Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 11 - 18. januar 2005 Sum orðaskiftið um trupulleikarnar í Suðuroy gongur, gerst alt meira greitt, hvørjir møguleikarnir eru og hvørjir, ið ikki eru til taks. Taka vit tann útskeldaða Framtaks- grunnin fyrst, so tykist tað sum møguleikarnir fyri at nýta henda grunn sum aðalamboð at hjálpa Suðuroynni í eini endurreisingarætlan fyri oynna minka fyri hvønn dag. Tað gerst alt meira greitt, at sum grunnurin er skipaður, kann hann illa nýtast sum ein menningargrunnur. Og tað er júst slíkum grunni, sum oyggin hevur mest brúk fyri í løtuni. Samgongan sleppur tí neyvan undan at seta á stovn ein serstakan Suðuroyargrunn. Ein slíkur grunnur kundi havt sama leiklut sum Føroyagrunnurin, sum á sinni bjargaði Klaksvíkini og Sandoyarætlanin, ið bjargaði Sandoynni. Hví kann henda succés ikki verða endurtikin í Suðuroy? Er oyggin við at gerast gíssli í einumhvørjum duldum spæli kring einskiljingartilgongdina? Um so er, so kann tað ikki góðtakast. Ein Suðuroyargrunnur við 75-100 milliónum at ráða yvir árliga í eini 5-10 ár kundi veruliga munað í tí vanlukku støðu, sum eyðkennir oynna í løtuni. Hesin grunnur kundi loyst út tær mongu og góðu lokalu kreftirnar, sum í løtuni eru mestsum lamdar. Síðan er at fáa allar hinar mongu fortreytirnar uppá pláss. Tað hevur verið sagt, at eingir landsmyndugleikar kunnu hjálpa Suðuroynni. Hetta kunnu bert suðringar gera. Hesin pástandur er bert lutvíst rættur. Spurningurin er um ikki júst landsmyndugleikarnir við politiskum miðlum t.d. kunnu framskunda ta kommunusamanlegging, ið er ein meginfortreyt fyri, at oyggin kann reisa seg aftur? Hvussu við Hovs-Øra- víkartunnlinum? Tað hevur gingið alt ov seint við hesum projekti. Nú mugu landsmyndugleikarnir skunda undir hesa verkætlan, ið eisini er ein aðalfortreyt fyri menning í oynni. Hvussu við alternativum vinnum? Er løtan komin, tá vit eiga at hugsa um, í hvussu er uppá longri sikt, hvussu Suðuroyggin kann fáa ein týðandi part av tí virksemi, sum framtíðar oljuleiting og serliga framleiðsla kunnu geva! Tað ræður her um at at viga fyrimunir og vansar við politiskt at lóggeva til frama fyri regionalum loysnum. Er støðan veruliga so ring í hesum partinum av landinum, at vit mugu til at endavenda avgerðum, sum longu eru tiknar eitt nú á oljuøkinum! Hinvegin er skeivt at fyrigykla sær, at ein komandi leiting fer at skapa nógv arbeiði. Tað er meira uppá longri sikt, at tað nú eigur at verða hugsað um, hvørvítt oljuvirksemi skal vera partur av at varðveita og menna partar av landinum, sum annars eru við at verða afturúrsigldir. Síðan er tað útbúgvingarskipanin. Takið nú eina avgerð um miðnáms- og heilsuskúlarnar. Tað er fyri so vítt eitt feitt, hvar ið sjálvur bygingurin stendur, tí við Hovs- Øravíkartunnlinum verður oyggin ein býur. Men farið í gongd, so byggivinnan kann fáa eitt kick her og nú! Onnur átrokandi almenn arbeiði eru gomlu tunnlarnir í oynni, ið eiga at verða breikaðir og nútímansgjørdir. Síðan er tað flutningsspurningurin. Tað almenna má javnseta vinnulívið í Suðuroy við restina av landinum. Gevið flutingsstuðul og setið eitt skip at sigla millum Vág og Skotland. Nú má vera nóg mikið talað, nú mugu gerðir fylgja orðum, og øll hendan mekaniska og tilvitsleysa júkanin um marknaðarkreftirnar má halda uppat. Hetta eru berar undanførslur. Marknaðarbúskapurin er fyri eina tíð settur úr gildi víða hvar í Europa, har trupulleikar valda og royndirar eru einvíst góðar. Hetta eru Føroyar í dag og ikki USA á døgum Hoovers!" DAGSINS MEINING Sosialurin Suðuroyargrunnur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Alfred Olsen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Hyggja vit at verandi ogn- arviðurskiftunum í tí før- oyska vinnulívinum, so er støðan tann, at tað almenna eigur uml. 40% av tí saml- aða vinnulívinum í Føroy- um. Men hyggja vit at fiski- vinnuni á landi, so er tann almenni parturin umleið 70% av verandi fram- leiðsluvirkjunum, og gongdin hesi seinastu árini hevur verið, at almenn virkir hava keypt og lagt privat virkir undir sítt veingjabreiði. At hetta býtið