týsdagur 18. januar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 - 18. januar 2005
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Finnleif Guttesen
Hetta er niðurlagi, tá ið
tú hoyrir løgtingsmenn
og onnur úttala seg um
tað stóra arbeiðsloysi í
Suðuroy
Hví rópa teir ikki fyrr
enn nú?
Veruleikin er tann, at
løgtingsmenn úr Suður-
oy vilja finna ein synda-
bukk fyri at fjala yvir, at
teir hava ikki rætt hond
frá síðu tey seinastu 12
árini, fyri at fáa nýggj
arbeiðspláss til Suður-
oynna og harvið steðga
fólka- fráflytingini.
Støðan í dag er einki
eindømi, hetta hevur
verið gongdin tey sein-
astu 12 árini og tá ið
onkur ljósglotti hevur
verði við arbeiði, ja, so
hevur tað verði, sum
Kristian Matras Krist-
iansen skrivar í Sosial-
inum. Tað er sum at
míga í brøkurnar, tað
vermir eina løtu, men tá
ylurin
er
kólnaður,
byrja beinini at frysta
hvaðna verri.
Dirvi og vilji manglar
Tað er bert ein sjónleik-
ur fyri veljarunum, nú
løgtingsmenninir rópa
upp, tí higartil hava teir
ikki haft dirvi ella vilja
til at gjørt nakað, og tað
er uttan mun til politisk-
an lit. Tað er ikki nýtt
ferðamannaskip, keiðir
ella tunlar, sum geva
varandi arbeiðspláss.
Teir brúka undan-
førslur, so sum at spyrja
kommunur um, hvar
skúlar, sum landið hevur
alla ábyrgd av, skulu
byggjast. Hetta blívur
bert gjørt fyri at gruggað
og útseta mál, sum teir
ikki hava dirvi til at taka
avgerðir í.
Hvat vilja
suðuroyingar?
Hendan
spurningin
skuldu
tingmenn,
kommunalpolitikarar og
onnur, serliga á Tvøroyri
og í Vági, spurt seg
sjálvan um.
Vilja teir halda fram
við, at oyggin skal verða
sum Kypern, deild sund-
ur í tvey, ja, so koma vit
ikki víðari, og sum eg
havi sanna, so sleppa vit
ikki undan hesari tanka-
gongd í bræði, serliga í
Vági og á Tvøroyri.
So, um verandi sam-
gonga meinar nakað
sum helst við at stuðla
Suðuroynni, so leggja
teir alt alment byggjarí í
Hov`s dali, tað verið
seg:
• Studentaskúli
• Almenna og
Heilsuskúla
• Sjúkrasysturskúla
• Næmingaheim
• Heilsufrøðiliga
starvstovuna
• Strandferðsluna
Kypern syndromi
Tað kann væl ikki verða
nakar ivi um, at allar
kommunur við einari
lagaligari fígging taka
undir við, at eitt nýt
ellisheim verður bygt í
Vági, til frama fyri okk-
ara eldru og fyri nýggj
arbeiðspláss í Suðuroy.-
Ella er "Kypern syn-
dromi" so sterkt, at einki
kemur burturúr?
Livst so spyrst.
Avhøvda Framtaks-
grunnin, so er
Suðuroyggin bjargað
VIÐMERKINGAR
Jógvan í Løðuni
Loyvi mær hervið at heita á
tykkum, ið standa fyri
Miðflokkinum, um ikki, í
hesum hjálpartíðum, at
koma
fram
aftur
við
politiska hugskotinum um
at peningur, latin til sam-
komur og vælgerandi enda-
mál, skal kunna dragast frá
í skatti.
Onkur partur av føroyska
fólkasálini má vera frítikin
fyri stemmuspekulatión.
Tað er gott at fólk kunnu
lata eftir førimuni í tí stilla.
Áheitan á Miðflokkin
Magni Laksáfoss
Í tíðindaflutninginum í dag,
fokusera journalistar alt ov
nógv uppá at fáa eina
sensationella yvirskrift og
alt ov lítið uppá at yvir-
skriftin skal umboða inni-
haldið. Hetta ger, at boð-
skapurin hjá serfrøðingum
kemur illa fram og ofta
"druknar" í yvirskriftini.
Í eini hvørjari samrøðu við
annan persón, er møguleiki
fyri at verða skeivt endur-
givin. Hetta er sjálvsagt
eisini galdandi tá serfrøð-
ingar (ella fólk ið roknast
hava serligt innlit) velja at
lata seg interviewa.
Ein størri trupuleiki er,
eftir míni fatan, at jour-
nalistar skulu "selja" sín
miðil. Tí leita teir eftir eini
sensationellari yvirskrift,
sum fær fólk at vakna.
Trupulleikin er, at ofta lesa
fólk einans yvirskriftina og
ikki alla greinina, tí hevur
tað stóran týdning at yvir-
skriftin ber rætta boðskap-
in.
