týsdagur 18. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 11 - 18. januar 2005
MARKNAÐARRÁK
Farna vika var meiri lívlig á
fíggjarmarknaðunum enn
tann undanfarna.
Úr USA vórðu kunngjørd
tøl, ið vístu, at undirskotið á
handilsjavnanum í desem-
bur gjørdist størri enn vænt-
að. Tað fekk dollaran at
vikna. Haraftrat varð kunn-
gjørt úr USA, at bæði fram-
leiðsluprísirnir og prísvøkst-
urin á innfluttum vørum var
lægri enn væntað í des-
embur, men ídnaðarfram-
leiðsla og kapasitetsnýtslan
gjørdust hægri enn væntað.
Úr USA var sostatt eitt
sindur av hvørjum, men sum
nakað heldur óvanligt var
tað Evropa, sum var týdn-
ingarmest fyri renturnar.
Evropiski
miðbankin,
ECB, hevði rentufund, har
tey sum væntað ikki broyttu
rentuna. Men á tíðinda-
fundinum aftaná var for-
maðurin, Trichet, avgjørdur
um, at búskaparligi vøkst-
urin ikki er so høgur, at tað
er vandi fyri høgum prís-
vøkstri í Evropa í løtuni.
Tað vil siga tað sama sum,
at hann ikki heldur tað
verða neyðugt at hækka
rentuna í bræði. Hetta fekk
evropisku
renturnar
at
lækka umleið 0,10%-stig.
Tað vísir, at eisini í Evropa
er prísvøksturin veruliga í
andgletti, og væntast kann,
at hetta evnið fer at seta
dám á fíggjarmarknaðirnar
hendan ársfjórðingin.
Hesa vikuna verða tað
væntandi framvegis prís-
vøksturin og evrudollara-
kursurin, sum seta dags-
skránna. Serliga USA verð-
ur í andglettinum.
Haðani koma tøl fyri
brúkaraprísvøkstur, vinnu-
álit og ikki minst tøl fyri,
hvussu nógv útlendingar
settu í amerikonsk virðis-
brøv í novembur. Hetta sig-
ur nakað um hugin hjá
útlendskum tjóðbankum at
halda áfram at stuðla dollar-
aranum, og sostatt hvat kann
væntast av evru-dollara-
kursinum í næstum.
Tíðarskeiðið við rokn-
skaparkunngerðum er byrj-
að og av týðandi feløgum
hava Intel Corp. og Apple
Computer Inc. kunngjørt
sera góðar roknskapir. Hetta
er ein góð byrjan uppá
kunngerðartíðarskeiðið og
førir bjartskygni við sær.
Hesa vikuna kunngerða m.a.
Yahoo!, IBM og Motorola.
Serliga
Motorola,
ið
framleiður
fartelefonir,
kann fáa ávirkan á Ericsson
og Nokia og harvið ávirkan
á norðurlendsku parta-
brævamarknaðirnar. Norð-
urlond hava staðið seg væl í
seinastuni. Kortini eru hesir
marknaðir
framvegis
áhugaverdir at gera íløgu í.
Prísvøkstur í andgletti
Vika 43, 2004
www.kaupthing.fo
Lykketoft farin í valstríð
Fogh sær alt meira út
sum ein komet á ferð
ímóti toppinum,
meðan Mogens
Lykketoft stríðist fyri
at vinna atkvøðurnar
aftur, sum hansara
flokkur hevur mist
seinastu mánaðirnir.
Sunnudagin valdi
hann at byrja val-
stríðið við eini ætlan,
sum fer eftir kjarnu-
veljarum hjá danska
Javnaðarflokkinum
MARJUN
DALSGAARD
Christiansborg
Fólkatingsval verður helst
skrivað út í dag, so tað kann
haldast 8. februar. Tað held-
ur í øllum førum Mogens
Lykketoft, sum sunnudagin
byrjaði valstríðið við at
lova 100.000 nýggj størv í
Danmark innan 10 ár.
»Made in Denmark« eitur
ætlanin, sum formaðurin
fyri danska Javnaðarfokkin
legði fram á tíðindafundi
sunnudagin. Ætlanin gong-
ur í síni heild út uppá at
tryggja, at størv innan
danska ídnaðin ikki verða
flutt til onnur lond. Hetta
skal millum annað gerast
við hjálp av umfatandi
íløgum í gransking og út-
búgving, lægri skattum á
arbeiði og samarbeiði mill-
um privatu vinnuna og
lærdu háskúlarnar, sigur
Lykketoft, sum lovar ikki
minni enn fýra nýggjar
lærdar háskúlar.
Made in Denmark er ein
eitt sindur verjulíknandi
ætlan, ið fekk undirtónar av
globaliseringini sum ræðu-
mynd, tá Lykketoft legði
dentin á, at hetta er neyðugt
fyri at kinesarar skulu ikki
fara avstað við øllum størv-
unum í Danmark.
Samstundis
vinnur
Anders Fogh Rasmussen
tilhangarar av globaliser-
ingini millum annað við
peptosi um, at Danmark
skal verður førandi innan
tøkni og vitan - við vinstru
hond fer hann eftir nøkrum
av kjarnuveljarunum hjá
vinstravonginum við at
friða eftirlønar- og dagpen-
ingaskipanina
komandi
fimm árini.
Fogh styrktur
Nógv kann henda undir
einum valstríði, men teir
seinastu tveir mánaðirnir
hevur tað gingið sera væl
fyri danska forsætisráð-
harran. Vævildin frá veljar-
unum veksur í hvørjum, og
frá at vera við minniluta
fyri
nøkrum
mánaðum
síðani stendir hann nú betur
enn nakrantíð í veljara-
kanningunum.
Nýggjasta
kanningin,
sum er gjørd dagarnar 9. -
14. januar gevir stjórnini
hjá Anders Fogh Rasmus-
sen við stuðulsflokkinum
Danska
Fólkaflokkinum
tilsamans
96
tinglimir,
meðan andstøðan einans
fær 75 limir. Fyri umleið
tveimum mánaðum síðani
stóðu Vinstraflokkurin, teir
Konservativu og Danski
Fólkaflokkurin til at fáa
tilsamans
89
tinglimir,
meðan andstøðan stóð til at
fáa 83 limir. Sostatt er tað
bert gingið ein veg seinastu
tíðina fyri Lykketoft og
hansara vong, sum um-
framt
Javnaðarflokkin
verður roknaður fyri at vera
Sosialistiski Fólkaflokkur-
in, Einheidslistin og Radi-
kali Vinstraflokkurin.
Kristindemokratarnir
liggja á markinum, men
koma inn um val verður nú,
meðan Miðflokkurin ella
CD, sum reyk út seinasta
val, ikki stendur til at fáa
nakran
fólkatingslim.
Danski Framburðsflokk-
urin misti eisini sín lim í
fólkatinginum seinasta val,
men kann ikki stilla upp-
aftur, um val verður fyrst í
februar, tí flokkurin hevur
ikki savnað inn tær 20.000
undirskriftirnar, sum skulu
til fyri at stilla upp.