Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 11 - 18. januar 2005 Smærri ferðsluóhapp Fríggjadagin fór ein bilur út av vegnum við Høgareyn millum Kvívík og Vestmanna. Talan var tó ikki um stór- vegis skaða. Bilførarin kom óskaddur frá óhappinum, og bilurin fór heldur ikki illa. Løgreglan sigur, at hálka var orsøkin til óhappið. Seinni sama dag var eitt annað ferðsluóhapp í Havn. Í hesum førinum var talan um ein bilførara, sum ikki varn- aðist, at bilurin framman fyri bremsaði, og tískil rendi hann upp í reyvina á tí bilinum. – Har var bert skrokkskaði, sigur vakthavandi á løg- reglustøðini í Havn. Í Suðuroy kom ein fráboðan um eitt ferðsluóhapp seint fríggjakvøldið. Ein bilur var farin út av vegnum í Porkeri. Tann, ið boðaði frá, segði, at tað sá ógvusligt út, so sjúkra- bilur varð eisini boðsendur. Men tað vísti seg tó ikki at vera neyðugt, tí tá løgreglan kom á staðið, var ein persónur í bilinum, og hann var óskaddur. Tískil varð sjúkrabilurin avlýstur. - sae – Ongin eldsbruni Fríggjakvøldið um hálvgum sjeytíðina fekk Alarmsentral- urin eina fráboðan um møguligan eldsbruna í AB húsin- um. Sløkkiliðið og løgreglan fóru á staðið, men har var ongin roykur ella eldur at síggja, so talan var helst um eina falska fráboðan. Hetta var ikki einastu ferð, at løgreglan fór út til so at siga onga nyttu hetta vikuskiftið. Leygarnáttina fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður lá bløðandi í Klubbagarðinum, men tá hon kom á staðið var ongin at síggja nakrastaðni. Eina lítla løtu seinni kom enn ein fráboðan um, at ein maður var frá sær sjálv- um í Klubbagarðinum, men aftur ta ferðina var onki at síggja, tá løgreglan kom á staðið. Um tíggjutíðina fríggjakvøldið kom eisini ein fráboðan um, at ein neyðrakett varð sædd yvir Runavík. Løgreglan beindi fráboðanina víðari til MRCC, men har hendi onki víðari. – Hatta mundi helst vera onkur, sum átti onkra neyð- rakett eftir frá nýggjárinum, sigur vakthavandi. - sae – Tvær ferðir skaðastovan Løgreglan varð boðsend til skaðastovuna sunnunáttina. Har var onkur, sum rópti og skrálaði og gjørdi ónáðir. Løgreglan tók viðkomandi persón og koyrdi hann heim. Lítla løtu seinni mátti løgreglan aftur til skaðastovuna, men hesuferð ikki í sambandi við ófrið. Ein genta varð ákoyrd í Klubbagarðinum. Illgruni var um, at hon møguliga hevði brotið beinið. Hon varð koyrd á skaðastovuna, og løgreglan veit ikki meira um hana. - sae - Ungdómar til hendurs Leygarnáttina um fýratíðina fóru nakrir ungdómar til hendurs uttan fyri nýggja dansistaðið í Havn, No Limits. Løgreglan kom á staðið og fekk sissað partarnnar. Ein tíma seinni var aftur galið millum ungdómar. Hesuferð í Pizzakjallaranum. Løgreglan steðgaði tó ófrið- inum. Vakthavandi sigur, at tað komu nógvar fráboðanir um ymisk smáting um vikuskiftið. – Tað hava ikki verið nøkur álvars mál hetta vikuskiftið, men nógv smáttaríir, sum vit eisini skulu taka okkum av, sigur vakthavandi. - sae – Tveittu skipsbombu úr bili Fríggjakvøldið fekk løgreglan í Klaksvík eina fráboðan um, at ein skipsbomba varð tveitt úr einum bili uttan fyri Barok. Tað stóðst sum skilst ongin skaði av bombuni, men løgreglan fekk fatur á persónunum, sum høvdu ábyrgd av tilburðinum. Løgreglan hevur avhoyrt persónarnar, sum vóru í bilinum hetta kvøldið. - sae - Skrivstovubygningar til sølu Ognirnar Yviri við Strond 17 og 19 verða hervið lýstar til sølu. Talan er um tvey matrikkulnummur, sum verða seld saman ella einsæris. Bygningarnir liggja sera væl fyri; stutt úr miðbýnum, við góðum útsýni og miðskeiðis millum fleiri av fremstu fyritøkum í landinum. Ognirnar eru Yviri við Strond 17, matr. Nr. 620x, sum liggur næst miðbýnum og Yviri við Strond 19, matr. Nr. 620z. Tilsamans er grundøkið 1691 fermetrar. Skrivstovubygningarnir eru samanbundnir við eini millumgongd uppá 21 fermetrar á fyrstu hædd. Báðir bygningarnir eru í trimum hæddum og harumframt hevur bygningurin Yviri við Strond 17 eitt loftsrúm uppá 120 fermetrar. Bygningarnir verða seldir við umhvørvis- góðkenning. Økið rundan um bygningarnar er fríðkað við runnum og blómuteigum og annars gjørt til parkeringsøki og inngongd. Harumframt eru góð parkeringsviðurskifti í økinum. Sum er, fyriliggur ein skitsu-verkætlan fyri økið um m.a. gerð av íbúðum við altanum og havútsýni. Meira kunning fæst við at venda sær til: Pf. Meinhardt Arge Att.: Finnbogi Arge við Oyggjarvegin 100 Tórshavn tlf. 34 54 00 við Oyggjarvegin www.bilarge.fo