Serfrøðingar eru lærdir at
analysera støðuna, finna
møguligar trupuleikar við
støðuni, og finna loysnir
uppá trupuleikarnar. Tað av
hesum sum selur best fyri
ein jounalist, er hvørki
analysan ella loysnirnar,
men harafturímóti trupul-
leikarnir. Journalistar dáma
tí best at hefta seg við
trupulleikan og finna yvir-
skriftina har.
"Eldrabumba hóttir!"
Eitt dømi frá mær sjálvum
um tílíka yvirskrift er, tá eg
hevði gjørt eina framskriv-
ing av fólkatalinum í Før-
oyum. Hon vísti, at við ver-
andi burðartíttleika, deyðs-
títtleika og flytimynstri
vilja stóru broytingarnar í
fólkatalinum verða, at talið
av eldri fólkum fer at vaksa
munandi. Loysnin á hesum
má vera, at seta fleiri
ressoursir inn á eldraøkið,
økja pensiónsuppsparing-
arnar og byggja fleiri ellis-
og røktarheim og sambýlir.
Journalisturin helt óiva,
at trupuleikin var meiri
áhugaverdur enn loysnir-
nar, tí tá blaðið kom út var
yvirskriftin á forsíðuni á
blaðnum
"Eldrabumba
hóttir!"
Hóast greinin í sjálvum
sær var rímiliga væl skrivað
og endurgav nøkurlunda
boðskapin, stóð yvirskriftin
eftir: "Eldrabumba hóttir!"
"Farvæl til luksus!"
Eitt annað dømi hendi
rættiliga nýliga. Ein jour-
nalistur ringir til mín kl.
12.45 ein gerandisdag.
Tíðindini á middegi vóru
júst liðug. Hann spyr um eg
kann hjálpa honum at skilja
nýggjastu innflutningstøl-
ini frá Hagstovu Føroya.
Hann skilur ikki hví inn-
flutningurin ikki minkar
meiri, nú afturgongd er í
búskapinum.
Eg sigi at eg ikki havi
sæð tølini, men at vanliga
mynstrið er, at íløguvør-
urnar minka fyrst (íløgu-
vørur eru t.d. maskinur,
byggitilfar, bilar o.l.). Næst
eftir, ella samstundis sum
íløguvørurnar
minka,
minka eisini luksusvørur-
nar (t.d. hvítvørur, stereo-
annlegg, sjónvørp o.l.). At
enda minka aðrar vørur so
sum matvørur, men tá
plagar afturgongdin at hava
vart leingi áðrenn hesar
vørurnar minka.
Hann sigur, at hann nú
betur skilir tølini, tí tað
mynstrið, sum eg havi
greitt frá, sær hann aftur í
tølunum. Eftir hetta tosa vit
eitt sindur afturat um bú-
skaparstøðuna
og
um
hvussu stór afturgongdin
sær út til at blíva. Sam-
røðan varir tilsamans um-
leið 10 minuttir.
Klokkan fýra sama dag
kemur blaðið út (einans
tríggir tímar eftir at eg havi
tosað við journalistin) yvir-
skriftin á forsíðuni er:
"Farvæl til luksus!" — var
hatta mín boðskapur???
Sjálv greinin var rímiliga
góð og hevði mín boðskap í
sær, men eg haldi ikki at
yvirskriftin var góð, um
man skal meta út frá um
boðskapurin er rætt endur-
givin.
Eisini nærlagdir
journalistar
Bæði dømini eg havi tikið
her, eru tikin frá Sosialin-
um. Eg skal tó beinanvegin
skunda mær at siga frá, at
eg eisini havi upplivað
líknandi tilburðir frá øðrum
miðlum.
Eisini kenni eg nógv
dømir frá øðrum serfrøð-
ingum, sum eisini hava
upplivað líknandi tilburðir,
og sum nú siga seg aftra seg
við at úttala seg til miðl-
arnar, tí boðskapurin verð-
ur skeivt endurgivin.
Eg vil tó leggja afturat, at
tað finnast fleiri nærlagdir
jounalistar, sum leggja seg
eftir at endurgeva serfrøð-
ingarnar rætt. Fyri at nevna
eitt navn, vil eg nevna Áka
Bertholdsen frá Sosialin-
um, sum eftir míni fatan er
ein góður nærlagdur jour-
nalistur.
Í teimum samrøðum eg
havi havt við Áka, hevur
hann megnað at fanga
boðskapin væl, og hevur
endurgivið meg uttan feilir,
ið eru verdir at nevna. Fyri
hetta hevur hann rós uppi-
borið.
Eg vil enda við at siga, at
um ein jounalistur hevði
havt skrivað hesa greinina,
hevði hann helst ikki havt
valt yvirskriftina "Serfrøð-
ingar, journalistar og yvir-
skriftir", men heldur havt
yvirskriftina "hong ser-
frøðingin!"
Serfrøðingar, journalistar og yvirskriftir