er skeivt, er eingin í iva um, tí sjálvandi skal okkara vinnulív og serliga fiskivinnan í Føroyum vera á privatum hondum og virka undir fríum marknað- artreytum. Fiskiskipini So gott sum øll fiskiskipini í Føroyum eru á privatum hondum, og tað er at fegn- ast um, tí høvdu skipini verið bundin til virkir á landi, so var vandi fyri, at virkini høvdu drenað skip- ini fyri kapital, og vit høvdu ikki upplivað tann dynamik í nýbyggingum og umbyggingum av skipum, sum vit kunnu fegnast um hesi seinastu árini. Sjálvur vóni eg ikki, at vit nakrantíð aftur koma at uppliva, at fiskavirkir eru eigarar av fiskiskipum, tí tað var- og vil vera til ógagns fyri Føroyar. Fiski- skipini og teirra dugnaligu manningar uppfylla øll tey krøv, ið vit sum samfelag seta teimum, bæði tá talan er um fiskidagar og veiðu- nøgd, ja tað eru almennir stovnar hjá okkum sum halda, at skipini fiska og troyta fiskastovnarnar í meira lagi. Í dag klára tey flestu skipini seg fíggjarliga og manningin hevur eina rímiliga inntøku, og tí skulu vit ikki lóggeva so- leiðis, at vit taka frá tí fríu vinnuni á sjónum, fyri at geva tí alment riknu vinn- uni á landi. Vit skulu hin- vegin virka fyri, at tey al- mennu virkini vera einskild og rikin á privatum grund- arlagi. Vit eiga at hava eina fría vinnu, bæði á sjógvi og landi. Móttøkan á landi At 70% av fiskavirkjunum eru á almennum hondum, ger at so gott sum eingin kapping er um at keypa ávís fiskasløg til dømis upsa. Hetta er ein orsøk til at tann fría sølan á fiska- marknaðinum ikki virkar optimalt, og tað viðførir, at tey privatu virkini blíva avmarkaði í síni atgongd til fiskin. Tí áttu tey almennu fiskavirkini at verið privati- seraði fyri fleiri árum síð- ani, men tá hetta ikki bleiv gjørt, er neyðugt at farið verður undir at privatisera øll tey almennu fiskavirkini eitt og eitt, so tann rætti prísurin fæst fyri hvørt einstakt virki. Sølan av til dømis Føroya Fiskavirking eigur ikki at vera gjørd undir einum, tí vit skulu ikki fara frá ein- um almennum monopoli til eitt privat monopol. Suðuroyggin Støðan í Suðuroy vísir týðiliga, at neyðugt er við privatiseringum, og ein góður møguleiki er at selja privatum fiskavirkið í Vági, so arbeiðið at virka fisk undan Føroyum aftur kann vera á virkinum. At tað almenna hevur forðað fyri, at fiskur undan Føroyum hevur kunnað verið virkaður á virkinum í so nógv ár, er átaluvert. Samstundis sum vit harmast um, at nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, hoyra vit skipini boða frá, at einasta orsøkin til at tey selja uttanlands er, at tey sleppa ikki av við fiskin, ella fáa ikki boð uppá fiskin í Føroyum. Virkaði móttøkan av fiski optimalt, og var vinn- an før fyri at keypa fiskin, og vóru flutningsmøguleik- arnir nøktandi til megin- landið, so bleiv eingin fisk- ur seldur beinleiðis av land- inum, men bleiv virkaður sum fesk ella fryst vøra til gagns fyri skip, arbeiðs- fólk, virkir og alt samfelag- ið. Tí skulu vit fara undir at privatisera tey almennu fiskavirkini, og sum støðan er hevði verið hóskandi at byrjað við flakavirkinum í Vági. A. Guttormur Djurhuus Limur í RK Í kjalavørrinum á framúr- skarandi úrslitinum av innsavnan av peningi til danska Reyða Kross, at veita teimum neyðstøddu undan flóðalduni í stranda- londunum kring Bengalska havið, hevur ávís misnøgd stungið seg upp. Misnøgd við at pening- urin úr Føroyum, í stóran mun fer í hol hjá danska Reyða Krossi. Til at fylla hol í yvirtrektum konti í donskum peningastovnum, og ikki beinleiðis til tey kreppuraktu økini. Slíkur hugburður er løgin og til lítlan sóma fyri eitt fólk, sum sjálvt árliga fær fleiri hundrað miljónir krónur í menningarhjálp. At nakrar fáar miljónir fara aftur til veitaran er ikki at illneitast um. Og fyri alt tað duga danir betur enn vit. Teir eru vanir við altjóða samskifti og vita betur enn vit, hvussu slíkt hjálparabeiði verður veitt. At gera vart við at vit ikki eru limir í altjóða samfe- lagnum, kann gerast við annað høvi. Heldur enn at vera mis- nøgd, attu vit at verið glað um at kunna veita dønum eina hjálpandi hond at hjálpa. Einskiljingar Smáligt