týsdagur 18. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
9
Handilin hjá Føroya
Keypsamtøku í Vág-
um er endavendur.
Soleiðis bókstaviliga.
Stór útbygging er
farin fram, og inrætt-
ingin er broytt full-
komiliga
ÚTBYGGING
Edvard Joensen
Miðvági:
Handilin hjá Føroya Keyp-
samstøku í Miðvági, FK
Vágar, er ikki til at kenna
aftur eftir um- og útbygg-
ing, sum hevur staðið við í
nakrar mánar.
Álvur Samuelsen, sum er
leiðari í deildini í Vágum,
sigur, at gólvvíddin er økt
frá 325 til 500 fermetrar
ella við umleið eini helvt.
Og innrættingin er full-
komuliga broytt.
Handverkarar í Vágum
hava gjørt arbeiðið, nú ein
stór lon er bygd uppí ver-
andi handil suðureftir. Síð-
an er gamli útvegguirn tikin
niður, og alt er voðrið til
eitt rúm.
Alt endavent
Spildurnýggj
frukt-
og
grønmetisdeild er gjørd
beint innan fyri inngongd-
ina, og haðani verður kund-
in leiddur kirng handilin
við gongd móti sólini. Tað
er øvugt av tí, sum verið
hevur frammanundan. Tá
gekk streymurin hinveg.
Allir
vørubólkar
eru
fluttir, so tað kann fara at
standa á hjá summum vana-
bundum kundum at finna ta
fyrstu tíðina. Tó verða køli-
og frystivørurnar helst á
sama stað, hóast diskarnir
verða vendir 90 stig í mun
til tað, teir hava staðið.
Kassarnir eru vendir, og ein
kiosk við Lottokassa og
øðrum smátingum verður
gjørd beint innan fyri út-
hurðina, sigur Álvur Samu-
elsen.
Úrvalið fer helst eisini at
økjast, heldur hann. Ikki
soleiðs at skilja, at tað
verða
so
nógv
fleiri
vørusløg at velja í, men tað
verður pláss fyri meira av
tí, sum er.
– Treyðugt so kann
henda, at okkurt nýtt kemur
afturat. Slíkt, sum er at
finna í øðrum handlum hjá
Keypsamtøkuni, men sum
tað ikki rættiliga hevur
verið pláss fyri í Vágum
fyrr, sigur hann.
Sum í øllum øðrum
handlum hjá Keypsamtøk-
uni ber eisini til at bíleggja
vørur, sum eru at síggja í
limablaðnum hjá FDB,
Samvirke, ella á internetin-
um
á
heimasíðuni
www.coop.dk.
– Verður slík vøra umbið-
in her, syrgja vit fyri at fáa
hana heim, og kundin fær
hana so fyri tann prís, sum
nevndur er í lýsingini. Tó
verður flutningskostnaður
lagdur afturat, sigur Álvur
Samuelsen.
Fremmandafólk
Útbyggingin er tiltrongd,
sigur Álvur Samuelsen, tí
tað hevur í longri tíð verið
alt ov trongt í handlinum í
Miðvági.
Serliga síðan Vágatunnil-
in lat upp, er kundatalið økt
munandi, sigur hann, og
talan er í stóran mun um
fólk, sum eru komin »av
oynni«, sum tey siga í
Vágum.
Hetta eru serliga fólk við
ørindum á flogvøllinum,
sum steðga á í Miðvági og
gera síni handilsørindi,
áðrenn farið verður víðari.
Útbyggingin
byrjaði
seinasta heyst og verður
væntandi endaliga liðug um
einar fjúrtan dagar ella so,
tá allir køli- og frystidisk-
arnir eru komnir upp á
pláss, sigur leiðarin í Før-
oya Keypsamtøku í Vágum.
Hetta seinasta vikuskiftið
hevur starvsfólkið arbeitt
mestsum út í eitt við flyting
av innbúgvi og vørum, so
tað skuldi órógva kund-
arnar sum minst, tá latið
varð upp aftur mánamorg-
unin.
Hendan útbyggingin fer
við innbúgvi at kosta
umleið eina millión krónur.
Keypsamatøkan endavend
Mestsum allir vørubólkar í
handlinum hjá FK Vágum
eru fluttir. Kundarnir skulu
venja seg við at leita á
nýggjum støðum eftir
kendum vørum
Mynd: Edvard Joensen
Køli- og frystidiskarnir verða snaraðir 90 stig, tó at teir verða verandi í sama øki sum undan
útbyggingini
Mynd: Edvard Joensen
Álvur Samuelsen, leiðari í Keysamtøkuni í Vágum, er væl nøgdur við útbyggingina, sum ger
handilin munandi kundavinaligari, enn hann var áðrenn útbyggingina, tá alt ov trongt var
inni
Mynd: Edvard Joensen