týsdagur 18. januar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
5
– Hóast útlendinga-
stýrið formliga eigur
seinasta orðið, tá um-
sóknir koma úr Før-
oyum um familju-
samanføring ella
arbeiðs- og uppi-
haldsloyvi, fylgja
nærum altíð tilmæl-
inum frá føroyingum,
segði Inge Bruhn
Thomsen millum
annað á fyrilestrin-
um, sum Innlendis-
málaráðið skipaði
fyri fyrrapartin
mánadagin um út-
lendingalógina
ÚTLENDINGAMÁLIÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Løgtinglimir. Landsstýris-
menn. Embætisfólk. Aðal-
stjórar. Løgtingsins um-
boðsmaður. Fakfelagsfor-
menn. Nógv fólk høvdu
leitað sær á Parnassið á
Hotel Hafnia fyrrapartin
mánadagin at lurta eftir
fyrilestrinum um óivað
heitasta evnið í fjølmiðlun-
um í fjør, útlendingamálið.
Innlendismálaráðið hevði
boðið varastjóranum í í
danska tlendingastýrinum,
Inge Bruhn Thomsen, at
greiða føroyingum frá um
føroysku útlendingalógina.
Fylgja tilmælunum
Fyrilesturin hjá varastjór-
anum í danska útlendinga-
stýrinum var fyrst og fremst
bygdur á lógirnar um fam-
iljusamanføring og arbeiðs-
og uppihaldsloyvi. Seinasta
árið hava serliga fjølmiðlar-
nir varpað ljós á fleiri
útlendskar familjur, sum
hava livað í óvissu um tær
fáa arbeiðs- og uppihalds-
loyvið longt ella ikki.
Ein av áhaldandi undan-
førslunum hjá Innlendis-
málaráðnum hevur verið, at
útlendingamálið er danskt
málsøkið, og tískil eigur
danska
útlendingastýrið
seinasta orðið, tá umsóknir
skulu viðgerast.
– Hóast útlendingastýrið
formliga eigur seinasta
orðið, tá umsóknir koma úr
Føroyum
um
familju-
samanføring ella arbeiðs-
og uppihaldsloyvi, fylgja
nærum altíð tilmælinum frá
føroyingum, segði Inge
Bruhn Thomsen millum
annað á fyrilestrinum.
Varastjórin á Danska
útlendingastýrinum
vísti
millum annað á, at arbeiðið
hjá danska útlendingastýr-
inum var blivi meira um-
fatandi, eftir at VK-stjórnin
hjá Anders Fogh Rasmus-
sen hevur valt at herða
lógirnar á útlendingaøkin-
um, tí tað er í dag ofta ein
trupulleiki at gera av, hvørj-
ar lógir galda á hvørjum
øki.
Føroyar vantaðu
Í sínum stutta innleggi
ásannaði landsstýrismað-
urin í innlendismálum,
Jógvan við Keldu, at út-
lendingamálið í Føroyum
var farið nakað av sporin-
um, og hann setti sína vón
til, at fundurin mánamorg-
unin kundi verða við til at
fáa málið á rætta kós aftur.
Men hetta eydnaðist ikki
heilt.
Fyrilesturin
hjá
Inge
Bruhn Thomsen var í stóran
mun-kanska ov stóran-
bygd um donsk viðurskifti,
meðan tað gekk striltið at
varpa veruligt ljós á før-
oysku viðurskiftini. Hetta
kom dátt við, tí viður-
skiftini í Føroyum kunnu
als samanberast við donsku
viðurskiftini á útlendinga-
økinum.
Landsstýrið eigur avgerðina
Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, ásannar, at útlendingamálið í Føroyum er farið av sporinum
-Hóast útlendingastýrið formliga eigur seinasta orðið, tá umsóknir koma úr Føroyum um familjusamanføring ella arbeiðs- og
uppihaldsloyvi, fylgja nærum altíð tilmælinum frá føroyingum, segði Inge Bruhn Thomsen millum annað á fyrilestrinum