. Tí eru eisini fleiri privatar heimasíður á neti- num, sum viðgera henda film burturav. Ein teirra er http://casenet.com/movie/ eyeswideshut.htm. Her ber eisini til at siga tína hugsan um filmin. Tí í margmiðla- heiminum hava oll atgongd. Allar meiningar eru eins góðar. Nú ræður bert um at hava kumpass og at halda kós. Sjey teir bestu Í hesum margmidladøgum gerst alt vanligari at síggja film heima. Og tað við góð- um úrsliti. Tøknin er so framkomin, at sjálvt stór- filmar í wide screen kunnu síggjast heima. Saktans, hevur tú réttu útgerðina. DVD - Digital Versatile Disk - eitir nýggjasta tøknin. Ein fløga, sum ger gomlu vhs = videobondini til skammar. Men eitt DVD- driv skal til. Antin í telduni, ella fløguspælaranum. Og sum frálíður, munnu júst teldur, stereoútgerð og sjón- varpsskíggin fara at renna saman í eina talgilda eind í hvørjari stovu. Teim, sum hava DVD- spælara, stendur nú í boði at fáa sjey teir bestu Ku- brick filmarnar í eini snot- uligari eskju. Teir sjey film- arnir eru "Lolita", "Dr. Stanley Kubrick Filmar. sum Stan- ley Kubrick leik- stjórnaði: Eyes Wide Shut (1999) Full Metal Jacket (1987) Shining, The (1980) Barry Lyndon (1975) Clockwork Orange, A (1971) 2001: A Space Odyssey (1968) Dr. Strangelove or: How Í Learned to Stop Worrying and Love the Bomb (1964) Lolita (1962) Spartacus (1960) Paths of Glory (1957) Killing, The (1956) Killer's Kiss (1955) Fear and Desire (1953) Seafarers, The (1952) Flying Padre (1951) Day of the Fight (1950) Strangelove”, "2001; A Space Odysse", "A Clock- work Orange", "Barry Lyndon", "The Shining" og "Full Metal Jacket". Umframt at fáa innlit í verkini hjá so ólíkum rit- høvundum sum Vladimir Nabokov og Stephen King, fáa vit eisini allan tónleikin, sum eyðkennir ein rættan Kubrick film. Framihjå kunnu vit å somu fløgum eisini fylgja við i frágreið- ing hjá Arthur C. Clarke og tíðindafundi, tá "The Shin- ing" varð frumsýndur. Utgevari er Warner Home Video og ivaleyst kunnu flestu video- og flogubúðir útvega savnið. Danska búð- in LaserDisken tekur 1.350 krónur fyri eskjuna. Filmur: "Eyes Wide Shut" Stanley Kubrick 1999 USA/Bretland 159 min (Havnar Bio) Tónleikur: "Eyes Wide Shut" Music From the Mot- ion Picture (Warner Sunset/ Reprise) Heimabio: The Stanley Ku- brick Collection (7xDVD box Warner Home Video) Bøkur: Arthur Schnitzler "Drómmenovelle" (Erik Egholm tyddi, Lindhardt & Ringhof); ”Eyes wide shut. A Screenplay by Stanley Kubrick and Frederic Raphael" (Warner Books); Frederic Raphael "Eyes Wide Open. A Memoir of Stanley Kubrick" (Ballan- tine); Vincent LaBrutto "Stanley Kubrick. A Bio- graphy" (Faber & Faber); John Baxter ”Stanley Ku- brick. A Biography” (Car- roll & Graf) —— | HT