týsdagur 18. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
7
Samgongan arbeiðir
við nógvum uppskot-
um um at fáa Suður-
oynna á føtur aftur
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í løtuni arbeiðir samgongan
við eini ætlan fyri, hvussu
Suðuroyggin kann fáast á
føtur aftur.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, sigur, at samgongan
arbeiddi við málinum í alla
síðstu viku og hildið verður
fram í hesi vikuni.
Men hann sigur, at ætlan-
in er at arbeiða skjótt.
Løgmaður sigur, at tað
verður arbeitt við nógvum
ymsum møguleikum.
Men hann sigur, at so
leingi málið er í politiskari
viðgerð, vil hann ikki í
smálutum koma inn á teir
møguleikar, sum eru.
Men tað hevur verið
nevnt, at øktur flutnings-
stuðul, beinleiðis flutnings-
samband ímillum Føroyar
og Skotland og ein suður-
oyargrunnur, sum skal seta
vágafúsan pening í vinnu-
ligar ætlanir í Suðuroynni,
eru nøkur av uppskotunum.
– Vit hava øll uppskot til
viðgerðar, eisini tey, sum
eru nevnd frammanfyri,
sigur hann.
Hvat
úrslitið
verður,
veldst so um, hvørja semju,
tað ber til at fáa í samgong-
uni.
Men Løgmaður stað-fest-
ir, at tað er stórur politiskur
vilji til at loysa trupul-
leikan.
Hann sigur, at landsstýrið
arbeiðir bæði við at loysa
teir bráðkomnu arbeiðs-
loysistrupulleikar sum eru,
men hugt verður eisini at
uppskotum, sum kunnu
menna oynna í longdini.
Í tí sambandi hevur verið
nevnt, at almennir stovnar
eiga at verða fluttir til
Suðuroyar.
Hann sigur, at landið
ætlar at taka stig á teimum
økjum, sum landið hevur
við at gera, og tað er at
skapa karmar.
Kommunur eiga at
leggja kommunur
saman
Hinvegin heldur hann eis-
ini, at kommunurnar í
oynni eiga at taka tey stig,
sum tær kunnu taka.
Og hann dylir ikki fyri, at
hann heldur, at øll oyggin
átti at verið løgd í eina
kommunu.
– Tað hevði verið ein
veldugur fyrimunur, at suð-
uroyingar kundu drigið
eina línu og staðið saman
ímóti kappingini við meg-
inøkið. Í løtuni er tað Vágur
tað snýr seg um ein dagin,
Tvøroyri dagin eftir og
síðani Hvalba og er als ikki
til frama fyri oynna, sigur
Løgmaður.
Hann sigur, at verður øll
oyggin
ein
kommuna,
kundi tað eisini skapt
møguleikar fyri at sett størv
á stovn í oynni við fólki við
útbúgving.
Eitt nú hevði ein stór-
kommuna í Suðuroy havt
brúk fyri verkfrøðingum og
øðrum teknikarum, løg-
frøðingum, grannskoðarum
og
búskaparfrøðingum
o.s.fr.
– Hetta eru alt tænastur,
sum suðuroyingar í løtuni
keypa úr Havn, men tað
vildi verið eitt framstig at
fingið hesi arbeiðsplássini í
oynna.
Annars heldur løgmaður
framvegis, at tað er eitt sera
skilagott uppskot at byggja
heilsuskúla og miðnáms-
skúla í ein depil í Hovi og
at byggja eitt røktarheim í
Vági, tí tað hevði skapt
nógv arbeiði í byggivinnuni
og hevði skapt varandi,
almenn arbeiðspláss, sum
tað er harðliga brúk fyri.
Tá ið nýggja, stór-
fingna operahúsið í
Keypmannahavn
varð tikið í nýtslu
leygardagin, var eis-
ini løgmaður boðin
við, men hann
mátti geva avboð
AVBOÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Leygarkvøldið
var
nýggja, stásiliga opera-
húsið í Keypmannahavn,
tikið í nýtslu.
Har vóru eisini umboð
fyri almennu Føroyar
boðin við. Eitt nú var
skuldu løgmanshjúnini
verða ímillum gestirnar.
Men Jóannes Eidesgaard
varð noyddur at geva
avboð.
– Eg noyddust tíverri
at geva avboð, tí eg hhelt,
at tað politiska arbeiðið í
Føroyum kravdi, at eg
varð verandi heima, sig-
ur hann.
