Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 11 - 18. januar 2005 Nýggja Operahúsið í Keypmannahavn hevur kostað hálva triðju millard krónur at byggja. Húsið var leygardagin handað danska statinum frá gevaranum A.P. Møller. Løgtingsformaðurin var til staðar og heldur, at nýggja húsið er eitt stórfingið mótspæl til nýggju tíðina OPERAHÚS Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Internet, fartelefoni, satelittsjónvarp, teldur og digital tøkni av øllum handa slagi gera í hesum døgum innrás í hvønn krók í vesturheiminum. Men meðan ferðslan og ferðin á tøkniliga motorvegnum bara veksur og veksur, fingu danir eitt nýtt hús. Tað er ikki bara eitt til- vildarligt hús í einum frið- arligum forstaði í danska høvuðsstaðnum, men eitt Operahús fyri hálva triðju milliard krónur – bygt við havnalagið í Keypmanna- havn. Hetta hús skal verða mið- depil fyri meira klassiskari list – opera, ballet, klassisk- um tónleik og annað. Fólk kunnu sessast í best hugs- andi – ella óhugsandi – um- støðum at lurta eftir verk- um hjá Verdi, Mozart, Beethoven og øðrum, hyggja eftir stórslignum sjónleiki, síggja hugtakandi ballettdans og annars upp- liva livandi mentan á palli. – Hetta húsið ger eitt sindur upp við nýggju tíð- ina og roynir at halda fast við meira traditionella mentan við ballett, sjón- leiki, klassiskum tónleiki og opera, heldur Edmund Joensen, løgtingformaður, sum var til hátíðarhaldð í nýggja Operahúsinum leygarkvøldið. Risastór bygging Tað eru liðin trý og eitt hálvt ár, síðani útgrevsturin til nýggja Operahúsið í Keypmannahavn byrjaði. Seint í 2001 byrjaði sjálv byggingin, og fyri nøkrum mánaðum síðani stóð Operahúsið liðugt. Tað er A. P. Møller, sum hevur latið húsið byggja, og risastóra danska felagið hevur eisini goldið hvørt oyrað fyri byggingina. Leygarkvøldið handaði ímyndin av A. P. Møller fyritøkuni, Mærsk Mc- Kinney Møller, húsið til danska statin, sum var umboðaður av forsætisráð- harranum Anders Fogh Rasmussen. Hetta er størsta privata gávan, sum nakrantíð er latin danska statinum, og húsið hevur seinnu árini verið nógv umtalað – bæði av góðum og minni góðum. Men nú er tað veruleiki, og nú byrjar gerandisdagurin hjá tí stórsligna og stór- figna húsinum. – Tað hevur kostað 2,5 milliardir krónur at byggja húsið, og tað er næstan óveruligt hjá føroyingum at hugsa um, tí tað svarar næstan til eina heila fíggj- arlóg hjá okkum, sigur Edmund Joensen, løgtings- formaður. Stórt upplivilsi Edmund Joensen og konan Edfríð umboðaðu almennu Føroyar til hátíðarhaldið leygarkvøldið. – Tað var eitt stórt upp- livilsi at vera til staðar, og lagið var sera gott á fólk. Húsið er stórsligið, og tú merkti veruliga, at her var talan um eina stóra løtu fyri danska kongaríkið, sigur Edmund Joensen. – Sjálv konsertin var drúgv, men hon var fjøl- broytt og vísti eitt sindur av hvørjum. Tað var tað besta av ballett, dansi, tónleiki og øðrum, og tað var sera hugtakandi. Hátíðarliga konsertin byrjaði klokkan sjey leyg- arkvøldið og helt fram til klokkan, og nakrir røðarar vóru eisini. Fyrsti maður á pallinum var gevarin Maersk McKinney Møller, og hann segði nøkur orð, áðrenn hann læt húsið til danska statin og fólkið. – Danir vísa við hesum, at teir eru nakað heilt ser- ligt. Teir ganga enn eina- ferð undan við at byggja eitt Operahús, sum er meira hábærsligt enn øll onnur. Operahúsið í Sydney er kanska tað, sum fólk kenna best við Australia, og nú byggja danir eitt minst líka stórsligið operahús, sigur Edmund Joensen. Ósemja um arkitektur Tað hava verið fleiri stríðs- mál um Operahúsið í Keyp- mannahavn, síðani bygg- ingin av tí fór í gongd, og tað seinasta stríðsmálið, sum hevur verið frammi í sambandið við upplating- ina, er millum gevaran sjálvan og arkitektin, sum hevur teknað húsið. Arkitekurin Henning Larsen hevur sagt við Dan- marks Radio, at framsíðan á nýggja Operahúsinum er eitt kompromis. Hann ætl- aði sjálvur, at framsíðan skuldi verða lættari og meira opin, meðan Mærsk Mc-Kinney Møller vildi hava eina meira afturlætna framsíðu. Úrslitið gjørdist eitt kompromis, og sam- bært arkitekinum sjálvum umhugsaði hann at rýma frá byggingini. Stjórin fyri felagið hjá donskum arkitektum hel- dur, at Henning Larsen hevur borið seg skeivt at við at greiða almenningin- um frá ósemjuni millum hann og gevaran. Keld Møller heldur, at ein bygg- ing altíð eigur at vera eitt samstarv millum arkitektin og tann, sum skal byggja, og tí er einki óvanligt við hesum. Og nýggja Operahúsið í øllum førum veruleiki, og nú byrja tær veruliga framførslurnar í tí stór- slignað húsinum, sum kann hýsa umleið 1.500 fólkum til framførslurnar. Operahús fyri milliardir Operahúsið í Keypmannahavn Byggingin av Operahúsinum í Keypmannahavn byrjaði í november mánaði 2001, og húsið var liðugt bygt 1. oktober 2004. Leygardagin var almenna há- tíðarhaldið í sambandi við upplatingina. Tað hevur kosta umleið 2,5 milliardir krónur at byggja húgið, og tað er næstan tvífalt so nógv, sum roknað varð við í fyrsta uppskotinum. Operahúsið er ein gáva frá A. P. Møller Fond, sum hevur goldið fyri alla byggingina, og tað er danski staturin, sum hevur fingið hesa størstu privatu gávu í Danmark nakrantíð. Húsið er 41.000 fermetrar til støddar, og tað eru umleið 1000 rúm í húsinum. Tveir pallar, seks stórir venjingarsalir, 12 verkstøð, 46 skrivstovur, 105 teknik- og goymslurúm og 230 skiftirúm til listar- fólkini. Í salinum við stóra pallinum eru pláss til 1.500 sitandi áhoyrarar og 56 standandi. Í orkesturgrøvini kunnu 110 tónleikarar sita, og á Takkelloftinum eru pláss til 200 gestir. Arkitekturin Henning Larsen hevur teknað Opera- húsið. Nýggja Operahúsið hjá dønum er ein mentanarlig perla, og hóast ósemja hevur verið millum arkitektin og gevaran um útsjóndina er úrslitið stórsligið Operahúsið er á tremur við útgerð, sum skal gera listarliga upplivilsi í húsinum til nakað heilt serstakt