Hann sigur, at skuldi
hann farið, hevði tað
mesta av trimum døgum
farið til ferðina og tað
føldi hann ikki, at hann
hevði stundir til, sum
umstøðurnar nú eru.
Eitt nú er tað kreppu-
støðan í Suðuroy sum
upptekur Løgmann so
nógv, at hann helt, at
hann kundi ikki fara av
landinum.
Samgongan
arbeiðir
hart fyri at finna eina
loysn á trupulleikanum
hjá Suðuroynni. Sam-
stundis eru onnur polit-
isk mál á skránni, nú løg-
tingið kemur saman aftur
og tá helt løgmaður ikki,
at hann kundi fara til
Keypmannahavnar.
Hann fegnast tó um, at
tað bar til hjá Edmundi
Joensen,
løgtingsfor-
manni at vera við, so al-
mennu Føroyar vóru um-
boðaðar.
Eitt uppskot, sum
landsstýrið arbeiðir
við í royndunum at
loysa rupulleikan hjá
Suðuroynni, er at lata
Smyril sigla ímillum
Suðuroynna og
Skotland einaferð um
vikuna
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer tað almenna kanska
aftur undir beinleiðis ferða-
samband ímillum Suður-
oynna og Skotland.
Í øllum førum umhugsar
landsstýrið í hesum døgum
at seta nýggja Smyril í fasta
rutusigling ímillum Suð-
uroy og Skotland, eina ferð
um vikuna.
Tað er í sambandið við
royndirnar at finna eina
loysn á trupulleikunum hjá
Suðuroynni, at hesin møgu-
leikin verður umhugsaður.
Tað hevur Sosialurin
fingið at vita frá keldum í
samgonguni.
Tað, sum arbeitt verður
við, er at lata nýggja Smyril
sigla ímillum Føroyar og
Skotland um vikuskiftini.
Ætlanin er, at nýggi Smy-
ril sigla úr Havnini til Suð-
uroynna sum vant fríggja-
kvøld.
Fríggjakvøld skal hann
so fara víðari úr Suðuroy til
Skotlands við farmi og
ferðafólki.
Hann verður so aftur á
Tvøroyri
seinnapartin
sunnudagin og kann síðani
sigla aftur ímillum Suðuroy
og Havnina sunnukvøld,
sum hann plagar.
Ímeðan hann er burtur,
skal so Smyril, sum vit nú
hava, røkja suðuroyarsigl-
ingina
leygardagar
og
sunnumorgun.
Tað verður júst mett at
vera ein høvuðstrupulleiki
hjá fiskivinnuni í Suðuroy,
at tað er so vánaligt flutn-
ingssamband ímillum Suð-
uroynna og Skotland.
Suðuroyingar høvdu fast
samband við treylaraflutn-
ingin ímillum Suðuroynna
og Skotland fríggjadag,
men mitt í nítíárunum varð
Teistin seldur og so datt tað
sambandið niðurfyri og tað
varð mett sum eitt stórt
bakkast fyri fiskivinnuna í
Suðuroy sum fyri ein stóran
part livdi av at selja feks
fløk.
Og tað eru eisini ting-
menn úr samgonguni, sum
hava borið tað uppá mál av
tingsins røðarapalli at lata
nýggja Smyril sigla eina
ferð um vikuna ímillum
Suðuroy og Skotland.
Samgongan arbeiðir í
hesum døgum við eini ætl-
an fyri, hvussu Suðuroygg-
in kann fáast á føtur aftur.
Hann vil ikki gera við-
merkingar til smálutir í
hesari bjargingarætlanini,
men hann sigur, at arbeitt
verður nógvum ymsum
møguleikum.
Og hann váttar, at hetta
er ein møguleiki av teimum
mongu, sum arbeitt verður
við.
Stjórin á Strandferðluni
hevur ongar viðmerkingar.
Nógv uppskot um at fáa Suðuroynna
á føtur aftur
Løgmaður mátti
sita heima
Nýggi Smyril í fasta sigling
ímillum Suðuroy og Skotland
–Vit arbeiða við nógvum møguleikum og vit ætla at arbeiða skjótt, sigur løgmaður
Skjótt verður kanska aftur beinleiðis sigling við farmi og ferðafólki ímillum Føroyar og Skotland